{"id":6233,"date":"2008-07-24T22:56:44","date_gmt":"2008-07-24T22:56:44","guid":{"rendered":"https:\/\/www.athletics.fo\/?p=6233"},"modified":"2008-07-24T22:56:44","modified_gmt":"2008-07-24T22:56:44","slug":"2-dagur-dn-galan-youth-3-diamantar-og-eitt-f%c3%b8royskt-met","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/www.athletics.fo\/?p=6233","title":{"rendered":"2. dagur DN Galan Youth &#8211; 3 diamantar og eitt f\u00f8royskt met!"},"content":{"rendered":"<p>So var seinni kappingardagur \u00ed DN Galan Youth li\u00f0ugur, og flestu\u00a0\u00farslitini \u00ed dag v\u00f3ur heilt g\u00f3\u00f0 og onkur \u00ed serflokki. Men fyrst ein fr\u00e1grei\u00f0ing til yvirskriftina um diamantar. \u00cd st\u00f3ru altj\u00f3\u00f0a DN Galan kappingini ver\u00f0ur ein diamantur latin t\u00ed \u00ed\u00f0kara, sum megnar at seta breytarmet \u00e1 Olympiska Leikv\u00f8llinum. T\u00ed hava fyrireikararnir av DN Galan Youth heldur enn vanlig hei\u00f0ursmerki\u00a0valt at lata nakrar snotuligar\u00a0&#8220;glasdiamantar&#8221; til tr\u00fd tey fremstu og hei\u00f0ursmerkir til nummar f\u00fdra til seks.<\/p>\n<p>Ein av okkara allarst\u00f8rstu trumfum var\u00f0 blaka\u00f0ur \u00e1 bor\u00f0i\u00f0 beinanvegin \u00ed dag. Ta\u00f0 var R\u00fani Seloy, sum skuldi forsvara s\u00edtt 2. pl\u00e1ss fr\u00e1 \u00ed fj\u00f8r. Banama\u00f0urin fr\u00e1 \u00ed fj\u00f8r var vi\u00f0 aftur \u00ed \u00e1r, so ta\u00f0 skuldi ikki ver\u00f0a l\u00e6tt. Hesin fyrri leg\u00f0i eisini har\u00f0liga til brots, og ta\u00f0 var eisini bara R\u00fani, sum kl\u00e1ra\u00f0i at fylgja vi\u00f0. Aftan\u00e1 500 metrar misti R\u00fani eitt sindur, og m\u00e1tti s\u00ed\u00f0ani einsamallur renna eftir 2. pl\u00e1ssinum. T\u00e1 100 metrar v\u00f3ru eftir v\u00f3ru tveir, i\u00f0 byrja\u00f0u at h\u00f3tta R\u00fana, men so spenti hann \u00ed aftur, og helt 2. pl\u00e1ssi\u00f0 fram \u00e1 m\u00e1l. Fyrr \u00ed summar vann R\u00fani sterku 800 m kappingina \u00ed T\u00e5rnby Games og setti pers\u00f3nligt met vi\u00f0 t\u00ed\u00f0ini 2.08,38 min. Hesufer\u00f0 betra\u00f0i hann meti\u00f0 eitt sindur, so ta\u00f0 n\u00fa eitur 2.07,97 min. Hendan t\u00ed\u00f0in er \u00ed ein topp-t\u00ed\u00f0 \u00ed Nor\u00f0urlondum, og kann \u00ed hesum sambandi nevnast, at eingin javngamal drongur \u00ed Danmark hevur runni\u00f0 so skj\u00f3tt!<\/p>\n<p>Til 800 meturin \u00ed dag hev\u00f0i Jan Elmar\u00a0lagt \u00e6tlanir um at hevna tann heldur skuffandi 1500 meturin \u00ed gj\u00e1r. Fyrr \u00ed summar rann Jan Elmar 800 m upp\u00e1 2.09,46 min, og \u00e6tlanin var at renna naka\u00f0 skj\u00f3tari \u00ed dag. Venjingin seinastu vikurnar hava eisini bo\u00f0a\u00f0 fr\u00e1, at ein g\u00f3\u00f0 t\u00ed\u00f0 skuldi veri\u00f0 \u00ed v\u00e6ntu. Men mongum brestur \u00e6tlan, og Jan Elmar m\u00e1tti bara sta\u00f0festa, at beinini hesar dagarnar ikki vildu sum hann vildi. Hann kom \u00e1 m\u00e1l vi\u00f0 t\u00ed\u00f0ini 2.10,38 min.