{"id":6731,"date":"2011-07-08T22:30:58","date_gmt":"2011-07-08T22:30:58","guid":{"rendered":"https:\/\/www.athletics.fo\/?p=6731"},"modified":"2011-07-08T22:30:58","modified_gmt":"2011-07-08T22:30:58","slug":"bronsa-til-katarinu-h%c3%b8j","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/www.athletics.fo\/?p=6731","title":{"rendered":"Bronsa til Katarinu H\u00f8j!!"},"content":{"rendered":"<p>Katarina H\u00f8j framdi eitt satt bragd \u00ed dag, t\u00e1 hon \u00e1 Nya Ullevi vann bronsumerki\u00f0 \u00ed 600 metra renningini hj\u00e1 gentum 12 \u00e1r. Tey sum fylgja vi\u00f0 renning \u00ed F\u00f8royum vita, at ta\u00f0 eru fleiri ungar gentur, sum renna heilt skj\u00f3tt.\u00a0 Av teimum\u00a0 40 sum runnu \u00ed dag, v\u00f3ru tv\u00e6r f\u00f8royskar . Umframt Katarinu, var eisini Karin Holm Simonsen vi\u00f0. Og at st\u00f8\u00f0i\u00f0 veruliga er h\u00f8gt \u00ed F\u00f8royum, var\u00f0 sta\u00f0fest, t\u00e1 b\u00e1\u00f0ar t\u00e6r f\u00f8roysku skuldu renna \u00ed skj\u00f3tasta ri\u00f0ilinum av teimum f\u00fdra.<\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2011\/07\/IMG_9741-katarina.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"alignnone size-full wp-image-4700\" title=\"IMG_9741-katarina\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2011\/07\/IMG_9741-katarina.jpg\" alt=\"\" width=\"576\" height=\"377\" \/><\/a><br \/>\n<em>Katarina kemur \u00e1 m\u00e1l\u00a0\u00e1 tri\u00f0japl\u00e1ssi\u00f0 \u00ed fyrsta ri\u00f0ili vi\u00f0 1.45,89 min.<\/em><\/p>\n<div>\n<p>Besta t\u00ed\u00f0in hj\u00e1 Katarinu frammanundan var 1.51 og hj\u00e1 Karini 1.53. \u00dat fr\u00e1 hesum var\u00f0 mett, at Katarina kundi enda n\u00f8kulunda mi\u00f0skei\u00f0is, me\u00f0an Karin f\u00f3r at str\u00ed\u00f0ast \u00ed millum t\u00e6r aftaru.\u00a0 Og solei\u00f0is bleiv eisini. Katarina l\u00e1 nr. 4 fyrstu 200 metrarnar, og rann seg s\u00ed\u00f0ani upp \u00e1 tri\u00f0ja pl\u00e1ssi\u00f0. Heldur enn at bl\u00edva tr\u00fdst \u00e1 tri\u00f0ja pl\u00e1ssi, n\u00e6rka\u00f0ist hon meira nr. 2. Men st\u00f8\u00f0an broyttist ikki, og vi\u00f0 fantomt\u00ed\u00f0ini\u00a0 1.45,19 min t\u00f3k hon heili 6 sekund av s\u00edni frammanundan bestu t\u00ed\u00f0, og vann bronsumerki\u00f0. Harafturat t\u00f3k hon 6 \u00e1ra gamla b\u00f3lkameti\u00f0, sum Rebekka Fugl\u00f8 setti \u00ed G\u00f8tuborg \u00ed 2005.<\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2011\/07\/IMG_9752-karin-og-katatina.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"alignnone size-full wp-image-4701\" title=\"IMG_9752-karin og katatina\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2011\/07\/IMG_9752-karin-og-katatina.jpg\" alt=\"\" width=\"576\" height=\"351\" \/><\/a><br \/>\n<em>Karin og Katar\u00edna beint eftir at t\u00e6r komu \u00e1 m\u00e1l<\/em><\/p>\n<p>Karin str\u00edddist ein har\u00f0an dyst vi\u00f0 tv\u00e6r a\u00f0rar um ikki at enda aftast. Ta\u00f0 var javnt til ta\u00f0 s\u00ed\u00f0sta, men Karin m\u00e1ttti dv\u00edna. T\u00ed\u00f0in hj\u00e1 Karini var langt fr\u00e1 hennara besta, og einki l\u00f8gi\u00f0 \u00ed t\u00ed. Ein f\u00f3tska\u00f0i hevur arga\u00f0 hana leingi, og venjingin hevur t\u00ed veri\u00f0 ov l\u00edtil \u00ed seinastuni. H\u00f3ast alt bleiv Karin samanlagt nr. 19 av teimum 40 rennarunum, og t\u00e1 man vi\u00f0 1.58.15 rennur\u00a0 5 sekund fr\u00e1 s\u00ednum besta, sigur ta\u00f0 ikki so l\u00edti\u00f0 um tey g\u00f3\u00f0u evnini.