{"id":6279,"date":"2008-12-22T20:57:53","date_gmt":"2008-12-22T20:57:53","guid":{"rendered":"https:\/\/www.athletics.fo\/?p=6279"},"modified":"2008-12-22T20:57:53","modified_gmt":"2008-12-22T20:57:53","slug":"talentbolkurin-i-skansan","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/www.athletics.fo\/?p=6279","title":{"rendered":"Talentb\u00f3lkurin \u00ed Skansan &#8211; update"},"content":{"rendered":"<p>Yvirskriftin lj\u00f3\u00f0ar kanska naka\u00f0 \u00f3gvuslig, men satt er ta\u00f0, at seinasta vikuskifti\u00f0 var talentb\u00f3lkurin \u00e1 venjingarlegu \u00ed Havn, har vit \u00f8ll v\u00f3ru innkvartera\u00f0 \u00e1 Hotel Skansanum Yviri vi\u00f0 Strond.<\/p>\n<p>Hetta er fyrsta fer\u00f0in at talentb\u00f3lkurin er savna\u00f0ur \u00ed Havn, og t\u00ed gj\u00f8rdu vit okkum eisini d\u00e6lt av at n\u00fdta teir hentleikar, sum har v\u00f3ru.<\/p>\n<p>Fr\u00edggjakv\u00f8ldi\u00f0 runnu vit eina 4 km test \u00e1 rennibondunum \u00ed Bragdah\u00fasinum. Hendan testin gongur \u00fat upp\u00e1 at renna teinin heilt skj\u00f3tt, t\u00f3 uttan at framlei\u00f0a mj\u00f3lkas\u00fdru. Hetta svarar n\u00f8kulunda til kappingartempo \u00e1 10 km. Pulsurin ver\u00f0ur skr\u00e1settur allat\u00ed\u00f0ina undir testini, solei\u00f0is at ein pulskurva fyri testina kann teknast. Fyrstu fer\u00f0 hendan royndin ver\u00f0ur gj\u00f8rd, sigur hon \u00ed veruleikanum einki, uttan hvar pulslegan liggur. Meiningin er so at gera somu test aftur tv\u00e6r fer\u00f0ir teir n\u00e6stu 3-4 m\u00e1na\u00f0irnar. T\u00e1 ver\u00f0ur n\u00fdggja pulskurvan l\u00f8gd inn \u00e1 somu mynd sum 1. testin. Solei\u00f0is ber til heilt n\u00e1greiniliga at s\u00edggja, hvussu venjingarst\u00f8\u00f0an broytist. Fyri at samanberingargrundarlagi\u00f0 skal vera so eftirfarandi sum gj\u00f8rligt, skal testin gerast undir so eins umst\u00f8\u00f0um sum gj\u00f8rligt. Fyrst og fremst sama fer\u00f0 og strekki, men eisini sama renniband og eins \u00edlatin. Ta\u00f0 vil siga, at hevur t\u00fa runni\u00f0 \u00ed stuttum buksum fyrstu fer\u00f0, skalt t\u00fa eisini renna \u00ed stuttum buksum til hinar testirnar. Sama um t\u00fa hevur runni\u00f0 \u00ed kappingarsk\u00f3m. Renn helst eisini somu t\u00ed\u00f0 \u00e1 d\u00f8gninum. N\u00fdggju pulsurini tekna sj\u00e1lvi kurvuna \u00e1 telduni.<\/p>\n<p>Hetta slagi\u00f0 av test ver\u00f0ur n\u00f3gv br\u00fakt \u00ed sambandi vi\u00f0 at grundvenjingin ver\u00f0ur tikin uppaftur\u00a0 eftir st\u00f8\u00f0g \u00ed venjingini. 2. og 3. testin ver\u00f0a tiknar sum ta\u00f0 l\u00ed\u00f0ur \u00fat \u00e1 v\u00e1ri\u00f0. D\u00f8gver\u00f0i var\u00f0 etin hj\u00e1 Elisabeth, har undirrita\u00f0i eisini plagar at halda til, t\u00e1 hann er staddur \u00ed Havn.<\/p>\n<p>Leygarmorgunin runnu vit ein 7,5 km r\u00f3ligan t\u00far runt \u00ed vesturb\u00fdnum. Seinnapartin vandu vit fyri fyrstu fer\u00f0 \u00e1 T\u00f3rsbreyt. Og ta\u00f0 var ein \u00f3tr\u00falig m\u00f3tt\u00f8ka ve\u00f0urgu\u00f0arnir h\u00f8vdu at bj\u00f3\u00f0a. Turt og blikastilt! T\u00edverri h\u00f8vdu b\u00e6\u00f0i Regin og R\u00fani sm\u00e1ska\u00f0ar, sum gj\u00f8rdu at teir ikki v\u00f3ru vi\u00f0 \u00ed venjingini.