Greinar um evnið: ‘Myndir’

Marnar og Duruta føroyameistarar á 10 km

Skrivað hevur • 30.03.2013 • Evni: FÍF, Myndir, Nýggjastu tíðindi, Renning, Úrslit

Í morgun bleiv siðbundna Várkappingin í Runavík runnin. Hetta var samstundis sjeynda og seinasta umfar í Vetrarakappingini og FM á 10 km teiminum. Einir 50 rennarar møttu til start. Líkindini at renna vóru góð, bert eitt lítið mótvindarlot út eftir vegnum, og so undanvindur inn eftir keiini. Hallur hevur talt niður og sent rennararnar avstað [...]



Úrslit frá VK-5 á Fossánesi

Skrivað hevur • 24.02.2013 • Evni: FÍF, Myndir, Nýggjastu tíðindi, Renning, Úrslit

Tað var við spenningi, at nýggja rutan í VK-5 í Hvannasundi skuldi rennast fyri fyrstu ferð í gjár. Asfalt og bøur vóru undirlendi á rutuni, sum var eitt umfar á knappar 2 km, sum skuldi rennast fýra ferðir. Tvær stuttar mótbrekkur, sum tóku nógvar kreftir frá rennarunum á hvørjum umfari. Fyrst frá Fossávegnum, niðan um [...]



Úrslit frá VK-3 í Sørvági

Skrivað hevur • 12.01.2013 • Evni: Myndir, Nýggjastu tíðindi, Renning, Úrslit

Í sera góðum líkindum bleiv 3. umfar í Vetrarkappingini avgreitt í Sørvági í dag. Undirtøkan var góð, og luttøku umleið 60 rennarar. Frælsi hevði syrgt soleiðis fyri, at nummarútflýggjan og skiftiumstøður vóru í Sørvágs Skúla, sum lá bert fáar metrar frá start og mál, sum var beint niðanfyri Sørvágs Kirkju. Runnið bleiv frá Kirkjuni út [...]



Tripp trapp Treysti – nú við úrslitum og myndum

Skrivað hevur • 08.12.2012 • Evni: FÍF, Myndir, Nýggjastu tíðindi, Renning, Úrslit

Regn, heglingur, vátaslettingur og vindur. Men eisini turt og sól. Ein veður-coctail av teimum heilt góðu bjóðaði harðføru vetrarrennarunum av í morgun, tá 2. umfar av Vetrarkappingini varð runnið í Havn og Hoydølum. Í opna bólkinum hjá monnum volaði Treysti og ruddaði heiðursmerkini. Sum væntað var tað Marnar Djurhuus, sum vann, men beint í hølunum á [...]



Talentbólkurin í Famará

Skrivað hevur • 27.06.2012 • Evni: FÍF, Landslið, Myndir, Nýggjastu tíðindi

 Í yvirskriftini átti kanska at staðið “Talentbólkurin í Porkeri” ella “Talentbólkuri á Jóansøku”, men síðani Jóhan í Kollafirði er blivin Jóhan í Famará, er Famará blivið Føroya kult-stað nr. 1, og tá vit nú vitjaðu garðin, var valda yvirskriftin ein sjálvfylgja.  Meira um tað seinni. Men nú, smáar tvær vikur undan fráferð til VU-spelen og [...]



Úrslit frá Suðuroy 25K

Skrivað hevur • 18.06.2012 • Evni: FÍF, Myndir, Nýggjastu tíðindi, Renning, Úrslit

Á fyrsta sinni í Føroyum, varð hildin ein stór kapping í sonevndari náttarrenning, tá fleiri enn fýrati rennarar kl. 1 í leygarnáttina løgdu til brots av Vágseiði, við beinari kós móti vøllinum við Stórá í Trongisvági. Veðrið var gott, bert eitt lítið lot høgt. Startskotið er latið av á Vágseiði og kósin verður sett móti [...]



17 bólkamet í kalda góðveðrinum – og eitt føroyskt met!

Skrivað hevur • 22.05.2012 • Evni: FÍF, Kast, Lop, Met, Myndir, Nýggjastu tíðindi, Renning, Úrslit

Tað verður altíð hugt nógv eftir veðurforsagnunum, áðrenn allar kappingarnar. Men at veðrið skikkar sær eitt sindur illa tá rennikappingarnar eru, hevur nú ikki so øgiliga nógv at týða. Tá er verri við kappingunum á Tórsbreyt, har lítil lívd er, har bíðitíð er millum kappingarnar, har pappírið helst ikki skal verða vátt ella flúgva burtur o.s.fr. [...]



Marnar og Bjørk føroyameistarar í 10 km

Skrivað hevur • 14.06.2011 • Evni: FÍF, Myndir, Nýggjastu tíðindi, Renning, Úrslit

Týskvøldið varð FM í 10 km landavegsrenning hildið á vanligu rutuni í Runavík. Umleið 40 rennarar vóru møttir, og hesir mundu flestir vænta sær hampuliga góðar tíðir, tí eins og í Várkappingini vóru líkindini aftur í kvøld av teimu allarbestu. Tað vísti seg tó, at vindurin darvaði eitt sindur, tá runnið varð inn eftir Gulasteinsvegnum, [...]



Vinnararnir í Vetrarkappingini.

Skrivað hevur • 29.03.2011 • Evni: FÍF, Myndir, Nýggjastu tíðindi, Renning, Úrslit

Í allarfagrasta veðri varð seinasta umfar av Vetrarkappingini avgreitt í Runavíkini leygardagin. Sum vant og sera hóskandi var tað í einari av okkara elstu rennikappingum, nevnliga Várkappingini – á tiltiknu skjótu 10 km rutuni – har Roysnið stílaði fyri. Vit hava í vetur verið tíðliga úti við frásøgn frá kappingunum, men hetta vikuskiftið er av alskyns orsøkum [...]



Úrslit og myndir frá Várkappingini

Skrivað hevur • 26.03.2011 • Evni: Myndir, Renning, Úrslit

Várkappingin, ið samstundis var seinasta umfar av Vetrarkappingini, varð runnin í fagrasta veðri í Runavík í dag. Úrslitini frá kappingini eru her, og myndir frá kappingini eru at síggja her. Endaliga støðan í Vetrarkappingini er her.