{"id":6328,"date":"2009-05-03T22:05:47","date_gmt":"2009-05-03T22:05:47","guid":{"rendered":"https:\/\/www.athletics.fo\/?p=6328"},"modified":"2009-05-03T22:05:47","modified_gmt":"2009-05-03T22:05:47","slug":"fm-i-12-maraton-nytt-og-gott-gamalt","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/www.athletics.fo\/?p=6328","title":{"rendered":"FM \u00ed 1\/2 maraton &#8211; n\u00fdtt og gott gamalt!"},"content":{"rendered":"<p>Seinnapartin leygardagin skipa\u00f0i Bragdi\u00f0 saman vi\u00f0 F\u00cdF fyri FM-kapping \u00e1 h\u00e1lva maratonteininum. Sum vanligt var\u00f0 runni\u00f0 \u00e1 rutuni millum Cafe Nat\u00far og tyrlupallin Yviri vi\u00f0 Strond &#8211; 5 fer\u00f0ir aftur og fram \u00ed alt.<\/p>\n<p>Ve\u00f0urmenninir h\u00f8vdu h\u00f3tt vi\u00f0 n\u00f3gvum vindi og \u00e6lingi. T\u00edbetur t\u00f8mdi hann sk\u00fdggini beint undan kappingini, og vindurin var kanska ikki so n\u00f3gvur sum lova\u00f0. Men t\u00edverri var vindurin so miki\u00f0 n\u00f3gvur, at ivasamt var um til bar at renna t\u00e6r\u00a0 heilt g\u00f3\u00f0u t\u00ed\u00f0irnar. Harmiligt, t\u00ed hetta var seinasta \u00fatkall hj\u00e1 langteinarennarunum at kvalifisera seg til oyggjaleikirnar \u00e1 \u00c1landi \u00ed summar, og menn h\u00f8vdu tosa\u00f0 um at hj\u00e1lpa hv\u00f8rjum \u00f8\u00f0rum at n\u00e1a m\u00e1li\u00f0. Kravt\u00ed\u00f0in hj\u00e1 monnunum er 1.14.28 t\u00edmar og hj\u00e1 kvinnunum 1.28.09 t\u00edmar.<\/p>\n<p>Men skj\u00f3tt s\u00e1st, at fer\u00f0in ikki var n\u00f3g h\u00f8g. Sam Vang\u00a0fekk t\u00ed\u00f0liga trupulleikar, og Andrias Hansen er enn ikki komin heilt fyri seg eftir\u00a0Par\u00eds Maraton fyri f\u00fdra vikum s\u00ed\u00f0ani. Men hann royndi at hanga vi\u00f0 Guttormi S\u00f8rensen og Gudmundi Joensen. Eftir 10 km datt Andrias nakrar metrar afturum, og tv\u00eddysturin millum Guttorm og Gudmund byrja\u00f0i. Teir fylgdust framvegis, t\u00e1 teir f\u00f3ru undir teir seinastu 4 kilometrarnar, men komnir yvir til Eik, setti Guttorm fer\u00f0 \u00e1 og f\u00f3r undan Gudmundi, sum ikki megna\u00f0i at svara aftur. Seinastu 3 kilometrarnar rann Gutttorm einsamallur, og kom \u00e1 m\u00e1l vi\u00f0\u00a0t\u00ed\u00f0ini 1.17.08 t\u00edmar. Stutt aftanfyri kom Gudmundur vid t\u00ed\u00f0ini 1.17.34. Naka\u00f0 aftari kom Andrias vid t\u00ed\u00f0ini 1.17.46. Sam vang gj\u00f8rdist nr. 5 vi\u00f0 t\u00ed\u00f0ini 1.19.38.<\/p>\n<p>\u00cd fr\u00e1veru av okkara sterku kvinnuligu rennarum, var greitt, at m\u00f8guleiki var hj\u00e1 \u00c1rnu Helmsdal at endurvinna FM-heiti\u00f0 fr\u00e1 \u00ed fj\u00f8r. Og ta\u00f0 var eisini hon, sum l\u00e1 einsam\u00f8ll \u00e1 odda fyrra helmingin av kappingini. Men so kom gr\u00fas \u00ed maskinar\u00edi\u00f0 hj\u00e1 \u00c1rnu. Fyrst kom Borgny Mohr Nielsen upp og fylgdist vi\u00f0 henni eina l\u00f8tu, \u00e1\u00f0renn hon stakk av, og seinni kom eisini Ann Thomsen upp og rann framvi\u00f0 henni. Tad\u00a0var sostatt Borgny Mohr Nielsen, sum gj\u00f8rdist kvinnuligur f\u00f8royameistari \u00ed h\u00e1lvum maraton. Borgny gj\u00f8rdist nr. 3 \u00ed flaggdagsrenningini, men er annars eitt n\u00fdtt bla\u00f0 innan kvinnurenning.\u00a0 Ann Thomsen fekk silvur, og \u00c1rna Helmsdal fekk bronsu. Ingrid Patursson vann sum einasti luttakari gull hj\u00e1 kvinnuligu veteranunum.