{"id":6656,"date":"2011-03-24T01:05:07","date_gmt":"2011-03-24T01:05:07","guid":{"rendered":"https:\/\/www.athletics.fo\/?p=6656"},"modified":"2011-03-24T01:05:07","modified_gmt":"2011-03-24T01:05:07","slug":"finalan-i-vetrarkappingini-st%c3%b8rsti-spenningurin-hja-monnunum-sam-ella-guttorm","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/www.athletics.fo\/?p=6656","title":{"rendered":"Finalan \u00ed Vetrarkappingini: Flestu kappingarnar avgj\u00f8rdar frammanundan"},"content":{"rendered":"<p>\u00cd f\u00fdra kappingum hava menn, kvinnur, dreingir og gentur hendan veturin\u00a0dystast um vir\u00f0ismikil stig. Finalan ver\u00f0ur \u00ed Runav\u00edk\u00a0leygardagin klokkan 11.00, og\u00a0aftan\u00e1 ver\u00f0a steypini latin\u00a0til tr\u00fd tey bestu \u00ed\u00a0teimum ymisku b\u00f3lkunum.\u00a0Ta\u00f0 hevur veri\u00f0 kappast \u00ed n\u00edggju b\u00f3lkum, og n\u00fa undan finaluni eru enn n\u00f3gvir \u00f3svara\u00f0ir spurningar, um hv\u00f8r fer avsta\u00f0 vi\u00f0 steypunum.<\/p>\n<p>Reglurnar siga, at rennari skal\u00a0hava kappast \u00ed minst trimum kappingum fyri yvirh\u00f8vur at telja vi\u00f0 \u00ed samla\u00f0u st\u00f8\u00f0uni. Hevur hann veri\u00f0 vi\u00f0 \u00ed f\u00fdra kappingum, f\u00e6r hann tr\u00fd bonusstig, og hevur\u00a0hann veri\u00f0 vi\u00f0 \u00ed \u00f8llum fimm kappingunum, f\u00e6r hann\u00a02 bonusstig afturat teimum fyrru trimum. Ta\u00f0 eru bert tr\u00edggjar t\u00e6r bestu kappingarnar, sum telja vi\u00f0.<\/p>\n<p>Hj\u00e1 monnunum liggur Sam Vang\u00a0heilt v\u00e6l fyri at vinna og hevur 150 stig. Hann vann tr\u00edggjar t\u00e6r fyrstu kappingarnar,\u00a0men hev\u00f0i so forfall \u00ed Hvannasundi. Vi\u00f0 at gj\u00f8gnumf\u00f8ra og ogna s\u00e6r 3 bonustig vinnur hann samanlagt. \u00a0Hevur Sam forfall aftur hesufer\u00f0, so kann Guttorm vi\u00f0 einum sigri og\u00a0tveimum bonusstigum afturat koma upp\u00e1\u00a0upp\u00e1 152 stig og harvi\u00f0 vinna samanlagt.\u00a0Henry Olsen, sum er nummar tr\u00fd, er ov langt aftanfyri at blanda seg, men er t\u00f3 r\u00e6ttiliga tryggur \u00e1 tri\u00f0ja pl\u00e1ssinum.<\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/google\/448e3f392073f77e.jpg\" alt=\"\" width=\"504\" height=\"335\" \/><br \/>\n<em>Kl\u00e1rar Guttorm at yvirh\u00e1la Sam leygardagin? Hendan myndin er fr\u00e1 Vetrarkappingini 2009\/10 \u00ed Hvannasundi. <\/em><\/p>\n<p>Men hinvegin, so hevur Henry longu frammanundan gj\u00f8rt bart \u00ed kappingini hj\u00e1 veteranunum, har hann hevur vunni\u00f0 \u00f8ll f\u00fdra umf\u00f8rini.\u00a0 Borgar Biskopst\u00f8, Heini Gregersen og John Egholm kappast um pl\u00e1ssini fr\u00e1 nummar tvey til f\u00fdra. Ta\u00f0 s\u00e6r eisini \u00fat til, at kappingin um fyrsta pl\u00e1ssi\u00f0\u00a0hj\u00e1 superveteranunum er avgj\u00f8rd. Jens R. Weihe er fremstur vi\u00f0 150 stigum frammanfyri Gunnar Simonsen vi\u00f0 140 og J\u00f3annes Ortind vi\u00f0 134 stigum. Men afturi \u00e1 fimta pl\u00e1ssinum er \u00d3li Olsen vi\u00f0 100 stigum, sum hann hevur fingi\u00f0 fyri sigrarnar Runt Agni\u00f0 og \u00ed Havn. Vinnur hann leygardagin, kemur hann eisini upp\u00e1 150 stig, men t\u00e1 ver\u00f0a ta\u00f0 tey tvey\u00a0bonusstigini, sum Jens f\u00e6r fyri at gj\u00f8gnumf\u00f8ra teir 10 kilometrarnar leygardagin, sum avgera alt\u00a0til fyrimunar fyri s\u00f8rvingin.<\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/google\/bcd3e5702377e94d.jpg\" alt=\"\" width=\"504\" height=\"337\" \/><br \/>\n<em>Jens Weihe. 64 og framvegis f\u00fakandi. Liggur sera v\u00e6l fyri at vinna VK fyri superveteranar. Hendan myndin er fr\u00e1 fj\u00f3r\u00f0a umfari \u00ed Hvannssundi seinasta m\u00e1na\u00f0.<\/em><\/p>\n<p>L\u00edkt er til at ta\u00f0 ver\u00f0ur ein Hvirlurennari, sum vinnur samla\u00f0u kappingina hj\u00e1 mansunglingunum. \u00d3lavur Egholm av Velbasta\u00f0 vann tr\u00fd tey fyrstu umf\u00f8rini, og hann skal eins og Jens Weihe bara gj\u00f8gnumf\u00f8ra fyri at tryggja s\u00e6r sigurin. Hans Jacobsen er tryggur \u00e1 \u00f8\u00f0rum pl\u00e1ssi, me\u00f0an D\u00e1vid Johannesen f\u00e6r tri\u00f0ja pl\u00e1ss, um hann gj\u00f8gnumf\u00f8rir teinin. \u00cd dreingjakappingini hevur Marnar Djurhuus longu tryggja\u00f0 s\u00e6r fyrsta pl\u00e1ssi\u00f0, me\u00f0an ta\u00f0 ver\u00f0a Einar Gregersen og Regin Joensen, sum koma at dystast um t\u00e6r n\u00e6stu plaseringarnar. Einar hevur t\u00f3 grei\u00f0an fyrimun.