{"id":6482,"date":"2010-05-14T09:33:37","date_gmt":"2010-05-14T09:33:37","guid":{"rendered":"https:\/\/www.athletics.fo\/?p=6482"},"modified":"2010-05-14T09:33:37","modified_gmt":"2010-05-14T09:33:37","slug":"hallur-holm-nyggjur-forma%c3%b0ur","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/www.athletics.fo\/?p=6482","title":{"rendered":"Hallur Holm n\u00fdggjur forma\u00f0ur"},"content":{"rendered":"<p>22. apr\u00edl hev\u00f0i F\u00cdF \u00e1rsa\u00f0alfund \u00ed \u00cdSF-h\u00fasinum. Skr\u00e1in fyri fundin var samb\u00e6rt l\u00f3gum felagsins. Til fundarstj\u00f3ra bleiv valdur Niels J\u00e1kup Jakobsen.<\/p>\n<p><strong>Formansfr\u00e1grei\u00f0ingin<br \/>\n<\/strong>\u00cd fr\u00e1grei\u00f0ingini fegnast Heri um, at ein f\u00f8royingur loksins hevur greitt \u00fatt\u00f8kukravi\u00f0 til eina undankapping til ungd\u00f3ms \u2013OL. Samstundis fegnast hann um, at aftur \u00ed 2009 st\u00f3\u00f0u fleiri av ungd\u00f3msmetunum fyri falli. Eisini fegnast hann um \u00f8kta aktivitetin, og nevndi her, at heilar 42 kappingar eru komnar \u00e1 breddan \u00e1 kalendaranum, sum longu \u00ed oktobur var\u00f0 lagdur fyri eitt heilt \u00e1r fram.\u00a0 Hinvegin harmast hann, at ta\u00f0 hevur gingi\u00f0 strilti\u00f0 at dagf\u00f8ra \u00f8ll tey mongu n\u00fdggju metini, og at tr\u00fd av teimum seks skr\u00e1settu fel\u00f8gunum n\u00e6rmast liggja \u00ed andaleypi.\u00a0Vi\u00f0v\u00edkjandi landsli\u00f0sarbei\u00f0i var\u00f0 m.a.\u00a0nevnt, at talentb\u00f3lkurin er komin \u00ed fasta legu,\u00a0 og at r\u00e6ttiliga g\u00f3\u00f0 \u00farslit eru rokkin til kappingar uttanlands. Eisini\u00a0nevndi hann, at kr\u00f8vini til Elitub\u00f3kin n\u00fa eru kunngj\u00f8rd, og at kr\u00f8vini fyri oyggjaleikalutt\u00f8ku 2011 eru kl\u00e1r at leggja \u00fat innan stutta t\u00ed\u00f0.<\/p>\n<p>Endalig associerings-avtala vi\u00f0 Dansk Atletikforbund er n\u00fa fingin til s\u00e6ttis, solei\u00f0is at f\u00f8royingar n\u00fa uttan trupulleikar kunnu kappast uttanlands. Vi\u00f0 hesari avtalu kunnu eisini \u00farslit fr\u00e1 kappingum her heima bl\u00edva vi\u00f0urkend hj\u00e1 DAF. Hetta krevur g\u00f3\u00f0kendan d\u00f3mara, og t\u00ed er eisini d\u00f3maraskei\u00f0 sett \u00e1 skr\u00e1 n\u00fa komandi m\u00e1na\u00f0in.<\/p>\n<p>Eisini hevur veri\u00f0 arbeitt vi\u00f0 at f\u00e1a altj\u00f3\u00f0a vi\u00f0urkenning. Enn liggur \u00f3avgreidd\u00a0 ums\u00f3kn um atgongd til nor\u00f0urlendskar kappingar, men n\u00f3gv positiv afurlj\u00f3\u00f0 hava veri\u00f0. Arbeitt ver\u00f0ur eisini vi\u00f0 at vinna okkum fullan limar\u00e6tt hj\u00e1 IAAF. \u00datilitini fyri hesum eru minni g\u00f3\u00f0, men allir m\u00f8guleikar eiga at ver\u00f0a troyttir.<\/p>\n<p>At enda takka\u00f0i\u00a0Heri fyri s\u00edni f\u00fdra \u00e1r sum forma\u00f0ur. Eittt spennandi f\u00fdra-\u00e1raskei\u00f0, har n\u00f3gv er hent og n\u00f3gvar broytingar eru gj\u00f8rdar.<\/p>\n<p><strong>Roknskapur<br \/>\n<\/strong>N\u00f3gvar st\u00f3rar \u00fatrei\u00f0slur v\u00f3ru \u00ed 2009. B\u00e6\u00f0i oyggjaleikir og t\u00ed\u00f0t\u00f8kut\u00f3li\u00f0 kosta\u00f0u v\u00e6l omanfyri kr. 100.000 kr \u00ed part. Av t\u00ed at t\u00ed\u00f0t\u00f8kut\u00f3li\u00f0 ver\u00f0ur ni\u00f0urskriva\u00f0 yvir \u00e1ram\u00e1l, gj\u00f8rdist \u00farsliti\u00f0 eitt l\u00edti\u00f0 yvirskot. Ein postur, sum fekk onkrar vi\u00f0merkingar, var leigan av bingju \u00ed Runav\u00edk. Loysn m\u00e1 finnast \u00e1 t\u00ed.\u00a0Kassameistarin skal eisini \u00fatvega F\u00cdF eitt V-tal, solei\u00f0is at r\u00e6tt kann farast fram, t\u00e1 sams\u00fdningar ver\u00f0a \u00fatgoldnar.