{"id":6855,"date":"2012-05-06T13:48:41","date_gmt":"2012-05-06T13:48:41","guid":{"rendered":"https:\/\/www.athletics.fo\/?p=6855"},"modified":"2012-05-06T13:48:41","modified_gmt":"2012-05-06T13:48:41","slug":"klaksvikingar-kunnu-kraftetimeg-kallast-kulir","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/www.athletics.fo\/?p=6855","title":{"rendered":"Sera v\u00e6l fyriskipa\u00f0 FM-kapping \u00ed Klaksv\u00edk"},"content":{"rendered":"<p>Fyri fyrstu fer\u00f0 nakrant\u00ed\u00f0 hevur eitt FM \u00ed fr\u00e6sum \u00edtr\u00f3tti veri\u00f0 hildi\u00f0 \u00ed Klaksv\u00edk. Og ta\u00f0 bleiv eisini hildi\u00f0 vi\u00f0 man\u00e9r, t\u00e1 Treysti skipa\u00f0i fyri FM \u00ed h\u00e1lvum maraton leygardagin. At ta\u00f0 yvirh\u00f8vur bar til at f\u00e1a 160 f\u00f8royingar at renna h\u00e1lvt maraton samstundis var fyri bert f\u00e1um \u00e1rum s\u00ed\u00f0ani fullkomiliga \u00f3hugsandi. Men til hesa FM-kapping var ta\u00f0 eydnast Treysti at lokka so n\u00f3gvar rennarar vi\u00f0.<\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/google\/6b1d6b9f4defb0b2.jpg\" alt=\"\" width=\"576\" height=\"377\" \/><\/p>\n<p>Fyri at tekkjast flest m\u00f8guligum rennarum, hev\u00f0i Treysti gj\u00f8rt heilt n\u00f3gv burtur\u00far. Ja, hetta var sum at vera vi\u00f0 til st\u00f3ru renningarnar uttanlands. Og h\u00f3ast vetrarve\u00f0ri\u00f0 \u00ed mei gj\u00f8rdist ein m\u00f3tsp\u00e6lari, so v\u00f3ru ta\u00f0 teir mongu rennararnir, sum sigra\u00f0u. Fleiri av hesum str\u00edddu seg \u00ed gj\u00f8gnum s\u00edtt fyrsta h\u00e1lva maraton nakrant\u00ed\u00f0.<\/p>\n<p><img decoding=\"async\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/google\/fc57c3a93c3c37cf.jpg\" alt=\"\" \/><\/p>\n<p>Ta\u00f0 var borgarstj\u00f3rin, Gunnv\u00e1 vi\u00f0 Keldu, sum aftan\u00e1 n\u00f8kur v\u00e6l vald or\u00f0 skeyt renningina \u00ed gongd. Og ta\u00f0 var sum rakti hon Borgar Biskopst\u00f8 \u00ed reyvina, t\u00ed hann sprakk avsta\u00f0 undan hinum \u00fat eftir Klaksv\u00edksvegnum. Marnar fylgdi honum t\u00f3 v\u00e6l, og komu teir eisini at fylgjast l\u00f8tu seinni. Eitt sindur aftari l\u00f3gu Henry Olsen og Hallur Holm, sum spakuliga n\u00e6rka\u00f0ust oddamonnunum. Eftir fyrsta av teimum trimum umf\u00f8runum \u00e1 7 km, h\u00f8vdu Henry og Hallur runni\u00f0 seg fram til Marnar, me\u00f0an Borgar n\u00fa var farin eitt sindur afturum. Hesir tr\u00edggir fremstu fylgdust n\u00fa heilt fram til 16 km, t\u00e1 Marnar setti fer\u00f0 \u00e1 ni\u00f0an \u00e1 Keldusk\u00e1ki\u00f0. Hallur helt aftan\u00e1, me\u00f0an Henry m\u00e1tti sleppa takinum. Hallur fylgdi vi\u00f0 Marnari\u00a0til knappar 20 km, t\u00e1 eisini hann m\u00e1tti sleppa.\u00a0Marnar Djurhuus kom\u00a0\u00e1 m\u00e1l vi\u00f0 t\u00ed\u00f0ini 1.20.17, me\u00f0an Hallur Holm vi\u00f0 t\u00ed\u00f0ini 1.20.35 gj\u00f8rdist nr. 2. Henry Olsen vann bronsu\u00a0vi\u00f0 t\u00ed\u00f0ini 1.21.22.<\/p>\n<p><img decoding=\"async\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/google\/cc17fc460ccf8dfe.jpg\" alt=\"\" \/>\u00a0<img decoding=\"async\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/google\/987c3e3718b62580.jpg\" alt=\"\" \/><\/p>\n<p>Hj\u00e1 kvinnunum var ein gamal kenningur vi\u00f0, sum n\u00e6stan bara hevur runni\u00f0 maraton seinnu \u00e1rini. Talan var um Rigmor N. Arge \u00far Hvirluni, sum eisini mundi teljast millum favorittarnar. Og ta\u00f0 var eisini hon, sum var fremst fr\u00e1 byrjan til enda. Rebekka Fugl\u00f8 fylgdi henni v\u00e6l fyrstu l\u00f8tuna, men hj\u00e1 henni var kr\u00fati\u00f0 v\u00e1tt, og hon fall spakuliga aftur gj\u00f8gnum felti\u00f0. Durita \u00e1 Lofti hev\u00f0i eina l\u00f8tu hug at n\u00e6rkast oddinum, men t\u00e1 alt kom til alt, vann Rigmor ein tryggan sigur vi\u00f0 t\u00ed\u00f0ini 1.35.59 \u00a0 me\u00f0an Durita bleiv nr. 2 vi\u00f0 t\u00ed\u00f0ini 1.38.07 .\u00a0\u00a0 Ann Thomsen \u00far Bragdinum var\u00f0 nr. 3. Hennara t\u00ed\u00f0 var\u00f0 1.41.01.