<\/p>\n<p>\u00cd kvinnub\u00f3lkinum hevur Rebekka Fugl\u00f8 veri\u00f0 einar\u00e1\u00f0andi \u00ed vetur, og hevur eisini longu n\u00fa tryggja\u00f0 s\u00e6r sigurin. Ta\u00f0 s\u00e6r eisini \u00fat til at st\u00f8\u00f0an vi\u00f0 Ellu \u00c1arstein \u00e1 \u00f8\u00f0rum og Gunnhild Helmsdal \u00e1 tri\u00f0ja pl\u00e1ssi fer at halda s\u00e6r. Rebekka rennur eisini vi\u00f0 kvinnuunglingunum, og hon ver\u00f0ur tann einasta, sum kemur at fullf\u00f8ra minsta lagi tr\u00edggjar kappingar. \u00cd gentukappingini f\u00f8rir Hildur Poulsen, men fyri at var\u00f0veita hesa lei\u00f0slu, skal hon halda Elsu Berg aftanfyri seg \u00e1 teimum 5 kilometrunum leygardagin, t\u00ed vi\u00f0 einum sigri fer Elsa upp\u00e1 150 stig, me\u00f0an Hildur vi\u00f0 einum \u00f8\u00f0rum pl\u00e1ssi endar \u00e1 147 stigum. Ta\u00f0 eru bert t\u00e6r b\u00e1\u00f0ar, sum hava m\u00f8guleika at fullf\u00edggja \u00ed minsta lagi tr\u00edggjar kappingar. Ella \u00c1arstein, sum er nummar tvey \u00ed opnu kappingini hj\u00e1 kvinnum, hevur longu vunni\u00f0 samla\u00f0a sigurin \u00ed veterankappingini. Karin Maria Isaksen er nummar tvey og Lydia Gardar er nummar tr\u00fd. Einasta broytingin, i\u00f0 kann henda leygardagin, er at Jessie Hansen kann yvirh\u00e1la Lydiu, og sn\u00edkja seg upp\u00e1 tri\u00f0ja pl\u00e1ss.<\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/google\/6a46200a4ed15c8b.jpg\" alt=\"\" width=\"504\" height=\"337\" \/><br \/>\n<em>F.v.: Ella \u00c1arstein, Rebekka Fugl\u00f8 og Gunnhild Helmsdal. Leygardagin hava t\u00e6r sannl\u00edkt steyp \u00ed hendi<\/em><\/p>\n<p>Vit gle\u00f0a okkum til leygardagin, og ynskja \u00f8llum eina g\u00f3\u00f0a kapping og g\u00f3\u00f0a eydnu.<\/p>\n<p>St\u00f8\u00f0an undan seinastu kappingini leygardagin er at finna\u00a0<a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2011\/03\/Vetrarkappingin-2010-2011-samlad-4.pdf\">HER<\/a>.<\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>\u00cd f\u00fdra kappingum hava menn, kvinnur, dreingir og gentur hendan veturin\u00a0dystast um vir\u00f0ismikil stig. Finalan ver\u00f0ur \u00ed Runav\u00edk\u00a0leygardagin klokkan 11.00, og\u00a0aftan\u00e1 ver\u00f0a steypini latin\u00a0til tr\u00fd tey bestu \u00ed\u00a0teimum ymisku b\u00f3lkunum.\u00a0Ta\u00f0 hevur veri\u00f0 kappast \u00ed n\u00edggju b\u00f3lkum, og n\u00fa undan finaluni eru enn n\u00f3gvir \u00f3svara\u00f0ir spurningar, um hv\u00f8r fer avsta\u00f0 vi\u00f0 steypunum. Reglurnar siga, at rennari [&hellip;]<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":6657,"comment_status":"closed","ping_status":"","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"ngg_post_thumbnail":0,"_jetpack_newsletter_access":"","_jetpack_dont_email_post_to_subs":false,"_jetpack_newsletter_tier_id":0,"_jetpack_memberships_contains_paywalled_content":false,"_jetpack_feature_clip_id":0,"_jetpack_memberships_contains_paid_content":false,"footnotes":"","jetpack_publicize_message":"","jetpack_publicize_feature_enabled":true,"jetpack_social_post_already_shared":true,"jetpack_social_options":{"image_generator_settings":{"template":"highway","default_image_id":0,"font":"","enabled":false},"version":2},"jetpack_post_was_ever_published":false},"categories":[50],"tags":[],"class_list":["post-6656","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-fif-arkiv"],"jetpack_publicize_connections":[],"jetpack_sharing_enabled":true,"jetpack_featured_media_url":"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/google\/448e3f392073f77e.jpg","_links":{"self":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/6656","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcomments&post=6656"}],"version-history":[{"count":0,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/6656\/revisions"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/media\/6657"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fmedia&parent=6656"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcategories&post=6656"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Ftags&post=6656"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}