<\/p>\n<p>Lunguni skr\u00edggja\u00f0u efti at bl\u00edva bl\u00e1st \u00fat &#8211; og ta\u00f0 blivu tey. Dagsins setningur var (1.30 min &#8211; p=30 sek 1.00 min &#8211; p=3 min) x4. Ta\u00f0 merktist at f\u00f3lk v\u00f3ru uppsett til venjingina, so koordinati\u00f3nsvenjingin kundi ikki ganga n\u00f3g skj\u00f3tt fyri seg. \u00a0J\u00f3an Karl var komin at venja vi\u00f0, og hann setti tempo \u00e1. Jan Elmar fylgdi honum tr\u00faliga \u00f8ll intervallini! Eitt sindur aftari var\u00f0 Bj\u00f8rk fer\u00f0setari, me\u00f0an Rebekka royndi at hanga \u00ed so fr\u00e6gt sum hon kundi. Ja her var n\u00f3gv lagt fyri dagin, og teinurin, sum var\u00f0 afturumlagdur var hv\u00f8rjafer\u00f0 eitt sindur longri enn undirrita\u00f0i hev\u00f0i v\u00e6nta\u00f0 og v\u00f3na\u00f0.<\/p>\n<p>Hetta kv\u00f8ldi\u00f0 h\u00f8vdu J\u00f3svein og Sunneva bj\u00f3\u00f0a\u00f0 heim til d\u00f8gver\u00f0a, og har nutu vit eina hugnal\u00f8tu saman vi\u00f0 g\u00f3\u00f0um mati.\u00a0M\u00edn sann um ikki hugnin kvinka\u00f0i enn eitt vet uppeftir, \u00a0t\u00e1 t\u00e6r tiltiknu pannuk\u00f8kurnar hj\u00e1 Sunnevu v\u00f3r\u00f0u settar \u00e1 bor\u00f0i\u00f0. Undirrita\u00f0i kann v\u00edsa \u00e1, at hesar smakka best vi\u00f0 n\u00f3gvum r\u00f3ma og putursukri!<\/p>\n<p>Longu sunnumorgunin kl. 08.00 st\u00f3\u00f0u \u00f8ll \u00ed b\u00f8lamyrkri og regni og sm\u00e1trippa\u00f0u, innan seinastu venjingina \u00e1 hesum sinni. Skuldi obligatoriski svimjit\u00farurin n\u00e1ast, m\u00e1tti renningin byrjast so t\u00ed\u00f0liga. Hetta var ein t\u00farur runt\u00a0\u00ed Hoyd\u00f8lum og eysturb\u00fdnum vi\u00f0 tveimum innl\u00f8gdum rykkum. Ymiskt var hvussu n\u00f3gv var\u00f0 lagt fyri, t\u00ed myrkt var \u00e1 g\u00f8tunum \u00ed Hoyd\u00f8lum. Vit h\u00f8vdu sett n\u00f8sina upp m\u00f3ti einum t\u00fari \u00ed gosba\u00f0i\u00f0 \u00ed svmijih\u00f8llini, men hetta var t\u00edverri undir umv\u00e6ling, som vit f\u00f3ru \u00edsta\u00f0in upp \u00e1 5 m plattin at loypa.<\/p>\n<p>Eftir svimjing f\u00f3ru vit \u00e1 Skansan at rudda og hv\u00edla, og s\u00ed\u00f0ani til Elisabeth at eta kotelettir. S\u00ed\u00f0ani var\u00f0 fari\u00f0 hv\u00f8r til s\u00edtt &#8211; enn ein venjngarlega v\u00e6l yvirsta\u00f0in, og fyrsta uppg\u00e1van \u00ed Reykjav\u00edk n\u00e6rkast n\u00fa alsamt.<\/p>\n<p>Ska\u00f0ar eru afturvendandi partur av l\u00edvinum hj\u00e1 n\u00f3gvum rennarum. Men ta\u00f0 merkir als ikki, at mann ikki skal venja alternativt. H\u00f3ast ta\u00f0 mangan kann vera ringt at motivera seg sj\u00e1lvan, er ta\u00f0 altavgerandi at halda fram vi\u00f0 a\u00f0rari venjing, h\u00f3ast illa ber til at renna. Eitt gott d\u00f8mi um hetta er Rannv\u00e1, sum\u00a0\u00e1 venjingarleguni \u00ed Klaksv\u00edk\u00a0var so \u00f3heppin at\u00a0gl\u00ed\u00f0a og f\u00e1a eina fipurspreinging. H\u00f3ast hon ikki f\u00e6r runni\u00f0, var hon vi\u00f0 \u00e1 venjingarleguni, har hon h\u00f3ast alt fekk n\u00f3gv burtur\u00far. Me\u00f0an testin f\u00f3r fram fr\u00edggjakv\u00f8ldi\u00f0, sat Rannv\u00e1 \u00ed r\u00f3gvimaskinuni, og me\u00f0an vant var\u00f0 \u00e1 breytini leygardagin, sat hon \u00e1 kondis\u00fakkluni uppi hj\u00e1 Bj\u00f8rk og tra\u00f0ka\u00f0i hart \u00ed ein heilan t\u00edma. Sunnumorgunin var hon fyrsti ma\u00f0ur \u00ed svimjih\u00f8llini, har hon svam 3-4000 metrar.