{"id":6578,"date":"2010-09-05T18:31:05","date_gmt":"2010-09-05T18:31:05","guid":{"rendered":"https:\/\/www.athletics.fo\/?p=6578"},"modified":"2010-09-05T18:31:05","modified_gmt":"2010-09-05T18:31:05","slug":"%c3%b8ssur-debes-eirksfoss-2-f%c3%b8roysk-met-leygardagin","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/www.athletics.fo\/?p=6578","title":{"rendered":"\u00d8ssur Debes Eiriksfoss 2 f\u00f8roysk met leygardagin!!"},"content":{"rendered":"<p>Vit hava seinnu \u00e1rini hoyrt um so mong f\u00f8roysk met \u00ed fr\u00e6lsum \u00edtr\u00f3tti. Men n\u00e6rum hv\u00f8rjafer\u00f0 hava ta\u00f0 veri\u00f0 kvinnumet, sum hava sta\u00f0i\u00f0 fyri skotum. Serliga er ta\u00f0 Bj\u00f8rk Herup Olsen, sum hevur sett eitt hav av metum, men eisini Rigmor N. Arge, \u00a0Rebekka Fugl\u00f8, Joan Bl\u00e1foss, Randi K\u00farberg, Ingibj\u00f8rg Poulsen\u00a0og Mona Breckmann hava sett met seinnu \u00e1rini.<\/p>\n<p>Hj\u00e1 monnunum hinvegin, hava f\u00f8roysk met veri\u00f0 sum lundi \u00e1 j\u00f3lan\u00e1tt. Seinasta meti\u00f0 er hj\u00e1 R\u00f3gva H\u00f8jgaard \u00ed spj\u00f3tkasti, og ta\u00f0 er fr\u00e1 2007. S\u00ed\u00f0ani skulu vit heilt aftur til metini hj\u00e1 Heina H\u00e1t\u00fan: k\u00falustoyt \u00ed 2004 og so metini \u00e1 100, 200 og 400 metrum fr\u00e1 2001 til 2003.<\/p>\n<p>Leygarmorgunin skipa\u00f0i Hvirlan fyri opnari kapping \u00e1 T\u00f3rsbreyt, har tr\u00edggjar kappingargreinar v\u00f3ru \u00e1 skr\u00e1nni. \u00cd tveimum av kappingunum, h\u00e6ddarlopi og tr\u00edst\u00f8kki, hevur veri\u00f0 l\u00edti\u00f0 kappast \u00ed F\u00f8royum. Men leygarmorgunin var fitt av luttakarum til kappingarnar, og millum teirra v\u00f3ru eisini b\u00e6\u00f0i Daniel Djurhuus Rein og \u00d8ssur Debes Eiriksfoss, sum b\u00e1\u00f0ir hava lopi\u00f0 omanfyri f\u00f8royska meti\u00f0 \u00ed h\u00e6ddarlopi til venjingar. So spennandi var um meti\u00f0 f\u00f3r at vera tiki\u00f0, og eisini um hv\u00f8r teirra skuldi taka ta\u00f0.<\/p>\n<p>Ta\u00f0 gj\u00f8rdist \u00d8ssur, sum t\u00f3k meti\u00f0, i\u00f0 frammanundan\u00a0var 175 cm. Hann kom upp um 176 cm \u00ed fyrstu royndini, h\u00f3ast hann streyfa\u00f0i yvirleggjaran. Ta\u00f0 gekk als ikki eftir vild hj\u00e1 Daniel, sum enda\u00f0i \u00e1 171 cm. \u00d8ssur, sum er ein av okkara fr\u00e6gu fimleikarum, t\u00f3k meti\u00f0 fr\u00e1 einum \u00f8\u00f0rum fimleikara, nevnliga Helga Winther Olsen, sum til oyggjaleikirnar \u00ed 2001 vann 7 gullmerki. \u00d8ssur valdi at halda fram vi\u00f0 180 cm eftir at meti\u00f0 var tiki\u00f0. Og h\u00f3ast hann serliga \u00ed a\u00f0ru royndini var sera n\u00e6r vi\u00f0, so enda\u00f0i hann vi\u00f0 at vinna vi\u00f0 176 cm, ella ein cm h\u00e6gri enn gamla meti\u00f0.<\/p>\n<p>At ta\u00f0 er ein fyrimunur at hava ein fort\u00ed\u00f0 \u00ed fimleiki \u00ed kappingum \u00ed fr\u00e6lsum \u00edtr\u00f3tti, kom eisini til sj\u00f3ndar, t\u00e1 fari\u00f0 var undir kappingina \u00ed tr\u00edst\u00f8kki. Meti\u00f0 upp \u00e1 12,86 m \u00e1tti longdarleyparin \u00c1si Mikkelsen, men ta\u00f0 l\u00e1 \u00ed luftini, at her v\u00f3ru tveir, sum kundu h\u00f3tta ta\u00f0. Og longu eftir fyrsta umfar var\u00f0 spenningurin sta\u00f0festur. Daniel Djurhuus Rein leyp 12,67 og \u00d8ssur Debes Eiriksfoss leyp 12,74. Eftir hetta gekk minni v\u00e6l hj\u00e1 Daniel, me\u00f0an \u00d8ssur bara \u00f8kti. Og \u00ed tri\u00f0ja lopinum hendi ta\u00f0. 13.08 og akkur\u00e1t g\u00f3\u00f0kendur vindur (+1,9)\u00a0N\u00fdtt f\u00f8royskt met &#8211; ta\u00f0 n\u00e6sta \u00e1 degnum! \u00cd fimta lopinum kom \u00d8ssur heilt \u00fat \u00e1 13,25 m, men hesufer\u00f0 var vindurin ov n\u00f3gvur (+2,4) til at meti\u00f0 kann g\u00f3\u00f0kennast. Eftir er bert at v\u00f3na, at \u00d8ssur fer at gera meira vi\u00f0 fr\u00e6lsa \u00edtr\u00f3ttin, t\u00ed har er enn so n\u00f3gv meira at heinta!