{"id":6605,"date":"2011-01-16T03:21:03","date_gmt":"2011-01-16T03:21:03","guid":{"rendered":"https:\/\/www.athletics.fo\/?p=6605"},"modified":"2011-01-16T03:21:03","modified_gmt":"2011-01-16T03:21:03","slug":"vana-likindi-fralik-undirt%c3%b8ka","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/www.athletics.fo\/?p=6605","title":{"rendered":"V\u00e1na l\u00edkindi &#8211; fr\u00e1l\u00edk undirt\u00f8ka!"},"content":{"rendered":"<p>Ta\u00f0 var eingin \u00edsur \u00e1 vegnum leygardagin, t\u00e1 \u00fatsetta n\u00fdggj\u00e1rsh\u00e1lvmaraton var\u00f0 runni\u00f0 \u00ed Eysturoynni. Og ta\u00f0 kava\u00f0i heldur ikki. Men so er eisini alt ta\u00f0 g\u00f3\u00f0a sagt um ve\u00f0ri\u00f0, sum sigast kann. T\u00ed n\u00f3gvur m\u00f3tvindur var \u00ed gj\u00e1r, og fyrsta t\u00edman regna\u00f0i mest sum allat\u00ed\u00f0ina. Harafturat komu nakrar hvassar hvirlur vi\u00f0 grovum \u00e6lingi. Og ta\u00f0 kom beint framman \u00e1!<\/p>\n<p>Men rennarar eru naka\u00f0 fyri seg. T\u00ed h\u00f3ast ringu l\u00edkindini, var metst\u00f3r lutt\u00f8ka. 33 menn og 12 kvinnur st\u00f3\u00f0u og trippa\u00f0u \u00ed gr\u00f3tbrotinum vi\u00f0 Funningsfjar\u00f0arvegin t\u00e1 klokkan n\u00e6rka\u00f0ist 11, og l\u00f8tu seinni f\u00f3r allur flokkurin pressandi oman m\u00f3ti Sk\u00e1labotni. Lei\u00f0in gekk \u00fat \u00e1 Toftakei.<\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2011\/01\/IMG_8611.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"alignnone size-full wp-image-3873\" title=\"IMG_8611\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2011\/01\/IMG_8611.jpg\" alt=\"\" width=\"285\" height=\"176\" \/><\/a><br \/>\n<em>45 rennarar leggja til brots<\/em><\/p>\n<p>Hj\u00e1 monnunum var ta\u00f0 Henry Olsen \u00far Bragdinum, sum\u00a0beinanvegin\u00a0leg\u00f0i seg \u00e1 odda vi\u00f0 Jonhardi Larsen og Andrasi Joensen eitt vet aftari. Og aftanfyri teir b\u00e1\u00f0ar str\u00edddust J\u00f3han M. Jacbosen og Magni Jacobsen. T\u00e1 8 km eru farnir, er Jonhard farin undan Andrasi, og hevur vunni\u00f0 seg heilt fram til Henry.\u00a0Favorittarnir b\u00e1\u00f0ir, \u00a0Jonhard og Henry fylgjast s\u00ed\u00f0ani ni\u00f0an Byrgisbrekkuna, men ni\u00f0ankomnir setir Henry fer\u00f0 \u00e1 og fer s\u00ed\u00f0ani st\u00f8\u00f0ugt fr\u00e1 Jonhardi og vinnur N\u00fdggj\u00e1rsh\u00e1lvmaraton 2011 g\u00f3\u00f0ar tveir minuttir frammanfyri Jonhard. Ivaleyst st\u00f8rsti sigurin hj\u00e1 Henry, s\u00ed\u00f0ani hann byrja\u00f0i at renna.<\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2011\/01\/IMG_8628.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"alignnone size-full wp-image-3874\" title=\"IMG_8628\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2011\/01\/IMG_8628.jpg\" alt=\"\" width=\"358\" height=\"230\" \/><\/a><br \/>\n<em>Henry hevur her eftir 15 km lagt seg avgerandi \u00e1 odda <\/em><\/p>\n<p>Andras Joensen rann leingi einsamallur \u00e1 tri\u00f0ja pl\u00e1ssi, men komnir heilt inn til Runav\u00edkar, hevur Magni Jacobsen str\u00edtt seg fram til hansara. Teir fylgjast eina l\u00f8tu, men longu \u00ed svinginum \u00e1 Nesi fer Magni undan. Magni endar sostatt nr. 3 sm\u00e1 40 sekund frammanfyri Andras \u00e1 fj\u00f3r\u00f0apl\u00e1ssi.<\/p>\n<p>Men Andras f\u00f3r ikki t\u00f3mhentur til h\u00fasa kortini. T\u00ed \u00farslit hansara rakk til eitt silvurmerki \u00ed veteranb\u00f3lkinum. Nr 1 \u00ed veteranb\u00f3lkinum var sami ma\u00f0ur, sum vann opna b\u00f3lkin, nevnliga Henry Olsen! Ultramaratonrennarin P\u00f3l Sundskar\u00f0 vann bronsuna.<\/p>\n<p>Eingin av hinum Superveteranunum st\u00f3\u00f0 bestseljaranum \u00d3la Olsen kurl. Naka\u00f0 varliga mundi hann leggja \u00fat \u00ed dag, men hann fekk vundi\u00f0 seg so n\u00f3gv upp, at hann ikki bert vann s\u00edn flokk vi\u00f0 10 minuttum. 61 \u00e1ra gamli rith\u00f8vundurin\u00a0lova\u00f0i bara 4 av teimum ungu fyrr \u00e1 m\u00e1l! Annars hava Jens Weihe og \u00d3li mangan javnan dystin kappast, men hesufer\u00f0 gj\u00f8rdist einki\u00a0hj\u00e1\u00a063 \u00e1ra gamla Jensinum, sum t\u00f3 vann silvur. Gunnar Simonsen vann bronsuna.