<\/p>\n<p>So v\u00f3ru ta\u00f0 genturnar sum skuldu renna 1500 metrar. Fyst Rebekka (gentur 15). Hon skuldi royna eftir einum 3. pl\u00e1ssi, og eisini at koma undir 5 minuttir \u00e1 fyrsta sinni. Fyrra m\u00e1li\u00f0 eydna\u00f0ist til fulnar. Men ta\u00f0 bleiv lagt so har\u00f0liga \u00fat, at ta\u00f0 kom at ganga \u00fat yvir endaligu t\u00ed\u00f0ina, sum bleiv 5.11,17 min. Hetta var eitt sekund seinni enn Rebekka rann sum 13 \u00e1ra gomul, men mest umr\u00e1\u00f0andi \u00ed dag var diamanturin, sum kom afturat honum, sum hon fekk fyri 3. pl\u00e1ssi\u00f0 \u00e1 800 metrum \u00ed gj\u00e1r.<\/p>\n<p>So var ta\u00f0 Rannv\u00e1 (gentur 16). Hennara m\u00e1l var at r\u00f8kka t\u00ed\u00f0ini 5.15. H\u00f3ast Rannv\u00e1 l\u00e1 aftast, s\u00e1 ta\u00f0 kortini allan vegin \u00fat til at Rannv\u00e1 f\u00f3r at r\u00f8kka m\u00e1linum. Men seinastu 100 metrarnar blivu beinini ov tung, og Rannv\u00e1 misti d\u00fdrab\u00e6ra t\u00ed\u00f0. Pers\u00f3nligt met bleiv ta\u00f0 kortini til vi\u00f0 t\u00ed\u00f0ini 5.17,82 min.<\/p>\n<p>N\u00e6sti st\u00f3ri trumfur var\u00f0 n\u00fa tveittur \u00e1 bor\u00f0i\u00f0. Ta\u00f0 var Bj\u00f8rk Herup Olsen, sum skuldi royna seg \u00ed b\u00f3lkinum gentur 17. Hetta var eitt sterkt felt, har allar tr\u00edggjar, sum vunnu \u00e1 henni \u00e1 800 metrum v\u00f3ru vi\u00f0. Men Bj\u00f8rk er sterkari \u00e1 1500 metrum, so v\u00f3nirnar v\u00f3ru g\u00f3\u00f0ar. Ta\u00f0 bleiv runni\u00f0 javnt skj\u00f3tt beinanvegin, og Bj\u00f8rk passa\u00f0i seg sj\u00e1lva aftarlaga \u00ed feltinum. So hv\u00f8rt ta\u00f0 dragna\u00f0i eitt sindur, \u00e1t hon seg eitt pl\u00e1ss longur fram. Solei\u00f0is helt hon \u00e1 fram l\u00edka fram \u00e1 anna\u00f0 pl\u00e1ssi\u00f0. Seinastu 50 metrarnar royndi hon at taka seinastu for\u00f0ingina, men svenska gentan var akkur\u00e1t ov sterk, og kl\u00e1ra\u00f0i at halda Bj\u00f8rk eitt l\u00edti\u00f0 h\u00e1lvt sekund aftanfyri. Men Bj\u00f8rk hev\u00f0i betra\u00f0 s\u00edtt f\u00f8royska met vi\u00f0 meira enn trimum sekundum, so ta\u00f0 var av g\u00f3\u00f0um grundum ein stolt og gla\u00f0 Bj\u00f8rk, sum t\u00f3k \u00edm\u00f3ti diamantinum fyri s\u00edtt 2. pl\u00e1ss og fyri s\u00edtt n\u00fdggja f\u00f8royska met, sum n\u00fa eitur 4.44,83 min. Til stuttleika kann nevnast, at bert tr\u00edggjar kvinnur \u00ed Danmark hava runni\u00f0 so skj\u00f3tt \u00ed \u00e1r!