{"id":6858,"date":"2012-05-11T17:55:02","date_gmt":"2012-05-11T17:55:02","guid":{"rendered":"https:\/\/www.athletics.fo\/?p=6858"},"modified":"2012-05-11T17:55:02","modified_gmt":"2012-05-11T17:55:02","slug":"arsadalfundurin-hja-fif-var-i-gjar","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/www.athletics.fo\/?p=6858","title":{"rendered":"\u00c1rsa\u00f0alfundurin hj\u00e1 F\u00cdF var \u00ed gj\u00e1r"},"content":{"rendered":"<p>\u00c1rsa\u00f0alfundurin hj\u00e1 F\u00cdF var \u00ed gj\u00e1r. Seinni kemur ein styttri samandr\u00e1ttur fr\u00e1 fundinum. Inntil hon kemur, kunnu tit stytta tykkum stundir vi\u00f0 at lesa formansfr\u00e1grei\u00f0ingina.<\/p>\n<p><strong>Formansfr\u00e1grei\u00f0ing 2012<\/strong><\/p>\n<p>M\u00edtt tvey\u00e1raskei\u00f0 sum forma\u00f0ur \u00ed F\u00cdF\u00a0 er \u00ed kv\u00f8ld runni\u00f0 \u00fat. Men eg havi kortini lati\u00f0 meg stilla uppaftur til formanssessin, og vitandi at eingin annar er \u00ed uppskoti, s\u00e6r ta\u00f0 \u00fat til at eg forseti\u00a0 sum forma\u00f0ur. Eg kundi havt st\u00f8\u00f0ga\u00f0 \u00e1, hugsa\u00f0 meg um og mett um t\u00ed\u00f0ina, sum er farin. Um ta\u00f0 er gott ella ringt. Ella b\u00e6\u00f0i. Ta\u00f0 havi eg fyri so v\u00edtt ikki gj\u00f8rt. Men eg veit, at ta\u00f0 eru \u00f3loyst m\u00e1l, sum eg hev\u00f0i sett m\u00e6r fyri at loysa, sum t\u00f3 ikki eru loyst &#8211; enn. Og eg veit, at h\u00f3ast fr\u00e6lsur \u00edtr\u00f3ttur tekur alla m\u00edna fr\u00edt\u00ed\u00f0 og eitt sindur afturat, so er ta\u00f0 spennandi og gevandi arbei\u00f0i. Eg vil t\u00ed fegin taka tvey \u00e1r afturat saman vi\u00f0 \u00f8llum teimum positivu og spennandi menniskjunum eg hitti innan fr\u00e6lsan \u00edtr\u00f3tt, og harvi\u00f0 f\u00e1a h\u00f8vi til at loysa tey m\u00e1l eg einafer\u00f0 setti m\u00e6r.\u00a0\u00a0<\/p>\n<p><strong>Venjaraskei\u00f0<\/strong><strong><br \/>\n<\/strong>\u00cd \u00a0formansfr\u00e1grei\u00f0ingi fari eg at leggja beint til brots vi\u00f0 teimum aktivitetum, sum v\u00f3ru \u00ed gongd umlei\u00f0 seinasta a\u00f0alfund, og vi\u00f0 einum evni, sum eg ikki nevndi so n\u00f3gv um \u00ed formansfr\u00e1grei\u00f0ingini seinast. \u00a0Nevnliga venjaraskei\u00f0. \u00cd apr\u00edl \/mei \u00ed fj\u00f8r h\u00f8vdu vit tvey vikuskifti, har vit koyrdu venjara\u00fatb\u00fagvingina fyri m\u00e1lb\u00f3lkin 14-17 \u00e1r. Til hv\u00f8rt av hesum b\u00e1\u00f0um vikuskiftunum v\u00f3ru tveir ymiskir svenskir instrukt\u00f8rar. Harafturat var Gotlendska Ellinor Sundstrand vi\u00f0 b\u00e6\u00f0i\u00a0 vikuskiftini.\u00a0 Heilir 20 luttakarar v\u00f3ru vi\u00f0 til skei\u00f0i\u00f0. Gle\u00f0iligt er, at av hesum eru minst 10, sum dagliga f\u00e1ast vi\u00f0 fr\u00e1l\u00e6ru \u00ed fr\u00e6lsum \u00edtr\u00f3tti. Sum hj\u00e1 so mongum \u00f8\u00f0rum \u00edtr\u00f3ttargreinum er t\u00f8rvurin \u00e1 venjarum \u00ed fr\u00e6lsum \u00edtr\u00f3tti st\u00f3rur. \u00cd \u00f8llum fel\u00f8gunum liggur n\u00f3gv \u00e1 somu her\u00f0um, og skulu vit koma v\u00ed\u00f0ari, og taka \u00edm\u00f3ti fleiri \u00ed\u00f0karum, er ta\u00f0 umr\u00e1\u00f0andi at f\u00e1a fleiri vi\u00f0 \u00ed venjaratoymini.