{"id":6786,"date":"2011-10-31T21:51:46","date_gmt":"2011-10-31T21:51:46","guid":{"rendered":"https:\/\/www.athletics.fo\/?p=6786"},"modified":"2011-10-31T21:51:46","modified_gmt":"2011-10-31T21:51:46","slug":"breaking-news-joan-blafoss-verdur-rennari","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/www.athletics.fo\/?p=6786","title":{"rendered":"BREAKING NEWS: JOAN BL\u00c1FOSS VER\u00d0UR RENNARI!!!"},"content":{"rendered":"<p>Sum vit skriva\u00f0u \u00ed september, var \u00e6tlanin at Joan Bl\u00e1foss skuldi renna s\u00edtt fyrsta almenna maraton \u00ed Berlin. Vegna ein ska\u00f0a \u00ed f\u00f3tinum var hon t\u00f3 noydd at \u00fatseta frumframf\u00f8rsluna til Frankfurt Marathon, sum var\u00f0 runni\u00f0 gj\u00e1ramorgunin. Einki er so ringt, at ta\u00f0 ikki er gott fyri okkurt, t\u00ed me\u00f0an s\u00f3lin baka\u00f0i ni\u00f0ur \u00e1 sveittandi rennararnar \u00ed Berlin, v\u00f3ru umst\u00f8\u00f0urnar til at renna maraton \u00ed Frankfurt \u00ed gj\u00e1r n\u00e6rum fullkomnar.<\/p>\n<p>Og hesum dugdi Joan at gera s\u00e6r d\u00e6lt av. H\u00f3ast hon frammanundan hev\u00f0i sagt seg vera n\u00f8gda vi\u00f0 eina t\u00ed\u00f0 beint undir teir tr\u00edggjar t\u00edmarnar, leg\u00f0i hon \u00fat vi\u00f0 4.00 fer\u00f0 og kom framvi\u00f0 10 km beint um 40 min. Sum triatletur er Joan von vi\u00f0 at vera meira ella minni troytt, t\u00e1 hon herjar \u00e1 maratonteinin. T\u00ed kundi man freistast at halda, at hon n\u00fa vi\u00f0 fr\u00edskum beinum fr\u00e1 fyrsta kilometri kanska f\u00f3r at taka \u00ed so r\u00edvan til og leggja eitt sindur ov har\u00f0liga til brots. Men ta\u00f0 s\u00e1st skj\u00f3tt, at Joan er ein sera rutinera\u00f0ur rennari, sum dugir sera v\u00e6l at leggja eina javna fer\u00f0. T\u00ed\u00f0in \u00e1 20 km var beint undir 1.2o t\u00edmar og fer\u00f0in so j\u00f8vn, sum hon yvirh\u00f8vur kann bl\u00edva.<\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" src=\"http:\/\/a5.sphotos.ak.fbcdn.net\/hphotos-ak-snc6\/268170_10150306609751413_697246412_9791919_603721_n.jpg\" alt=\"\" width=\"540\" height=\"720\" \/><br \/>\n<em>Joan Bl\u00e1foss n\u00fdtt f\u00f8royskt met \u00e1 maratonteininum, og fer n\u00fa at renna burturav eina t\u00ed\u00f0!<\/em><\/p>\n<p>Serfr\u00f8\u00f0ingar innan maraton plaga at siga, at fyri at renna eitt so fullkomi\u00f0 maraton sum gj\u00f8rligt, skal fyrra h\u00e1lva vera 1-2 minuttir skj\u00f3tari enn tann fyrra. Eisini her v\u00edsti Joan seg at renna so durkdrivi\u00f0 sum hugsast kann. Fyrra h\u00e1lvmaraton var\u00f0 runni\u00f0 upp\u00e1 1.24.16 t\u00edmar\u00a0me\u00f0an seinna h\u00e1lvmaraton t\u00f3k henni 1.25.53 t\u00edmar. Ikki fyrr enn \u00e1 30 km f\u00f3r fer\u00f0in eitt sindur ni\u00f0ur, men var framvegis h\u00f8g. Og seinastu 2,2 kilometrarnar megna\u00f0i hon kroysta t\u00e6r seinastu kreftirnar \u00far s\u00e6r og\u00a0ennt\u00e1\u00a0 \u00f8kja eitt sindur aftur.<\/p>\n<p>T\u00e1 samanum kom gj\u00f8rdist endaliga t\u00ed\u00f0in hj\u00e1 Joan 2.50.09 t\u00edmar. Og hetta er eitt kempist\u00f3rt f\u00f8royskt met \u00e1 teininum. Gamla meti\u00f0 setti Rigmor N. Arge \u00ed Keypmannahavn \u00ed 2008, t\u00e1 hon rann teinin upp\u00e1 3.09.09. T\u00ed\u00f0in hj\u00e1 Joan r\u00f8kkur til eitt fyribils fj\u00f3r\u00f0apl\u00e1ss \u00e1 danska styrkislistanum fyri 2011. Joan enda\u00f0i sum nummar 34 \u00ed kvinnukappingini. Einar 3.000 kvinnur og 10.000 menn lutt\u00f3ku, og av \u00f8llum hesum 13.000 bleiv Joan nr. 374.