<\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2011\/07\/IMG_9775-katarina-medalju.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"alignnone size-full wp-image-4714\" title=\"IMG_9775-katarina-medalju\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2011\/07\/IMG_9775-katarina-medalju.jpg\" alt=\"\" width=\"576\" height=\"347\" \/><\/a><br \/>\n<em>Ein gla\u00f0 og v\u00e6ln\u00f8gd Katarina vi\u00f0 bronsuhei\u00f0ursmerkinum. Ein f\u00f8royingun, ein svii og ein dani<\/em><\/p>\n<p>Dagurin\u00a0 hj\u00e1 okkum byrja\u00f0i annars vi\u00f0 spj\u00f3tkasti, har Hanus Bergsson skuldi royna seg \u00ed kappingini dreingir 17 \u00e1r.\u00a0 Hanus hevur betra\u00f0 seg n\u00f3gv \u00ed seinastuni, og hevur til venjing kasta\u00f0 omanfyri 50 metrar. So langt kasta\u00f0i hann ikki \u00ed dag,\u00a0 men hann fekk kortini tr\u00fd g\u00f3\u00f0 k\u00f8st, sum \u00f8ll v\u00f3ru millum 46 og 47 metrar. Ta\u00f0 longsta var 46,94 og ein l\u00edtil betring av gamla pers\u00f3nliga metinum. Hetta er samstundis eisini f\u00f8royskt b\u00f3lkamet, og rakk til eitt 18. pl\u00e1ss av 31 kastarum.<\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2011\/07\/IMG_9671-hanus.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"alignnone size-full wp-image-4702\" title=\"IMG_9671-hanus\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2011\/07\/IMG_9671-hanus.jpg\" alt=\"\" width=\"576\" height=\"311\" \/><\/a><br \/>\n<em>Hanus sendir her sp\u00f3ti\u00f0 \u00fat \u00e1 46,94 metrar og setur harvi\u00f0 n\u00fdtt pers\u00f3nligt met og b\u00f3lkamet<\/em><\/p>\n<p>13 \u00e1ra gamla multitalenti\u00f0 Marita K. Petersen \u00far Hvirluni er melda\u00f0 til heilar 6 kappingar og tv\u00e6r av teimum v\u00f3ru \u00ed dag. \u00cd morgun rann hon 60 metrar hekkurenning, og fekk eitt sera gott \u00farslit. Hon betra\u00f0i s\u00edna t\u00ed\u00f0 vi\u00f0 einum l\u00edtlum sekundi og gj\u00f8rdist samanlagt nr. 31 av 62 luttakarum. So avgj\u00f8rt eitt g\u00f3\u00f0kent \u00farslit \u00ed hesi kappingargrein, sum hon ikki er so von vi\u00f0. T\u00ed\u00f0in, sum var 10,96 sekund er samstundis n\u00fdtt f\u00f8royskt b\u00f3lkamet.<\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2011\/07\/IMG_9697-marita.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"alignnone size-full wp-image-4703\" title=\"IMG_9697-marita\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2011\/07\/IMG_9697-marita.jpg\" alt=\"\" width=\"576\" height=\"311\" \/><\/a><br \/>\n<em>Marita \u00ed fer\u00f0 vi\u00f0 at seta b\u00e6\u00f0i pers\u00f3nligt og b\u00f3lkamet \u00ed 60m hekkurenning vi\u00f0 10,96 sek.