<\/p>\n<p>F\u00cdF tekur hesa uppg\u00e1vu \u00ed \u00e1lvara, og \u00e6tlar at koyra eina rullandi \u00fatb\u00fagvingarskipan vi\u00f0 teimum modulum, sum eru \u00ed svensku \u00fatb\u00fagvingarskipanini. \u00cd fj\u00f8r v\u00f3ru Heri Ziska og Randi K\u00farberg \u00ed Sv\u00f8r\u00edki og t\u00f3ku\u00a0 svensku instrukt\u00f8r\u00fatb\u00fagvingina. Hesum kundi F\u00cdF nj\u00f3ta gott av n\u00fa \u00ed v\u00e1r, t\u00e1 skipa\u00f0 var\u00f0 fyri venjaraskei\u00f0i fyri 7-10 \u00e1ra aldursb\u00f3lkin. Hetta var fyrstu fer\u00f0 f\u00f8royskir instrukt\u00f8rar skipa\u00f0u fyri venjaraskei\u00f0i \u00ed fr\u00e6lsum \u00edtr\u00f3tti. \u00cd \u00f8llum f\u00f8rum fyri F\u00cdF. Og sigast m\u00e1, at allir teir \u00fati vi\u00f0 20 skei\u00f0slutakararnir v\u00f3ru sera v\u00e6l n\u00f8gdir. Heri og Randi hava av sinum eintingum tiki\u00f0 hesa \u00fatb\u00fagvingina. Nevndin er t\u00f3 samd um, at F\u00cdF eigur at stu\u00f0la teimum at fara v\u00ed\u00f0ari, um tey hava hug til ta\u00f0. B\u00e6\u00f0i t\u00ed at ta\u00f0 \u00ed longdini sj\u00e1lvandi gerst b\u00edligari vi\u00f0 f\u00f8royskum instrukt\u00f8rum, \u00a0men eisini\u00a0 t\u00ed at vit vilja duga sj\u00e1lvi, og at ta\u00f0 er l\u00e6ttari hj\u00e1 skei\u00f0slutakarum at samskifta \u00e1 m\u00f3\u00f0urm\u00e1linum. Vit fara v\u00e6ntandi at koyra eitt venjaraskei\u00f0 seinni \u00ed \u00e1r, men hetta er ikki sta\u00f0fest enn.<\/p>\n<p><strong>Hagtalsgrunnur<\/strong><strong><br \/>\n<\/strong>Eitt av st\u00f3rm\u00e1lunum hj\u00e1 F\u00cdF er at \u00fatvega s\u00e6r ein hagtalsgrunn til skr\u00e1seting av \u00farslitum, sum so v\u00ed\u00f0ari kunnu gerast til ranglistar av alskyns slagi. \u00c1 seinasta a\u00f0alfundi nevndi eg, at felagi\u00f0 admind hev\u00f0i fingi\u00f0 uppg\u00e1vuna, og so sm\u00e1tt v\u00f3ru farnir til verka. Men n\u00fa eitt \u00e1r seinni eru vit t\u00edverri ikki komin so n\u00f3gv longur. Ilt er at finna \u00farslitini aftur, eingir ranglistar og eingir metlistar. Men ikki heilt einki er gj\u00f8rt. \u00c1 fundi vi\u00f0 admind n\u00fdliga uppl\u00fdstu teir, at n\u00fdggja tilmeldingarskipanin \u00e1 athletics.fo er sj\u00e1lvur grundarsteinurin undir n\u00fdggja hagtalsgrunninum. Harafturat hava teir kn\u00fdtt eina gjaldingarskipan upp\u00ed. Hetta skal so v\u00ed\u00f0arimennast til at umfata \u00farslit og hagt\u00f8l. Altso er talan um eina framkomna heildarloysn.<\/p>\n<p>Eftir fundin, ella \u00ed gj\u00e1r, hevur felagi\u00f0 admind t\u00f3 bo\u00f0a\u00f0 fr\u00e1, at teir ikki ynskja at gera ein hagtalsgrunn fyri F\u00cdF. Nevndin fer t\u00ed sum naka\u00f0 av t\u00ed fyrsta at leita eftir \u00f8\u00f0rum veitara. Vit mugu sostatt liva eina t\u00ed\u00f0 afturat uttan hagtalsgrunn. Men me\u00f0an vit b\u00ed\u00f0a, kunnu vit gera nakrar betringar. Og onkur er longu gj\u00f8rd. Teir metlistar, sum hava ligi\u00f0 \u00ed \u00f3r\u00f8kt \u00e1 heimas\u00ed\u00f0uni eru n\u00fa allir dagf\u00f8rdir. B\u00e6\u00f0i til vaksin og ung. Innandura og uttandura. Harafturat fara vit n\u00fa aftur at leggja \u00f8ll \u00farslitini \u00fat undir bj\u00e1lkan \u00farslit \u00e1 heimas\u00ed\u00f0uni. Vit eru so heppin at hava fyrrverandi oyggjaleikarennaran Regin Reinert sitandi ni\u00f0ri \u00ed Keypmannahavn, har hann heldur eyga vi\u00f0 \u00f8llum okkara virksemi. Hann hevur savna\u00f0 \u00f8ll \u00farslitini, og gj\u00f8rt ta\u00f0 m\u00f8guligt at dagf\u00f8ra metlistarnar, og ta\u00f0 eri eg honum sera takksamur fyri.