{"id":6672,"date":"2011-05-10T19:10:57","date_gmt":"2011-05-10T19:10:57","guid":{"rendered":"https:\/\/www.athletics.fo\/?p=6672"},"modified":"2011-05-10T19:10:57","modified_gmt":"2011-05-10T19:10:57","slug":"landslidid-til-oyggjaleikirnar-uttikid","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/www.athletics.fo\/?p=6672","title":{"rendered":"Landsli\u00f0i\u00f0 til oyggjaleikirnar \u00fattiki\u00f0!"},"content":{"rendered":"<p>So er h\u00f3purin til oyggjaleikirnar endaliga \u00fattikin. Fleiri hava veri\u00f0 um reppi\u00f0 at r\u00f8kka kr\u00f8vunum, men ta\u00f0 enda\u00f0i vi\u00f0 einum heldur minni h\u00f3pi, enn F\u00cdF hev\u00f0i v\u00e6nta\u00f0 og v\u00f3na\u00f0. Hetta eru tey seks, sum fara at dystast \u00e1 Isle of Wight:<\/p>\n<p><strong>Heri Ziska<\/strong>, Hvirlan &#8211; kriglukast og hamarakast.\u00a0Fer at umbo\u00f0a F\u00f8royar fyri 11. fer\u00f0 \u00e1 oyggjaleikunum. Ta\u00f0 eru tveir fleiri enn \u00f8ll hini fimm hava tilsaman, so talan er um ein sera rutinera\u00f0an harra. Ikki bara hevur Heri luttiki\u00f0 fyri F\u00f8royar. Hann hevur eisini vunni\u00f0 okkum eina r\u00fagvu av hei\u00f0ursmerkjum. Einans til fyrstu oyggjaleikirnar \u00ed F\u00f8royum fyri 22 \u00e1rum s\u00ed\u00f0ani \u00ed Hetlandi \u00ed 2005 og seinast\u00a0\u00ed \u00c1landi, er Heri komin t\u00f3mhentur at h\u00fasum. Heili 13\u00a0 hei\u00f0ursmerki eru ta\u00f0 blivin tilsamans:<\/p>\n<ul>\n<li>2 gull &#8211; klingrukast 1999 og 2003<\/li>\n<li>3 silvur &#8211; klingrukast 1995 &#8211; 1997 og hamarakast 1995<\/li>\n<li>8 bronsu &#8211; klingrukast 1993 &#8211; 2001 &#8211; 2007, hamarakast 1997 &#8211; 1999 &#8211; 2001 og k\u00falustoyt 1995 og 1997<\/li>\n<\/ul>\n<p>\u00c1 Isle of Wight fer Heri fyrst og fremst\u00a0at kappast \u00ed yndisgreinini klingrukast, men fer so eisini at royna seg \u00ed hamarakasti. V\u00f3nirnar til hei\u00f0ursmerki eru til sta\u00f0ar. Ta\u00f0 s\u00e1 einki serligt \u00fat vi\u00f0 at kvalifisera seg til oyggjaleikirnar, men \u00ed seinasta kastinum \u00ed seinastu kappingini bragda\u00f0i loksins. Vi\u00f0 einum kasti \u00fat \u00e1 43,53 metrar er Heri n\u00fa vi\u00f0 at v\u00edsa ta\u00f0 besta \u00ed eini f\u00fdra \u00e1r. Formurin er batna\u00f0ur n\u00f3gv \u00ed vetur, og gongur v\u00e6l vi\u00f0 fyrireikingunum seinastu vikurnar, kunnu vit eisini v\u00e6nta okkurt kasti\u00f0 um teir 45 metrarnar. V\u00f3nandi r\u00f8kkur ta\u00f0 til metal av onkrum slagi&#8230;.. ta\u00f0 plagar ta\u00f0 at gera.<\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" id=\"TB_Image\" src=\"http:\/\/www.hvirlan.fo\/wp-content\/gallery\/20110327-kapping\/20110327-kapping-0089.jpg\" alt=\" \" width=\"459\" height=\"306\" \/><br \/>\n<em>Heri Ziska, the grand old man\u00a0&#8211; vi\u00f0 fyri 11. fer\u00f0!<\/em><\/p>\n<p><strong>Bj\u00f8rk Herup Olsen<\/strong>, Bragdi\u00f0, er melda\u00f0 til \u00e1 5.000 m, 10.000 m og \u00ed 1\/2 maraton. H\u00f3ast bert 19 \u00e1ra gomul, er\u00a0Bj\u00f8rk\u00a0 n\u00e6stroyndasti luttakari \u00e1 landsli\u00f0num. Hetta eru tri\u00f0ju leikirnir hon er vi\u00f0 til. Bj\u00f8rk er b\u00fasett \u00ed USA, har hon rennur fyri l\u00e6rda h\u00e1sk\u00falan, hon gongur \u00e1. \u00darslit hennara \u00ed vetur og v\u00e1r\u00a0hava ikki veri\u00f0 fult so g\u00f3\u00f0 sum seinasta summar, men n\u00f3gv bendir n\u00fa \u00e1, at ein formtoppur er \u00ed v\u00e6ntu. V\u00f3nirnar til hei\u00f0ursmerki eru avgj\u00f8rt til sta\u00f0ar. Bj\u00f8rk rennur neyvan allar tr\u00edggjar teinarnar, hon er tilmelda\u00f0 \u00ed. Seinastu venjingarnar koma at avgera akkur\u00e1t hv\u00f8rjum teinum hon kemur at kappast \u00e1.