<\/em><\/p>\n<p>Seinnapartin kasta\u00f0i Marita spj\u00f3t. Og gekk ta\u00f0 v\u00e6l um morgunin, ja so gekk enn betur n\u00fa. Longu \u00ed fyrsta kastinum kom hon heilt \u00fat \u00e1 32,11 metrar. Hetta er ein betring upp\u00e1 heilar 6 metrar!! Annars hevur Marita tvey tey seinastu \u00e1rini kasta\u00f0 javt millum 24 og 26 metrar, so ta\u00f0\u00a0 hevur bara veri\u00f0 b\u00ed\u00f0a\u00f0 til ta\u00f0 knappliga skuldi gleppa. Og ta\u00f0 gj\u00f8rdi ta\u00f0 so sanniliga \u00ed dag. 2. og 3 kasti\u00f0 v\u00f3ru 25,15 m og 26,00 m, og finalupl\u00e1ssi\u00f0 og tr\u00fd eyka k\u00f8st tryggja\u00f0. Og aftur \u00ed finaluni f\u00f3r Marita at kasta langt. Fyrst 28.63, s\u00ed\u00f0ani 31,14 og at enda 27,17 metrar. Endin var at Marita gj\u00f8rdist nr 8 og setti n\u00fdtt b\u00f3lkamet.<\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2011\/07\/IMG_0038-marita.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"alignnone size-full wp-image-4704\" title=\"IMG_0038-marita\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2011\/07\/IMG_0038-marita.jpg\" alt=\"\" width=\"576\" height=\"314\" \/><\/a><br \/>\n<em>Marita \u00ed fyrstu royndini har hon sendir spj\u00f3ti\u00f0 \u00fat \u00e1 heilar 32,11 metrar, sum er pers\u00f3nligt met og b\u00f3lkamet<\/em><\/p>\n<p>\u00cd longdarlopskappingini hj\u00e1 dreingjum 17 \u00e1r, kappa\u00f0ust Trygvi Laksafoss og 28 a\u00f0rir. Fyrsta lop hansara var so n\u00f8kulunda, men vinstri f\u00f3tur fall naka\u00f0 t\u00ed\u00f0liga ni\u00f0ur og t\u00f3k fyrst. Lopi\u00f0 var\u00f0 m\u00e1lt til 5,35 metrar. \u00cd n\u00e6sta lopi vildi atrenningin yvirh\u00f8vur ikki passa, og enda\u00f0i vi\u00f0 at hann\u00a0 bara rann \u00edgj\u00f8gnum sandkassan, uttan at leypa. N\u00fa var ein roynd eftir. Men n\u00fa tra\u00f0ka\u00f0i Trygvi yvir , og var\u00f0 t\u00ed standandi \u00e1 5,35 metrum fr\u00e1 fyrsta umfari. Eitt sindur skuffandi hj\u00e1 Trygva, sum annars ein g\u00f3\u00f0an dag eigur at leypa v\u00e6l upp m\u00f3ti teimum 6 metrunum.<\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2011\/07\/IMG_9801-trygvi.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"alignnone size-full wp-image-4705\" title=\"IMG_9801-trygvi\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2011\/07\/IMG_9801-trygvi.jpg\" alt=\"\" width=\"576\" height=\"308\" \/><\/a><br \/>\n<em>Sum s\u00e1st so hevur vinstri f\u00f3tur veri\u00f0 naka\u00f0 t\u00ed\u00f0liga \u00ed sandinum<\/em><\/p>\n<p>Og so var ta\u00f0 800 metra renningin. Her h\u00f8vdu vit tr\u00edggjar vi\u00f0 \u00ed dreingjum 17 \u00e1r og Elsu Berg \u00ed gentum 15 \u00e1r. Skuldi eitt hei\u00f0ursmerki afturat koma \u00ed h\u00fas \u00ed dag, so skuldi ta\u00f0 koma fr\u00e1 okkara oyggjaleikaluttakara R\u00fana Seloy, sum fyrr hevur vunni\u00f0 hei\u00f0ursmerki til VU-Spelen. R\u00fani skuldi renna millum teir skj\u00f3tastu av teimum 66 rennarunum. Hann kom at liggja nr. 2 aftan\u00e1 100 metrar, og ma\u00f0urin frammanfyri koyrdi so hart \u00e1, at teir b\u00e1\u00f0ir fingu hol. Kortini fer R\u00fani fram vi\u00f0 eftir 350 metrum, og far klokkuna vi\u00f0 56,6. Og enn var n\u00f3gv fer\u00f0 \u00e1 R\u00fana.<\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2011\/07\/IMG_9844-runi-400m.