This article is only available in Faroese.
Liggjandi góvedur var allar dagarnar fram móti stóra degnum, tá finalan í TF Vetrarkappingini og samstundis FM í 10 km landavegsrenning skuldi rennast í Runavík í gjár. Men tá kappingin byrjadi, var gódvedrid farid, og rennararnir fingu bædi vind og regn at merkja. Ikki tí at tad bilti so nógv, men tad gjørdist trupult at renna tær heilt gódu tídirnar, sum nøkur høvdu ætlad.

80 rennarar klárir til seinasta umfar av TF Vetrarkappingini
Treysti hevdi fingid danska stórrennaran Lars Budolfsen heim at vera hara hjá Jan Elmar Sørensen, sum ætlar sær at klára kravtídir til oyggjaleikirnar. Væntandi fóru eisini Eirikur Hansen, Julian Gregersen og Andrias Hansen at fylgja teimum so langt sum gjørligt. Ætlanin var at halda ferdina 3.20 min/km, sum vildi givid úrslitid 33.20 min, sum er oyggjaleikakravid.
Tad var tó skjótt, at bert Jan Elmar kláradi at fylgja ferdini, sum danin hevdi sett. Eirikur hevdi ein tungan dag, og mátti eisini lata Julian og Andrias fara undan. Jan Elmar megnadi hóast mótvindin inn eftir Gulasteinsvegnum at halda ferdina líka til tey seinastu umførini, tá kreftirnar at enda tóku at fjara. Men hann gav tó alt hann átti, og gjørdist tryggur føroyameistari, og kom á fyrsta sinni undir 34 minuttir! Í kappingini um silvur og bronsu var tad Julian, sum vid einum longum og gódum endaspurti sigradi á Andriasi.

Jan Elmar føroyameistari í 10 km landavegsrenning og undir 34 min fyri fyrstu ferd
Marna Egholm setti eitt flott føroyskt met og vann bronsu í DM-kappingini á 10 km. Tíd hennara var tá 35.17 min. Hetta ætladi hon at gera líka gott til FM, men vid vedrinum í huga var tad næstan ógjørligt. Kortini herjadi hon á, og gav alt hon átti. Leingi fylgdist hon vid Gunnari Sivertsen og Martin Gravesen, men teimum rann hon eisini undan. Hon gjørdist sum væntad greidur føroyameistari, og tídin var bara 20 sekund verri enn til DM.

Marna fylgdi Martin Gravesen og Gunnar Sivertsen, men stakk seinni av frá teimum
Rebekka Fuglø, sum annars longu frammanundan dagsins kapping hevdi vunnid samaladu kappingina, rann eisini sera væl. Leingi lá hon saman vid bólkinum, sum endadi á 38-39 min. Hon misti tó nakad seinnu helvtina, men fekk tó eitt gott persónligt met væl undir 40 minuttir.
Rigmor N. Arge var vegna sjúku ikki vid í dag. Í stadin var tad Duruta á Lofti, sum tryggjadi sær bronsuna. Hetta gjørdi hon sera trygt hóast harda mótstødu frá Borgarhjørt Holm, Kristu Nielsen og Beintu Hoydal Joensen.
At Rigmor ikki var vid, merkti so eisini, FM-heitid hjá veterankvinnunum skuldi hava nýggjan eigara. Tær tríggjar Bragdarkvinnurnar, Duruta á Lofti, Krista Nielsen og Beinta Hoydal Joensen løgdu allar hart út. Borgarhjørt Holm, sum er heima í Føroyum um páskirnar, mátti síggja tær fara undan. Durutu megnadi tó eingin at fylgja. Hon rann sera væl, og bleiv føroyameistari. Krista hevdi lagt nógv fyri at fylgja Durutu. Hetta kom at kosta henni, tí aftanífrá kom Borgarhjørt pressandi. Hon fekk fyrst fatur á Beintu, og heilt seint í kappingini tók hon seg eisini fram um Kristu.

Duruta R. á Lofti kemur á mál sum føroyameistari hjá veterankvinnunum
Martin Gravesen hevur verid sera sannførandi hjá mansveteranunum í vetur. Bert Runt Agnid mátti hann taka til takkar vid annadplássid, tá Sam Vang var undan. Aftur leygardagin var hann sannførandi, og gjørdist føroyameistari vid meira enn tveimum minuttum aftur til teir nærmastu kappingarneytarnar. Stór kapping var um næstu plássini, og bara nøkur fá sekund vóru millum Henry Olsen á ødrum, ein hálvsjúkan Marnar Pattinson á tridja og Hjalmar Sjóvará á fjórda plássi.

