Home Ymiskt DM senior í Aalborg um vikuskiftið

DM senior í Aalborg um vikuskiftið

Ein danskur meistari, eitt silvurheiðursmerki, eitt føroykst met, okkurt bólkamet og nøkur persónlig met

by Gunnvá Wardum

Yvir vikuskiftið, hava 9 føroyskir íðkarar verið í dysti til DM fyri seniorar í Aalborg. Og her hava føroyingar ognað sær ein danskan meistara, eitt silvurmerkið, eitt nýtt føroykst met og fleiri bólkamet og persónlig met.

Tað er Dansk Idrætsforening (DIF), sum saman við ymsu lokalfeløgunum, skipa fyri einum donskum meistaraskapi fyri smærri ítróttagreinar. Hetta tiltakið, varð fyrstu ferð skipað í Aalborg í 2022. Og í ár eru ikki færri enn 35 ítróttagreinar við.

Kappingarnar eru spjaddar ymsa staðni í býnum og hvat viðvíkur frælsan ítrótt, eru flestu kappingarnar á hugnaliga ‘Skovdalen Stadion’, mitt í Aalborg. Tó hevur ‘Aalborg Atletik og Motin’, valt at seta nakrar av kappingunum upp niðri á ‘Honnørkajen’, altso í býarrúminum, m.a. stangarlop, kúlustoyt og longdarlop. Hetta gera tey, fyri at varpa smáu ítróttagreinarnar, soleiðis at tað er lætt hjá øllum at gerast áskoðarar.

Meira kann lesast um ‘DM ugen’ her.

—–

Tað var Tórur Mortensen, sum til gerandis venir við Aarhus 1900, sum bleiv danskur meistari í tekniskt sera krevjandi lopgreinini, trístøkk, við einum lopi uppá 14,61m.
Hetta er nakað frá besta úrslitinum hjá Tóri í greinini, sum er 15,45m. Í ár hevur hann lopið 14,81m.
Tórur hevur stríðst við skaða og er hann nú við at arbeiða seg upp aftur.
Vit ynskja Tóri hjartaliga tillukku.

Síðani var tað Maria Biskopstø úr Treysti, sum kappaðist á 400m og 400m rimarenning.
400m rann hon uppá 59,53 sek og er tað nakað frá hennara árs besta. 400m rim rann hon uppá 1.03,78 og er tað eisini nakað frá hennara persónliga besta, men nokk til, at hon ognaði sær eitt silvurmerkið í greinini.
Hjartaliga tillukku Maria.

Og Oddvør Josephsen, sum vit kenna í gula treystabúnanum, men sum nú dagliga venir við Aalborg AM, gjørdi eisini um seg í Aalborg um vikuskiftið, har hon hevur kappast í 400m og 200m.
Á 400m teininum setti hon eitt flott persónligt met, við tíðini 59,22 sek.
Og hetta gjørdi hon eisini á 200m, sum hon rann uppá 25,77 sek. Hetta kemur nú at standa sum nýtt føroykst met hjá kvinnum. Harafturat gjørdi hetta Oddvør til fyrstu føroysku kvinnu, sum hevur runnið teinin undir 26 sek.
Hjartaliga tillukku Oddvør.

Margit Weihe Fríðmundsdóttir, Bragdið, gjørdi tað eisini gott í Aalborg., bæði á 400m og á 200m, har hon setti flott persónligt met í báðum greinunum. 400m við tíðini 58,41sek og 200m við tíðini 26,04 sek.
Vit kunnu nevna, at 200m tíðin hjá Margit er so mikið góð, at hon var betri enn gamla metið hjá Oddvør Josephsen, sum Oddvør sjálv betraði um 27/100sek áðrenn Margit.
Tær runnu nevniliga 200m í sama riðli.

—-

Hinir føroysku íðkararnir, sum eisini kappaðust í Aalborg um vikuskiftið vóru hesi:

– Dánjal Dahl Ljósheim, Sparta, 400m: 49,20sek. Persónligt met

– Sunniva Bogadóttir, Hvirlan, spjótkast: 35,54m. Árs besta

– Tinna Berg Jørgensen, Hvirlan, 100m: 13,07sek

– Rebekka Fuglø Poulsen, Treysti, 800m: 2.12,46min. Árs besta

– Leon Johannesen, Bragdið, 400m:  52,05sek
                                                 200m: 22,97sek

– Tummas Sjóvará, Bragdið, 400m: 51,77sek
                                               200m: 23,29sek. Persónligt met

-Eiri Jógvansson Glerfoss, Bragdið, longdarlop: 7,05m. Persónligt met. Bólkamet d18

Øll úrslitini frá kappingini síggjast her.

Related Articles