{"id":6626,"date":"2011-02-04T23:30:53","date_gmt":"2011-02-04T23:30:53","guid":{"rendered":"https:\/\/www.athletics.fo\/?p=6626"},"modified":"2011-02-04T23:30:53","modified_gmt":"2011-02-04T23:30:53","slug":"nordurlendskur-fundur-barna-og-ungdomsmenning","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/www.athletics.fo\/?p=6626","title":{"rendered":"Nordurlendskur fundur &#8211; barna- og ungd\u00f3msmenning"},"content":{"rendered":"<p>Fyri at f\u00e1a tr\u00edggjar flugur \u00ed einum h\u00f8ggi, h\u00f8vdu vit fingi\u00f0 fryntliga h\u00f8vu\u00f0sfyriskiparan av \u00e1rliga nor\u00f0urlendska ungd\u00f3msr\u00e1\u00f0sfundinum at leggja fundin dagarnar eftir Pallas Spelen, har vit j\u00fa v\u00f3ru til sta\u00f0ar. Ikki bara var\u00f0 fundurin lagdur m\u00e1na- og t\u00fdsdagin eftir, men sanniliga um ikki Daniel Bergin fekk skipa\u00f0 solei\u00f0is fyri, at fundurin eisini var\u00f0 hildin \u00e1 sama hotelli, har vit b\u00fa\u00f0u.<\/p>\n<p>Vi\u00f0 \u00e1 fundinum v\u00f3ru umframt Guttorm S\u00f8rensen og undirrita\u00f0a \u00far F\u00f8royum, eisini 5 danir, 4 svenskarar og 2 normenn. Hesi v\u00f3ru fyri ta\u00f0 mesta limir \u00ed barna- og ungd\u00f3msr\u00e1\u00f0unum hj\u00e1 sersambondunum.\u00a0Onkur \u00ed f\u00f8stum arbei\u00f0i,\u00a0tey flestu t\u00f3 sj\u00e1lvbo\u00f0in. Ta\u00f0 skiltist skj\u00f3tt, at flestu av hesum v\u00f3ru hugskotsr\u00edk, virkisf\u00fas, full av \u00e1r\u00e6\u00f0i vi\u00f0 n\u00f3gvum \u00farslitum at v\u00edsa \u00e1.<\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2011\/02\/nordisk-m%C3%B8te-3.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"alignnone size-full wp-image-3991\" title=\"nordisk m\u00f8te 3\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2011\/02\/nordisk-m%C3%B8te-3.jpg\" alt=\"\" width=\"576\" height=\"432\" \/><\/a><br \/>\n<em>Her er ta\u00f0\u00a0Martin Lauesen \u00far Danmark \u00ed grei\u00f0ir fr\u00e1 (Mynd: Daniel Bergin)<\/em><\/p>\n<p>T\u00e6r ymisku tj\u00f3\u00f0irnar h\u00f8vdu, sum vanligt er, framl\u00f8gu av teimum tilt\u00f8kum tey hava sett \u00ed verk seinastu t\u00ed\u00f0ina, umframt at tey grei\u00f0a fr\u00e1 hvussu n\u00f8kur eitt sindur eldri tilt\u00f8k eydnast. Ta\u00f0 er sera spennandi at\u00a0fr\u00e6tta um hesi tilt\u00f8k, og hvussu n\u00f3gv tey leggja fyri. Felags fyri\u00a0hini londini er, at tey\u00a0\u00f8ll hava tilt\u00f8k, har f\u00f3lkask\u00falin eisini er ein partur. Hetta ver\u00f0ur t\u00f3 gj\u00f8rt upp\u00e1 n\u00f3gvar ymiskar m\u00e1tar, men endam\u00e1li\u00f0 er \u00ed \u00f8llum\u00a0 f\u00f8rum at beina fleiri b\u00f8rn m\u00f3ti fr\u00e6lsa \u00edtr\u00f3ttinum. Uppg\u00e1van hj\u00e1 F\u00cdF er \u00ed hesum sambandi at meta um, hv\u00f8rjir m\u00f8guleikar eru \u00ed F\u00f8royum, og hvat h\u00f3skar til f\u00f8roysk vi\u00f0urskifti. Men n\u00f3gv v\u00f3ru hugskotini, og \u00ed F\u00cdF hava vit veruliga\u00f0 naka\u00f0 at hugsa um.<\/p>\n<p>\u00c1 seinna degnum var\u00f0 eisini tosa\u00f0 v\u00ed\u00f0ari um Scandi Camp. Ole Christian\u00a0fr\u00e1 Norra\u00a0og Ronja\u00a0fr\u00e1 Danmark, sum vit kenna sum dugnaligar lei\u00f0arar fr\u00e1 seinasta Scandi Camp, skulu\u00a0aftur standa sum h\u00f8vu\u00f0sfyriskiparar av Scandi Camp 2011, sum ver\u00f0ur \u00ed H\u00f8nefoss, ein t\u00edma uttanfyri Oslo. Innbj\u00f3\u00f0ing er l\u00f8gd \u00e1 facebook vangamyndina hj\u00e1 Scandi Camp.<\/p>\n<p>Ta\u00f0\u00a0hevur eisini veri\u00f0\u00a0arbeitt vi\u00f0 einum felags nor\u00f0urlendskum\u00a0\u00edtr\u00f3ttarmerki, ella dugnaskapsmerki. Meiningin er, at allir ungir \u00ed\u00f0karar skulu hava m\u00f8gleika at vinna s\u00e6r eitt dugnaskapsmerki\u00a0\u00ed teimum ymisku greinunum innan fr\u00e6lsan \u00edtr\u00f3tt, og F\u00f8royar koma sj\u00e1lvandi at vera partur av hesum. Royndin ver\u00f0ur ikki bara basera\u00f0 \u00e1 \u00farslit, men\u00a0heldur \u00ed serligan mun \u00e1 tekniskar f\u00f8rleikar.<\/p>\n<p>Hetta var 5. \u00e1ri\u00f0 \u00e1 ra\u00f0, at hesin fundur var\u00f0\u00a0fyriskipa\u00f0ur.\u00a0\u00cd januar 2010 v\u00f3ru vit vertir, og n\u00e6sta \u00e1r ver\u00f0a ta\u00f0 normenn, sum fara at varta.