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"alignnone size-full wp-image-4706\" title=\"IMG_9844-runi-400m\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2011\/07\/IMG_9844-runi-400m.jpg\" alt=\"\" width=\"576\" height=\"354\" \/><\/a><br \/>\n<em>R\u00fani er j\u00fast farin framvi\u00f0 vi\u00f0 400m og er \u00ed fer\u00f0 vi\u00f0 at f\u00e1a eina trygga lei\u00f0slu<\/em><\/p>\n<p>Fram vi\u00f0 600 metra merkinum (1.26) var lei\u00f0slan framvegis trygg. 10 metrar til nr. 2 og 13 til nr. 3 \u2013 og ta\u00f0 s\u00e1 \u00fat til at halda. Men so t\u00e1 100 metrar v\u00f3ru eftir, steindoy\u00f0i R\u00fani. Har kom fyrst ein framvi\u00f0, so ein annar, og ein tri\u00f0ji og fj\u00f3r\u00f0i \u00e1\u00f0renn forloysandi m\u00e1llinjan langt um leingi st\u00f8\u00f0ga\u00f0i l\u00ed\u00f0ingini. \u00a0Men hetta var djarvt og h\u00f3as alt eisini v\u00e6l runni\u00f0 (og serliga v\u00e6l kempa\u00f0!) Vinnarin, sum f\u00f3r fram vi\u00f0 R\u00fana t\u00e1 90 metrar v\u00f3ru eftir, fekk endaligu t\u00ed\u00f0ina 1.55,4! So f\u00f8royska meti\u00f0 \u2013 1.55,5 er nokk ikki so \u00f8giliga langt burturi h\u00f3ast alt. T\u00ed\u00f0in hj\u00e1 R\u00fana bleiv 1.58,19 min. og rakk til samla\u00f0 5. pl\u00e1ss av teimum \u00edalt 66 rennarunum.<\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2011\/07\/IMG_9867-runi-760m.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"alignnone size-full wp-image-4715\" title=\"IMG_9867-runi 760m\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2011\/07\/IMG_9867-runi-760m.jpg\" alt=\"\" width=\"576\" height=\"401\" \/><\/a><br \/>\n<em>Seinastu metrarnar vildu beinini hj\u00e1 R\u00fana ikki ta\u00f0, sum R\u00fani vildi og hann m\u00e1tti taka til takkar vi\u00f0 5. pl\u00e1ssi\u00f0<\/em><\/p>\n<p>Tveir av teimum 66 v\u00f3ru Hans Jacobsen og Regin Joensen, sum b\u00e1\u00f0ir v\u00f3ru komnir \u00ed 4. Ri\u00f0il. Fyrstu 200 metrarnar v\u00f3ru teir v\u00e6l vi\u00f0, h\u00f3ast fer\u00f0in var h\u00f8g. H\u00f3ast fer\u00f0in minka\u00f0i naka\u00f0, dragna\u00f0u teir b\u00e1\u00f0ir heilt fitt, og t\u00e1 200 metrar v\u00f3ru eftir, var Hans n\u00e6staftastur og Regin aftastur. Seinastu 100 metrarnar fekk serliga Regin g\u00f3\u00f0a fer\u00f0 \u00e1 , og yvirh\u00e1la\u00f0i Hans og tveir afturat. Hans fekk tann eina, men var kortini vi\u00f0 2.08,03 min g\u00f3\u00f0 2 sekund fr\u00e1 s\u00edni bestu t\u00ed\u00f0, me\u00f0an Regin vi\u00f0 2.07,01 fekk skori\u00f0 eitt l\u00edti\u00f0 sekund av s\u00ednari bestu t\u00ed\u00f0. Samla\u00f0 gj\u00f8rdist Regin nr. 39 me\u00f0an Hans gj\u00f8rdist nr. 44.<\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2011\/07\/IMG_9930-hans-regin-mal.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"alignnone size-full wp-image-4707\" title=\"IMG_9930-hans-regin-mal\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2011\/07\/IMG_9930-hans-regin-mal.jpg\" alt=\"\" width=\"576\" height=\"395\" \/><\/a><br \/>\n<em>Regin og Hans koma her um m\u00e1lstrikuna. Regin setti pers\u00f3nligt met vi\u00f0 t\u00ed\u00f0ini 2.07,01 min.