Greinar um evnið: ‘Landslið’

Broytingar í úttøkukrøvunum til oyggjaleikirnar

Skrivað hevur • 02.11.2012 • Evni: FÍF, Landslið, Oyggjaleikir

Tá úttøkukrøvini til oyggjaleikirnar á Bermuda komu út, vóru nakrar broytingar gjørdar í mun til undanfarnar úttøkur. Ein av broytingunum var, at einki krav kundi lúkast, uttan at íðkari hevði í minsta lagi 700 stig á avrikslistanum hjá IAAF. Hetta førdi við sær, at serliga í kastigreinum hjá kvinnum vórðu krøvini sett væl hægri upp. [...]



Øssur og Bjørk tvey føroysk met hvør – Sára og Katarina óalmenn met!

Skrivað hevur • 13.07.2012 • Evni: Altjóða luttøka, FÍF, Landslið, Lop, Met, Nýggjastu tíðindi, Renning

Heili fýra føroyskum metum kom landsliðið heimaftur við úr Gøtuborg. Tvey av teimum átti Øssur Debes og tvey átti Bjørk Herup Olsen. Harafturat megnaðu tær báðar blaðungu Sára Debesardóttir og Katarina Høj at renna bestu tíðir nakrantíð á ávikavíst 300 og 600 metrum. Hetta eru ikki klassiskir olymiskir teinar, og eru tí ikki at rokna [...]



Bjørk vann gull á Vårlds Ungdomsspelen

Skrivað hevur • 11.07.2012 • Evni: Altjóða luttøka, FÍF, Landslið, Met, Nýggjastu tíðindi, Renning, Úrslit

Í fimm umførum hevur føroyska talentliðið verið til VU-spelen í Gøtuborg. Kappingin er sera, sera sterk, og kann í mongum førum samanberast við eitt norðurlandameistaraskap og kanska enn sterkari viðhvørt. Kortini hevur tað onkuntíð eydnast okkara at koma upp á sigurspallin. Í 2006 vann tann tá 12 ára gamli Rúni Seloy silvur á 600 metrum. Og 13 [...]



Landsliðið og talentliðið í leikum

Skrivað hevur • 10.07.2012 • Evni: Altjóða luttøka, FÍF, Landslið, Nýggjastu tíðindi

Um vikuskiftið hava okkara landslið og talentlið verið í Gøtuborg, har tey hava verið í leikum í stóru kappingini Vårlds Ungdomsspelen, sum er hin størsta av sínum slagi í norðurlondum. Her hittast bestu íðkarar í Svøríki og hinum norðurlondunum. Hetta er fimtu ferð, at FÍF og talentliðið hava verið til kappingar har. Fyrstu ferðirnar í [...]



Talentbólkurin í Famará

Skrivað hevur • 27.06.2012 • Evni: FÍF, Landslið, Myndir, Nýggjastu tíðindi

 Í yvirskriftini átti kanska at staðið “Talentbólkurin í Porkeri” ella “Talentbólkuri á Jóansøku”, men síðani Jóhan í Kollafirði er blivin Jóhan í Famará, er Famará blivið Føroya kult-stað nr. 1, og tá vit nú vitjaðu garðin, var valda yvirskriftin ein sjálvfylgja.  Meira um tað seinni. Men nú, smáar tvær vikur undan fráferð til VU-spelen og [...]



Talentbólkurin til Viðareiðis

Skrivað hevur • 14.03.2012 • Evni: FÍF, Landslið, Nýggjastu tíðindi

Komandi vikuskiftið verður talentbólkurin aftur savnaður. Hesuferð fara vit at halda til í Føroya norðastu bygd,  Viðareiði, har vit skulu gista á Hotel Norð. Skráin verður hendan: Fríggjadagin  kl. 15.20 – bussurin koyrir av farstøðini. Møtið kl. 15.10!  kl. 16.50 – koma til Klaksvíkar. kl. 17.00 – venjing í badmintonhøllini (sirkulvenjing við Treysti) aftaná koyra vit til [...]



Body Attack og Body Combat heldur enn Body Tequila!

Skrivað hevur • 15.02.2012 • Evni: Landslið

Aftast f.v. Gunnar, Einar, Marnar, Trygvi, Teitur, Daniel, Hans, Rúni og Hallur. Framman f.v. Gutti, Tórur Regin, Elsa, Sára, Marita, Karin, Katharina, Rebekka og Tinna. “UPPERCUT! SHUFFLE SHUFFLE SHUFFLE SHUFFLE SAKSE SAKSE VENSTRE HOOK HØJRE DOUBLE VENSTRE OG HØJRE SPARK BAGUD” Talentbólkurin hevur verið savnaður um vikuskiftið, og leygardagin regnaðu kommando’irnar oman yvir okkum. Vit [...]



Venjingarlegan 10.-12. februar

Skrivað hevur • 09.02.2012 • Evni: FÍF, Kast, Landslið, Lop, Nýggjastu tíðindi, Renning

Hetta vikuskiftið byrja regluligu venjingarnar hjá talentbólkinum aftur. Sæð verður í spenningi fram móti einum hendingaríkum vári og sumri, har eitt av høvuðsmálunum hjá bæði elitu- og talentliðnum er VU-Spelen tíðliga í juli. Skráin fyri hetta vikuskiftið er í stuttum hendan: Vit hittast kl. 19.00 í svimjihøllini í Gundadali. Tey flestu hava verið til venjing [...]



Talentbólkurin aftur til arbeiðis.

Skrivað hevur • 18.01.2012 • Evni: FÍF, Kast, Komandi tiltøk, Landslið, Nýggjastu tíðindi, Renning

Talentbólkurin hevur ikki verið savnaður síðani VU-Spelen í fjørsummar. Aftur í ár fer talentbólkurin til VU-Spelen í Gøtuborg, og í hesum sambandi byrja regluligar landsliðsvenjingar aftur. Kappingin í Svøríki verður frá 9. -12. juli, og fyribils eru fýra vikuskifti sett av til venjingar, og onkur dagur kemur nokk eisini afturat. Manningin í bólkinum er stórt [...]



Marnar bronsu á 3.000m og Rebekka føroyskt met á 200 m! VU-Spelen – øll úrslitini

Skrivað hevur • 13.07.2011 • Evni: Altjóða luttøka, FÍF, Kast, Landslið, Lop, Met, Nýggjastu tíðindi, Renning, Úrslit

Eftir loknar kappingar sunnudagin  og -kvøldið fóru vit til Liseberg at stuttleika okkum, so tað varð eitt sindur seint vit komu aftur á vallaraheimið. Tá var einki net, so ikki lá fyri hjá okkum at greiða frá gongdini seinasta dagin. Marnar vann, við tíðini 8.57,01 min., bronsumerki í 3.000m renningin fyri dreingir 17. Hinir báðir eru norðmenn Hetta var annars [...]