<\/p>\n<p>\u00a0<strong>Stu\u00f0ul<\/strong><strong><br \/>\n<\/strong>2011 var eitt sera hendingar\u00edkt \u00e1r. Og 2011 gj\u00f8rdist eisini eitt \u00e1r, har n\u00f3gvir pengar blivu br\u00faktir. Meira enn ta\u00f0 komu inn. Ta\u00f0 er t\u00ed ein sannroynd, at skal sama aktivitetsst\u00f8\u00f0i var\u00f0veitast ella helst \u00f8kjast, skulu eisini fleiri pengar i kassan. F\u00cdF hevur ongan h\u00f8vu\u00f0sstu\u00f0ul havt seinnu \u00e1rini, men n\u00fa veddingapengar og stu\u00f0ulin fr\u00e1 Mentam\u00e1lar\u00e1\u00f0num ikki r\u00f8kka longur, eiga vit at stremba eftir einum h\u00f8vu\u00f0sstu\u00f0li ella fleiri sm\u00e6rri. Eg nevndi \u00e1 seinast a\u00f0alfundi, at okkurt var \u00ed umb\u00fana, og at stu\u00f0ulskr\u00f3nur sannl\u00edkt st\u00f3\u00f0u \u00ed roknskapinum fyri 2011 og 2012. Av ymsum ors\u00f8kum, sum eg ikki skal koma inn \u00e1 her, eru ongar stu\u00f0ulskr\u00f3nur komnar \u00ed 2011. Vit arbei\u00f0a t\u00f3 v\u00ed\u00f0ari vi\u00f0 m\u00e1linum, og \u00ed l\u00f8tuni eru samr\u00e1\u00f0ingar \u00ed gongd vi\u00f0 ein m\u00f8guligan stu\u00f0ul. \u00a0<\/p>\n<p><strong>Umst\u00f8\u00f0ur<br \/>\n<\/strong>Um dagarnar fr\u00e6ttist, at borgarstj\u00f3rin \u00ed T\u00f3rshavnar Kommunu hevur \u00e6tlanir um at lata ein st\u00f3rh\u00f8ll byggja \u00ed Villingadali. F\u00f3tb\u00f3ltsh\u00f8ll og konserth\u00f8ll fyrst og fremst. Men r\u00e6ttiliga \u00f3definera\u00f0. Kalla\u00f0i ta\u00f0 eina st\u00f3rh\u00f8ll ella eina multih\u00f8ll. Men l\u00edkamiki\u00f0, um hetta eru luftkastellir, egg ella ungi, eiga vit at sp\u00e6la vi\u00f0 fr\u00e1 byrjan, og gera alt fyri at r\u00fam eisini ver\u00f0ur fyri fr\u00e6lsum \u00edtr\u00f3tti \u00ed h\u00f8llini. Vit hava havt ein vetur, har okkara b\u00f8rn og ungu hava treiskast illsligu nosini, vit hava fingi\u00f0 oman yvir okkum. Synd er at siga, at fr\u00e6lsur \u00edtr\u00f3ttur er uttandura \u00edtr\u00f3ttargrein gj\u00f8gnum f\u00f8royska veturin. Har skal \u00ed \u00f8llum f\u00f8rum g\u00f3\u00f0ur og sterkur vilji til. Ein h\u00f8ll hev\u00f0i veri\u00f0 sera k\u00e6rkomin, og kundi eisini veri\u00f0 eitt veruligt frambrot fyri fr\u00e6lsan \u00edtr\u00f3tt. Ta\u00f0 er ov seint at fara at grenja um hetta, t\u00e1 sperrurnar ver\u00f0a reistar \u00e1 h\u00f8llini, og t\u00ed eiga vit at gera okkara \u00e1virkan galdandi beinanvegin.\u00a0<\/p>\n<p>Umst\u00f8\u00f0urnar kring T\u00f3rsbreyt eru l\u00edka v\u00e1naligar enn, sum t\u00e6r alt\u00ed\u00f0 hava veri\u00f0. B\u00e6\u00f0i hj\u00e1 \u00ed\u00f0karum, \u00e1sko\u00f0arum og fyriskiparum. B\u00fdr\u00e1\u00f0i\u00f0 hevur j\u00e1tta\u00f0 pening til d\u00f3marah\u00f8li oman\u00e1 wc-bygningin vi\u00f0 m\u00e1l\u00f8ki\u00f0. Ta\u00f0 fer at l\u00e6tta um n\u00f3gv. Men hetta er sagt \u00ed langa t\u00ed\u00f0 n\u00fa, og enn er einki hent, og eingin fr\u00e1 b\u00fdr\u00e1\u00f0num hevur spurt seg fyri, hvat eitt sl\u00edkt d\u00f3marar\u00fam krevur. Ta\u00f0 er l\u00e6tt nokk hj\u00e1 b\u00fdr\u00e1\u00f0num at sleppa s\u00e6r undan, t\u00e1 eingin leggur tr\u00fdst \u00e1, t\u00ed ta\u00f0 er ein royndur lutur, at ta\u00f0 skal tr\u00fdstast og skumpast fyri at naka\u00f0 skal henda. Onkur kallar ta\u00f0 lobby-arbei\u00f0i. Men spurningurin er so, hv\u00f8r ta\u00f0 er, sum skal tr\u00fdsta. Her haldi eg, at Hvirlan,\u00a0 Bragdi\u00f0 og F\u00cdF skulu standa sum ein sterkur ma\u00f0ur\/kvinna og veruliga royna at f\u00e1a b\u00fdr\u00e1\u00f0i\u00f0 at fylgja s\u00ednum egnu