<\/em><\/p>\n<p>Elsa Berg var \u00ed tri\u00f0ja av teimum 4 ri\u00f0lunum hj\u00e1 gentum 15 \u00e1r. Hon leg\u00f0i eitt sindur varliga fyri, og leg\u00f0i seg heldur aftarlaga fr\u00e1 byrjan. Spakuliga ota\u00f0i hon seg fram, og fyrra umfar \u00e1 umlei\u00f0 75 sek bo\u00f0a\u00f0i fr\u00e1, at hon kanska l\u00e1 til eitt l\u00edti\u00f0 pers\u00f3nligt met. H\u00f3ast onkur afturat bleiv yvirh\u00e1la\u00f0 \u00e1 seinna umfarinum, bleiv hetta runni\u00f0 eitt sindur seinni, so at hetta akkur\u00e1t ikki bleiv pers\u00f3nligt met. T\u00ed\u00f0in bleiv 2.33,63 og rakk til samla\u00f0 28. l\u00e1ss av 36 luttakarum. Annars rann Elsa herfyri ein fr\u00e1l\u00edkan 600 m, sum ber bo\u00f0 um, at 800 metra t\u00ed\u00f0 hennara skj\u00f3tt fer eitt st\u00f3rt lop r\u00e6tta vegin. Vi\u00f0 eitt sindur aggresivari renning kann hon saktans renna 2.26-28 longu seinni \u00ed \u00e1r.<\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2011\/07\/IMG_9964-elsa-start.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"alignnone size-full wp-image-4709\" title=\"IMG_9964-elsa-start\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2011\/07\/IMG_9964-elsa-start.jpg\" alt=\"\" width=\"576\" height=\"315\" \/><\/a><br \/>\n<em>Elsa hevur j\u00fast spent avsta\u00f0 \u00ed 800m renningini<\/em><\/p>\n<p>Vit hava ein langan kappingardag fyri okkum \u00ed morgin. Longu klokkan 9.10 leggur Tinna Berg J\u00f8rgensen, sum annars fylti 12 \u00e1r \u00ed dag!!, fyri \u00e1 80 metrum, og R\u00fani Seloy rundar dagin av kl. 19.10 vi\u00f0 s\u00ednari 400 metra kapping.<\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2011\/07\/IMG_0007-diddurnar.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"alignnone size-full wp-image-4710\" title=\"IMG_0007-diddurnar\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2011\/07\/IMG_0007-diddurnar.jpg\" alt=\"\" width=\"576\" height=\"315\" \/><\/a><br \/>\n<em>F\u00f8roysku diddurnar \u00e1 Ullevi: Elsa, Katarina, Rebekka, Tinna og Karin<\/em><\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2011\/07\/IMG_0047-marita-eftir-3211.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"alignnone size-full wp-image-4711\" title=\"IMG_0047-marita eftir 3211\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2011\/07\/IMG_0047-marita-eftir-3211.jpg\" alt=\"\" width=\"576\" height=\"365\" \/><\/a><br \/>\n<em>Marita sm\u00edlist m\u00f3ti f\u00f8roysku fjepparunum eftir at hon hevur sent spj\u00f3ti\u00f0 \u00fat \u00e1 32,11 metrar!!<\/em><\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2011\/07\/IMG_9753-maltalva-katarina.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"alignnone size-full wp-image-4716\" title=\"IMG_9753-maltalva katarina\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2011\/07\/IMG_9753-maltalva-katarina.jpg\" alt=\"\" width=\"576\" height=\"268\" \/><\/a><br \/>\n<em>M\u00e1ltalvan v\u00edsir K.H\u00f8j\u00a0\u00e1 3.pl\u00e1ssi!<\/em><\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2011\/07\/IMG_9719-karin.