<\/p>\n<p>\u00a0<\/p>\n\n<p>Myndirnar &#8211;\u00a0 fr\u00e1 vinstru til h\u00f8gru:<\/p>\n<p>Mynd 1,3,4 og 5 &#8211; Vi\u00f0 d\u00f8gver\u00f0abor\u00f0i\u00f0<\/p>\n<p>Mynd 2 &#8211; Sunneva leggur v\u00e6lsmakkandi pannuk\u00f8kurnar tilr\u00e6ttis. Hetta var ta\u00f0 n\u00e6rmasta myndama\u00f0urin slapp.<\/p>\n<p>Mynd 6 &#8211; Ta\u00f0 er ikki BARA renning \u00e1 skr\u00e1nni. Her s\u00edggja vit Barca h\u00f8lva kongafelagi\u00f0 \u00far Madrid vi\u00f0 2-0<\/p>\n<p>Mynd 7 &#8211; Paparazzimynd av pannuk\u00f8kunum.<\/p>\n<p>Mynd 8 &#8211;\u00a0Vertspari\u00f0 Josvein og Sunneva. Man ta\u00f0 vera k\u00e6rleikin teirra millum, sum smittar av upp\u00e1 pannuk\u00f8kurnar?<\/p>\n<p>Mynd 9 &#8211; Dreingirnir hv\u00edla millum venjingarnar.<\/p>\n<p>Mynd 10 &#8211; Rannv\u00e1 var \u00f3f\u00f8r vi\u00f0 alternativari venjing. \u00cd bakgrundini situr Bj\u00f8rk og skrivar\u00a0venjingardagb\u00f3k.<\/p>\n<p>Mynd 11 &#8211; D\u00f8gnini eru ov stutt hj\u00e1 Gutta, so ein fuglal\u00far \u00ed ny og n\u00e6 m\u00e1 hann f\u00e1a.<\/p>\n<p>Mynd 12 &#8211; Sl\u00e6ttjarni\u00f0 var eisini vi\u00f0 \u00e1 Skansanum. Her s\u00edggja vit Rebekku v\u00edsa kynstur.<\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Yvirskriftin lj\u00f3\u00f0ar kanska naka\u00f0 \u00f3gvuslig, men satt er ta\u00f0, at seinasta vikuskifti\u00f0 var talentb\u00f3lkurin \u00e1 venjingarlegu \u00ed Havn, har vit \u00f8ll v\u00f3ru innkvartera\u00f0 \u00e1 Hotel Skansanum Yviri vi\u00f0 Strond. Hetta er fyrsta fer\u00f0in at talentb\u00f3lkurin er savna\u00f0ur \u00ed Havn, og t\u00ed gj\u00f8rdu vit okkum eisini d\u00e6lt av at n\u00fdta teir hentleikar, sum har v\u00f3ru. Fr\u00edggjakv\u00f8ldi\u00f0 [&hellip;]<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":0,"comment_status":"closed","ping_status":"","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"ngg_post_thumbnail":0,"_jetpack_newsletter_access":"","_jetpack_dont_email_post_to_subs":false,"_jetpack_newsletter_tier_id":0,"_jetpack_memberships_contains_paywalled_content":false,"_jetpack_feature_clip_id":0,"_jetpack_memberships_contains_paid_content":false,"footnotes":"","jetpack_publicize_message":"","jetpack_publicize_feature_enabled":true,"jetpack_social_post_already_shared":true,"jetpack_social_options":{"image_generator_settings":{"template":"highway","default_image_id":0,"font":"","enabled":false},"version":2},"jetpack_post_was_ever_published":false},"categories":[50],"tags":[],"class_list":["post-6279","post","type-post","status-publish","format-standard","hentry","category-fif-arkiv"],"jetpack_publicize_connections":[],"jetpack_sharing_enabled":true,"jetpack_featured_media_url":"","_links":{"self":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/6279","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcomments&post=6279"}],"version-history":[{"count":0,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/6279\/revisions"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fmedia&parent=6279"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcategories&post=6279"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Ftags&post=6279"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}