{"id":6567,"date":"2010-08-16T01:35:55","date_gmt":"2010-08-16T01:35:55","guid":{"rendered":"https:\/\/www.athletics.fo\/?p=6567"},"modified":"2010-08-16T01:35:55","modified_gmt":"2010-08-16T01:35:55","slug":"fm-ung-urslitini-strala%c3%b0u-um-kapp-vi%c3%b0-solina","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/www.athletics.fo\/?p=6567","title":{"rendered":"FM-Ung: \u00darslitini str\u00e1la\u00f0u um kapp vi\u00f0 s\u00f3lina!"},"content":{"rendered":"<p>Viskarabl\u00f8\u00f0ini slettu fr\u00e1 s\u00ed\u00f0u til s\u00ed\u00f0u, t\u00e1 bilurin n\u00e6rka\u00f0ist T\u00f3rsbreyt leygarmorgunin. Hev\u00f0i als ikki kunna\u00f0 meg um ve\u00f0urforsagnirnar fyri vikuskifti\u00f0, so v\u00f3nin um gott ve\u00f0ur til fr\u00e6lsan \u00edtr\u00f3tt k\u00e1ma\u00f0ist saman vi\u00f0 \u00f8llum mj\u00f8rkat\u00e1minum hendan morgunin. Men ta\u00f0 skuldi t\u00f3 v\u00edsa seg, at eingin ors\u00f8k var at st\u00fara, t\u00ed so skj\u00f3tt kappingarnar byrja\u00f0u, t\u00f3k eisini s\u00f3lin eitt \u00f3dnartak, brendi burt mj\u00f8rkat\u00e1mi\u00f0 og skein so listiliga og hita\u00f0i hv\u00f8nn kropp \u00e1 T\u00f3rsbreyt. At ta\u00f0 so aftur sunnudagin gj\u00f8rdist talan um naka\u00f0 sama ve\u00f0ur er bara at fegnast um, t\u00ed gott ve\u00f0ur er n\u00e6rum ein fortreyt fyri at kappingarnar skulu eydnast til fulnar.<\/p>\n<p>Ta\u00f0 hava veri\u00f0 n\u00f3gvar kappingar um vikuskifti\u00f0!! N\u00f3gv g\u00f3\u00f0 \u00farslit hava veri\u00f0, og fleiri kappingar v\u00f3ru eisini heilt \u00f3vanliga spennandi. Ikki ver\u00f0a stundir til at umr\u00f8\u00f0a allar\u00a0kappingarnar her. Bert ver\u00f0ur trivi\u00f0 eitt sindur \u00ed vinnararnar \u00ed hv\u00f8rjum b\u00f3lki.<\/p>\n<p>Hj\u00e1 gentum 8-9 \u00e1r var ta\u00f0 <strong>Marita Mortensen,<\/strong> sum vann flestu gullmerkini. Hon vann kappingarnar \u00ed k\u00falustoyti, b\u00f3ltkasti og longdarlopi. \u00cd renningini var ta\u00f0 <strong>Elisabet Holm Simonsen, <\/strong>sum eitt sindur \u00f3v\u00e6nta\u00f0 vann gull \u00e1 b\u00e6\u00f0i 60 og 400 metrum. Sigursvanda <strong>Oddv\u00f8r Josephsen<\/strong> vann silvurmerki \u00ed hesum b\u00e1\u00f0um greinunum.<\/p>\n<p><strong>\u00d3li Ey\u00f0steinsson<\/strong>\u00a0gj\u00f8rdi bart \u00ed \u00f8llum kappingunum hj\u00e1 dreingjum 8-9 \u00e1r. 5 gullmerki bleiv ta\u00f0 til, og \u00d3li var einasti \u00ed\u00f0kari \u00ed FM-Ung, sum vann gull \u00ed \u00f8llum kappingum. Men ta\u00f0 var t\u00f3 ikki uttan m\u00f3tst\u00f8\u00f0u! St\u00f8rstu m\u00f3tst\u00f8\u00f0una fekk hann fr\u00e1 <strong>He\u00f0in H\u00e1vars\u00e1<\/strong> \u00e1\u00a060 og 400 metrum. Ta\u00f0 var serliga \u00ed b\u00f3ltkasti og k\u00falustoyti, at \u00d3li veruliga var n\u00f3gv bestur.<\/p>\n<p><strong>Paulina Fugl\u00f8\u00a0<\/strong>var stinnasti kastari \u00ed gentub\u00f3lkinum\u00a010-11 \u00e1r. Hon vann gull \u00ed b\u00e6\u00f0i b\u00f3ltkasti og k\u00falustoyti.\u00a0I spurtinum og \u00ed longdarlopi st\u00f3\u00f0 eingin Hvirlugentuni <strong>Tinnu Berg J\u00f8rgensen<\/strong> kurl. Hon v\u00edsti seg sum ein sannan superspurtara \u00e1 60 metrum. Eisini \u00e1 300 metrum royndist hon v\u00e6l, men her m\u00e1tti hon l\u00fata fyri <strong>Katarinu H\u00f8j. <\/strong>Katarina m\u00e1tti t\u00f3 eisini l\u00fata fyri <strong>Karin Holm Simonsen<\/strong>, sum rann ein sera g\u00f3\u00f0an 600 metur.