samtyktum. T\u00ed ta\u00f0 er sn\u00f8gt sagt \u00f3m\u00f8guligt at fyriskipa kappingar inni \u00e1 einum myrkum, \u00edsak\u00f8ldum wc, har f\u00f3lk va\u00f0sa aftur og fram millum leidningar, me\u00f0an \u00fatger\u00f0 fyri omanfyri 100.000 kr. stendur \u00e1 takinum, og forferst \u00ed oysandi regninum&#8230;&#8230;&#8230;<\/p>\n<p>T\u00ed el-t\u00ed\u00f0t\u00f8kut\u00f3li\u00f0 hevur fingi\u00f0 ska\u00f0a, og eykalutir \u00ed d\u00fdrad\u00f3mum eru keyptir \u00far USA. Enn virkar tr\u00e1\u00f0leysa signali\u00f0 ikki, men \u00fatger\u00f0in virkar t\u00f3 fullv\u00e6l vi\u00f0 ka\u00f0ali.<\/p>\n<p><strong>Elituarbei\u00f0i<br \/>\n<\/strong>Av okkara seks \u00ed\u00f0karum \u00e1 oyggjaleikunum, v\u00f3ru bert tr\u00edggir, sum ikki eru \u00ed talentb\u00f3lkinum. Og afturat hesum trimum er bert tr\u00edggir a\u00f0rir \u00ed\u00f0karar, sum hoyra til elitub\u00f3lkin. Tey vaksnu \u00ed elitub\u00f3lkinum hava sum so ikki havt naka\u00f0 tilbo\u00f0 fr\u00e1 F\u00cdF, anna\u00f0 enn stu\u00f0ul til eina kapping ella venjingarlegu uttanlands.\u00a0 Her kann nevnast, at Henry Olsen var vi\u00f0 \u00ed Berlin \u00bd maraton, og at Heri Ziska var vi\u00f0 \u00ed veterankapping \u00ed Italia, har hann eisini vann s\u00e6r tvey hei\u00f0ursmerki. \u00a0Hetta hava vit valt at broyta \u00ed \u00e1r, solei\u00f0is at landsli\u00f0i\u00f0 fer til VU-Spelen \u00ed G\u00f8tuborg sum ein samla\u00f0ur h\u00f3pur saman vi\u00f0 talentli\u00f0inum. Landsli\u00f0s\u00ed\u00f0karar hava samstundis m\u00f8guleika at vera vi\u00f0, t\u00e1 talentb\u00f3lkurin hevur venjingarlegur. Aftur \u00ed \u00e1r hava n\u00f3gv kl\u00e1ra\u00f0 A-kravi\u00f0 til talentb\u00f3lkin, sum gevur teimum r\u00e6tt til uttanlandst\u00farin, so ta\u00f0 ver\u00f0ur eitt st\u00f3rt fer\u00f0alag, sum fer til G\u00f8teborg tann 6. Juli.<\/p>\n<p>Vit v\u00f3ru eisini \u00ed G\u00f8teborg seinasta summar vi\u00f0 st\u00f8rsta h\u00f3pinum nakrant\u00ed\u00f0. \u00darslitini v\u00f3ru fram\u00far g\u00f3\u00f0, og vit komu heim vi\u00f0 tveimum bronsuhei\u00f0ursmerkjum. Ta\u00f0 var Marnar Djurhuus \u00e1 3.000 metrum og Katarina H\u00f8j, sum v\u00edsti fantastiska h\u00f8gt st\u00f8\u00f0i, t\u00e1 hon bert 12 \u00e1ra gomul rann 5.07 \u00e1 1.500 metrum! \u00a0<\/p>\n<p>T\u00e1 vit \u00e1 sinni gj\u00f8rdu kr\u00f8vini til talentb\u00f3lkin, var ta\u00f0 mangan vit hildu fyri, at \u201chatta fer eingin at kl\u00e1ra\u201d. Men \u00ed dag er st\u00f8\u00f0an ein onnur. Um vit taka \u00f8ll vi\u00f0, sum eisini hava kl\u00e1ra\u00f0 B-kravi\u00f0, er tali\u00f0 n\u00fa komi\u00f0 upp\u00e1 20. Vit h\u00f8vdu v\u00e6nta\u00f0, at tali\u00f0 f\u00f3r at liggja \u00ed undirkantinum \u00e1 10. Vit kunnu gla\u00f0 sta\u00f0festa, at st\u00f3ra arbei\u00f0i\u00f0, sum fel\u00f8gini og teirra venjarar gera gj\u00f8gnum alt \u00e1ri\u00f0, veruliga f\u00f8rir \u00farslit vi\u00f0 s\u00e6r.