Henry Olsen vann silvur. Langt var fram til Martin Gravesen, sum tó kann vænta sær hardari kapping, tá Henry og adrir gódir menn koma ordiliga í sving aftur

Harda kjarnan av børnunum í vetur. Fyrimyndarliga gódur innsatsur og uppmøting, og ótrúliga gód úrslit og sterkar tídir. Maria Biskopstø vann og megnadi aftur at renna undir 19 min. Dánjal Dahl Ljósheim er farin at renna sum ein vaksin madur nú, og slapp at síggja 17-talid fremst tá hann vann FM á 5 km. F.v. Dánjal, Hans Sivertsen, Maria, (eitt petti av) Unna Ró Jacobsen, Oddvør Josephsen, Hans Erland Thomsen og Ingi Johannesen.

Elisabeth Rasmussen vann sína fyrstu kapping nakrantíd, og gjørdist føroyameistari hjá superveteranunum. Hetta vid at halda Jóngerd Høgnesen og Jessie Hansen aftanfyri. Jens R. Weihe vann enn einaferd hjá monnunum. Her var Rani Nolsøe nummar tvey og Kári Simonsen nummar trý.

Glediligt at vit aftur hendan veturin hava sæd nýggj andlit. Her eru tad teir bádir Kristin Kristiansen og Sverri Eriksen