\u00a0Hesir fundir eru sera gevandi og\u00a0m\u00edn v\u00f3n er, at hetta fer at s\u00edggjast aftur \u00ed dagliga arbei\u00f0num vi\u00f0\u00a0fr\u00e6lsum \u00edtr\u00f3tti \u00ed F\u00f8royum.<\/p>\n<p>Eftir loknan fund leygardagin v\u00f3ru allir luttakararnir bodnir til &#8220;Aktivitet&#8221;. Bert fyriskiparin, Daniel Bergin, visti frammanundan hvat hetta gekk \u00fat upp\u00e1. So ta\u00f0 var vi\u00f0 st\u00f3rum spenningi, at vit settu okkum \u00ed bussin \u00e1 farst\u00f8\u00f0ini \u00ed Malm\u00f8. Ta\u00f0 v\u00edsti seg at vit blivu koyrd til &#8220;Utmaningarnas Hus&#8221;, sum er eitt sta\u00f0 har toymisarbei\u00f0i skal roynast \u00ed ymiskum \u00fatfordringum. Har eru 40 ymisk r\u00fam vi\u00f0 4 sl\u00f8gum av uppg\u00e1vum \u00ed kategoriunum: Kl\u00f3kskapur, presisi\u00f3n, fysikkur og li\u00f0 m\u00f3ti li\u00f0i. Vit blivu b\u00fdtt \u00ed tr\u00fd li\u00f0, og skuldu so royna at\u00a0samla so n\u00f3gv stig,\u00a0sum m\u00f8guligt \u00ed\u00a02,5 t\u00edmar \u00ed teimum ymsu r\u00famunum. Hetta var sera \u00e1hugavert og stuttligt at royna.<\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2011\/02\/nordisk-m%C3%B8te-1.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"alignnone size-full wp-image-3992\" title=\"nordisk m\u00f8te 1\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2011\/02\/nordisk-m%C3%B8te-1.jpg\" alt=\"\" width=\"576\" height=\"432\" \/><\/a><br \/>\n<em>Lei\u00f0arin \u00ed &#8220;Utmaningarnas Hus&#8221; grei\u00f0ir fr\u00e1 hvussu farast skal fram. Hini eru f.v. Gutti, Ronja (D), Ole Christian (N), Lillemor (S) og Sofie (S). (Mynd: Daniel Bergin)<\/em><\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2011\/02\/nordisk-m%C3%B8te-2.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"alignnone size-full wp-image-3993\" title=\"nordisk m\u00f8te 2\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2011\/02\/nordisk-m%C3%B8te-2.jpg\" alt=\"\" width=\"576\" height=\"432\" \/><\/a><br \/>\n<em>F.v. Martin (D), Sofie (S), Maria (D), Louise (D) og Hallur lurta v\u00e6l eftir hvat v\u00e6ntar teimum \u00ed &#8220;Utmaningarnas Hus&#8221;. (Mynd: Daniel Bergin)<\/em><\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Fyri at f\u00e1a tr\u00edggjar flugur \u00ed einum h\u00f8ggi, h\u00f8vdu vit fingi\u00f0 fryntliga h\u00f8vu\u00f0sfyriskiparan av \u00e1rliga nor\u00f0urlendska ungd\u00f3msr\u00e1\u00f0sfundinum at leggja fundin dagarnar eftir Pallas Spelen, har vit j\u00fa v\u00f3ru til sta\u00f0ar. Ikki bara var\u00f0 fundurin lagdur m\u00e1na- og t\u00fdsdagin eftir, men sanniliga um ikki Daniel Bergin fekk skipa\u00f0 solei\u00f0is fyri, at fundurin eisini var\u00f0 hildin \u00e1 [&hellip;]<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":6627,"comment_status":"closed","ping_status":"","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"ngg_post_thumbnail":0,"_jetpack_newsletter_access":"","_jetpack_dont_email_post_to_subs":false,"_jetpack_newsletter_tier_id":0,"_jetpack_memberships_contains_paywalled_content":false,"_jetpack_feature_clip_id":0,"_jetpack_memberships_contains_paid_content":false,"footnotes":"","jetpack_publicize_message":"","jetpack_publicize_feature_enabled":true,"jetpack_social_post_already_shared":true,"jetpack_social_options":{"image_generator_settings":{"template":"highway","default_image_id":0,"font":"","enabled":false},"version":2},"jetpack_post_was_ever_published":false},"categories":[50],"tags":[],"class_list":["post-6626","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-fif-arkiv"],"jetpack_publicize_connections":[],"jetpack_sharing_enabled":true,"jetpack_featured_media_url":"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2011\/02\/nordisk-m\u00f8te-3.jpg","_links":{"self":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/6626","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcomments&post=6626"}],"version-history":[{"count":0,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/6626\/revisions"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/media\/6627"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fmedia&parent=6626"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcategories&post=6626"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Ftags&post=6626"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}