<\/p>\n<p>Veterankappingina hj\u00e1 monnum vann Borgar Biskopst\u00f8, h\u00f3ast hann so at siga allan vegin dr\u00f3gst vi\u00f0 p\u00ednu \u00ed mj\u00f8dnini. Endurrisni Hjalti Gunnarstein l\u00e1 nr. 2 \u00fat \u00e1 8 km, men m\u00e1tti t\u00e1 gevast vegna ska\u00f0a. \u00cdsta\u00f0in var tad J\u00f3gvan Thomsen sum streyk avsta\u00f0 vi\u00f0 silvurinum, me\u00f0an P\u00f3l Sundskar\u00f0 gj\u00f8rdist nr. 3.<\/p>\n<p>Kappingin hj\u00e1 superveteranunum bleiv ein spennandi uppger\u00f0 millum garva\u00f0a 60-\u00e1ra gamla \u00d3la Olsen og n\u00fdggja stj\u00f8rnuskoti\u00f0 hj\u00e1 Treysti, 56 \u00e1ra gamla He\u00f0in J\u00f3hannessen. Hesir b\u00e1\u00f0ir fylgdust so at siga allan vegin, men at enda v\u00f3ru ta\u00f0 tey yngru beinini hj\u00e1 He\u00f0ini, sum v\u00f3ru kvikari enn beinini \u00d3la. Nr.3 gj\u00f8rdist Regin J\u00f3annesarson \u00far Treysti.<\/p>\n<p>Heilir 45 luttakarar st\u00f3\u00f0u \u00e1 startlinjuni hendan leygardagin, og uttan at taka munnin ov fullan, meini eg at hetta er ta\u00f0 mesta nakrant\u00ed\u00f0 til hesa FM-kappingina. Bragdi\u00f0 og Trygd bj\u00f3\u00f0adu ein brey\u00f0- og k\u00f8kubita afturvi\u00f0 einum kaffimunni aftan\u00e1. Eitt gott tiltak, t\u00ed ta\u00f0 er sera hugnaligt og umr\u00e1\u00f0andi, at rennarar eisini kunnu hittast eftir kapping.<\/p>\n<p>\u00d8ll \u00farslitini eru <a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2009\/05\/020509fmhalv.pdf\">her<\/a>.<\/p>\n<p>Ni\u00f0anfyri eru myndir fr\u00e1 Fr\u00ed\u00f0rikki Bl\u00e1hamar.<\/p>\nngg_shortcode_0_placeholder\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Seinnapartin leygardagin skipa\u00f0i Bragdi\u00f0 saman vi\u00f0 F\u00cdF fyri FM-kapping \u00e1 h\u00e1lva maratonteininum. Sum vanligt var\u00f0 runni\u00f0 \u00e1 rutuni millum Cafe Nat\u00far og tyrlupallin Yviri vi\u00f0 Strond &#8211; 5 fer\u00f0ir aftur og fram \u00ed alt. Ve\u00f0urmenninir h\u00f8vdu h\u00f3tt vi\u00f0 n\u00f3gvum vindi og \u00e6lingi. T\u00edbetur t\u00f8mdi hann sk\u00fdggini beint undan kappingini, og vindurin var kanska ikki so [&hellip;]<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":0,"comment_status":"closed","ping_status":"","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"ngg_post_thumbnail":0,"_jetpack_newsletter_access":"","_jetpack_dont_email_post_to_subs":false,"_jetpack_newsletter_tier_id":0,"_jetpack_memberships_contains_paywalled_content":false,"_jetpack_feature_clip_id":0,"_jetpack_memberships_contains_paid_content":false,"footnotes":"","jetpack_publicize_message":"","jetpack_publicize_feature_enabled":true,"jetpack_social_post_already_shared":true,"jetpack_social_options":{"image_generator_settings":{"template":"highway","default_image_id":0,"font":"","enabled":false},"version":2},"jetpack_post_was_ever_published":false},"categories":[50],"tags":[],"class_list":["post-6328","post","type-post","status-publish","format-standard","hentry","category-fif-arkiv"],"jetpack_publicize_connections":[],"jetpack_sharing_enabled":true,"jetpack_featured_media_url":"","_links":{"self":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/6328","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcomments&post=6328"}],"version-history":[{"count":0,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/6328\/revisions"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fmedia&parent=6328"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcategories&post=6328"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Ftags&post=6328"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}