Greinar um evnið: ‘Komandi tiltøk’

Startlistar til 3. Grand Prix á breyt fríggjakvøldið

Skrivað hevur • 18.06.2013 • Evni: FÍF, Kast, Komandi tiltøk, Lop, Nýggjastu tíðindi, Renning

Startlistar til 3. og seinasta Grand Prix á breyt, sum Treysti fyriskipar á Tórsbreyt fríggjadagin kl. 18.30, eru nú klárir. Hesuferð eru 301 startir tilmeldaðir, og tað er nakrir fleiri enn seinast. Luttakaratalið hesuferð er 115, so tað er aftur talan um góða undirtøku.Hetta er so  3. og seinasta umfar, og í fleiri kappingum er [...]



3. Grand Prix – Fjarðastevnurenning á Skála sunnudagin kl. 16

Skrivað hevur • 17.06.2013 • Evni: FÍF, Komandi tiltøk, Renning

Triðja umfar av Grand Prix kappingini í summar,  verður í sambandi við Fjarðastevnuna á Skála sunnudagin 23. juni kl. 16.00. Hesaferð er tað Roysnið, sum er fyriskipari. Byrjað og enda verður við gamla Eik banka, sum liggur omanfyri Skipasmiðjuna. Runnið verður eftir Skálavegi út til Prestagarðin á Gjarðanesi har vent verður. Síðani verður runnið inneftir [...]



Støðan í Grand Prix á breyt áðrenn triðja og seinasta umfar, sum verður fríggjakvøldið

Skrivað hevur • 17.06.2013 • Evni: FÍF, Kast, Komandi tiltøk, Lop, Nýggjastu tíðindi, Renning

Støðan í Grand Prix á breyt er uppgjørd, og er at finna niðanfyri. Sum tað framgongur, so eru nógvar spennandi kappingar í væntu á Tórsbreyt nú fríggjakvøldið. Kappingarnar fríggjakvøldið eru settar at verða frá kl. 18.30.  Freistin at melda til er í kvøld á miðnátt. Startlistar og tíðarætlan verða gjørd skjótat tilber. Í ár er [...]



Grand Prix 3 – meldið til!!

Skrivað hevur • 16.06.2013 • Evni: Komandi tiltøk, Nýggjastu tíðindi

Longu fríggjakvøldið verður 3. og seinasta umfar av Grand Prix á Breyt. Og longu í annaðkvøld er seinasta freist at melda til kappinginar, sum hesuferð serliga fara at snúgva seg um hekkurenning, longdarlop, kúluvarp og 1.500 metrarenning. Men vit fara eisini at hava spjótkast, bóltkast, trístøkk, 80 m, 200 m og 400 metrarenning. Samlaða yvirlitið [...]



Sundalagsstevna 2013 – nýtt og gott gamalt !

Skrivað hevur • 07.06.2013 • Evni: FÍF, Komandi tiltøk, Nýggjastu tíðindi, Renning

Í samband við Sundalagsstevnuna, sum í ár verður hildin í Hvalvík/Streymnesi, skipar Bragdið fyri rennikapping. Kappingin er liður í Grand Prix renning, sum verður fyriskipa í samband við summarstevnurnar. Hetta er so GP 2 í 2013. Renningin verður leygardagin 15. juni kl. 11.00. Bragdið brúkar chip tíðtakingarskipanina, at avgreiða kappingina við. Tað merkir, at allir [...]



Náttarrenning á mentanarnáttini – nú fríggjakvøldið kl. 22.00

Skrivað hevur • 06.06.2013 • Evni: Komandi tiltøk, Renning

Tíðinaskriv frá Bragdinum: Bragdið sjónligt mentanarnáttina! Okkara næsta náttarrenning fer av bakkastokki mentanarnáttina. Seinasta ár royndu  supermotionistarnir í Bragdinum at skipa fyri náttarrenning og tiltakið var so mikið væl eydnað, at roynt verður aftur í ár. Renningin er ikki bert fyri Bragdarlimir, og tað er als eingin kapping, men øll sum hava hug at uppliva [...]



Tíðarætlanin 2. Grand Prix á breyt leygardagin

Skrivað hevur • 06.06.2013 • Evni: FÍF, Kast, Komandi tiltøk, Lop, Nýggjastu tíðindi, Renning

Nú er tíðarætlanin løgd til kappingarnar leygardagin. Fyrstu kappingarnar byrja kl. 14.00, og tá byrja gentur 14-15 við 200m spurti, gentur 12-13 við kúlu, gentur 16 til kvinnur við spjótkasti og gentur 8-9 við longdarlopi. Seinasti starturin er kl. 17.10 tá dreingir 14-19 fara at renna ein spennandi 800m. Tað er sjálvdan heitt á Tórsbreyt, [...]



Startlistar til 2. Grand Prix á breyt leygardagin

Skrivað hevur • 05.06.2013 • Evni: FÍF, Kast, Komandi tiltøk, Lop, Nýggjastu tíðindi, Renning

Startlistar til 2. Grand Prix, sum Hvirlan fyriskipar á Tórsbreyt leygardagin kl. 14.00, eru nú klárir. Hesuferð eru 286 startir tilmeldaðir, og tað er mestsum sama tal sum seinast. Luttakaratalið hesuferð er aftur omanfyri 100, so tað er aftur talan um góða undirtøku. Tíðarætlanin verður gjørd í dag, og verður løgd út seinni í dag [...]



Meldið til Grand Prix 2 á breyt

Skrivað hevur • 02.06.2013 • Evni: FÍF, Komandi tiltøk

Longu næsta leygardag verður næsta umfar av Grand Prix  á breyt. Kappingin verður leygardagin kl. 14.00, og tað verður Hvirlan, sum saman við FÍF fer at skipa fyri. Og longu týskvøldið á midnátt er evstamark fyri tilmelding. Flestu tilmeldingarnar eru tó longu komnar, men venjarar, foreldur og ikki minst íðkarar sjálvir eiga at syrgja fyri, [...]



Leygardagin byrja Summar Grand Prix renningarnar

Skrivað hevur • 28.05.2013 • Evni: FÍF, Komandi tiltøk, Nýggjastu tíðindi, Renning

Nú fer FÍF saman við feløgunum, í summar, aftur at skipa fyri Grand Prix renning á stevnum. Henda kapping bleiv tikin av skránni í fjør, og tó vóru fleiri ónøgd við, og tí verður tátturin nú uppaftur tikin í summar. Frá startinum á Norðoyastevnu seinasta ár Leisturin er tann sami sum undanfarin ár. Í summar [...]