Grand Prix 2 verður leygardagin – meldið til!

Skrivað hevur • 04.06.2012 • Evni: FÍF, Kast, Komandi tiltøk, Lop, Nýggjastu tíðindi, Renning

Longu nú leygardagin 9. juni verður annað umfar av Grand Prix á breyt. Kappingin byrjar kl. 14.00 og tað verður Hvirlan, sum verður vertur fyri kappingini. Hendan kappingin verður samstundis allar seinasti møguleiki at kvalifisera seg til VU-Spelen 2012. Aftur hesuferð verða nógvar kappingar í ymiskum kappingargreinum. Kappast verður soleiðis:

  • børn 5-7 ár: longdarlop
  • gentur og dreingir 8-9 ár: 40 m, 400 m, kúlustoyt og longdarlop
  • gentur og dreingir 10-11 ár: 80 m, 800 m, kúlustoyt og longdarlop
  • gentur og dreingir 12-13 ár: 80 m, 800 m, kúlustoyt og longdarlop
  • gentur og dreingir 14-15 ár: 200 m, 800 m, spjótkast og hæddarlop
  • gentur og dreingir 16-17 ár: 200 m, 800 m, spjótkast og hæddarlop
  • gentur og dreingir 18-19 ár: 200 m, 800 m, spjótkast og hæddarlop
  • kvinnur og menn +20: 200 m, 800 m, spjótkast og hæddarlop

Í skrivandi løtu eru longu umleið 150 startir tilmeldaðir. Seinasta freist at melda til er mikukvøldið á midnátt. Øll kunnu kunnu vera við í Grand Prix, men bert tey, ið umboða okkurt av feløgunum, kunnu vinna sær stig, og soleiðis vera partur av samlaðu kappingini.  Tíðarætlan og startlistar verða lagdir út fríggjadagin.

Gevið gætur: Tað verður eingin tilmelding eftir evstu freist!


Eisini til Grand Prix 2 verður hæddarlop á skránni. Hesuferð verða tað tey eldru. Her er tað Marita K. Petersen, sum roynir seg til GP1.

2 viðmerkingar »

  1. Nær verður Grand Prix 3 ?

  2. Hey Sólja.
    Tað verður 15. september.

    Hygg annars undir skrá – tiltøk 2012.

Ger eina viðmerking