Mansunglingarnir. Julian Gregersen hevur vunnid allar kappingarnar í vetur. Gunnar Sivertsen helt Rógva Kárason á tridjaplássi allar kappingarnar uttan til FM í lendisrenning, tá teir býttu um.
500 myndir eru at finna í myndasavninum hjá Treysti, og har liggur nú eisini ein mappa afturat, sum Roysnid hevur tikid.
Meira um samladu kappingina og stødurnar heilt skjótt 🙂
| nr. | Kvinnur (opin bólkur) | árg. | felag | min | sek |
| 1 | Marna Laila V. Egholm | 1981 | Bragdið | 35 | 32 |
| 2 | Rebekka Fuglø | 1993 | Treysti | 39 | 29 |
| 3 | Duruta R. á Lofti | 1969 | Bragdið | 42 | 37 |
| 4 | Borgarhjørt Holm | 1966 | Bragdið | 43 | 16 |
| 5 | Krista Nielsen | 1965 | Bragdið | 43 | 27 |
| 6 | Beinta Hoydal Joensen | 1971 | Bragdið | 43 | 36 |
| 7 | Paula Mohr | 1968 | Hvirlan | 44 | 19 |
| 8 | Ann Thomsen | 1966 | Bragdið | 44 | 20 |
| 9 | Birna Mohr Joensen | 1970 | Hvirlan | 44 | 26 |
| 10 | Ann-Mari av Skarði | 1974 | Bragdið | 44 | 59 |
| 11 | Ingrid Hofgaard | 1968 | Bragdið | 45 | 23 |
| 12 | Astrid Joensen | 1967 | Roysnið | 46 | 07 |
| 13 | Hergerð Heldarskarð | 1968 | Bragdið | 49 | 26 |
| 14 | Eydna Weihe | 1969 | Bragdið | 50 | 45 |
| 15 | Bjørg Nielsen | 1974 | Bragdið | 51 | 06 |
| 16 | Adelaid Kirke | 1968 | Hvirlan | 51 | 42 |
| 17 | Karin Maria Isaksen | 1963 | Bragdið | 53 | 04 |
| 18 | Elisabeth Larsen | 1968 | Bragdið | 53 | 06 |
| 19 | Heriet Djurhuus | 1965 | Bragdið | 53 | 29 |
| 20 | Karin Kirke Petersen | 1964 | Treysti | 53 | 44 |
| 21 | Anna Maria Seloy | 1964 | Bragdið | 54 | 00 |
| 22 | Tina Kruse Dam | 1977 | Bragdið | 54 | 25 |
| 23 | Petra Mikkelsen | 1974 | onki felag | 54 | 33 |
| 24 | Elisabeth Rasmussen | 1959 | Bragdið | 54 | 50 |
| 25 | Unna Hansen | 1967 | Roysnið | 56 | 37 |
| 26 | Maria Biskopstø | 1965 | Bragdið | 56 | 53 |
| 27 | Jóngerð Herup Høgnesen | 1948 | Bragdið | 57 | 23 |
| 28 | Johanna Vang | 1964 | Bragdið | 57 | 39 |
| 29 | Jessie Hansen | 1955 | Bragdið | 59 | 14 |
| 30 | Ingun Olsen | 1959 | Bragdið | 62 | 46 |
| 31 | Durita Jacobsen | 1972 | onki felag | 64 | 43 |
| nr. | Veterankvinnur (1961-1970) | árg. | felag | min | sek |
| 1 | Duruta R. á Lofti | 1969 | Bragdið | 42 | 37 |
| 2 | Borgarhjørt Holm | 1966 | Bragdið | 43 | 16 |
| 3 | Krista Nielsen | 1965 | Bragdið | 43 | 27 |
| 4 | Paula Mohr | 1968 | Hvirlan | 44 | 19 |
| 5 | Ann Thomsen | 1966 | Bragdið | 44 | 20 |
| 6 | Birna Mohr Joensen | 1970 | Hvirlan | 44 | 26 |
| 7 | Ingrid Hofgaard | 1968 | Bragdið | 45 | 23 |
| 8 | Astrid Joensen | 1967 | Roysnið | 46 | 07 |
| 9 | Hergerð Heldarskarð | 1968 | Bragdið | 49 | 26 |
| 10 | Eydna Weihe | 1969 | Bragdið | 50 | 45 |
| 11 | Adelaid Kirke | 1968 | Hvirlan | 51 | 42 |
| 12 | Karin Maria Isaksen | 1963 | Bragdið | 53 | 04 |
| 13 | Elisabeth Larsen | 1968 | Bragdið | 53 | 06 |
| 14 | Heriet Djurhuus | 1965 | Bragdið | 53 | 29 |
| 15 | Karin Kirke Petersen | 1964 | Treysti | 53 | 44 |
| 16 | Anna Maria Seloy | 1964 | Bragdið | 54 | 00 |
| 17 | Unna Hansen | 1967 | Roysnið | 56 | 37 |
| 18 | Maria Biskopstø | 1965 | Bragdið | 56 | 53 |
| 19 | Johanna Vang | 1964 | Bragdið | 57 | 39 |
| nr. | Superveterankvinnur (~ 1960) | árg. | felag | min | sek |
| 1 | Elisabeth Rasmussen | 1959 | Bragdið | 54 | 50 |
| 2 | Jóngerð Herup Høgnesen | 1948 | Bragdið | 57 | 23 |
| 3 | Jessie Hansen | 1955 | Bragdið | 59 | 14 |
| 4 | Ingun Olsen | 1959 | Bragdið | 62 | 46 |
| nr. | Gentir (2000-2004) | árg. | felag | min | sek |
| 1 | Maria Biskopstø | 2002 | Treysti | 18 | 50 |
| 2 | Oddvør Josephsen | 2001 | Treysti | 19 | 25 |
| 3 | Unna Ró Jacobsen | 2002 | Bragdið | 22 | 07 |
| nr. | Dreingir (2000-2004) | árg. | felag | min | sek |
| 1 | Dánjal Dahl Ljósheim | 2000 | Hvirlan | 17 | 58 |
| 2 | Hans Eihilt Sivertsen | 2001 | Treysti | 18 | 46 |
| 3 | Hans Erland Thomsen | 2003 | Bragdið | 19 | 36 |
| 4 | Ingi Johannesen | 2002 | Roysnið | 19 | 43 |
| nr. | Mansunglingar (1995-1999) | árg. | felag | min | sek |
