Innbjóðing til Tórshavn Marathon 4. september 2011
Bragdið bjóðar rennarum úr Føroyum og útlondum til 9. Atlantic Airways Tórshavn Marathon sunnudagin 4. september 2011 kl. 13.00.
Eisini verður møguligt at luttaka í hálvmarathon (21,1 km) og Gakk og Renn fyri vaksin og børn sum fevnir um tveir teinar, ávikavist 5,5 km og 2,2 km.
Marathon-renningin er samstundis kapping um FM heitið, og teir rennarar, sum kappast um hetta heiti, skulu verða limir í einum av feløgunum fyri frælsan ítrótt í Føroyum og tilmeldingin skal verða í navninum hjá føroyska felagnum fyri at hetta skal verða galdandi.
Lesið nógv meira um kappingina á heimasíðuni hjá tiltakinum www.torshavnmarathon.com.
Tilmelding til Marathon og Hálvmarathon fer fram her á heimasíðuni.