<\/p>\n<p>\u00cd kjalarv\u00f8rrinum \u00e1 hesum g\u00f3\u00f0a \u00farsliti, hevur Joan n\u00fa avgj\u00f8rt at satsa alt upp\u00e1 renning, og royna enn eitt maraton til v\u00e1rs. Hvar ta\u00f0 ver\u00f0ur, er ikki avgj\u00f8rt enn, men Hamburg og Keypmannahavn eru so \u00ed tonkunum.<\/p>\n<p>At Joan n\u00fa letur s\u00fakkluna standa \u00ed kjallaranum og goymir\u00a0svimjikl\u00e6\u00f0ini \u00ed einum bunka ni\u00f0ast \u00ed sk\u00e1pinum, er sera spennandi fyri F\u00cdF. Joan er n\u00f3gv tann besta f\u00f8royska kvinnan \u00ed langteinarenning, og v\u00e6ntast kann, at hon fer at standa seg sera v\u00e6l \u00ed kappingum \u00ed Danmark, har hon \u00ed fj\u00f8r vann silvur \u00ed DM \u00e1 10 km landavegsrenning. Og n\u00fa ver\u00f0ur spennandi, um hon eisini ver\u00f0ur partur av okkara fer\u00f0alagi til oyggjaleikirnar \u00e1 Bermuda um sm\u00e1 tvey \u00e1r.<\/p>\n<p>F\u00cdF ynskir Joan tillukku vi\u00f0 hesum fram\u00farskarandi \u00farsliti og meti og gle\u00f0a okkum at s\u00edggja hana til enn fleiri rennikappingar. G\u00f3\u00f0a eydnu!<\/p>\n<p>Millumt\u00ed\u00f0irnar hj\u00e1 Joan:<\/p>\n<ul>\n<li>5 km: 19.51<\/li>\n<li>10 km: 40.00 (20.09)<\/li>\n<li>15 km: 59.52 (19.52)<\/li>\n<li>20 km: 1.19.56 (20.04<\/li>\n<li>25 km: 1.39.50 (19.54)<\/li>\n<li>30 km: 2.00.06 (20.16)<\/li>\n<li>35 km: 2.20.29 (20.23)<\/li>\n<li>40 km: 2.41.12 (20.43)<\/li>\n<li>42,195: 2.50.09 (8.54 = 4.03)<\/li>\n<\/ul>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Sum vit skriva\u00f0u \u00ed september, var \u00e6tlanin at Joan Bl\u00e1foss skuldi renna s\u00edtt fyrsta almenna maraton \u00ed Berlin. Vegna ein ska\u00f0a \u00ed f\u00f3tinum var hon t\u00f3 noydd at \u00fatseta frumframf\u00f8rsluna til Frankfurt Marathon, sum var\u00f0 runni\u00f0 gj\u00e1ramorgunin. Einki er so ringt, at ta\u00f0 ikki er gott fyri okkurt, t\u00ed me\u00f0an s\u00f3lin baka\u00f0i ni\u00f0ur \u00e1 sveittandi [&hellip;]<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":0,"comment_status":"closed","ping_status":"","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"ngg_post_thumbnail":0,"_jetpack_newsletter_access":"","_jetpack_dont_email_post_to_subs":false,"_jetpack_newsletter_tier_id":0,"_jetpack_memberships_contains_paywalled_content":false,"_jetpack_feature_clip_id":0,"_jetpack_memberships_contains_paid_content":false,"footnotes":"","jetpack_publicize_message":"","jetpack_publicize_feature_enabled":true,"jetpack_social_post_already_shared":true,"jetpack_social_options":{"image_generator_settings":{"template":"highway","default_image_id":0,"font":"","enabled":false},"version":2},"jetpack_post_was_ever_published":false},"categories":[50],"tags":[],"class_list":["post-6786","post","type-post","status-publish","format-standard","hentry","category-fif-arkiv"],"jetpack_publicize_connections":[],"jetpack_sharing_enabled":true,"jetpack_featured_media_url":"","_links":{"self":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/6786","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcomments&post=6786"}],"version-history":[{"count":0,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/6786\/revisions"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fmedia&parent=6786"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcategories&post=6786"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Ftags&post=6786"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}