| 1 | Julian Gregersen | 1998 | Treysti | 34 | 38 |
| 2 | Gunnar E. Sivertsen | 1999 | Treysti | 35 | 53 |
| 3 | Rógvi Kárason | 1996 | Bragdið | 38 | 28 |
| nr. | Menn (opin bólkur) | árg. | felag | min | sek |
| 1 | Lars Budolfsen | 1980 | onki felag | 33 | 57 |
| 2 | Jan Elmar Sørensen | 1991 | Treysti | 33 | 57 |
| 3 | Julian Gregersen | 1998 | Treysti | 34 | 38 |
| 4 | Andrias Hansen | 1982 | Bragdið | 34 | 50 |
| 5 | Eirikur Hansen | 1980 | Bragdið | 35 | 00 |
| 6 | Gunnar Eihilt Sivertsen | 1999 | Treysti | 35 | 53 |
| 7 | Martin P. Gravesen | 1967 | Bragdið | 36 | 03 |
| 8 | Niels Poulsen | 1972 | Bragdið | 37 | 42 |
| 9 | Henry Olsen | 1964 | Bragdið | 38 | 28 |
| 10 | Rógvi Kárason | 1996 | Bragdið | 38 | 28 |
| 11 | Marnar Pattinson | 1970 | Roysnið | 38 | 35 |
| 12 | Hjalmar Sjóvará | 1966 | Bragdið | 38 | 37 |
| 13 | Jacob L. Pedersen | 1976 | Roysnið | 38 | 44 |
| 14 | Heini Gregersen | 1964 | Treysti | 38 | 52 |
| 15 | Lau Jensen | 1972 | Roysnið | 39 | 08 |
| 16 | Debes Christiansen | 1966 | Bragdið | 39 | 39 |
| 17 | Jonhard Larsen | 1966 | Treysti | 39 | 46 |
| 18 | Jens R. Weihe | 1947 | Frælsi | 39 | 46 |
| 19 | Súni Jacobsen | 1967 | Bragdið | 39 | 48 |
| 20 | Arnfinn Johannessen | 1965 | Roysnið | 39 | 55 |
| 21 | Kaj Dam | 1966 | Treysti | 40 | 01 |
| 22 | Borgar Biskopstø | 1962 | Treysti | 40 | 15 |
| 23 | Regin Thomsen | 1976 | Roysnið | 40 | 48 |
| 24 | Egil G. Olsen | 1963 | Roysnið | 41 | 33 |
| 25 | Herluf Jakobsen | 1963 | Bragdið | 41 | 38 |
| 26 | Júst í Túni | 1986 | Treysti | 41 | 48 |
| 27 | Jóhan E. Simonsen | 1969 | Bragdið | 42 | 00 |
| 28 | Rani Nolsøe | 1959 | Treysti | 42 | 08 |
| 29 | Rói Herup Olsen | 1983 | Bragdið | 42 | 17 |
| 30 | Dan M. Knudsen | 1962 | Bragdið | 42 | 47 |
| 31 | Áki L. Hansen | 1983 | onki felag | 44 | 15 |
| 32 | Kári Simonsen | 1959 | Bragdið | 44 | 58 |
| 33 | Dan Kruse Thomsen | 1970 | Bragdið | 45 | 39 |
| 34 | Terje Hansen | 1968 | Roysnið | 45 | 43 |
| 35 | Arnfinnur Helmsdal | 1970 | Bragdið | 45 | 50 |
| 36 | Bent H. Jacobsen | 1958 | Bragdið | 46 | 03 |
| 37 | Gunnar Simonsen | 1952 | Treysti | 46 | 10 |
| 38 | Kristin Kristiansen | 1980 | Bragdið | 46 | 18 |
| 39 | Sverri Eriksen | 1974 | Bragdið | 46 | 19 |
| 40 | Hilmar Høgenni | 1962 | Bragdið | 47 | 32 |
| 41 | Niclas Joensen | 1963 | Hvirlan | 47 | 38 |
| 42 | Jóannes Ortind | 1951 | Bragdið | 49 | 33 |
| 43 | Bárður Jacobsen | 1971 | onki felag | 62 | 40 |
| nr. | Veteranmenn (1961-1970) | árg. | felag | min | sek |
| 1 | Martin P. Gravesen | 1967 | Bragdið | 36 | 03 |
| 2 | Henry Olsen | 1964 | Bragdið | 38 | 28 |
| 3 | Marnar Pattinson | 1970 | Roysnið | 38 | 35 |
| 4 | Hjalmar Sjóvará | 1966 | Bragdið | 38 | 37 |
| 5 | Heini Gregersen | 1964 | Treysti | 38 | 52 |
| 6 | Debes Christiansen | 1966 | Bragdið | 39 | 39 |
| 7 | Jonhard Larsen | 1966 | Treysti | 39 | 46 |
| 8 | Súni Jacobsen | 1967 | Bragdið | 39 | 48 |
| 9 | Arnfinn Johannessen | 1965 | Roysnið | 39 | 55 |
| 10 | Kaj Dam | 1966 | Treysti | 40 | 01 |
| 11 | Borgar Biskopstø | 1962 | Treysti | 40 | 15 |
| 12 | Egil G. Olsen | 1963 | Roysnið | 41 | 33 |
| 13 | Herluf Jakobsen | 1963 | Bragdið | 41 | 38 |
| 14 | Jóhan E. Simonsen | 1969 | Bragdið | 42 | 00 |
| 15 | Dan M. Knudsen | 1962 | Bragdið | 42 | 47 |
| 16 | Dan Kruse Thomsen | 1970 | Bragdið | 45 | 39 |
| 17 | Terje Hansen | 1968 | Roysnið | 45 | 43 |
| 18 | Arnfinnur Helmsdal | 1970 | Bragdið | 45 | 50 |
| 19 | Hilmar Høgenni | 1962 | Bragdið | 47 | 32 |
| 20 | Niclas Joensen | 1963 | Hvirlan | 47 | 38 |
| nr. | Superveteranmenn (~ 1960) | árg. | felag | min | sek |
| 1 | Jens R. Weihe | 1947 | Frælsi | 39 | 46 |
| 2 | Rani Nolsøe | 1959 | Treysti | 42 | 08 |
| 3 | Kári Simonsen | 1959 | Bragdið | 44 | 58 |
| 4 | Bent H. Jacobsen | 1958 | Bragdið | 46 | 03 |
| 5 | Gunnar Simonsen | 1952 | Treysti | 46 | 10 |
| 6 | Jóannes Ortind | 1951 | Bragdið | 49 | 33 |



You must be logged in to post a comment.