{"id":6669,"date":"2011-05-08T12:03:46","date_gmt":"2011-05-08T12:03:46","guid":{"rendered":"https:\/\/www.athletics.fo\/?p=6669"},"modified":"2011-05-08T12:03:46","modified_gmt":"2011-05-08T12:03:46","slug":"marnar-djurhuus-vann-sitt-fyrsta-fm-fyri-vaksin-i-sini-fyrstu-kapping-a-12-maraton","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/www.athletics.fo\/?p=6669","title":{"rendered":"Marnar Djurhuus vann s\u00edtt fyrsta FM fyri vaksin \u00ed s\u00edni fyrstu kapping \u00e1 1\/2 maraton!"},"content":{"rendered":"<p>Mest sum stilli og l\u00fdtt, me\u00f0an s\u00f3lin uttan eydnu royndi at kroysta seg ni\u00f0ur gj\u00f8gnum sk\u00fdlagi\u00f0. Hetta fullkomna rennive\u00f0ri\u00f0 var, saman vi\u00f0 \u00ed rennih\u00f8pi so kenda vegnum Yviri vi\u00f0 Strond, ramman um FM \u00ed h\u00e1lvari maratonrenning, har ikki f\u00e6rri enn 55 rennarar h\u00f8vdu sett stevnu.<\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2011\/05\/startur.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"alignnone size-full wp-image-4263\" title=\"startur\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2011\/05\/startur.jpg\" alt=\"\" width=\"596\" height=\"255\" \/><\/a><br \/>\n<em>Starturin <\/em><\/p>\n<p>Hetta var eisini evsti m\u00f8guleiki hj\u00e1 okkara langteinarennarum at kn\u00f3gva kravt\u00ed\u00f0unum til oyggjaleikirnar, og harvi\u00f0 vinna s\u00e6r s\u00e6ti \u00ed oyl-fl\u00fagvaranum til Isle of Wight 25. juni. Marnar Djurhuus hevur longu tryggja\u00f0 s\u00e6r s\u00edn fer\u00f0ase\u00f0il, me\u00f0an Guttorm S\u00f8rensen og Sam Vang royndu eftir hesum seinasta m\u00f8guleikanum. Ta\u00f0 v\u00f3ru eisini hesir tr\u00edggir, sum r\u00e6ttiliga skj\u00f3tt l\u00f3gu fremstir \u00ed kappingini vi\u00f0 veteranunum\u00a0Henry Olsen og Borgari Biskopst\u00f8 eitt sindur aftari.<\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2011\/05\/marnar-gutti-og-sam.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"alignnone size-full wp-image-4265\" title=\"marnar gutti og sam\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2011\/05\/marnar-gutti-og-sam.jpg\" alt=\"\" width=\"581\" height=\"332\" \/><\/a><br \/>\n<em>Marnar, Gutti og Sam liggja her fremstir a\u00f0ru fer\u00f0 teir runda Caf\u00e9 Nat\u00far<\/em><\/p>\n<p>\u00c1 10 km v\u00f3ru tr\u00edggir teir fremstu naka\u00f0 undir 36\u00a0minuttum. Ta\u00f0 er g\u00f3\u00f0 fer\u00f0, men kortini eitt vet ov seint til at kl\u00e1ra kravt\u00ed\u00f0ina. Og n\u00fa byrja\u00f0i Guttorm eisini at dragna, so FM-spurningurin var um ungu debutantabeinini hj\u00e1 Marnari mundu fara at kl\u00e1ra longu seinnu h\u00e1lvuna m\u00f3ti Sam, sum tyktist betur fyri enn leingi s\u00e6\u00f0.<\/p>\n<p>Teir b\u00e1\u00f0ir fremstu hildu h\u00f8gu fer\u00f0ini, og v\u00f3ru eisini javnir l\u00edka til teir seinastu 100-200 metrarnar. Men h\u00f3ast Sam er skj\u00f3tur, megna\u00f0i Marnar at renna seg leysan fr\u00e1 honum, og harvi\u00f0 renna \u00e1 m\u00e1l til s\u00edtt fyrsta FM-heiti fyri vaksin \u00ed s\u00edni fyrstu kapping \u00ed h\u00e1lvum maraton.