<\/p>\n<p>Tri\u00f0ja kappingin leygardagin (ta\u00f0 var faktiskt tann fyrsta) var kappingin \u00ed diskoskasti. Og her var ikki hv\u00f8r sum helst m\u00f8ttur til start. Danmarksmeistarin Peter Berling, sum \u00ed \u00e1r hevur kasta\u00f0 heilar 54 metrar var komin til F\u00f8roya at kasta, av t\u00ed at ein kapping \u00ed Helsingborg var\u00f0 avl\u00fdst. Undan kappingini hev\u00f0i Peter lova\u00f0 okkum eitt breytarmet, og hann livdi eisini upp til ta\u00f0 vi\u00f0 einum kasti upp\u00e1 49,76. Hetta er eisini ein metur\u00a0longri enn f\u00f8royska meti\u00f0, so sigast m\u00e1, at st\u00f8\u00f0i\u00f0 hendan dagin var \u00f3vanliga h\u00f8gt. Heri Ziska kasta\u00f0i eisini r\u00edmiliga v\u00e6l og bleiv nr. 2 vi\u00f0 41,39. Uttan at vita hetta, giti eg, at hetta er fyrstu fer\u00f0 s\u00ed\u00f0ani oyggjaleikirnar \u00ed F\u00f8royum, at Heri ikki er farin heim sum sigursharri eftir eina diskoskapping \u00ed F\u00f8royum.<\/p>\n<p>Samanumtiki\u00f0 kann ikki sigast anna\u00f0, enn at hetta gj\u00f8rdist dagur \u00ed viku. 2 f\u00f8roysk met, og \u00ed tri\u00f0ju kappingini gj\u00f8rdist vinnara\u00farsliti\u00f0 eisini betri enn f\u00f8royska meti\u00f0. Hetta var so tann seinasta av einari r\u00f8\u00f0 av opnum kappingum, sum Hvirlan hevur skipa\u00f0 fyri. \u00d8ll \u00farslitini umframt eitt youtube klipp fr\u00e1 metinum \u00ed h\u00e6ddarlopi liggur \u00e1 <a href=\"http:\/\/www.hvirlan.fo\">www.hvirlan.fo<\/a><\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Vit hava seinnu \u00e1rini hoyrt um so mong f\u00f8roysk met \u00ed fr\u00e6lsum \u00edtr\u00f3tti. Men n\u00e6rum hv\u00f8rjafer\u00f0 hava ta\u00f0 veri\u00f0 kvinnumet, sum hava sta\u00f0i\u00f0 fyri skotum. Serliga er ta\u00f0 Bj\u00f8rk Herup Olsen, sum hevur sett eitt hav av metum, men eisini Rigmor N. Arge, \u00a0Rebekka Fugl\u00f8, Joan Bl\u00e1foss, Randi K\u00farberg, Ingibj\u00f8rg Poulsen\u00a0og Mona Breckmann hava sett [&hellip;]<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":0,"comment_status":"closed","ping_status":"","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"ngg_post_thumbnail":0,"_jetpack_newsletter_access":"","_jetpack_dont_email_post_to_subs":false,"_jetpack_newsletter_tier_id":0,"_jetpack_memberships_contains_paywalled_content":false,"_jetpack_feature_clip_id":0,"_jetpack_memberships_contains_paid_content":false,"footnotes":"","jetpack_publicize_message":"","jetpack_publicize_feature_enabled":true,"jetpack_social_post_already_shared":true,"jetpack_social_options":{"image_generator_settings":{"template":"highway","default_image_id":0,"font":"","enabled":false},"version":2},"jetpack_post_was_ever_published":false},"categories":[50],"tags":[],"class_list":["post-6578","post","type-post","status-publish","format-standard","hentry","category-fif-arkiv"],"jetpack_publicize_connections":[],"jetpack_sharing_enabled":true,"jetpack_featured_media_url":"","_links":{"self":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/6578","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcomments&post=6578"}],"version-history":[{"count":0,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/6578\/revisions"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fmedia&parent=6578"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcategories&post=6578"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Ftags&post=6578"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}