<\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/google\/ee3db24643fcd85b.jpg\" alt=\"\" width=\"277\" height=\"300\" \/><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/google\/71e6385617e51ea5.jpg\" alt=\"\" width=\"142\" height=\"300\" \/><br \/>\n<em>19 \u00e1r vi\u00f0 n\u00f3gvum royndum. Bj\u00f8rk Herup Olsen\u00a0vi\u00f0 fyri 3. fer\u00f0.\u00a0<\/em><\/p>\n<p><strong>R\u00fani Seloy<\/strong>, Bragdi\u00f0 &#8211; 400 metrar og 800 metrar. Til seinastu oyggjaleikir \u00ed \u00c1landi, t\u00f3k R\u00fani \u00f8ll \u00e1 b\u00f3li. Hann var komin vi\u00f0 upp\u00e1 serligu talentkvotuna, og eingin hev\u00f0i v\u00e6nta\u00f0 ta\u00f0 st\u00f3ra. Til st\u00f3ru undran okkara gj\u00f8rdi hann t\u00f3 ikki m\u00e6tari enn at renna seg trygt \u00ed finaluna og samstundis skera g\u00f3\u00f0 seks sekund av s\u00ednum egna meti. \u00cd finaluni v\u00f3ru ikki t\u00e6r n\u00f3gvu kreftirnar eftir, men t\u00e1 15 \u00e1ra gamli R\u00fani rann seg inn \u00e1 sera hei\u00f0urliga 7. pl\u00e1ssi\u00f0. Ein m\u00e1na\u00f0a seinni\u00a0t\u00f3k R\u00fani enn eitt sekund av pers\u00f3nliga meti s\u00ednum, sum t\u00e1 gj\u00f8rdist 1.56,73. T\u00edverri hevur R\u00fani gingi\u00f0 h\u00e1lvskaddur b\u00e1\u00f0ar teir seinastu vetrarnar,\u00a0og\u00a0hann\u00a0hevur t\u00ed\u00a0enn ikki b\u00f8tt hetta meti\u00f0. Men\u00a0n\u00fa er lj\u00f3s fyri\u00a0framman. Um vikuskifti\u00f0 vann\u00a0R\u00fani T\u00e5rnby Games vi\u00f0 t\u00ed\u00f0ini 1.58.05.\u00a0Hei\u00f0ursmerkini \u00e1 800 metrum eru onkunt\u00ed\u00f0 farin fyri minni, so kann R\u00fani sp\u00edska formin eitt sindur afturat t\u00e6r seinastu vikurnar, og renna upp til s\u00edtt allarbesta, er avgj\u00f8rt m\u00f8guligt at vinna\u00a0hei\u00f0ursmerki.<\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2009\/06\/runi-aftana.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" title=\"runi aftana\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2009\/06\/runi-aftana.jpg\" alt=\"runi aftana\" width=\"500\" height=\"332\" \/><\/a><br \/>\n<em>R\u00fani Seloy fr\u00f8ist her um finalusessin \u00ed \u00c1landi. Aftur \u00e1 Isle of Wight rennur hann 400 og 800 metrar<\/em><\/p>\n<p><strong>Rebekka Fugl\u00f8<\/strong>, Treysti &#8211; 800 metrar og 1.500 metrar. Rebekka var til s\u00ednar fyrstu oyggjaleikir fyri tveimum \u00e1rum s\u00ed\u00f0ani. \u00darsliti\u00f0 gj\u00f8rdist ikki so gott sum v\u00f3na\u00f0, og veruleikin er, at \u00farslitini fr\u00e1 sumri 2008 til s\u00ed\u00f0sta summar, ikki hava sta\u00f0i\u00f0 m\u00e1t vi\u00f0 tey \u00farslit og t\u00e6r framt\u00ed\u00f0arv\u00f3nir, sum hennar \u00farslit frammanundan bo\u00f0a\u00f0u fr\u00e1. Men \u00ed vetur er n\u00f3gv hent. Venjing hv\u00f8nn dag og f\u00e6rri ska\u00f0ar hevur gj\u00f8rt, at Rebekka n\u00fa rennur upp til s\u00edtt besta og meira afturat. Hon vann allar kappingarnar hj\u00e1 kvinnum \u00ed vetrarkappingini, og til Pallas Spelen \u00ed Malm\u00f8 \u00ed februar, vann hon gull \u00e1 1.500 og silvur \u00e1 800 metrum, har talan eisini gj\u00f8rdist um n\u00fdtt f\u00f8royskt innanduramet. Harafturat gj\u00f8rdist hon \u00ed mars eisini danskur meistari \u00ed G19 \u00e1 b\u00e6\u00f0i 800 m og 1.500 m.