\u00a0T\u00ed\u00f0in hj\u00e1 Marnari var 1.15.13, og m\u00e1 hetta sigast at vera ein stak g\u00f3\u00f0 t\u00ed\u00f0 hj\u00e1 einum debutanti! Sam, sum kom\u00a0sjey sekund aftan\u00e1, rann eisini s\u00edna bestu t\u00ed\u00f0 nakrant\u00ed\u00f0, men gj\u00f8rdist t\u00edverri ein l\u00edtlan minutt ov stuttur til at kl\u00e1ra oyl-kravi\u00f0.<\/p>\n<p>Guttorm S\u00f8rensen hev\u00f0i ein av s\u00ednum ringu d\u00f8gum, og seinnu h\u00e1lvuna misti hann tveir minuttir \u00ed mun til teir fremstu. Hann megna\u00f0i t\u00f3 at halda fast um tri\u00f0ja s\u00e6ti\u00f0, og kom \u00e1 m\u00e1l vi\u00f0 t\u00ed\u00f0ini\u00a0 1.17.12.<\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2011\/05\/henry.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"alignnone size-full wp-image-4266\" title=\"henry\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2011\/05\/henry.jpg\" alt=\"\" width=\"583\" height=\"389\" \/><\/a><br \/>\n<em>Henry rann v\u00e6l og setti pers\u00f3nligt met \u00e1 teininum<\/em><\/p>\n<p>Veteranurin Henry Olsen hevur runni\u00f0 v\u00e6l \u00ed vetur og v\u00e1r. Hann var ikki langt aftanfyri teir fremstu, og t\u00e1 hann s\u00e1 at Guttorm dragna\u00f0i \u00ed oddinum, hev\u00f0i hann okkurt at renna eftir. Hann n\u00e6rka\u00f0ist eisini naka\u00f0, men ikki n\u00f3g n\u00f3gv til at gera spurningin um bronsuna spennandi. Hann fekk t\u00f3 eitt flott pers\u00f3nligt met vi\u00f0 t\u00ed\u00f0ini 1.17.25\u00a0 og vann harvi\u00f0 FM \u00ed veteranb\u00f3lkinum. Eisini Borgar Biskpst\u00f8 rann v\u00e6l leygardagin. Vi\u00f0 t\u00ed\u00f0ini 1.19.57 vann hann\u00a0silvur hj\u00e1 veteranunum, samstundis sum hann bleiv nr. 5 samla\u00f0. Ta\u00f0 var ein gamal kenningur, sum f\u00f3r avsta\u00f0 vi\u00f0 bronsuni. Hjalti Gunnarstein var nevnliga tri\u00f0ji veteranurin, og hann hev\u00f0i t\u00ed\u00f0ina 1.27.13.<\/p>\n<p>Kvinnukappingin var eitt sindur torf\u00f8r at meta um frammanundan. Astrid Joensen og Gunnhild Helmsdal, sum st\u00f3\u00f0u seg v\u00e6l \u00ed vetrarkappingini og Dagmar Johannesen, sum bleiv nr. 3 \u00e1 flaggdegnum v\u00f3ru n\u00f8kur bo\u00f0 um ein FM-vinnara. Hetta gj\u00f8rdist ein spennandi kapping. Fyrstu l\u00f8tuna var Dagmar \u00e1 odda, men hon fekk t\u00ed\u00f0liga trupulleikar. S\u00ed\u00f0ani t\u00f3k Astrid lei\u00f0sluna eina l\u00f8tu inntil Gunnhild at enda leg\u00f0i seg fremsta. Og gj\u00f8gnum alla kappingina rann Margreta Knudsen seg longur og longur fram, ja so langt, at hon bert mangla\u00f0i sm\u00e1ar 100 metrar at r\u00f8kka Gunnhild, sum t\u00f3\u00a0helt fast um s\u00edn oddasess og harvi\u00f0 gj\u00f8rdist f\u00f8royameistari vi\u00f0 t\u00ed\u00f0ini 1.44.50. Margreta vann silvur vi\u00f0 1.45.10 og Astrid Joensen vann bronsuna vi\u00f0 1.46.55.<\/p>\n<p>Margreta gj\u00f8rdist FM-vinnari hj\u00e1 kvinnuligu veteranunum. Morid Jacobsen, sum eisini var vi\u00f0 heilt frammi \u00ed opna b\u00f3lkinum, bleiv nr. 2 vi\u00f0 t\u00ed\u00f0ini 1.48.59 og Karin K. Petersen bleivn nr. 3 vi\u00f0 t\u00ed\u00f0ini 1.54.01.