<\/p>\n<p><strong>Val av nevnd og eykalimum<br \/>\n<\/strong>Fyri vali st\u00f3\u00f0u forma\u00f0urin Heri Ziska og nevndarlimurin Guttorm S\u00f8rensen. Guttorm valdi\u00a0at stilla upp aftur, me\u00f0an forma\u00f0urin ikki stilla\u00f0i upp aftur. Eittans uppskot er til n\u00fdtt formansevni: Hallur Holm, sum\u00a0bleiv valdur uttan atkv\u00f8\u00f0ugrei\u00f0slu. Heldur einki m\u00f3tvalevni er til nevndarsessin hj\u00e1 Guttormi, sum t\u00ed eisini bleiv\u00a0afturvaldur uttan atkv\u00f8\u00f0ugrei\u00f0slu. Eftir at Hallur n\u00fa er vor\u00f0in forma\u00f0ur, stendur nevndarsessur hansara t\u00f3mur. \u00cd uppskoti til hansara sess ver\u00f0ur Heini H\u00e1t\u00fan skotin upp. Einki m\u00f3tvalevni er, og ver\u00f0ur hann t\u00ed valdur uttan atkv\u00f8\u00f0ugrei\u00f0slu.<\/p>\n<p>S\u00ed\u00f0ani blivu valdir\u00a0tveir eykalimir. Fyrri og annar. Til 1. eykalim var\u00f0 valdur\u00a0Josvein Herup Olsen\u00a0og\u00a0til 2. eykalim var\u00f0 \u00c1si Mikkelsen.\u00a0\u00a0N\u00fdggja nevndin s\u00e6r t\u00ed solei\u00f0is \u00fat:<\/p>\n<p>Hallur Holm, forma\u00f0ur<br \/>\nNiels J\u00e1kup Jakobsen, varaforma\u00f0ur<br \/>\nGuttorm S\u00f8rensen, nevndarlimur \u2013 kassameistari<br \/>\nJonhard Larsen, nevndarlimur<br \/>\nHeini H\u00e1t\u00fan, nevndarlimur<\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2010\/05\/hallur-heri.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"alignnone size-full wp-image-2899\" title=\"hallur-heri\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2010\/05\/hallur-heri.jpg\" alt=\"\" width=\"400\" height=\"276\" \/><\/a><br \/>\n<em>N\u00fdggi forma\u00f0urin Hallur Holm og fr\u00e1farandi forma\u00f0urin Heri Ziska<\/em><\/p>\n<p>H\u00f3ast kostna\u00f0urin fyri grannsko\u00f0an er farin upp, bleiv grannsko\u00f0arin afturvaldur.<\/p>\n<p><strong>Innkomin uppskot<br \/>\n<\/strong>Eingin innkomin uppskot.<\/p>\n<p><strong>Ymiskt<br \/>\n<\/strong>Tosa\u00f0 var\u00f0 leingi um komandi Grand Prix kappingina fyri ung \u00e1 breyt. B\u00e6\u00f0i um kappingargreinar, men serliga um hv\u00f8rjar vikudagar kappingin skuldi leggjast. Eingin endalig ni\u00f0urst\u00f8\u00f0a var\u00f0 gj\u00f8rd, og avgj\u00f8rt var\u00f0, at tosa meira vi\u00f0 fel\u00f8gini um hetta, \u00e1\u00f0renn kappingarnar byrja.<\/p>\n<p>S\u00ed\u00f0ani var\u00f0 tosa\u00f0 um d\u00f3maraskei\u00f0i\u00f0, sum ver\u00f0ur \u00ed mei. Her er ta\u00f0 umr\u00e1\u00f0andi, at fel\u00f8gini longu n\u00fa kunna s\u00ednar limir, og byrja at \u201creka f\u00f3lk til\u201d. T\u00ed ta\u00f0 er sera umr\u00e1\u00f0andi at vit eru so n\u00f3gv sum gj\u00f8rligt, sum kunnu taka \u00e1byrgd, t\u00e1 kappingarnar eru. Eisini havandi \u00ed huga, at \u00farslitini skulu kunna g\u00f3\u00f0kennast hj\u00e1 DAF.<\/p>\n<p>Eisini bleiv\u00a0pr\u00e1ta\u00f0 um, hvussu vit fr\u00e6gast f\u00e1a hj\u00e1lpt teimum trimum sm\u00e6rru fel\u00f8gunum \u00ed gongd. Ilt var at f\u00e1a eyga \u00e1 g\u00f3\u00f0ar loysnir, t\u00ed t\u00e6r elds\u00e1lir, i\u00f0 einafer\u00f0 v\u00f3ru \u00ed hesum fel\u00f8gum, ikki eru har longur. Vi\u00f0 til hetta pr\u00e1ti\u00f0 hoyrir eisini, at F\u00cdF aftur skal hava yvirskipa\u00f0 venjaraskei\u00f0, og at mann t\u00e1 skal royna at f\u00e1a f\u00f3lk fr\u00e1 sm\u00e6rru fel\u00f8gunum vi\u00f0. Eisini var Sk\u00fala-FM nevnt, sum eitt tiltak, sum kann \u00f8kja um \u00e1hugan fyri fr\u00e6lsum \u00edtr\u00f3tti \u00fati um landi\u00f0 alt.