<\/p>\n<p><strong>Oyggjaleikir<br \/>\n<\/strong>S\u00ed\u00f0sta summar v\u00f3ru oyggjaleikir \u00e1 Isle og Wight. Oyggjaleikir eru st\u00f8rsta og t\u00fddningarmesta avbj\u00f3\u00f0ingin hj\u00e1 okkara \u00ed\u00f0karum. H\u00f3purin var ikki st\u00f3rur. Seks f\u00f3lk. Men hann var javnt sterkur, og \u00f8ll kundu ein hepnan dag vinna hei\u00f0ursmerki. T\u00e1 samanumkom h\u00f8vdu vit vunni\u00f0 tvey silvur-, tr\u00fd bronsumerki og sett 6 n\u00fdggj f\u00f8roysk met. Vit skulu heilt aftur til 1999 fyri at finna eitt betri oyggjaleika\u00e1r. Bj\u00f8rk vann silvur \u00e1 5- og 10.000 metrum og bronsu \u00ed h\u00e1lvum maraton. \u00cd \u00f8llum trimum kappingunum setti hon n\u00fdtt f\u00f8royskt met. \u00d8ssur setti eisini f\u00f8royskt met \u00ed b\u00e1\u00f0um kappingunum, hann var vi\u00f0 \u00ed. Me\u00f0an hann bleiv nr. 5 \u00ed tr\u00edst\u00f8kki, eydna\u00f0ist ta\u00f0 honum at vinna bronsu \u00ed h\u00e6ddarlopi. Marnar var eins og \u00d8ssur vi\u00f0 til s\u00ednar fyrstu oyggjaleikir, og eisini honum eydna\u00f0ist at vinna eitt bronsumerki \u00e1 5.000 metrum. Rebekka setti f\u00f8royskt met \u00ed 800 metra finaluni, og b\u00f8tti heilt fitt um s\u00edna 1.500 metra t\u00ed\u00f0. Heri bleiv nr. 5 \u00ed klingrukasti, men bert heilt f\u00e1ir sentimetrar v\u00f3ru fram til silvurmerki\u00f0. R\u00fani sn\u00e1va\u00f0i \u00ed semifinaluni \u00e1 800 metrum, men vit v\u00f3na at hann kemur sterkt aftur n\u00e6stu fer\u00f0.<\/p>\n<p>Og n\u00e6stu fer\u00f0 ver\u00f0a oyggjaleikir \u00e1 Bermuda. S\u00f8gur hava gingi\u00f0 um himmalh\u00f8gar fer\u00f0a\u00fatrei\u00f0slur, og b\u00e6\u00f0i svimjisambandi\u00f0 og flogb\u00f3ltssambandi\u00f0 hava veri\u00f0 \u00ed fj\u00f8lmi\u00f0lunum og sagt, at tey neyvan vera vi\u00f0 \u00e1 Bermuda. Sj\u00e1lvandi hava vit eisini mett um, hvat er r\u00e6ttast at gera. F\u00cdF er t\u00f3 v\u00e6l fyri f\u00edggjarliga, og vit kunnu t\u00ed kl\u00e1ra eitt d\u00fdrt oyl einafer\u00f0. Onkur fyrilit eru tikin. Eitt n\u00fa eru onkur \u00fatt\u00f8kukr\u00f8v herd naka\u00f0, eins og vit hava gj\u00f8rt vart vi\u00f0, at ein br\u00fakarapr\u00edsur upp til 3.000 kr. pr \u00ed\u00f0kara kann ver\u00f0a \u00e1lagdur. Harafturat hava vit ynskt, at hava m\u00f8guleika til at tilr\u00e6ttisleggja allan t\u00farin sj\u00e1lvi, og solei\u00f0is kunna gera t\u00farin n\u00f3gv b\u00edligari. T\u00ed hava vit sett 31.12 sum mark fyri at \u00fatt\u00f8kukr\u00f8vini skulu ver\u00f0a lokin.<\/p>\n<p>Ta\u00f0 s\u00e6r t\u00f3 n\u00fa \u00fat til, at \u00cdSF og Atlantic Airways hava gj\u00f8rt eina r\u00edmiliga g\u00f3\u00f0a avtalu, so at vit fer\u00f0ast vi\u00f0 teimum. Um so er, kann evstamarki\u00f0 flytast nakrar m\u00e1na\u00f0ir fram.<\/p>\n<p>H\u00f3purin n\u00e6sta \u00e1r kann v\u00e6ntast at vera 6-10 \u00ed\u00f0karar umframt lei\u00f0arar.<\/p>\n<p><strong>Kappingar<br \/>\n<\/strong>Kappingarnar hetta seinasta \u00e1ri\u00f0 hava veri\u00f0 r\u00e6ttiliga meinl\u00edkar \u00e1runum frammanundan. <strong>FM-cross <\/strong>f\u00f3r aftur \u00ed \u00e1r fram \u00ed Hoyd\u00f8lum. Hesufer\u00f0 var kappingin partur av Vetrarkappingini, og hetta fekk lokka\u00f0 n\u00f3gv fleiri f\u00f3lk vi\u00f0. Eitt sera v\u00e6leydna\u00f0 tiltak. <strong>Vetrarkappingin<\/strong> var sum heild sera v\u00e6leydna\u00f0, og ongant\u00ed\u00f0 \u00e1\u00f0ur hava so n\u00f3gv n\u00f8vn sta\u00f0i\u00f0 \u00e1 endaliga \u00farslitalistanum, har bert tey vi\u00f0 \u00ed minsta lagi trimum kappingum v\u00f3ru vi\u00f0. \u00d8\u00f0rv\u00edsi var vi\u00f0 summar <strong>Grand Prix &#8211; stevnurenningunum.