<\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2011\/05\/oli.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"alignnone size-full wp-image-4267\" title=\"oli\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2011\/05\/oli.jpg\" alt=\"\" width=\"583\" height=\"389\" \/><\/a><br \/>\n<em>\u00d3li rennur alt\u00ed\u00f0 v\u00e6l og vann enn einafer\u00f0 Superveteranb\u00f3lkin<\/em><\/p>\n<p>Hj\u00e1 superveteranunum var sum vanligt lagt n\u00f3gv fyri. Menn komu bl\u00f3\u00f0sora\u00f0ir \u00e1 m\u00e1li\u00f0, men ra\u00f0fylgjan\u00a0 var hin sama, sum hon hevur veri\u00f0 seinastu t\u00ed\u00f0ina. \u00cd l\u00f8tuni er ilt at f\u00e1a eyga nakran, sum kann koppa \u00d3la Olsen av tindinum. Hann vann FM hj\u00e1 superveteranunum vi\u00f0 t\u00ed\u00f0ini 1.28.58. Jens Weihe bleiv nr. 2 vi\u00f0 t\u00ed\u00f0ini 1.40.55 og nr. 3 bleiv Gunnar Simonsen vi\u00f0 t\u00ed\u00f0ini 1.4305. J\u00f3annes Ortind var so \u00f3heppin undir kappingini, at hann datt og mei\u00f0sla\u00f0i s\u00e6r andliti\u00f0. Hetta fekk hann t\u00f3 ikki til at falla \u00ed f\u00e1tt. Men ikki s\u00e1 hann penur \u00fat, t\u00e1 hann kom \u00e1 m\u00e1li\u00f0. \u00c1 listanum kemur hann at standa nr. 4, men hann fekk v\u00edst, at hann er ein vinnari!<\/p>\n<p>Eftir lokna kapping var\u00f0 bo\u00f0i\u00f0 til kaffi, k\u00f8kur og heita suppu \u00ed h\u00f8lunum hj\u00e1 Trygd, har eisini hei\u00f0ursmerki og steyp v\u00f3r\u00f0u handa\u00f0. Ta\u00f0 er alt\u00ed\u00f0 hugnaligt at sessast saman eftir lokna kapping til hugnapr\u00e1t.<\/p>\n<p>\u00d8ll \u00farslitini fr\u00e1 \u00bd-marathon renningini finnast \u00ed .pdf her\u00a0aftanfyri: <a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2011\/05\/FM-%C2%BD-Marathon-2011.pdf\">FM \u00bd-Marathon 2011<\/a><\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2011\/05\/kvinnur.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"alignnone size-full wp-image-4270\" title=\"kvinnur\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2011\/05\/kvinnur.jpg\" alt=\"\" width=\"576\" height=\"384\" \/><\/a><br \/>\n<em>Fremstu kvinnurnar fv: Astrid Joensen (3), Gunnhild Helmsdal\u00a0(1)\u00a0og Margreta Knudsen (2)<\/em><\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2011\/05\/kvinnur-vet.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"alignnone size-full wp-image-4271\" title=\"kvinnur vet\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2011\/05\/kvinnur-vet.jpg\" alt=\"\" width=\"576\" height=\"384\" \/><\/a><br \/>\n<em>Fremstu veteranar kvinnur fv: Morid Jacobsen (2), Margreta Knudsen (1) og Karin K. Petersen (3)<\/em><\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2011\/05\/supervet.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"alignnone size-full wp-image-4274\" title=\"supervet\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2011\/05\/supervet.jpg\" alt=\"\" width=\"576\" height=\"384\" \/><\/a><br \/>\n<em>Fremstu superveteranar fv: Jens R. Weihe (2), \u00d3li Olsen (1) og Gunnar Simonsen (3)<\/em><\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2011\/05\/menn-vet.