<\/p>\n<p>Sera gle\u00f0iligt var at s\u00edggja so n\u00f3gvar kvinnur \u00e1 startlinjuni. Og 5 t\u00e6r fremstu v\u00f3ru eisini r\u00e6ttiliga javnar allan vegin. T\u00f3 var ta\u00f0 T\u00f3rv\u00f8r \u00d8ster\u00f8 Vang, sum var naka\u00f0 frammanfyri hinar allan vegin. Men bara ein st\u00f3rur minuttur var fr\u00e1 fr\u00e1 Ingrid Patursson \u00e1 \u00f8\u00f0rum pl\u00e1ssi aftur til Gunhild Helmsdal \u00e1 tri\u00f0ja, Astrid Joensen \u00e1 fj\u00f3r\u00f0a og Katrin Danielsen \u00e1 fimta pl\u00e1ssi. So har var allat\u00ed\u00f0ina spenningur um, hvussu hei\u00f0ursmerkjab\u00fdti\u00f0 f\u00f3r at ver\u00f0a.<\/p>\n<p>Veterankappingina hj\u00e1 kvinnunum vann Ingrid Patursson frammanfyri Lydiu Gardar og Karin K. Petersen.<\/p>\n<p>Ikki kann sigast anna\u00f0, enn at str\u00ed\u00f0sviljin var st\u00f3rur \u00ed dag. \u00cd sl\u00edkum ve\u00f0ri er v\u00e6ntandi, at onkur gevur upp \u00e1 lei\u00f0ini. Meira enn so. Men \u00ed dag var eingin, sum gav upp. \u00d8ll tey 45, sum byrja\u00f0u \u00e1 Funningsfjar\u00f0arvegnum, komu \u00ed \u00f8llum g\u00f3\u00f0um \u00fat \u00e1 Toftakei!! Eitt bragd \u00ed s\u00e6r sj\u00e1lvum.<\/p>\n<p>Aftan\u00e1 g\u00f3\u00f0a br\u00fasu \u00ed \u00edtr\u00f3ttarh\u00f8llini, var\u00f0 bj\u00f3\u00f0a\u00f0 til kaffimunn og heitar vafflur \u00ed Sj\u00f3kaf\u00e9&#8217;ini. Ta\u00f0 er sj\u00e1lvandi sera hugnaligt, og ikki minni t\u00fddningarmiki\u00f0, at vit ikki bara hoyra tivanina hj\u00e1 hv\u00f8rjum \u00f8\u00f0rum, men eisini kunnu tosa um renning og anna\u00f0 leyst og fast eftir loki\u00f0 str\u00ed\u00f0.<\/p>\n<p>Takk fyri dagin!<\/p>\n<p>\u00darslitini eru at finna <a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2011\/01\/nhalv2011.pdf\">her<\/a> og myndir koma <em>her<\/em> (so skj\u00f3tt sum tilber).<\/p>\n<p><a href=\"http:\/\/picasaweb.google.com\/Treysti\/Nyggjarshalvmarathon2011MyndirJoannesNPoulsen?authkey=Gv1sRgCOKTvNi2o4KwYg#\">Her<\/a> eru myndir J\u00f3annes hevur tiki\u00f0, og <a href=\"http:\/\/picasaweb.google.com\/Treysti\/Nyggjarshalvmarathon2011MyndirJorunMRkRe#\">her<\/a> eru myndir sum J\u00f3run hevur tiki\u00f0.<\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Ta\u00f0 var eingin \u00edsur \u00e1 vegnum leygardagin, t\u00e1 \u00fatsetta n\u00fdggj\u00e1rsh\u00e1lvmaraton var\u00f0 runni\u00f0 \u00ed Eysturoynni. Og ta\u00f0 kava\u00f0i heldur ikki. Men so er eisini alt ta\u00f0 g\u00f3\u00f0a sagt um ve\u00f0ri\u00f0, sum sigast kann. T\u00ed n\u00f3gvur m\u00f3tvindur var \u00ed gj\u00e1r, og fyrsta t\u00edman regna\u00f0i mest sum allat\u00ed\u00f0ina. Harafturat komu nakrar hvassar hvirlur vi\u00f0 grovum \u00e6lingi. Og ta\u00f0 [&hellip;]<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":6606,"comment_status":"closed","ping_status":"","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"ngg_post_thumbnail":0,"_jetpack_newsletter_access":"","_jetpack_dont_email_post_to_subs":false,"_jetpack_newsletter_tier_id":0,"_jetpack_memberships_contains_paywalled_content":false,"_jetpack_feature_clip_id":0,"_jetpack_memberships_contains_paid_content":false,"footnotes":"","jetpack_publicize_message":"","jetpack_publicize_feature_enabled":true,"jetpack_social_post_already_shared":true,"jetpack_social_options":{"image_generator_settings":{"template":"highway","default_image_id":0,"font":"","enabled":false},"version":2},"jetpack_post_was_ever_published":false},"categories":[50],"tags":[],"class_list":["post-6605","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-fif-arkiv"],"jetpack_publicize_connections":[],"jetpack_sharing_enabled":true,"jetpack_featured_media_url":"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2011\/01\/IMG_8611.jpg","_links":{"self":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/6605","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcomments&post=6605"}],"version-history":[{"count":0,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/6605\/revisions"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/media\/6606"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fmedia&parent=6605"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcategories&post=6605"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Ftags&post=6605"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}