<\/p>\n<p><img decoding=\"async\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/google\/3a0042ed88d90a42.jpg\" alt=\"\" \/>\u00a0<img decoding=\"async\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/google\/e6531838917686a5.jpg\" alt=\"\" \/><\/p>\n<p>\u00cd veteranb\u00f3lkinum hj\u00e1 monnum var ta\u00f0 hesufer\u00f0 Henry, sum vann. Borgar bleiv nummar tvey vi\u00f0 1.23.11. \u00c1 tri\u00f0japl\u00e1ssi kom ein gamal kenningur Regin Zachariassen vi\u00f0 1.28.17. Hj\u00e1 veterankvinnunum var ta\u00f0 Ann Thomsen, sum vann. Henni \u00e1 baki komu Morid Jacobsen vi\u00f0 1.51.23 og Vera Larsen vi\u00f0 t\u00ed\u00f0ini 1.53.25.<\/p>\n<p>\u00cd supervetaranb\u00f3lkinum var ta\u00f0 Jens R. Weihe, sum var\u00f0 vinnari vi\u00f0 1.32.07. \u00d3li Olsen bleiv nummar tvey vi\u00f0 t\u00ed\u00f0ini 1.34.15. Nummar \u00a0tr\u00fd vi\u00f0 t\u00ed\u00f0ini 1.38.32 bleiv He\u00f0in J\u00f3hannessen. He\u00f0in er eisini ma\u00f0urin, sum hevur uppm\u00e1ta\u00f0 rutuna so hon er DAF-g\u00f3\u00f0kend.<\/p>\n<p>Aftan\u00e1 renningina v\u00f3ru hei\u00f0ursmerki handa\u00f0. Umframt FM-hei\u00f0ursmerkini \u00ed vanligu aldursb\u00f3lkunum, v\u00f3ru eisini hei\u00f0ursmerki til tr\u00fd tey fremstu \u00ed aldursflokkum vi\u00f0 5-\u00e1ra intervallum.<\/p>\n<p><img decoding=\"async\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/google\/ad51354b12cbb968.jpg\" alt=\"\" \/>\u00a0<img decoding=\"async\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/google\/b44b7ada75de38d0.jpg\" alt=\"\" \/>\u00a0<img decoding=\"async\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/google\/be50886a5a16e7fd.jpg\" alt=\"\" \/><\/p>\n<p>Startnummari\u00f0 var eisini atgongumerki til svimjih\u00f8llina, og ta\u00f0 v\u00f3ru eisini mong, sum n\u00fdttu h\u00f8vi\u00f0 at vitja hyljar, hitar\u00fam, heilsukliva, og br\u00fasur har, eftir loknan dag.<\/p>\n<p><img decoding=\"async\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/google\/b27693fa63c66b8d.jpg\" alt=\"\" \/>\u00a0<img decoding=\"async\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/google\/de2fa539db6652a9.jpg\" alt=\"\" \/><\/p>\n<p>\u00d8ll \u00farslitini eru at finna \u00e1 heimas\u00ed\u00f0uni hj\u00e1 Treysti \u00e1 leinkjuni <a href=\"http:\/\/treysti.fo\/news-urslit+tf+klaksvik+frac12marathon+2012.htm\">her<\/a>, og har eru eisini leinkjur til myndir.<\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Fyri fyrstu fer\u00f0 nakrant\u00ed\u00f0 hevur eitt FM \u00ed fr\u00e6sum \u00edtr\u00f3tti veri\u00f0 hildi\u00f0 \u00ed Klaksv\u00edk. Og ta\u00f0 bleiv eisini hildi\u00f0 vi\u00f0 man\u00e9r, t\u00e1 Treysti skipa\u00f0i fyri FM \u00ed h\u00e1lvum maraton leygardagin. At ta\u00f0 yvirh\u00f8vur bar til at f\u00e1a 160 f\u00f8royingar at renna h\u00e1lvt maraton samstundis var fyri bert f\u00e1um \u00e1rum s\u00ed\u00f0ani fullkomiliga \u00f3hugsandi. Men til hesa [&hellip;]<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":6856,"comment_status":"closed","ping_status":"","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"ngg_post_thumbnail":0,"_jetpack_newsletter_access":"","_jetpack_dont_email_post_to_subs":false,"_jetpack_newsletter_tier_id":0,"_jetpack_memberships_contains_paywalled_content":false,"_jetpack_feature_clip_id":0,"_jetpack_memberships_contains_paid_content":false,"footnotes":"","jetpack_publicize_message":"","jetpack_publicize_feature_enabled":true,"jetpack_social_post_already_shared":true,"jetpack_social_options":{"image_generator_settings":{"template":"highway","default_image_id":0,"font":"","enabled":false},"version":2},"jetpack_post_was_ever_published":false},"categories":[50],"tags":[],"class_list":["post-6855","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-fif-arkiv"],"jetpack_publicize_connections":[],"jetpack_sharing_enabled":true,"jetpack_featured_media_url":"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/google\/6b1d6b9f4defb0b2.jpg","_links":{"self":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/6855","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcomments&post=6855"}],"version-history":[{"count":0,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/6855\/revisions"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/media\/6856"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fmedia&parent=6855"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcategories&post=6855"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Ftags&post=6855"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}