{"id":1922,"date":"2022-06-18T21:44:00","date_gmt":"2022-06-18T21:44:00","guid":{"rendered":"https:\/\/www.athletics.fo\/?p=1922"},"modified":"2022-06-18T21:44:00","modified_gmt":"2022-06-18T21:44:00","slug":"vu-spelen-2-dagur","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/www.athletics.fo\/?p=1922","title":{"rendered":"VU-spelen &#8211; 2. dagur"},"content":{"rendered":"<p>&#8220;F\u00f8royingar hava sta\u00f0i\u00f0 seg sera v\u00e6l \u00ed VU Spelen. \u00cd dag kom f\u00f8royskt met \u00e1 100 metra teininum hj\u00e1 kvinnum, og harumframt fekk f\u00f8royska fer\u00f0alagi\u00f0 tvey hei\u00f0ursmerki, fleiri b\u00f3lkamet og eina \u00f8rgrynnu av pers\u00f3nligum metum.<\/p>\n<p>Ni\u00f0anfyri ver\u00f0a kappingarnar l\u00fdstar \u00ed t\u00ed\u00f0arr\u00f8\u00f0.<\/p>\n<p>Fyrsti f\u00f8royingurin, i\u00f0 royndi seg annan kappingardagin \u00ed G\u00f8teborg, var Eiri J. Glerfoss. Hann rann 100m \u00ed D17-b\u00f3lkinum, har 37 ungir menn v\u00f3ru tilmelda\u00f0ir. Eiri hevur havt ein ska\u00f0a at dragast vi\u00f0 seinastu vikurnar og hevur t\u00ed ikki fingi\u00f0 vant vi\u00f0 fullari megi. Hetta s\u00fdntist t\u00f3 ikki at darva honum st\u00f3rvegis \u00ed dag, t\u00ed \u00ed innlei\u00f0andi kappingini b\u00f8tti hann um s\u00edtt pers\u00f3nliga met og rann 100 metur teinin vi\u00f0 t\u00ed\u00f0ini 11,39 (0,0). Henda t\u00ed\u00f0in var so miki\u00f0 g\u00f3\u00f0, at Eiri kvalifisera\u00f0i seg til B-finaluna seinni um dagin. Eiri valdi at melda fr\u00e1 til B-finaluna fyri at tryggja s\u00e6r, at ska\u00f0in ikki t\u00f3k seg upp aftur.<\/p>\n<p>B\u00e1ra J. Glerfoss t\u00f3k lut \u00ed G19-kappingini \u00e1 100 metra teininum. 30 ungar kvinnur v\u00f3ru melda\u00f0ar til. B\u00e1ra er v\u00e6l fyri \u00ed l\u00f8tuni, og \u00ed Copenhagen Open \u00ed farnu viku setti hon pers\u00f3nligt met \u00e1 teininum (13,15 sek.). Fyrrapartin rann hon innlei\u00f0andi umfar, og vi\u00f0 t\u00ed\u00f0ini 13,19 sek. vann hon s\u00e6r pl\u00e1ss \u00ed B-finaluna. \u00cd B-finaluni gj\u00f8rdist B\u00e1ra nr. 5 og b\u00f8tti enn einafer\u00f0 um s\u00edtt pers\u00f3nliga met vi\u00f0 t\u00ed\u00f0ini 13,11 sek..<\/p>\n<p>\u00cd 2021 megna\u00f0i Natalia Lydersen at seta b\u00f3lkamet \u00e1 80 metrum \u00ed G13-b\u00f3lkinum, t\u00e1 i\u00f0 hon rann stutta sprintteinin vi\u00f0 t\u00ed\u00f0ini 11,19 sek. \u00cd dag skuldi hon kapprenna vi\u00f0 slakar 100 gentur, i\u00f0 vanliga venja og kappast \u00ed G14-b\u00f3lkinum \u00ed grannalondunum. Natalia gj\u00f8rdi s\u00edtt \u00edtasta og kom \u00e1 m\u00e1l vi\u00f0 t\u00ed\u00f0ini 11,05. Hetta er pers\u00f3nligt met.