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"alignnone size-full wp-image-4273\" title=\"menn vet\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2011\/05\/menn-vet.jpg\" alt=\"\" width=\"576\" height=\"384\" \/><\/a><br \/>\n<em>Fremstu veteranar menn fv: Borgar Biskopst\u00f8 (2), Henry Olsen (1) og Hjalti Gunnarstein (3)<\/em><\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2011\/05\/menn.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"alignnone size-full wp-image-4272\" title=\"menn\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2011\/05\/menn.jpg\" alt=\"\" width=\"576\" height=\"373\" \/><\/a><br \/>\n<em>Fremstu menn fv: Sam Vang (2), Marnar Djurhuus (1) og Guttorm S\u00f8rensen (3)<\/em><\/p>\n<p>Myndirnar fr\u00e1 renningini hevur \u00c1rni Jacobsen tiki\u00f0 og myndirnar fr\u00e1 hei\u00f0ursmerkjahandanini hevur Guttorm S\u00f8rensen tiki\u00f0.<\/p>\n<p>&nbsp;<\/p>\n<p>&nbsp;<\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Mest sum stilli og l\u00fdtt, me\u00f0an s\u00f3lin uttan eydnu royndi at kroysta seg ni\u00f0ur gj\u00f8gnum sk\u00fdlagi\u00f0. Hetta fullkomna rennive\u00f0ri\u00f0 var, saman vi\u00f0 \u00ed rennih\u00f8pi so kenda vegnum Yviri vi\u00f0 Strond, ramman um FM \u00ed h\u00e1lvari maratonrenning, har ikki f\u00e6rri enn 55 rennarar h\u00f8vdu sett stevnu. Starturin Hetta var eisini evsti m\u00f8guleiki hj\u00e1 okkara langteinarennarum at [&hellip;]<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":6670,"comment_status":"closed","ping_status":"","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"ngg_post_thumbnail":0,"_jetpack_newsletter_access":"","_jetpack_dont_email_post_to_subs":false,"_jetpack_newsletter_tier_id":0,"_jetpack_memberships_contains_paywalled_content":false,"_jetpack_feature_clip_id":0,"_jetpack_memberships_contains_paid_content":false,"footnotes":"","jetpack_publicize_message":"","jetpack_publicize_feature_enabled":true,"jetpack_social_post_already_shared":true,"jetpack_social_options":{"image_generator_settings":{"template":"highway","default_image_id":0,"font":"","enabled":false},"version":2},"jetpack_post_was_ever_published":false},"categories":[50],"tags":[],"class_list":["post-6669","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-fif-arkiv"],"jetpack_publicize_connections":[],"jetpack_sharing_enabled":true,"jetpack_featured_media_url":"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2011\/05\/startur.jpg","_links":{"self":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/6669","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcomments&post=6669"}],"version-history":[{"count":0,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/6669\/revisions"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/media\/6670"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fmedia&parent=6669"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcategories&post=6669"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Ftags&post=6669"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}