<\/strong> Sjey umf\u00f8r v\u00f3ru, og fyri at vera partur av samla\u00f0u kappingini, skuldu 5 umf\u00f8r gj\u00f8gnumf\u00f8rast. Hetta gj\u00f8rdist tann lakasta kappingin higartil og er hetta sannl\u00edkt t\u00ed at vit ikki longur hava barna Grand Prix \u00e1 stevnunum. Stevnurenningar ver\u00f0a sj\u00e1lvandi aftur \u00ed \u00e1r, og er hetta vi\u00f0 initiativi fr\u00e1 fel\u00f8gunum. F\u00cdF vil sj\u00e1vandi hj\u00e1lpa vi\u00f0 at avgrei\u00f0a kappingarnar, um t\u00f8rvur er \u00e1 t\u00ed, men um allar stevnurenningarnar ver\u00f0a skipa\u00f0ar sum eitt samla\u00f0 Grand Prix, eiga vit at kanna t\u00f8rvin fyri.<\/p>\n<p><strong>Grand Prix \u00e1 breyt<\/strong> var aftur \u00ed 2011 sera v\u00e6leydna\u00f0. Sum naka\u00f0 eyka h\u00f8vdu eisini vaksin atgongd til kappingarnar, t\u00f3 uttan at vera partur av Grand Prix. Ta\u00f0 v\u00f3ru t\u00f3 ikki n\u00f3gv, i\u00f0 t\u00f3ku av tilbo\u00f0num.<\/p>\n<p>Fyri at finna samla\u00f0a vinnaran av Grand Prix, hava vit br\u00fakt sonevndu Tyrving-tabellina at geva stig eftir. Tr\u00fd tey bestu umf\u00f8rini hava talt. Hetta hevur gj\u00f8rt ta\u00f0 eitt sindur torf\u00f8rt og \u00f8rkymlandi hj\u00e1 \u00ed\u00f0karum og foreldrum at fylgja vi\u00f0 \u00ed, og \u00e6tla vit t\u00ed at fara burtur fr\u00e1 Tyrvingtabellini og \u00ed sta\u00f0in br\u00faka plaserings-stig. At skipa fyri fimm st\u00f3rum Grand Prix kappingum hevur eisini kravt \u00f3tr\u00faliga n\u00f3gv av nevndini, og eisini \u00f8\u00f0rum hj\u00e1lparf\u00f3lki vi\u00f0. Vit fara t\u00ed aftur til at hava tr\u00edggjar kappingar gj\u00f8gnum summari\u00f0. Tv\u00e6r undan fr\u00edti\u00f0ini og eina eftir. Fyrsta kappingin ver\u00f0ur longu n\u00e6sta fr\u00edggjakv\u00f8ld, t\u00e1 Bragdi\u00f0 fer at skipa fyri. Hinar b\u00e1\u00f0ar kappingarnar ver\u00f0a leygardag, solei\u00f0is at vit kunnu br\u00faka eitt sindur meira t\u00ed\u00f0, n\u00fa fleiri kappingar skulu ver\u00f0a hv\u00f8nn dagin. At vit n\u00fa bert skipa fyri trimum kappingum, ger at fel\u00f8gini sj\u00e1lvi hava st\u00f8rri m\u00f8guleika at skipa fyri \u00f8\u00f0rum kappingum.<\/p>\n<p><strong>FM Vaksin<\/strong> var sum vanligt fyrsta vikuskifti \u00ed august. Samstundis sum Summarfestivalurin. Vit hava n\u00fa kappast vi\u00f0 Summarfestivalin \u00ed n\u00f8kur \u00e1r, og eg haldi at hesafer\u00f0 taptu vit. \u00cd \u00f8llum f\u00f8rum v\u00f3ru eingir fj\u00f8lmi\u00f0lar \u00ed Havn hetta vikuskifti\u00f0, ella troysta\u00f0u teir s\u00e6r ikki \u00fat \u00ed oysregni\u00f0, sum var b\u00e1\u00f0ar dagarnar. H\u00f3ast vit h\u00f8vdu sett aldursmarki\u00f0 eitt \u00e1r ni\u00f0ur og loyvt atgongd til f\u00f3lk uttanfyri fel\u00f8gini, so gav hetta ikki n\u00f3g miki\u00f0 av lutakarum. Vit hava t\u00ed flutt FM Vaksin til juli, men n\u00fa hevur G-festivalurin eisini flutt seg eina viku fram, so \u00e1 kalendaranum hj\u00e1 okkum standa vit til at hava FM somu dagar sum G-festivalurin er. Vit hava t\u00f3 \u00e1 nevndarfundi \u00ed vikuni avgj\u00f8rt at flyta FM eitt vikuskifti n\u00e6rri \u00f3lavs\u00f8kuni. FM Vaksin var annars hildi\u00f0 vi\u00f0 n\u00e6stan fullum programmi. 400 m for\u00f0arenning, tr\u00edst\u00f8kk og bo\u00f0renningar v\u00f3ru n\u00fdggjar greinar \u00e1 skr\u00e1nni.