<\/p>\n<p>F\u00f8royingar h\u00f8vdu tveir luttakarar \u00ed 100 metra kapprenningini fyri kvinnur. Tann fyrra var Oddv\u00f8r Josephsen (PM \u2013 13,13 sek.), i\u00f0 hevur veri\u00f0 millum skj\u00f3tastu gentur og kvinnur \u00ed landinum seinastu 4-5 \u00e1rini, og hin seinna var Tinna B. J\u00f8rgensen, sum hevur tiki\u00f0 renningina uppaftur eftir ein longri ste\u00f0g, og sum ikki gj\u00f8rdi m\u00e6tari enn at seta f\u00f8royskt met \u00e1 100 metra teininum \u00ed Hvidovre seinasta vikuskifti (12,92 sek.). \u2013 Innlei\u00f0andi kappingini \u00ed dag gj\u00f8rdist s\u00f8gulig \u00ed f\u00f8royskari kvinnurenning, t\u00ed fyrst t\u00f3k Oddv\u00f8r f\u00f8royska meti\u00f0 fr\u00e1 Tinnu vi\u00f0 at renna teir 100 metrarnar upp\u00e1 12,85 sek., og f\u00e1ar minuttir seinni endurvann Tinna meti\u00f0 vi\u00f0 t\u00ed\u00f0ini 12,78 sek. Ta\u00f0 var g\u00f3\u00f0kendur vindur \u00ed b\u00e1\u00f0um f\u00f8rum. B\u00e1\u00f0ar vunnu s\u00e6r pl\u00e1ss \u00ed B-finaluni, i\u00f0 var sett \u00e1 skr\u00e1 f\u00e1ar t\u00edmar seinni. \u00cd B-finaluni gj\u00f8rdist Tinna nr. 5 (12,76 sek.) og Oddv\u00f8r nr. 7 (12,85 sek.). T\u00ed\u00f0irnar seinnapartin v\u00f3ru ikki g\u00f3\u00f0kendar, t\u00ed vindurin var ov n\u00f3gvur (+2,2). Men ongant\u00ed\u00f0 fyrr hava tv\u00e6r f\u00f8royskar kvinnur runni\u00f0 so skj\u00f3tt sama dag.<\/p>\n<p>\u00d3\u00f0in J. Glerfoss royndi seg s\u00ed\u00f0an \u00e1 80 metrum \u00ed D14-b\u00f3lkinum. Seinast \u00d3\u00f0in rann 80 m var til FMU \u00ed september 2021, t\u00e1 i\u00f0 hann n\u00fdtti 10,68 sek, um at renna teir 80 metrarnar. 80 metrar er ein populerur teinur \u00e1 VU-Spelen, og h\u00e1lvthundra\u00f0 unglingar v\u00f3ru melda\u00f0ir til start. \u00cd innlei\u00f0andi renningini megna\u00f0i \u00d3\u00f0in at seta n\u00fdtt pers\u00f3nligt met og b\u00f3lkamet (10,15 sek.) og at vinna s\u00e6r s\u00e6ti \u00ed B-finaluni. \u00cd B-finaluni enda\u00f0i \u00d3\u00f0in \u00e1 einum flottum 4. pl\u00e1ssi vi\u00f0 t\u00ed\u00f0ini 10,23 sek..<\/p>\n<p>Andreas Antoft, i\u00f0 hevur veri\u00f0 millum skj\u00f3tastu dreingir og menn \u00ed landinum seinastu 3-4 \u00e1rini, royndi seg \u00ed dag \u00e1 100 metra teininum. Ta\u00f0 var n\u00f3gvur spenningur \u00ed luftini \u00e1\u00f0renn kappingina, t\u00ed Andreas setti pers\u00f3nligt met seinasta vikuskifti \u00ed Copenhagen Open, t\u00e1 i\u00f0 hann rann teir 100 metrarnar vi\u00f0 t\u00ed\u00f0ini 11,20. \u00cd innlei\u00f0andi umfarinum rann Andreas vi\u00f0 t\u00ed\u00f0ini 11,31. \u00cd B-finaluni eydna\u00f0ist honum at b\u00f8ta s\u00edtt pers\u00f3nliga met vi\u00f0 t\u00ed\u00f0ini 11,18 sek..<\/p>\n<p>Yngsti \u00ed\u00f0karin \u00ed f\u00f8royska fer\u00f0alagnum, Sigri\u00f0 Hansd\u00f3ttir, t\u00f3k lut \u00ed spj\u00f3tkasti seinnapartin. Spj\u00f3tkast er ein \u00edtr\u00f3ttagrein, i\u00f0 Sigri\u00f0 ikki hevur st\u00f3rt kennskap til, men longu seinasta vikuskifti\u00f0, vann Sigri\u00f0 Copenhagen Open, t\u00e1 hon tveitti 400 gramm tunga spj\u00f3ti\u00f0 34,70 metrar fram eftir v\u00f8llinum. Hetta var n\u00f3gv longri enn verandi b\u00f3lkamet.