{"id":6562,"date":"2010-08-07T20:22:18","date_gmt":"2010-08-07T20:22:18","guid":{"rendered":"https:\/\/www.athletics.fo\/?p=6562"},"modified":"2010-08-07T20:22:18","modified_gmt":"2010-08-07T20:22:18","slug":"fm-1-dagur-breckmann-og-holgarsson-skjotast","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/www.athletics.fo\/?p=6562","title":{"rendered":"FM 1. dagur: Breckmann og Holgarsson skj\u00f3tast"},"content":{"rendered":"<p>Naka\u00f0 av f\u00f3lki hev\u00f0i leita\u00f0 s\u00e6r \u00e1 T\u00f3rsbreyt \u00ed dag, t\u00e1 F\u00cdF skipa\u00f0i fyri fyrru helvt av FM fyri vaksin. Ve\u00f0ri\u00f0 var av t\u00ed heilt fr\u00e6ga. Turt, s\u00f3larglottar og eitt lot.<\/p>\n<p>Tv\u00e6r spurtkappingar, ein mi\u00f0teinur, ein langteinur, tv\u00e6r kastikappingar og longdarlop var \u00e1 skr\u00e1nni \u00ed dag. \u00cd kastikappingunum var alt vi\u00f0 ta\u00f0 gamla. Gull til Hera Ziska og Randi K\u00farberg \u00ed b\u00e6\u00f0i hamara- og diskoskasti.\u00a0T\u00edverri\u00a0var eingin kvinna, i\u00f0 t\u00f3k upp dystin vi\u00f0 Randi.\u00a0<\/p>\n<p>Hetta eru &#8220;paradudisiplinir&#8221; hj\u00e1 Hera, og n\u00fa munnu vera minst 20 \u00e1r li\u00f0in, s\u00ed\u00f0ani hann seinast hevur tapt m\u00f3ti f\u00f8royingi \u00ed hesum greinum.\u00a0 \u00cd dag hev\u00f0i Heri eina javnt g\u00f3\u00f0a seriu \u00ed diskoskast, har \u00f8ll 6 k\u00f8stini v\u00f3ru omanfyri 38 metrar. Vinnarakasti\u00f0 sn\u00edkti seg akkur\u00e1t \u00fat um 40 metrar &#8211; nevnliga 40,08 m. Vi\u00f0 hamaranum gekk eitt sindur verri, t\u00ed seinastu 4 k\u00f8stini miseydna\u00f0ust. Heri\u00a0er nokk v\u00e6ln\u00f8gdur vi\u00f0 \u00farsliti\u00f0 kortini, t\u00ed n\u00e6sta kasti\u00f0 hj\u00e1\u00a0honum f\u00f3r \u00fat \u00e1 40,21 metrar. Og so leingi 4-tali\u00f0 stendur fremst, er v\u00f3n fyri framman.\u00a0Randi hevur eisini veri\u00f0 n\u00e6rum sj\u00e1lvskriva\u00f0ur vinnari vi\u00f0 hamaranum. Og h\u00f3ast venjingarst\u00f8\u00f0an \u00ed dag ikki\u00a0so g\u00f3\u00f0 sum hon var fyri j\u00fast einum \u00e1ri s\u00ed\u00f0ani, t\u00e1 hon setti met vi\u00f0 einum kasti omanfyri 40 metrar, v\u00f3r\u00f0u 31,53 metrar n\u00f3g miki\u00f0 til gulli\u00f0.\u00a0\u00cd \u00e1r\u00a0royndi hon seg so eisini \u00ed diskoskasti og gj\u00f8rdist t\u00ed (fyribils) tv\u00edfaldur f\u00f8royameistari. \u00cd hamarakasti gj\u00f8rdist Uni H\u00f8jgaard nr. 2 vi\u00f0 28,88 og Helgi Geyti nr. 3 vi\u00f0 24,43. \u00cd diskoskasti bleiv Helgi Geyti nr 2 vi\u00f0 26,82 og Hallgr\u00edm Hansen nr. 3 vi\u00f0 25,92.<\/p>\n<p>Longdarlopskappingin hj\u00e1 monnum\u00a0s\u00e1 frammanundan \u00fat til at gerast ein tv\u00eddystur millum Daniel D. Rein og Trygva Laksafoss. Hesir b\u00e1\u00f0ir gj\u00f8rdust eisini nr. 1 og 2, men ta\u00f0 bleiv ikki tann st\u00f3ri spenningurin, t\u00ed longu \u00ed fyrsta umfari kom vinnaralopi\u00f0 fr\u00e1 Daniel uppp\u00e1 5,92. Trygvi, sum fyrr \u00ed summar leyp 5,69 m\u00a0megna\u00f0i ikki at leypa upp til s\u00edtt besta \u00ed dag, og fekk silvur vi\u00f0 5,13 m.