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"alignnone size-full wp-image-4717\" title=\"IMG_9719-karin\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2011\/07\/IMG_9719-karin.jpg\" alt=\"\" width=\"576\" height=\"333\" \/><\/a><br \/>\n<em>Karin \u00e1 veg \u00e1 m\u00e1l \u00ed 600m renningini<\/em><\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2011\/07\/IMG_9820-runi-start.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"alignnone size-full wp-image-4718\" title=\"IMG_9820-runi-start\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2011\/07\/IMG_9820-runi-start.jpg\" alt=\"\" width=\"576\" height=\"355\" \/><\/a><br \/>\n<em>R\u00fani og hinir hava spent avsta\u00f0 \u00ed 800m renningini<\/em><\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2011\/07\/IMG_9892-hans-regin-start.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"alignnone size-full wp-image-4719\" title=\"IMG_9892-hans-regin-start\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2011\/07\/IMG_9892-hans-regin-start.jpg\" alt=\"\" width=\"576\" height=\"322\" \/><\/a><br \/>\n<em>Hans og Regin spenna avsta\u00f0 \u00ed 800m renningini<\/em><\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2011\/07\/IMG_9910-hans-regin-400m.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"alignnone size-full wp-image-4720\" title=\"IMG_9910-hans-regin-400m\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2011\/07\/IMG_9910-hans-regin-400m.jpg\" alt=\"\" width=\"576\" height=\"384\" \/><\/a><br \/>\n<em>Hans var frammanfyri Regin eftir 400m \u00ed 800m renningini<\/em><\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2011\/07\/IMG_9944-regin-runi-hans.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"alignnone size-full wp-image-4722\" title=\"IMG_9944-regin-runi-hans\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2011\/07\/IMG_9944-regin-runi-hans.jpg\" alt=\"\" width=\"576\" height=\"384\" \/><\/a><br \/>\n<em>F\u00f8royskir 800m rennarar \u00e1 Ullevi<\/em><\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2011\/07\/IMG_9999-elsa-mal.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"alignnone size-full wp-image-4723\" title=\"IMG_9999-elsa-mal\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2011\/07\/IMG_9999-elsa-mal.jpg\" alt=\"\" width=\"576\" height=\"384\" \/><\/a><br \/>\n<em>Elsa var \u00fatl\u00fagva\u00f0 eftir s\u00edn 800m<\/em><\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2011\/07\/IMG_9758-katarina-paraply.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" data-attachment-id=\"4725\" data-permalink=\"https:\/\/www.athletics.fo\/?attachment_id=4725\" data-orig-file=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/2023\/07\/LumixSync_copy_2023-07-07-210425-0000JpegFile-scaled.jpeg\" data-orig-size=\"2560,1442\" data-comments-opened=\"0\" data-image-meta=\"{&quot;aperture&quot;:&quot;4.5&quot;,&quot;credit&quot;:&quot;&quot;,&quot;camera&quot;:&quot;DC-GH5M2&quot;,&quot;caption&quot;:&quot;&quot;,&quot;created_timestamp&quot;:&quot;1688744303&quot;,&quot;copyright&quot;:&quot;&quot;,&quot;focal_length&quot;:&quot;19&quot;,&quot;iso&quot;:&quot;200&quot;,&quot;shutter_speed&quot;:&quot;0.001&quot;,&quot;title&quot;:&quot;&quot;,&quot;orientation&quot;:&quot;1&quot;}\" data-image-title=\"LumixSync_copy_2023-07-07 