<br \/>\n\u00cd dag var Sigri\u00f0 melda\u00f0 til G12 b\u00f3lkin, har yvir 20 gentur st\u00f3\u00f0u kl\u00e1rar vi\u00f0 hv\u00f8r s\u00ednum spj\u00f3ti. Sigri\u00f0 gj\u00f8rdist ikki m\u00e6tari enn at tveita spj\u00f3ti\u00f0 32,49 m. \u00ed fyrsta kasti, og hetta kasti\u00f0 megna\u00f0i eingin av kappingarneytunum at gera naka\u00f0 vi\u00f0. Nummar tvey \u00ed kappingini gj\u00f8rdist Lumi Pennanen \u00far Finlandi (31,23), og nummar tr\u00fd gj\u00f8rdist Elisa \u00d8sten \u00far Sv\u00f8r\u00edki (30,04).<br \/>\nHjartaliga til lukku vi\u00f0 gullinum og st\u00f3ra bragdinum, Sigri\u00f0.<\/p>\n<p>B\u00e1ra J. Glerfoss lutt\u00f3k \u00ed longdarlopi \u00ed G19-b\u00f3lkinum. B\u00e1ra er v\u00e6l fyri \u00ed l\u00f8tuni. Hetta v\u00edsti hon \u00ed Copenhagen Open seinasta vikuskifti, t\u00e1 i\u00f0 hennara longsta, g\u00f3\u00f0kenda lop m\u00e1ta\u00f0i 5,11 metrar. Hon leyp t\u00e1 eisini 5,24 m \u00ed eitt sindur ov n\u00f3gvum vindi (2,2 m\/s).<br \/>\n\u00cd dag var besta lopi\u00f0 hj\u00e1 B\u00e1ru 4,95 m.<\/p>\n<p>Hennie Maria Samuelsen og Sof\u00eda H\u00f8jgaard umbo\u00f0a\u00f0u f\u00f8royska landsli\u00f0i\u00f0 \u00ed kappingini \u00ed tr\u00edst\u00f8kk. T\u00e6r t\u00f3ku lut \u00ed G14-b\u00f3lkinum. Tr\u00edst\u00f8kk er ein teknisk krevjandi grein, og f\u00f8roysku \u00e1sko\u00f0ararnir fylgdu spentir vi\u00f0, t\u00e1 i\u00f0 t\u00e6r b\u00e1\u00f0ar f\u00f3ru ginandi fram til lopgr\u00f8vina. Besta tr\u00edst\u00f8kki\u00f0 hj\u00e1 Hennie m\u00e1ldi 9,46 m, sum er uttandura pers\u00f3nligt met. Besta lopi\u00f0 hj\u00e1 Sof\u00edu var m\u00e1lt til 9,33 m., sum er pers\u00f3nligt met.<\/p>\n<p>12-\u00e1ra gamla Sigri\u00f0 Hansd\u00f3ttir, var ein av teimum 30 gentunum, i\u00f0 hev\u00f0i melda\u00f0 til 1500 m kapprenningina \u00ed G13-b\u00f3lkinum. Sigri\u00f0 hevur ongant\u00ed\u00f0 kapprunni\u00f0 \u00e1 so longum teini \u00e1 breyt fyrr, so eingin visti r\u00e6ttuliga, hvussu Sigri\u00f0 f\u00f3r at svara aftur, t\u00e1 i\u00f0 eldru genturnar f\u00f3ru at seta fer\u00f0ina upp. Sigri\u00f0 var kn\u00e1 fr\u00e1 fyrsta br\u00edksli, og hon enda\u00f0i sum nummar 3 av \u00f8llum vi\u00f0 t\u00ed\u00f0ini 5.06,11 min. Nr. eitt gj\u00f8rdist Maia Kulle Andreassen (4.57,88 min.) og nr. tvey gj\u00f8rdist Ingrid Skaar (5.04,83 min.). B\u00e1\u00f0ar koma \u00far Norra.<br \/>\nHjartaliga til lukku vi\u00f0 bronsumerkinum og b\u00f3lkametinum, Sigri\u00f0.<\/p>\n<p>Andreas Antoft umbo\u00f0a\u00f0i F\u00f8royar \u00ed kappingini fyri menn \u00ed longdarlopi. Pers\u00f3nliga meti\u00f0 hj\u00e1 Andreasi \u00e1 6,69 metrar var sett \u00ed Greve \u00ed 2019. Longsta lopi\u00f0 hj\u00e1 Andreasi \u00ed dag var 6,75 m. og harvi\u00f0 b\u00f8tti hann um s\u00edtt pers\u00f3nliga met.<br \/>\nAndreas gavst at leypa, eftir at hann \u00ed tri\u00f0ja lopinum lendi skeivt \u00e1 f\u00f3tinum \u00ed avsettinum. Eina l\u00f8tu s\u00e1 \u00fat til, at hann hev\u00f0i finig\u00f0 \u00e1lvasaman ska\u00f0a \u00ed f\u00f3tin. T\u00edbetur var ikki so og helst hevur hann bert fingi\u00f0 ein stoyt.