<\/p>\n<p>Og so fingu vit eisini eitt <strong>f\u00f8royskt met <\/strong>\u00ed dag, t\u00e1 <strong>Mona Breckmann<\/strong>, sum var einasta kvinna \u00ed longdarlopi, \u00ed \u00f8\u00f0rum lopi leyp 4,56 metrar. Gamla meti\u00f0 \u00e1tti Helga Mikkelsen, systur \u00c1sa Mikkelsen, sum hevur meti\u00f0 \u00ed longdarlopi\u00f0 hj\u00e1 monnum. Kvinnumeti\u00f0 setti Helga \u00ed 1993.<\/p>\n<p>Ta\u00f0 var 5.000 m hj\u00e1 monnum, sum \u00ed dag hev\u00f0i st\u00f8rstu lutt\u00f8kuna. Favoritturin Sam Vang leg\u00f0i seg a odda fr\u00e1 byrjan, men so kom Borgar Biskopst\u00f8 framum, og skapti eitt st\u00f8rri og st\u00f8rri hol aftur til Sam. Kappingin tyktist n\u00e6rum avg\u00f8rd, t\u00e1 Sam br\u00e1dliga ressa\u00f0ist og byrja\u00f0i tippa holi\u00f0 aftur. Holi\u00f0 bleiv tipt, og t\u00e1 600 m v\u00f3ru eftir, kom avgerandi rykki\u00f0 fr\u00e1 Sam, sum sleit seg leysan, og at enda var umlei\u00f0 10 sekund frammanfyri Borgar. Dysturin um bronsuna st\u00f3\u00f0 millum Guttorm S\u00f8rensen og Meinar Ortind. Teir v\u00f3ru p\u00fara javnir til 80 metrar v\u00f3ru eftir. T\u00e1 t\u00f3k Guttorm sj\u00f3gv \u00e1 bak og rann fr\u00e1 Meinari.<\/p>\n<p>Undirt\u00f8kan \u00e1 800 metrum kundi v\u00e6l veri\u00f0 st\u00f8rri hj\u00e1 b\u00e6\u00f0i monnum og kvinnum, t\u00ed \u00ed b\u00e1\u00f0um f\u00f8rum v\u00f3ru eftir avbo\u00f0 bert tveir luttakarar vi\u00f0. Og heldur ikki gj\u00f8rdist talan um nakrar spennandi kappingar. Hj\u00e1 monnum vann R\u00fani Seloy og J\u00fast \u00ed T\u00fani var\u00f0 nr. 2. Hj\u00e1 kvinnunum var ta\u00f0 Bj\u00f8rk Herup Olsen, sum vi\u00f0 einar g\u00f3\u00f0ari t\u00ed\u00f0 &#8211; 2.23.09 &#8211; gj\u00f8rdist f\u00f8royameistari, me\u00f0an Rebekka Fugl\u00f8 bleiv nr. 2.<\/p>\n<p>Eisini \u00e1 400 m kvinnur var skuffandi vi\u00f0 lutt\u00f8ku. Bert Rebekka Fugl\u00f8 st\u00f3\u00f0 \u00e1 startlinjuni, t\u00e1 startskoti\u00f0 gekk. Rebekka, sum eigur f\u00f8royska meti\u00f0 \u00e1 hesum teininum, rann teir 400 metrarnar upp\u00e1 69, 02 sekund. 5 menn st\u00f3\u00f0u kl\u00e1rir til startin \u00e1 400 m. Favorittur var R\u00fani Seloy, men Daniel Djurhuus gav honum dygga m\u00f3tst\u00f8\u00f0u allan vegin. Ta\u00f0 enda\u00f0i t\u00f3 vi\u00f0 at R\u00fani sigra\u00f0i vi\u00f0 \u00fatmerka\u00f0u t\u00ed\u00f0ini 54,31 sek, Daniel bleiv nr. 2 vi\u00f0 55,38 og Hans Jacobsen nr. 3 vi\u00f0 56,80.<\/p>\n<p>Mona Breckmann, sum fyrr \u00e1 degnum hev\u00f0i sett f\u00f8royskt met \u00ed longdarlopi vann eisini 100 m finaluna vi\u00f0 14,20 sek. Nr. 2 gj\u00f8rdist Anna Sof\u00eda Fjallheim vi\u00f0 18,17 sek.<\/p>\n<p>\u00cd mansfinaluni st\u00f3\u00f0u teir b\u00e1\u00f0ir \u00f8ksl vi\u00f0 \u00f8ksl \u00e1 geil 3 og 4. Vestmenningarnir b\u00e1\u00f0ir. Vinmenn og vinnarar av hv\u00f8r s\u00ednum innlei\u00f0ani ri\u00f0ili, og t\u00ed favorittar til tey b\u00e6\u00f0i fremstu pl\u00e1ssini. Daniel Djurhuus Rein og R\u00f3i Holgarson.