<\/p>\n<p>Endabresturin\u00a0hj\u00e1 f\u00f8royingunum \u00ed DN Galan Youth \u00e1 hesum sinni var 2000 metra renningin hj\u00e1 Regini Joensen. Hann var tilmelda\u00f0ur vi\u00f0 t\u00ed\u00f0ini 6.58 min, men ta\u00f0 var heldur ivasamt, um hann mundi fara at kl\u00e1ra ta\u00f0. Frammanundan vistu vit, at felti\u00f0 var kr\u00fatsterkt, og at ta\u00f0 neyvan f\u00f3r at bl\u00edva til nakran diamant. Men Regin er b\u00e6\u00f0i treiskur og kn\u00e1ur. So ta\u00f0 sum fyrst s\u00e1 \u00fat til at vera eitt hart \u00fatlegg, enda\u00f0i vi\u00f0 at gerast eitt \u00f3v\u00e6nta\u00f0 gott \u00farslit. Eitt flott pers\u00f3nligt met (eisini framvi\u00f0 1500 m &#8211; 5.07) og 8. pl\u00e1ss vi\u00f0 t\u00ed\u00f0ini 6.49,11 min &#8211; bert eitt sekund fr\u00e1 hei\u00f0ursmerkjagevandi 6. pl\u00e1ssinum.<\/p>\n<p>Alt \u00ed alt ein v\u00e6leydna\u00f0 kapping, har okkara \u00ed 12 kappingum settu 8 pers\u00f3nlig met, 5 b\u00f3lkamet og 2 n\u00fdggj f\u00f8roysk met. Vit fara n\u00fa at taka okkum av l\u00f8ttum i tveir dagar, og m\u00f8ta kappingarsinna\u00f0 til \u00d3lavss\u00f8kurenningina, um flogfer\u00f0slan annars er komin \u00ed r\u00e6ttlag \ud83d\ude09<\/p>\n<p>\u00a0<\/p>\n\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>So var seinni kappingardagur \u00ed DN Galan Youth li\u00f0ugur, og flestu\u00a0\u00farslitini \u00ed dag v\u00f3ur heilt g\u00f3\u00f0 og onkur \u00ed serflokki. Men fyrst ein fr\u00e1grei\u00f0ing til yvirskriftina um diamantar. \u00cd st\u00f3ru altj\u00f3\u00f0a DN Galan kappingini ver\u00f0ur ein diamantur latin t\u00ed \u00ed\u00f0kara, sum megnar at seta breytarmet \u00e1 Olympiska Leikv\u00f8llinum. T\u00ed hava fyrireikararnir av DN Galan Youth [&hellip;]<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":0,"comment_status":"closed","ping_status":"","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"ngg_post_thumbnail":0,"_jetpack_newsletter_access":"","_jetpack_dont_email_post_to_subs":false,"_jetpack_newsletter_tier_id":0,"_jetpack_memberships_contains_paywalled_content":false,"_jetpack_feature_clip_id":0,"_jetpack_memberships_contains_paid_content":false,"footnotes":"","jetpack_publicize_message":"","jetpack_publicize_feature_enabled":true,"jetpack_social_post_already_shared":true,"jetpack_social_options":{"image_generator_settings":{"template":"highway","default_image_id":0,"font":"","enabled":false},"version":2},"jetpack_post_was_ever_published":false},"categories":[50],"tags":[],"class_list":["post-6233","post","type-post","status-publish","format-standard","hentry","category-fif-arkiv"],"jetpack_publicize_connections":[],"jetpack_sharing_enabled":true,"jetpack_featured_media_url":"","_links":{"self":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/6233","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcomments&post=6233"}],"version-history":[{"count":0,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/6233\/revisions"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fmedia&parent=6233"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcategories&post=6233"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Ftags&post=6233"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}