<\/p>\n<p>Teresa F. Bl\u00e1hamar, i\u00f0 er besti h\u00e6ddarleypari \u00ed F\u00f8royum, t\u00f3k lut \u00ed kappingini \u00ed longdarlopi \u00ed dag. Pers\u00f3nliga meti\u00f0 hj\u00e1 Teresu var\u00f0 sett til FM-kappingina \u00ed 2021 og er 5,10 metrar. Hetta langa lopi\u00f0 er eitt tekin um, at Teresa er stinn \u00ed fleiri greinum. Longsta lopi\u00f0 hj\u00e1 Teresu \u00ed dag var 4,76 m, sum var hennara tri\u00f0ja og seinasta lopi.<\/p>\n<p>Vibeka Sivertsen, i\u00f0 hevur gj\u00f8rt um seg \u00ed rennikappingum b\u00e6\u00f0i \u00e1 breyt og \u00e1 vegi farnu \u00e1rini, stilla\u00f0i \u00ed dag upp til 400 metur kapprenningina \u00ed G17-b\u00f3lkinum. Pers\u00f3nliga meti\u00f0 hj\u00e1 Vibeku \u00e1 hesum teininum er 1.04,13 og var\u00f0 sett \u00e1 F\u00f8royaleikunum 2021. \u00cd dag skuldi hon royna seg \u00edm\u00f3ti ikki f\u00e6rri enn h\u00e1lvthundra\u00f0 gentum, i\u00f0 v\u00f3ru f\u00f8ddar anna\u00f0hv\u00f8rt \u00ed 2005 ella \u00ed 2006. Vibeka leg\u00f0i n\u00f3gv fyri og kom \u00e1 m\u00e1l vi\u00f0 t\u00ed\u00f0ini 1.05,37.<\/p>\n<p>F\u00f8royingar h\u00f8vdu tveir luttakarar \u00ed 400 metra kappingini fyri kvinnur. Tann fyrra var Maria Biskopst\u00f8, i\u00f0 eigur f\u00f8royska meti\u00f0 \u00e1 teininum (58,36 sek.), og hin seinna var Oddv\u00f8r Josephsen, hv\u00f8rs besta t\u00ed\u00f0 er 60,31 sek. Hesar b\u00e1\u00f0ar kn\u00e1u klaksv\u00edksdamur, sum eisini \u00ed\u00f0ka \u00e1vikavist f\u00f3tb\u00f3lt og hondb\u00f3lt \u00e1 bestu li\u00f0unum \u00ed Klaksv\u00edk, drivu \u00e1. Kappingin var sera h\u00f8r\u00f0. Maria enda\u00f0i sum nr. 10 vi\u00f0 t\u00ed\u00f0ini 59,87 sek., me\u00f0an Oddv\u00f8r gj\u00f8rdist nr. 12 vi\u00f0 t\u00ed\u00f0ini 61,72 sek..<\/p>\n<p>U17-rennarin, J\u00f3nas Isaksen, megna\u00f0i fyri viku s\u00ed\u00f0an at renna 400 m undir 50 sekund. Hetta er ein m\u00edlasteinur \u00ed 400-metra renning, og \u00ed dag v\u00f3ru f\u00f3lk spent at vita, um J\u00f3nas var f\u00f8rur fyri at endurtaka st\u00f3ra bragdi\u00f0. J\u00f3nas kappa\u00f0ist \u00ed D17 b\u00f3lkinum, og har v\u00f3ru 4 rennarar \u2013 umframt J\u00f3nas \u2013 i\u00f0 h\u00f8vdu eina tilmeldingart\u00ed\u00f0, sum var undir 50 sekund. J\u00f3nas v\u00edsti sj\u00e1ldsama st\u00f3ra styrki \u00ed dag og kom \u00e1 m\u00e1l, sum nr 4 av \u00f8llum. T\u00ed\u00f0in var 49,67 sek., i\u00f0 b\u00e6\u00f0i er pers\u00f3nligt met og b\u00f3lkamet. Leggjast kann afturat, at t\u00ed\u00f0in hj\u00e1 J\u00f3nasi er bara 0,21 sek. fr\u00e1 f\u00f8royska metinum.