\u00a0T\u00edverri var Daniel ov skj\u00f3tur \u00far startblokkinum, og so var einki anna\u00f0 hj\u00e1 d\u00f3maranum at gera, enn at v\u00edsa honum rey\u00f0a korti\u00f0. S\u00ed\u00f0an gekk skoti\u00f0 \u00e1 \u00f8\u00f0rum sinni, og n\u00fa v\u00edsti R\u00f3i Holgarsson veruliga hv\u00f8r dugur er \u00ed honum. Hann kom n\u00f3gv fremstur um m\u00e1llinjuna. Ja n\u00e6rum eitt sekund frammanfyri R\u00fana Seloy \u00e1 \u00f8\u00f0rum pl\u00e1ssi og neyvt eitt sekund frammanfyri Hans Jacobsen \u00e1 tri\u00f0a pl\u00e1ssi.<\/p>\n<p>FM heldur fram \u00ed morgin, sunnudagin, vi\u00f0 kappingum \u00ed 100\/110\u00a0m hekkurenning, 200 m, 1.500 m, 3.000 m for\u00f0arenning, spj\u00f3tkasti, k\u00falustoyti og h\u00e6ddarlopi. Kappingarnar byrja kl. 14.00 og halda fram til kl. 16.00.<\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/web.archive.org\/web\/2021\/https:\/\/web.archive.org\/web\/2021\/http:\/\/www.fif.fo\/wp-content\/uploads\/2010\/08\/\u00darslit-FM-vaksin-2010-leygardagur.pdf\" target=\"_blank\">\u00darslit FM vaksin 2010 leygardagur<\/a><\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Naka\u00f0 av f\u00f3lki hev\u00f0i leita\u00f0 s\u00e6r \u00e1 T\u00f3rsbreyt \u00ed dag, t\u00e1 F\u00cdF skipa\u00f0i fyri fyrru helvt av FM fyri vaksin. Ve\u00f0ri\u00f0 var av t\u00ed heilt fr\u00e6ga. Turt, s\u00f3larglottar og eitt lot. Tv\u00e6r spurtkappingar, ein mi\u00f0teinur, ein langteinur, tv\u00e6r kastikappingar og longdarlop var \u00e1 skr\u00e1nni \u00ed dag. \u00cd kastikappingunum var alt vi\u00f0 ta\u00f0 gamla. Gull til [&hellip;]<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":0,"comment_status":"closed","ping_status":"","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"ngg_post_thumbnail":0,"_jetpack_newsletter_access":"","_jetpack_dont_email_post_to_subs":false,"_jetpack_newsletter_tier_id":0,"_jetpack_memberships_contains_paywalled_content":false,"_jetpack_feature_clip_id":0,"_jetpack_memberships_contains_paid_content":false,"footnotes":"","jetpack_publicize_message":"","jetpack_publicize_feature_enabled":true,"jetpack_social_post_already_shared":true,"jetpack_social_options":{"image_generator_settings":{"template":"highway","default_image_id":0,"font":"","enabled":false},"version":2},"jetpack_post_was_ever_published":false},"categories":[50],"tags":[],"class_list":["post-6562","post","type-post","status-publish","format-standard","hentry","category-fif-arkiv"],"jetpack_publicize_connections":[],"jetpack_sharing_enabled":true,"jetpack_featured_media_url":"","_links":{"self":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/6562","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcomments&post=6562"}],"version-history":[{"count":0,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/6562\/revisions"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fmedia&parent=6562"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcategories&post=6562"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Ftags&post=6562"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}