Greinar um evnið: ‘Oyggjaleikir’

Broytingar í úttøkukrøvunum til oyggjaleikirnar

Skrivað hevur • 02.11.2012 • Evni: FÍF, Landslið, Oyggjaleikir

Tá úttøkukrøvini til oyggjaleikirnar á Bermuda komu út, vóru nakrar broytingar gjørdar í mun til undanfarnar úttøkur. Ein av broytingunum var, at einki krav kundi lúkast, uttan at íðkari hevði í minsta lagi 700 stig á avrikslistanum hjá IAAF. Hetta førdi við sær, at serliga í kastigreinum hjá kvinnum vórðu krøvini sett væl hægri upp. [...]



Rógvi Højgaard í stórformi og klárur til oyggjaleikir

Skrivað hevur • 28.05.2012 • Evni: Kast, Lop, Met, Nýggjastu tíðindi, Oyggjaleikir, Renning, Úrslit

Í dag skipaði Hvirlan fyri opnari kapping, har kappast varð í trimum greinum. 100 m, spjótkasti og trístøkki. Hóast gott veður í dag, so argaði vindurin kortini. Hjá spurtarunum lá hann um tveir metrar ímóti, og tá er ringt, fyri ikki at siga ógjørligt, at renna seg til persónligt met. Spjótkastarunum dámdu heldur ikki lítla [...]



Síðsti dagur: Trý persónlig met, tvey føroysk met og eitt silvurheiðursmerki

Skrivað hevur • 01.07.2011 • Evni: Altjóða luttøka, FÍF, Landslið, Nýggjastu tíðindi, Oyggjaleikir, Renning

Seinasti dagur gjørdist eisini ein góður dagur. Tað byrjaði við trístøkki, har Øssur Debes Eiriksfoss longu í fyrsta lopinum setti føroyskt met, tá hann leyp 13.32 metrar og legði seg á fimta pláss. Longsta lopið hjá honum kom í øðrum umfari. Hetta lopið eydnaðist stak væl, og Øssur endaði heilt úti á 13,93 metrum. Aftur føroyskt met! [...]



Rebekka betraði metið í 800m í finaluni

Skrivað hevur • 30.06.2011 • Evni: Altjóða luttøka, FÍF, Landslið, Met, Nýggjastu tíðindi, Oyggjaleikir, Renning

Rebekka Fuglø hevur í kvøld runnið finaluna í 800 metra renningini á Isle of Wight. Gjáramorgunin setti hon nýtt føroyskt met á teininum, tá hon vann sær rættin at vera við í finaluni. Semifinalutíðirnar hjá teimum átta lógu allar millum 2.17 og 2.19, so tað sá við fyrsta eygnabrá út til, at hetta kundi blíva [...]



Bjørk Herup Olsen silvur og nýtt føroyskt met á 10.000 metrum

Skrivað hevur • 30.06.2011 • Evni: Altjóða luttøka, FÍF, Landslið, Met, Nýggjastu tíðindi, Oyggjaleikir, Renning, Úrslit

So var fjórða heiðursmerkið hjá okkum í skjáttuni! Hetta hendi í kvøld, tá Bjørk Herup Olsen í stórum stíli tryggjaði sær og okkum silvurmerkið í 10.000 metra renningini. Tað var als ikki óvæntað, at Bjørk fór at vera partur av heiðursmerkjastríðnum. Vit mettu frammanundan, at av teimum tíggju rennarunum, vóru bert tríggjar, sum kundu vinna [...]



Rebekka Fuglø í finaluna við føroyskum meti!

Skrivað hevur • 29.06.2011 • Evni: Altjóða luttøka, FÍF, Landslið, Met, Nýggjastu tíðindi, Oyggjaleikir, Renning, Úrslit

Í dag var innleiðandi umfarið á 800 metrum hjá kvinnum runnið, og Rebekka Fuglø var ein av 12, sum skuldi vinna sær sæti millum tær 8, sum skulu renna finalu í annaðkvøld. Býtt var sundur í tveir riðlar við 6 rennarum í hvørjum. Tríggjar tær fremstu og so tvær tær bestu tíðirnar afturat komu víðari [...]



Heri Ziska 47 sentimetrar frá silvurheiðursmerkinum, men endaði nr. 5

Skrivað hevur • 29.06.2011 • Evni: Altjóða luttøka, FÍF, Kast, Landslið, Nýggjastu tíðindi, Oyggjaleikir, Úrslit

Í dag høvdu vit bert ein ein íðkara í kapping. Men tað var eitt av okkara sterku kortum, sum vit spældu út í kvøld. 11. oyggjaleikir og 13 heiðursmerki harav tvey gull, var tað, sum klinkrukastarin Heri Ziska hevði á sínum scoreboard áðrenn hann trein á kastivøllin í kvøld. Vónirnar um heiðursmerki vóru heilt góðar. Tí [...]



Marnar Djurhuus vann óvæntað bronsu á 5.000 metrum

Skrivað hevur • 27.06.2011 • Evni: Altjóða luttøka, FÍF, Landslið, Met, Nýggjastu tíðindi, Oyggjaleikir, Renning, Úrslit

Enn eitt heiðursmerki kom í pottin hjá FÍF í kvøld! Hetta hendi, tá Marnar Djurhuus heldur óvæntað rann og vann bronsumerki á 5.000 metrum. Tað lá ikki í kortunum, at Marnar fór at mynda oddin, men tá startlistin var nærlisin og og úrslitini hjá mótstøðumonnunum væl og virðiliga kannað, var greitt, at eitt pláss í [...]



Rebekka vísir framvegis stóra framgongd

Skrivað hevur • 27.06.2011 • Evni: Altjóða luttøka, FÍF, Landslið, Nýggjastu tíðindi, Oyggjaleikir, Renning, Úrslit

Tað vóru 11 kvinnur við í 1.500 metra renningini í kvøld. Millum teirra var Rebekka Fuglø, sum hevur ment seg nógv á hesum teininum seinasta hálva árið. Um menningin var nóg stór til at hon kundi kalla seg heiðursmerkja-aspirant var tó heldur ivasamt. Eftir at venjari hennara, Guttorm Sørensen, hevði kannað hinar luttakararnar út í [...]



Rúni snávaði í semifinaluni

Skrivað hevur • 27.06.2011 • Evni: Altjóða luttøka, FÍF, Komandi tiltøk, Landslið, Nýggjastu tíðindi, Oyggjaleikir, Renning, Úrslit

Í gjárkvøldið rann Rúni Seloy seg trygt í semifinaluna á 800 metra teininum. Og í dag kl. 12.30 skuldi Rúni so renna í fyrra av teimum báðum riðlunum. 8 menn vóru í hvørjum riðili, og tríggir teir fremstu sluppu beinleiðis í finaluna. Umframt hesar, sluppu eisini tvær tær bestu taparatíðirnar víðari.  Ferðin í fyrra riðili [...]