Greinar um evnið: ‘Met’

Valborg Heinesen føroyskt met á ½ maratonteininum

Skrivað hevur • 10.04.2013 • Evni: Altjóða luttøka, Met, Nýggjastu tíðindi, Renning

Beint undan páskum skrivaðu vit um Bragdagentuna Valborg Heinesen, sum hesi seinnu árini hevur tikið seg alt meira fram innan renning. Og neyvan var blekkið tornað áðrenn Valborg var farin til vakra miðaldarbýin og høvuðsstaðin í Tjekkia, Prag, har hon ikki gjørdi mætari enn at seta føroyskt met á hálvmaratonteininum. Setningurin var greiður undan kappingini. [...]



Rói Holgarsson tók enn eitt met!

Skrivað hevur • 20.01.2013 • Evni: Altjóða luttøka, Met, Nýggjastu tíðindi, Úrslit

Fyri tveimum vikum síðani setti Rói Holgarsson nýtt føroyskt innanduramet á 50 metrum. Og at hetta ikki var av tilvild, prógvaði hann í dag, tá hann í tveimum umførum slóg gamla metið hjá Ása Mikkelsen á 60 metrum. Hetta hendi í kapping í Sparta-høllini í Keypmannahavn í dag, har runnið varð í tveimum riðlum. Rói [...]



Marnar nr. 3 í Reykjavík við føroyskum meti

Skrivað hevur • 20.01.2013 • Evni: Altjóða luttøka, Lop, Met, Renning

Í dag hevur Marnar Djurhuus úr Treysti verið við í Reykjavík International, har hann var við í kappingini á 3.000 metrum. Reykjavík International er stór ítróttarstevna har flestu vanligu ítróttargreinarnar eru umboðaðar. Teir bestu íslendingarnir í frælsum ítrótti plaga at vera við í hesi kappingini, og tað vóru eisini sjey sterkir rennarar, sum í dag [...]



Fyrsta metið í 2013 longu komið!

Skrivað hevur • 07.01.2013 • Evni: Altjóða luttøka, Met, Renning

Vit skuldu ikki langt inn í nýggja árið, innan fyrsta føroyska metið sá dagsins ljós. Bert seks dagar gingu, og so hevði Bragdaspurtarin Rói Holgarsson, sum nú venur og kappast fyri Sparta í Keypmannahavn, sett ikki bara eitt, men tvey met á óalmenna spurtteininum 50 metrar. Hetta hendi í kapping í innandurahøllini í Hvidovre seinnapartin [...]



FM ung – 2. dagur úrslit

Skrivað hevur • 26.08.2012 • Evni: FÍF, Kast, Lop, Met, Nýggjastu tíðindi, Renning, Úrslit

So er FM ung av á hesum sinni. Tveir spennandi og góðir kappingardagar eru at enda komnir. Aftur í dag vóru nógv góð úrslit at síggja og blivu fleiri bólkamet sett. Annars byrjaði dagurin við eini vakrari skrúðgongu har íðkarar og venjarar gingu inn á vøllin. Hallur Holm formaður í FÍF, segði nøkur mergjaði orð [...]



FM ung – 1. dagur úrslit

Skrivað hevur • 26.08.2012 • Evni: FÍF, Kast, Lop, Met, Nýggjastu tíðindi, Renning, Úrslit

Fyrri dagur í FM ung eydnaðist sera væl. Úrslitini frá degnum í dag eru nú klár, og eru at finna her niðanfyri. Vit fingu nýtt føroyskt met í hæddarlopi hjá kvinnum, tá Edna Maria Debes í tvær ferðir leyp hægri enn gamla metið, sum var 143 cm. Fyrst kláraði hon 144 cm og seinni 147 [...]



FM 1. dagur – Heri Ziska oyggjaleikabúgvin

Skrivað hevur • 21.07.2012 • Evni: FÍF, Lop, Met, Nýggjastu tíðindi, Renning, Úrslit

Fyrri kappingardagur í FM fyri vaksin var í dag, og ein av best nøgdu íðkarunum mundi vera veteranurin Heri Ziska, sum kastaði so mikið væl, at hann í tveimum umførum knógvaði oyggjaleikakravið í klingrukasti. Veðrið var kanska eitt sindur ivasamt. Vindur og so dropaði eisini nakað. Fyri at fáa tey longu køstini við klingruni er [...]



Startlistar og tíðarætlan FM 2012 dagur 2

Skrivað hevur • 20.07.2012 • Evni: FÍF, Kast, Komandi tiltøk, Lop, Met, Nýggjastu tíðindi, Renning

Her er tíðarætlan og startlistar til seinna dagin í FM á breyt, sum verður avgreitt um vikuskiftið á Tórsbreyt. Kappingarnar í sunnudagin eru ásettar av verða frá kl. 13.00 til kl. 16.00. Allir luttakarar skulu boða frá hjá greinadómara 10 minuttir áðrenn kappingarbyrjan. Høvuðsdómararnir møta stundisliga, og syrgja fyri, at sandur, planki, reiðskapur, mátibond, vindmátarar, tíðtøkuútgerð, [...]



Startlistar og tíðarætlan FM 2012 dagur 1

Skrivað hevur • 20.07.2012 • Evni: FÍF, Kast, Komandi tiltøk, Lop, Met, Nýggjastu tíðindi, Renning

Her er tíðarætlan og startlistar til fyrra dagin í FM á breyt, sum verður avgreitt um vikuskiftið á Tórsbreyt. Kappingarnar í morgin eru ásettar av verða frá kl. 13.00 til kl. 16.00. Allir luttakarar skulu boða frá hjá greinadómara 10 minuttir áðrenn kappingarbyrjan. Høvuðsdómararnir møta stundisliga, og syrgja fyri, at sandur, planki, reiðskapur, mátibond, vindmátarar, [...]



Øssur og Bjørk tvey føroysk met hvør – Sára og Katarina óalmenn met!

Skrivað hevur • 13.07.2012 • Evni: Altjóða luttøka, FÍF, Landslið, Lop, Met, Nýggjastu tíðindi, Renning

Heili fýra føroyskum metum kom landsliðið heimaftur við úr Gøtuborg. Tvey av teimum átti Øssur Debes og tvey átti Bjørk Herup Olsen. Harafturat megnaðu tær báðar blaðungu Sára Debesardóttir og Katarina Høj at renna bestu tíðir nakrantíð á ávikavíst 300 og 600 metrum. Hetta eru ikki klassiskir olymiskir teinar, og eru tí ikki at rokna [...]