\u00a0T\u00e6r t\u00ed\u00f0irnar, sum Rebekka rennur n\u00fa, hava mangan fyrr veri\u00f0 n\u00f3g miki\u00f0 til hei\u00f0ursmerki, og vi\u00f0 uppgangandi barometrinum, er avgj\u00f8rt m\u00f8guleiki fyri hei\u00f0ursmerki.<\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/google\/9d87f23d00bd3959.jpg\" alt=\"\" width=\"576\" height=\"385\" \/><br \/>\n<em>Rebekka Fugl\u00f8 \u00ed G\u00f8teborg seinasta summar. Tekur hon eisini f\u00f8royska uttandurameti\u00f0 \u00e1 800 m?<\/em><\/p>\n<p><strong>\u00d8ssur Debes Eiriksfoss<\/strong>, Hvirlan &#8211; tr\u00edst\u00f8kk og h\u00e6ddarlop. \u00d8ssur er kendur fr\u00e1 fimleikinum, har hann er fastur f\u00fasur \u00e1 landsli\u00f0num. Sum fimleikari hevur hann ment serligar g\u00e1vur fyri fr\u00e6lsum \u00edtr\u00f3tti, og serliga tr\u00edst\u00f8kki og h\u00e6ddarlopi. Fimleikurin hevur ligi\u00f0 \u00d8ssuri fremst, men seinasta \u00e1ri\u00f0 hevur eisini fr\u00e6lsi \u00edtr\u00f3tturin fylt n\u00f3gv hj\u00e1 honum.\u00a0 Hann hevur hetta seinasta \u00e1ri\u00f0 sett n\u00fdggj f\u00f8roysk met \u00ed h\u00e6ddarlopi og tr\u00edst\u00f8kki b\u00e6\u00f0i innan- og uttandura. Met sum annars h\u00f8vdu sta\u00f0i\u00f0 leingi. Skal \u00d8ssur gera s\u00e6r nakrar v\u00f3nir um hei\u00f0ursmerki, skal ta\u00f0 vera \u00ed tr\u00edst\u00f8kki. Besta lop hansara higartil, var 13,40 m, sum hann leyp \u00ed Reykjav\u00edk \u00ed januar. Ta\u00f0 er t\u00f3 v\u00e6l hugsandi, at \u00d8ssur leypir eitt sindur longri, og bronsan\u00a0\u00ed tr\u00edst\u00f8kki er nakrar fer\u00f0ir farin fyri naka\u00f0\u00a0undir 14 metrar.\u00a0<\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" id=\"TB_Image\" src=\"http:\/\/www.hvirlan.fo\/wp-content\/gallery\/20100904-opin-kapping\/20100804-opin-0346.jpg\" alt=\" \" width=\"574\" height=\"383\" \/><br \/>\n<em>\u00d8ssur Debes Eiriksfoss \u00ed brennideplinum\u00a0eftir f\u00f8royskt met \u00ed h\u00e6darlopi. Ta\u00f0 er t\u00f3 i tr\u00edst\u00f8kki st\u00f8rstu hei\u00f0ursmerkjav\u00f3nirnar eru.<\/em><\/p>\n<p><strong>Marnar Djurhuus<\/strong>, Treysti, 5.000 og 10.000 metrar. H\u00f3ast ta\u00f0 bert er h\u00e1lvt anna\u00f0 \u00e1r s\u00ed\u00f0ani Marnar veruliga byrja\u00f0i at renna, hevur hann longu av \u00e1lvara gj\u00f8rt vart vi\u00f0 seg. Seinast s\u00ed\u00f0sta leygardag, t\u00e1 hann sum tann yngsti nakrant\u00ed\u00f0 vann FM \u00ed h\u00e1lvari maratonrenning og 12 dagar frammanundan, t\u00e1\u00a0hann vann flaggdagin. Hesa stuttu t\u00ed\u00f0 hevur hann eisini veruliga fingi\u00f0 seg royndan uttanlands. B\u00e6\u00f0i fyri Treysti og talentb\u00f3lkin hj\u00e1 F\u00cdF og eisini \u00e1 serligum donskum \u00farv\u00e6lsli\u00f0i. Og hann hevur eisini gj\u00f8rt vart vi\u00f0 seg uttanlands, t\u00ed hann er danskur Dr. 15 meistari \u00e1 3.000 metrum b\u00e6\u00f0i innan- og uttandura! H\u00f3ast hann vann FM 1\/2 maraton, ver\u00f0ur ta\u00f0 ikki hendan teinin hann skal renna \u00e1 oyggjaleikunum. Her hava hann og venjarin Guttorm S\u00f8rensen valt at satsa upp\u00e1 5.000 og 10.000 metrar. V\u00e6ntandi kemur Marnar ikki at liggja so langt fr\u00e1 dystinum um hei\u00f0ursmerkini, so vi\u00f0 eitt sindur av hepni kann hann blanda seg ordiliga upp\u00ed.