<\/p>\n<p>B\u00f3lkurin vi\u00f0 dreingjum 10-11 \u00e1r\u00a0plagar at vera st\u00f3rur, men til hesa kappingina var hann minni enn vanligt. Gullmerkini blivu v\u00e6l b\u00fdtt millum teir str\u00ed\u00f0ssinna\u00f0u dreingirnar. Ta\u00f0 var t\u00f3\u00a0<strong>Leivur Mortensen,\u00a0<\/strong> sum gj\u00f8rdist toppskorari vi\u00f0 trimum gullhei\u00f0ursmerkjum. Hann\u00a0vann 60 metur spurtin, longdarlopi\u00f0 umframt b\u00f3ltkasti\u00f0. <strong>P\u00e1l Niclasen <\/strong>vann eina \u00f3tr\u00faliga spennandi 600 metra kapping, <strong>Fr\u00ed\u00f0i Magnussen<\/strong> vann k\u00falustoytskappingina og \u00a0<strong>John Hermann Fugl\u00f8 <\/strong>vann 300 meturin.<\/p>\n<p>Genturnar 12-13 \u00e1r v\u00f3ru eisini f\u00e6rri \u00ed tali enn til hinar kappingarnar \u00ed summar. \u00cd hesum b\u00f3lkinum var ta\u00f0 serliga <strong>Marita K. Petersen<\/strong>, sum gj\u00f8rdi vart vi\u00f0 seg. Hon vann st\u00f3rsigur \u00ed spj\u00f3tkasti, k\u00falustoyti og h\u00e6ddarlopi. Longdarlopskappingina vann hon eisini. <strong>Hildur Poulsen <\/strong>vann\u00a0allar tr\u00edggjar\u00a0renningarnar &#8211; 80, 300 \u00a0og 600 metrar.<\/p>\n<p><strong>Steingr\u00edmur Hallsson<\/strong>\u00a0 og <strong>Teitur Bjarnastein <\/strong>f\u00f3ru avsta\u00f0 vi\u00f0 teimum gyltastu hei\u00f0ursmerkjunum hj\u00e1 dreingjum 12-13 \u00e1r. Steingr\u00edmur vann gull \u00ed h\u00e6ddarlopi, k\u00falustoyti, spj\u00f3tkasti og \u00e1 600 metrum. Teitur vann\u00a0gull \u00ed longdarlopi, 80 og 300 metrum. Og \u00ed \u00f8llum hesum kappingum gj\u00f8rdist Steingr\u00edmur nr. 2. <strong>T\u00f3ri Nielsen<\/strong>\u00a0vann silvur \u00ed k\u00falustoyti og spj\u00f3tkasti.<\/p>\n<p>Ta\u00f0 gj\u00f8rdist <strong>Elsa Berg<\/strong>, sum vann flestu hei\u00f0urmerkini hj\u00e1 gentum 14-15 \u00e1r. Hon vann rennikappingarnar \u00e1 100, 300, 800 metrum, umframt longdarlop. Kastikappingarnar b\u00e1\u00f0ar &#8211;\u00a0spj\u00f3tkast og diskoskast &#8211; \u00a0vann <strong>Bj\u00f8rk Reynagar\u00f0 Svabo. <\/strong>Harumframt vann Bj\u00f8rk eisini kappingina \u00ed h\u00e6ddarlopi.<\/p>\n<p>\u00cd kappingunum hj\u00e1 dreingjum 14-15 \u00e1r vann spurtkongurin <strong>D\u00e1njal J\u00e1kup Niclasen<\/strong>\u00a0gull \u00ed st\u00f3rum st\u00edli \u00e1 b\u00e6\u00f0i 100 og 300 metrum. Aftrat hesum b\u00e1\u00f0um sigrunum vann hann eisini b\u00e6\u00f0i h\u00e6ddar- og longdarlop. <strong>Marnar Djurhuus <\/strong>vann 800 metur, me\u00f0an <strong>Hallur Simonsen <\/strong>vann diskos og <strong>Hanus Bergsson<\/strong> vann\u00a0spj\u00f3tkast. \u00darsliti\u00f0 hj\u00e1 Hanusi var so gott, at ta\u00f0 r\u00f8kk til A-kravi\u00f0 \u00ed talentb\u00f3lkinum hj\u00e1 F\u00cdF!!<\/p>\n<p>T\u00edverri v\u00f3ru n\u00f8kur avbo\u00f0 \u00ed kappingini hj\u00e1 gentum 16-17 \u00e1r. Naka\u00f0 tunnligt var longu frammanundan vi\u00f0 tilmeldingum til hendan b\u00f3lkin, so allar kappingarnar v\u00f3r\u00f0u ikki avgreiddar. Men ta\u00f0 gj\u00f8rdist so <strong>Dagmar Johannesen,<\/strong>\u00a0 sum vann f\u00f8royameistaraheiti\u00f0 \u00e1 100, \u00a0400 og 800 metrum.<\/p>\n<p>Sum so mangan \u00e1\u00f0ur var ta\u00f0 <strong>R\u00fani Seloy<\/strong>, sum t\u00f3k s\u00e6r av flestu gullmerkjunum \u00ed hansara aldursflokki, sum n\u00fa er 16-17 \u00e1r. \u00cd \u00e1r gj\u00f8rdist ta\u00f0 til gull \u00ed \u00f8llum renningunum &#8211; 100, 400 og 800 m. <strong>Helgi Geyti<\/strong> vann b\u00e6\u00f0i diskoskast og spj\u00f3tkast, me\u00f0an <strong>Trygvi Laksafoss<\/strong>\u00a0vann longdar- og h\u00e6ddarlop.