<\/p>\n<p>F\u00cdF hevur \u00ed l\u00f8tuni ongan stu\u00f0ul. Ta\u00f0 er ein uppg\u00e1va hj\u00e1 nevndini antin at finna ein h\u00f8vu\u00f0sstu\u00f0ul, ella at selja t\u00e6r ymisku kappingarnar hv\u00f8r s\u00e6r. \u00cd hesum t\u00ed\u00f0um eingin l\u00f8tt uppg\u00e1va, men her mugu allir m\u00f8guleikar troytast.<\/p>\n<p>Eisini var tosa\u00f0 um at F\u00cdF\u00a0eigur at gera meira vart vi\u00f0 seg hj\u00e1 fj\u00f8lmi\u00f0lunum eins og st\u00f8rri aktivitetur \u00e1tti at ver\u00f0i\u00f0 \u00e1 heimas\u00ed\u00f0uni.<\/p>\n<p>FM fyri vaksin \u00e1 breyt er (ella \u00e1tti at veri\u00f0)\u00a0st\u00f8rsti s\u00fdnisgluggin hj\u00e1 F\u00cdF. Hvussu peppa vit FM upp til naka\u00f0 st\u00f3rt?<\/p>\n<p>Beint fyri fundarlok\u00a0gav or\u00f0st\u00fdrarin n\u00fdggja formanninum or\u00f0i\u00f0. Hallur takka\u00f0i so miriliga fyri st\u00f3ra \u00e1liti\u00f0, og sleit fundin vi\u00f0 \u00e1minningini um at ta\u00f0 eru ikki fel\u00f8gini, sum eru til fyri F\u00cdF, men F\u00cdF, sum er til fyri fel\u00f8gini!<\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2010\/05\/heri-njj.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"alignnone size-full wp-image-2901\" title=\"heri-njj\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2010\/05\/heri-njj.jpg\" alt=\"\" width=\"400\" height=\"271\" \/><\/a><br \/>\n<em>Niels J\u00e1kup handa\u00f0i Hera g\u00e1vukort fr\u00e1 F\u00cdF,<br \/>\nog takka\u00f0i honum fyri t\u00ed\u00f0ina sum forma\u00f0ur<\/em><\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>22. apr\u00edl hev\u00f0i F\u00cdF \u00e1rsa\u00f0alfund \u00ed \u00cdSF-h\u00fasinum. Skr\u00e1in fyri fundin var samb\u00e6rt l\u00f3gum felagsins. Til fundarstj\u00f3ra bleiv valdur Niels J\u00e1kup Jakobsen. Formansfr\u00e1grei\u00f0ingin \u00cd fr\u00e1grei\u00f0ingini fegnast Heri um, at ein f\u00f8royingur loksins hevur greitt \u00fatt\u00f8kukravi\u00f0 til eina undankapping til ungd\u00f3ms \u2013OL. Samstundis fegnast hann um, at aftur \u00ed 2009 st\u00f3\u00f0u fleiri av ungd\u00f3msmetunum fyri falli. Eisini [&hellip;]<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":6483,"comment_status":"closed","ping_status":"","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"ngg_post_thumbnail":0,"_jetpack_newsletter_access":"","_jetpack_dont_email_post_to_subs":false,"_jetpack_newsletter_tier_id":0,"_jetpack_memberships_contains_paywalled_content":false,"_jetpack_feature_clip_id":0,"_jetpack_memberships_contains_paid_content":false,"footnotes":"","jetpack_publicize_message":"","jetpack_publicize_feature_enabled":true,"jetpack_social_post_already_shared":true,"jetpack_social_options":{"image_generator_settings":{"template":"highway","default_image_id":0,"font":"","enabled":false},"version":2},"jetpack_post_was_ever_published":false},"categories":[50],"tags":[],"class_list":["post-6482","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-fif-arkiv"],"jetpack_publicize_connections":[],"jetpack_sharing_enabled":true,"jetpack_featured_media_url":"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2010\/05\/hallur-heri.jpg","_links":{"self":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/6482","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcomments&post=6482"}],"version-history":[{"count":0,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/6482\/revisions"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/media\/6483"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fmedia&parent=6482"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcategories&post=6482"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Ftags&post=6482"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}