<\/p>\n<p>Tri\u00f0ja \u00e1ri\u00f0 \u00e1 ra\u00f0 bleiv <strong>FM-Ung <\/strong>hildi\u00f0 yvir tveir dagar. N\u00f3gvar kappingar eru \u00e1 skr\u00e1nni, og hesufer\u00f0 var tali\u00f0 av startum \u00f8kt \u00far 300 upp \u00ed 400. Og h\u00f3ast ve\u00f0ri\u00f0 var heldur ivasamt, og h\u00f3ast lj\u00f3\u00f0ma\u00f0urin hev\u00f0i gloymt okkum seinna dagin, fingu vit tveir f\u00ednar dagar vi\u00f0 eini \u00f8rgrynnu av b\u00f3lkametum. Ja, ennt\u00e1 fingu vit eitt met fyri vaksin, t\u00e1 f\u00fdra bla\u00f0ungar Hvirlu-gentur t\u00f3ku elligamla f\u00f8royska meti\u00f0 \u00ed 4&#215;100 m bo\u00f0renning. FM Ung ver\u00f0ur vikuskifti\u00f0 eftir sk\u00falabyrjan 25. Og 26. August, og kemur at koyra eftir st\u00f3rt s\u00e6\u00f0 sama leisti, har onkrar sm\u00e1vegis broytingar ver\u00f0a \u00ed greinavalinum.<\/p>\n<p>Eg nevndi \u00ed \u00e1\u00f0ni, at kappingarnar hava st\u00f3rt s\u00e6\u00f0 veri\u00f0 t\u00e6r somu sum \u00e1ri\u00f0 frammanundan. Hetta er t\u00f3 ikki heilt r\u00e6tt. St\u00f3ra felagi\u00f0 \u00ed Klaksv\u00edk vi\u00f0 n\u00f3gvum rennarum, hevur ongant\u00ed\u00f0 fyriskipa\u00f0 eina FM-kapping, og \u00e1 seinasta a\u00f0alfundi var\u00f0 tosa\u00f0 um at flyta <strong>FM \u00ed h\u00e1lvum maraton<\/strong> til Klaksv\u00edkar. Sum sagt so gj\u00f8rt, og seinasta leygardag var so fyrsta FM hildi\u00f0 \u00ed Klaksv\u00edk. Og ta\u00f0 var ikki sm\u00e1vegis Treysti hev\u00f0i gj\u00f8rt burtur\u00far. Heili 160 v\u00f3ru vi\u00f0 \u00ed renningini, sum vit r\u00f3liga kunnu kalla eina brakandi succ\u00e9s. Eitt sindur av tosi hevur veri\u00f0 um uppm\u00e1tingina av teininum \u00ed Klaksv\u00edk. T\u00ed at m\u00e1ta rutur er ikki bara sum at siga ta\u00f0. Ta\u00f0 skal ein g\u00f3\u00f0kendur rutuuppm\u00e1ri til, og ein sl\u00edkan hava vit ongant\u00ed\u00f0 \u00e1tt \u00ed F\u00f8royum. T\u00ed avgj\u00f8rdu vit at senda He\u00f0in J\u00f3hannesen \u00far Treysti ni\u00f0ur til \u00c5rhus \u00e1 rutuuppm\u00e1taraskei\u00f0. Og hetta var so fyrsta rutan, sum fekk stempli\u00f0 \u201cg\u00f3\u00f0kent\u201d. Tann n\u00e6sta ver\u00f0ur nor\u00f0oyastevnurutan.<\/p>\n<p>Eg haldi eisini vit kunnu siga at <strong>FM maraton <\/strong>\u00ed Havn var v\u00e6leydna\u00f0. H\u00f3ast ta\u00f0 kanska ikki v\u00f3ru so n\u00f3gv til stuttleikarenningina, so savna\u00f0ust n\u00f3gvir luttakarar \u00e1 b\u00e6\u00f0i maratonteininum og \u00e1 h\u00e1lva teininum.<\/p>\n<p>Vit hava n\u00fa FM \u00ed allarflestu kappingargreinum. <strong>FM \u00ed 10 km<\/strong> landavegsrenning hevur \u00e1 hv\u00f8rjum \u00e1ri veri\u00f0 \u00ed Runav\u00edkini um eystanstevnut\u00ed\u00f0. T\u00f3 er enn einki FM \u00ed 10.000 metra renning og kastifimmkampi. Ta\u00f0 kundi t\u00ed veri\u00f0 eitt hugskot at havt eitt kv\u00f8ld \u00e1 T\u00f3rsbreyt til hesi b\u00e6\u00f0i FM-heitini, og so kanska eisini havt onkrar av teimum skeivu bo\u00f0renningunum t.d. 1.000 m (100+200+300+400) ella 4&#215;1.500 m. Ta\u00f0 kundi so h\u00f3skandi veri\u00f0 Hvirlan, sum fekk hetta tiltaki\u00f0, um \u00e1hugi var fyri t\u00ed. Havi einafer\u00f0 fyri langari t\u00ed\u00f0 s\u00ed\u00f0ani leysliga or\u00f0a\u00f0 hetta vi\u00f0 tey.<\/p>\n<p>&nbsp;<\/p>\n<p><strong>Sm\u00e6rru<\/strong><strong> <\/strong><strong>fel\u00f8gini<br \/>\n<\/strong>Ta\u00f0 s\u00e6r \u00fat til at meira l\u00edv er komi\u00f0 \u00ed tey sm\u00e6rru fel\u00f8gini, og er hetta sera gle\u00f0iligt. Serliga Hvistan \u00ed Su\u00f0uroy er veruliga rakna\u00f0 vi\u00f0. Tey skipa fyri regluligum venjingum, og hava veri\u00f0 runt bygdirnar \u00ed oynni og havt venjingarkv\u00f8ld. Fleiri teirra hava eisini veri\u00f0 nor\u00f0anfj\u00f8r\u00f0s og luttiki\u00f0 \u00ed Vetrarkappingini. Og so fara tey at skipa fyri n\u00fdskapandi tiltaki \u00ed summar. 