<\/p>\n<p>\u00cd b\u00f3lkunum 18-19 \u00e1r var bert ein luttakari og hann kappa\u00f0ist bert \u00ed t\u00ed einu greinini. Ta\u00f0 var <strong>R\u00f3i Holgarsson<\/strong>, sum royndi seg \u00e1 100 metrum, og kom hann eisini \u00e1 m\u00e1l vi\u00f0 einari g\u00f3\u00f0ari t\u00ed\u00f0.<\/p>\n<p>Kappingarnevndin fegnast um eina g\u00f3da kapping, og takkar \u00f8llum, sum t\u00f3ku eina hond \u00ed, har \u00e1 st\u00f3d. Uttan dygga hj\u00e1lp fr\u00e1 foreldrunum ber sn\u00f8gt sagt ikki til at skipa fyri sl\u00edkum tilt\u00f8kum. Vit gleda okkum longu til n\u00e6sta \u00e1r, og v\u00f3na at vit vera enn fleiri t\u00e1.<\/p>\n<p>N\u00fa er bert eftir at melda til st\u00f3ru finaluna, t\u00e1 5. umfar av Grand Prix verdur hildid \u00e1 T\u00f3rsbreyt 25. august. Tilmeldingin verdur kl\u00e1r seinni \u00ed vikuni.<\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2010\/08\/FMU-2010-%C3%BArslit.pdf\" target=\"_blank\">FMU 2010 \u00farslit<\/a><\/p>\n<p>Myndir eru at finna \u00e1 <a href=\"http:\/\/www.bragdi\u00f0.fo\">www.bragdid.fo<\/a>\u00a0og <a href=\"http:\/\/www.hvirlan.fo\">www.hvirlan.fo<\/a><\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Viskarabl\u00f8\u00f0ini slettu fr\u00e1 s\u00ed\u00f0u til s\u00ed\u00f0u, t\u00e1 bilurin n\u00e6rka\u00f0ist T\u00f3rsbreyt leygarmorgunin. Hev\u00f0i als ikki kunna\u00f0 meg um ve\u00f0urforsagnirnar fyri vikuskifti\u00f0, so v\u00f3nin um gott ve\u00f0ur til fr\u00e6lsan \u00edtr\u00f3tt k\u00e1ma\u00f0ist saman vi\u00f0 \u00f8llum mj\u00f8rkat\u00e1minum hendan morgunin. Men ta\u00f0 skuldi t\u00f3 v\u00edsa seg, at eingin ors\u00f8k var at st\u00fara, t\u00ed so skj\u00f3tt kappingarnar byrja\u00f0u, t\u00f3k eisini s\u00f3lin [&hellip;]<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":0,"comment_status":"closed","ping_status":"","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"ngg_post_thumbnail":0,"_jetpack_newsletter_access":"","_jetpack_dont_email_post_to_subs":false,"_jetpack_newsletter_tier_id":0,"_jetpack_memberships_contains_paywalled_content":false,"_jetpack_feature_clip_id":0,"_jetpack_memberships_contains_paid_content":false,"footnotes":"","jetpack_publicize_message":"","jetpack_publicize_feature_enabled":true,"jetpack_social_post_already_shared":true,"jetpack_social_options":{"image_generator_settings":{"template":"highway","default_image_id":0,"font":"","enabled":false},"version":2},"jetpack_post_was_ever_published":false},"categories":[50],"tags":[],"class_list":["post-6567","post","type-post","status-publish","format-standard","hentry","category-fif-arkiv"],"jetpack_publicize_connections":[],"jetpack_sharing_enabled":true,"jetpack_featured_media_url":"","_links":{"self":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/6567","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcomments&post=6567"}],"version-history":[{"count":0,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/6567\/revisions"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fmedia&parent=6567"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcategories&post=6567"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Ftags&post=6567"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}