Greinar um evnið: ‘Uttan úr Heimi’

Bragdið og Hvirlan umboðaðu FÍF á norðurlendskum barna- og ungdómsfundi í Noregi

Skrivað hevur • 27.02.2012 • Evni: Altjóða luttøka, FÍF, Nýggjastu tíðindi, Uttan úr Heimi

Bragdið og Hvirlan umboðaðu FÍF á norðurlendskum barna- og ungdómsfundi í Noregi Í døgunum 8.-9. februar vóru Anna Maria Seloy (Bragdið) og Randi Kúrberg (Hvirlan) í Oslo á barna- og ungdómsfundi at vita, hvat rørist í londunum kring okkum, og at lata hini londini vita, hvat rørist á okkara klettum. Skráin – vit og hini [...]



Sum eftir ánni hjá Bjørk

Skrivað hevur • 14.02.2012 • Evni: Altjóða luttøka, Met, Nýggjastu tíðindi, Renning, Úrslit, Uttan úr Heimi

Fyri bara tveimum vikum síðani eydnaðist Bjørk Herup Olsen at koma undir 10 minuttir á 3.000 metrum sum fyrsta føroyska kvinna, og harvið eisini bøta um sítt gamla met frá 2010. Og nú hevur hon so aftur runnið eina megnartíð á 5.000 metrum. Hetta hendi á einari stevnu í Ohio, har Bjørk kom heilt niður [...]



Heri Ziska góð úrslit í altjóða veterankapping

Skrivað hevur • 16.09.2011 • Evni: Altjóða luttøka, Kast, Nýggjastu tíðindi, Úrslit, Uttan úr Heimi

Seinnu tíðina hevur eldra ættarliðið innan frælsa ítróttin veruliga gjørt vart við seg. Sam Vang og Rigmor N. Arge vunnu Top Run, Rigmor og Hallur Holm vunnu Tórshavn Maraton, Guttorm Sørensen og Borgarhjørt Holm gjørdust danskir veteranmeistarar, har eisini Borgar Biskopstø og Evaldi við Garð vunnu heiðursmerki, og nú hevur so Heri Ziska vunnið heiðursmerki [...]



Talentbólkurin til VU-Spelen í Gøteborg

Skrivað hevur • 07.07.2011 • Evni: Altjóða luttøka, FÍF, Kast, Komandi tiltøk, Landslið, Lop, Nýggjastu tíðindi, Renning, Uttan úr Heimi

Tíðliga hósmorgunin fór ein stórur hópur av ungdómsíðkarum hjá FÍF av landinum við kós móti Svøríki. Talan er um talentliðið hjá FÍF, sum saman við leiðarunum vóru 18 í tali. Hetta er níggjunda summarið út av tíggju teimum seinastu, at FÍF sendir ein ungdómshóp út um landoddarnar at kappast. Hetta er eisini væl tann størsti hópurin, [...]



15 ára gomlu Marnar og Dánjal Jákup runnu sum vaksnir menn!

Skrivað hevur • 05.07.2010 • Evni: Altjóða luttøka, FÍF, Kast, Landslið, Lop, Met, Nýggjastu tíðindi, Renning, Úrslit, Uttan úr Heimi

Aftur sunnudagin fingu okkara ungu talent góð úrslit í Gøtuborg. Umframt metið á 800 metrum hjá Bjørk Herup Olsen, sum greitt er frá í aðrari grein her á síðuni, vóru tað serliga Marnar Djurhuus og Dánjal Jákup Niclasen, sum glettu á tonn. Báðir hava teir havt góða framgongd seinastu tíðina, og sæð varð við spenningi [...]



Nógvir føroyingar renna maraton í Keypmannahavn

Skrivað hevur • 22.05.2010 • Evni: Nýggjastu tíðindi, Renning, Uttan úr Heimi

Hvítusunnudag verður árliga Keypmannahavnar Maraton runnið. Luttakaratalið í ár er metstórt við omanfyri 12.000 rennarum . Av hesum eru fleiri føroyingar við. Bæði føroyingar, sum búgva í Danmark, men eisini fleiri, sum  eru farin úr Føroyum at renna. Vit hava roynt at leita eftir føroyingum á startlistanum, og eru komnir fram á hesar: ( í [...]



Rúni livdi upp til vónirnar!

Skrivað hevur • 21.05.2010 • Evni: Altjóða luttøka, FÍF, Landslið, Nýggjastu tíðindi, Renning, Úrslit, Uttan úr Heimi

So var stóra ævintýrið hjá Rúna Seloy av á hesum sinni. Og úrslitið var stak heiðurligt! 36 rennarar vórðu býttur sundur í tveir riðlar, so at heilir 18 dreingir runnu 1.000 m samstundis. Og lat tað verða sagt beinanvegin. Báðir riðlarnir vóru sera javnir, og tá serliga hin seinni, har Rúni var við.  Bert sjey [...]



Føroyingar gjørdu rimmarhál til DM fyri ung – vunnu 4 gullmerki!

Skrivað hevur • 08.03.2010 • Evni: Altjóða luttøka, FÍF, Landslið, Met, Nýggjastu tíðindi, Renning, Úrslit, Uttan úr Heimi

1. dagur 2 gull- og 1 silvurheiðursmerki   Bjørk á 3.000m                      Fv. Ida Bobach, Bjørk Herup Olsen og Cecilie H. Christensen Fyrst at renna var Bjørk Herup Olsen á hennara yndisteini 3.000m. Hon hevði bestu tilmeldingartíð, og tá hennara harðasti kappingarneyti, hevði meldað avboð vegna skaða, so var lítil ivi um at Bjørk fór at [...]



Góður 1.dagur í Stórmót ÍR

Skrivað hevur • 23.01.2010 • Evni: Altjóða luttøka, FÍF, Landslið, Nýggjastu tíðindi, Renning, Uttan úr Heimi

Tað gekk fínt hjá talentbólkinum í Stórmót ÍR í dag. Tey kappaðust øll í 60m og 800m. Spurtteinurin var tann fyrra kappingin og fyrst at renna var Elsa Berg. Hon er ikki von at renna so stuttar teinar. Tað vóru 37 gentur til start og av teimum bleiv Elsa nummar 11 við tíðini 8,86 sekund. [...]



Dómadagsspurtur gav gull til Bjørk

Skrivað hevur • 17.01.2010 • Evni: Altjóða luttøka, FÍF, Landslið, Met, Nýggjastu tíðindi, Renning, Uttan úr Heimi

Íslendingar mistu bæði hatt og brillur, og sjónvarpsfrásøgumaðurin mundi fingið krúllu á tunguna, tá Bjørk við einum feigandi flottum finishi streyk framvið legendarisku Fríðu Rún Thorðardóttir og gjørdist fyrsti føroyski vinnarin í frælsum ítrótti til Reykjavík International Games.  Bjørk 50 metrar áðrenn á málstrikuna. (Mynd:www.fri.is) Hóast ferðin  hjá Bjørk var javnt góð allan vegin, so sá ikki út [...]