<\/p>\n<p>Seinasti f\u00f8royingurin, i\u00f0 kappa\u00f0ist \u00ed dag, var D\u00e1njal D. Lj\u00f3sheim, i\u00f0 hevur vant vi\u00f0 danska felagnum Sparta seinasta \u00e1ri\u00f0. D\u00e1njal skuldi royna seg \u00e1 400 metra teininum, og undan kappingini var pers\u00f3nliga meti\u00f0 hj\u00e1 D\u00e1njali 50,49 sek. Meti\u00f0 var sett fyri l\u00edtlum m\u00e1na\u00f0a s\u00ed\u00f0an \u00ed Keypmannahavn. \u00cd dag gj\u00f8rdist D\u00e1njal nr. 8 av 23 rennarum vi\u00f0 t\u00ed\u00f0ini 50,01. Hetta er ein sera g\u00f3\u00f0 t\u00ed\u00f0, og ta\u00f0 er l\u00edti\u00f0 at ivast \u00ed, at D\u00e1njal skj\u00f3tt fer at renna 400-metra teinin undir 50 sekund.<\/p>\n<p>\u00d8ll \u00farslitini fr\u00e1 dagsins kappingum s\u00edggjast <a href=\"https:\/\/www.trackandfield.se\/resultat\/2022\/220618.htm\">her<\/a>.<\/p>\n<p>Myndir og video s\u00edggjast \u00e1 okkara s\u00ed\u00f0u \u00e1 <a href=\"https:\/\/www.facebook.com\/2002fif\">facebook<\/a>.<\/p>\n<p>Tri\u00f0i og seinasti kappingardagurin ver\u00f0ur \u00ed morgin, sunnudag.<br \/>\nTil ber eisini at fylgja kappingunum \u00e1 <a href=\"https:\/\/www.instagram.com\/athleticsfo\/?r=nametag\">Instagram<\/a>.&#8221;<\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>&#8220;F\u00f8royingar hava sta\u00f0i\u00f0 seg sera v\u00e6l \u00ed VU Spelen. \u00cd dag kom f\u00f8royskt met \u00e1 100 metra teininum hj\u00e1 kvinnum, og harumframt fekk f\u00f8royska fer\u00f0alagi\u00f0 tvey hei\u00f0ursmerki, fleiri b\u00f3lkamet og eina \u00f8rgrynnu av pers\u00f3nligum metum. Ni\u00f0anfyri ver\u00f0a kappingarnar l\u00fdstar \u00ed t\u00ed\u00f0arr\u00f8\u00f0. Fyrsti f\u00f8royingurin, i\u00f0 royndi seg annan kappingardagin \u00ed G\u00f8teborg, var Eiri J. Glerfoss. Hann [&hellip;]<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":0,"comment_status":"closed","ping_status":"closed","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"ngg_post_thumbnail":0,"_jetpack_newsletter_access":"","_jetpack_dont_email_post_to_subs":false,"_jetpack_newsletter_tier_id":0,"_jetpack_memberships_contains_paywalled_content":false,"_jetpack_feature_clip_id":0,"_jetpack_memberships_contains_paid_content":false,"footnotes":"","jetpack_publicize_message":"","jetpack_publicize_feature_enabled":true,"jetpack_social_post_already_shared":false,"jetpack_social_options":{"image_generator_settings":{"template":"highway","default_image_id":0,"font":"","enabled":false},"version":2},"jetpack_post_was_ever_published":false},"categories":[1],"tags":[],"class_list":["post-1922","post","type-post","status-publish","format-standard","hentry","category-ymiskt"],"jetpack_publicize_connections":[],"jetpack_featured_media_url":"","jetpack_sharing_enabled":true,"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/1922","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcomments&post=1922"}],"version-history":[{"count":0,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/1922\/revisions"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fmedia&parent=1922"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcategories&post=1922"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Ftags&post=1922"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}