<\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" id=\"TB_Image\" src=\"http:\/\/www.bragdid.fo\/wp-content\/gallery\/flaggdagsrenning2011\/317.jpg\" alt=\"\" width=\"525\" height=\"350\" \/><br \/>\n<em>Marnar Djurhuus, 16 \u00e1ra gamla\u00a0stj\u00f8rnuskoti\u00f0 av Morskranesi, kl\u00e1rur til oyggjaleikir eftir at hava vunni\u00f0 greipuna (flaggdagin + FM 1\/2 maraton)<\/em><\/p>\n<p>Um tvey \u00e1r ver\u00f0ur fari\u00f0 til Bermuda. V\u00f3nandi er ta\u00f0 ein r\u00edk troyst hj\u00e1 teimum, sum bivu ov stutt hesufer\u00f0. Tvey \u00e1r ganga skj\u00f3tt, og \u00ed veruleikanum er ta\u00f0 longu n\u00e6sta summar, at kr\u00f8vini skulu kl\u00e1rast. Tr\u00edggir ungir debutantar eru vi\u00f0 \u00e1 Isle of Wight. Vi\u00f0 g\u00f3\u00f0ari venjing komandi t\u00ed\u00f0ina, er l\u00edti\u00f0 at ivast \u00ed, at ta\u00f0 ver\u00f0a meira enn tr\u00edggir ungir debutantar, sum seta seg \u00ed flogfari\u00f0 m\u00f3ti Bermuda 2013.<\/p>\n<p>F\u00f8royska fer\u00f0alagi\u00f0 fer avsta\u00f0 25. juni og ver\u00f0ur aftur 2. juli.<\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>So er h\u00f3purin til oyggjaleikirnar endaliga \u00fattikin. Fleiri hava veri\u00f0 um reppi\u00f0 at r\u00f8kka kr\u00f8vunum, men ta\u00f0 enda\u00f0i vi\u00f0 einum heldur minni h\u00f3pi, enn F\u00cdF hev\u00f0i v\u00e6nta\u00f0 og v\u00f3na\u00f0. Hetta eru tey seks, sum fara at dystast \u00e1 Isle of Wight: Heri Ziska, Hvirlan &#8211; kriglukast og hamarakast.\u00a0Fer at umbo\u00f0a F\u00f8royar fyri 11. fer\u00f0 \u00e1 [&hellip;]<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":6673,"comment_status":"closed","ping_status":"","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"ngg_post_thumbnail":0,"_jetpack_newsletter_access":"","_jetpack_dont_email_post_to_subs":false,"_jetpack_newsletter_tier_id":0,"_jetpack_memberships_contains_paywalled_content":false,"_jetpack_feature_clip_id":0,"_jetpack_memberships_contains_paid_content":false,"footnotes":"","jetpack_publicize_message":"","jetpack_publicize_feature_enabled":true,"jetpack_social_post_already_shared":true,"jetpack_social_options":{"image_generator_settings":{"template":"highway","default_image_id":0,"font":"","enabled":false},"version":2},"jetpack_post_was_ever_published":false},"categories":[50],"tags":[],"class_list":["post-6672","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-fif-arkiv"],"jetpack_publicize_connections":[],"jetpack_sharing_enabled":true,"jetpack_featured_media_url":"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/google\/ee3db24643fcd85b.jpg","_links":{"self":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/6672","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcomments&post=6672"}],"version-history":[{"count":0,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/6672\/revisions"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/media\/6673"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fmedia&parent=6672"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcategories&post=6672"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Ftags&post=6672"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}