21:04:25 +0000JpegFile\" data-image-description=\"\" data-image-caption=\"\" data-large-file=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/2023\/07\/LumixSync_copy_2023-07-07-210425-0000JpegFile-1024x577.jpeg\" class=\"alignnone size-large wp-image-4725\" title=\"IMG_9758-katarina-paraply\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2011\/07\/IMG_9758-katarina-paraply-634x1024.jpg\" alt=\"\" width=\"457\" height=\"738\" \/><\/a><br \/>\nJ\u00fa j\u00fa&#8230;.. drotningin skal verjast.<\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2011\/07\/IMG_0112-marita-heri.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"alignnone size-large wp-image-4727\" title=\"IMG_0112-marita-heri\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2011\/07\/IMG_0112-marita-heri-694x1024.jpg\" alt=\"\" width=\"450\" height=\"664\" \/><\/a><br \/>\n<em>Fyrst hei\u00f0ursmerki, s\u00ed\u00f0ani drotningavi\u00f0fer\u00f0!<\/em><\/p>\n<p><em>\u00a0<\/em><\/p>\n<\/div>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Katarina H\u00f8j framdi eitt satt bragd \u00ed dag, t\u00e1 hon \u00e1 Nya Ullevi vann bronsumerki\u00f0 \u00ed 600 metra renningini hj\u00e1 gentum 12 \u00e1r. Tey sum fylgja vi\u00f0 renning \u00ed F\u00f8royum vita, at ta\u00f0 eru fleiri ungar gentur, sum renna heilt skj\u00f3tt.\u00a0 Av teimum\u00a0 40 sum runnu \u00ed dag, v\u00f3ru tv\u00e6r f\u00f8royskar . Umframt Katarinu, var [&hellip;]<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":6732,"comment_status":"closed","ping_status":"","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"ngg_post_thumbnail":0,"_jetpack_newsletter_access":"","_jetpack_dont_email_post_to_subs":false,"_jetpack_newsletter_tier_id":0,"_jetpack_memberships_contains_paywalled_content":false,"_jetpack_feature_clip_id":0,"_jetpack_memberships_contains_paid_content":false,"footnotes":"","jetpack_publicize_message":"","jetpack_publicize_feature_enabled":true,"jetpack_social_post_already_shared":true,"jetpack_social_options":{"image_generator_settings":{"template":"highway","default_image_id":0,"font":"","enabled":false},"version":2},"jetpack_post_was_ever_published":false},"categories":[50],"tags":[],"class_list":["post-6731","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-fif-arkiv"],"jetpack_publicize_connections":[],"jetpack_sharing_enabled":true,"jetpack_featured_media_url":"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2011\/07\/IMG_9741-katarina.jpg","_links":{"self":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/6731","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcomments&post=6731"}],"version-history":[{"count":0,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/6731\/revisions"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/media\/6732"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fmedia&parent=6731"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcategories&post=6731"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Ftags&post=6731"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}