25 km n\u00e1ttarrenning \u00e1 j\u00f3ans\u00f8ku umframt at tey skipa fyri sj\u00e1lvari j\u00f3ans\u00f8kurenningini Runt Vatni\u00f0. Fr\u00e6lsi hevur eisini \u00e1 a\u00f0alfundi valt spildurn\u00fdggja nevnd, og har eru tey eisini farin undir regluliga mot\u00f3nsvenjing. H\u00f3ast so sum so vi\u00f0 nevndararbei\u00f0inum \u00ed Roysninum, eru teir eisini har farnir undir felagsvenjing vi\u00f0 longum og styttri rennit\u00farum. Galdandi fyri \u00f8ll hesi fel\u00f8gini, er at tey hava fingi\u00f0 s\u00e6r facebook-profil, og kanska er ta\u00f0 eitt hugskot, at vit gerast vinir vi\u00f0 tey, so vit eisini kunnu venja vi\u00f0 teimum, um vit koma \u00e1 teirra lei\u00f0ir.<\/p>\n<p>Enn er teirra virksemi bert moti\u00f3nsrenning, men vi\u00f0 t\u00ed\u00f0ini v\u00f3na vit at s\u00edggja onkran \u00far hesum fel\u00f8gum \u00e1 breytini. \u00cd \u00f8llum f\u00f8rum eigur F\u00cdF at hj\u00e1lpa til vi\u00f0 at var\u00f0veita hendan l\u00edtla logan, og kveikja hann enn meira. Fel\u00f8gini eru hjartaliga v\u00e6lkomin at bi\u00f0ja um ta hj\u00e1lp teimum t\u00f8rvar. Ta\u00f0 er m.a. ta\u00f0 F\u00cdF er til fyri. <strong><\/p>\n<p><\/strong><\/p>\n<p><strong>Altj\u00f3\u00f0a<br \/>\n<\/strong>\u00c1 seinasta a\u00f0alfundi greiddi eg fr\u00e1, at DAF \u00e1 nor\u00f0urlendskum fundi hev\u00f0i tala\u00f0 s\u00f8k okkara um at kunna luttaka sum f\u00f8royingar til nor\u00f0urlendsk meistaraskap. Og n\u00fa stendur okkara fyrsta avbj\u00f3\u00f0ing fyri framman. Leygardagin 19. mei ver\u00f0ur sonevnda Nordic Challenge, sum er NM \u00ed 10.000 metra renning, hildi\u00f0 \u00e1 \u00d8sterbro Stadion. Millum hini nor\u00f0urlendsku fl\u00f8ggini fer\u00f0 eisini Merki\u00f0 at veittra, t\u00ed millum luttakararnar ver\u00f0ur Bj\u00f8rk Herup Olsen, sum er \u00e1 heimlei\u00f0 \u00far USA. Forma\u00f0urin ver\u00f0ur eisini hj\u00e1staddur hesa h\u00e1t\u00ed\u00f0arligu l\u00f8tuna, sum \u00ed veruleikanum er F\u00f8roya fyrsta altj\u00f3\u00f0a umbo\u00f0an innan fr\u00e6lsan \u00edtr\u00f3tt.<\/p>\n<p>&#8212;<\/p>\n<p>\u00c1 hv\u00f8rjum \u00e1ri vera vit \u00far F\u00f8royum bo\u00f0in vi\u00f0 \u00e1 nor\u00f0ulendska ungd\u00f3msr\u00e1\u00f0stevnu, og hevur F\u00cdF eisini havt umbo\u00f0 vi\u00f0 \u00e1 hesum r\u00e1\u00f0stevnum seinnu \u00e1rini. R\u00e1\u00f0stevnan gongur \u00fat upp\u00e1 at hv\u00f8rt land s\u00e6r grei\u00f0ir fr\u00e1 teimum tilt\u00f8kum, tey seta \u00ed verk. Hetta hava veri\u00f0 sera spennandi og gevandi r\u00e1\u00f0stevnur, men t\u00e1 man hevur veri\u00f0 vi\u00f0 \u00ed fleiri umf\u00f8rum, byrja t\u00e6r at l\u00edkjast. T\u00ed bj\u00f3\u00f0a\u00f0i F\u00cdF \u00ed \u00e1r umbo\u00f0um fyri fel\u00f8gini vi\u00f0 \u00e1 r\u00e1\u00f0stevnuna, sum var \u00ed Oslo. Randi K\u00farberg, Hvirlan og Anna Maria Seloy, Bragdi\u00f0 f\u00f3ru avsta\u00f0, og fingu t\u00e6r eisini v\u00e6l burtur\u00far fer\u00f0ini. Eg haldi, at ta\u00f0 er ney\u00f0ugt hj\u00e1 okkum f\u00f8royingum at v\u00edsa andlit, har vit hava m\u00f8guleika til ta\u00f0, og hetta er eitt gott h\u00f8vi, t\u00ed fleiri av hinum eru f\u00f3lk, sum arbei\u00f0a \u00ed sj\u00e1lvum sersambondunum, og kann hetta alt\u00ed\u00f0 geva fyrimunir fyrr ella seinni.<\/p>\n<p>Nor\u00f0urlendska samstarvi\u00f0 loyvir okkum eisini at luttaka \u00ed \u00f8llum teimum ymisku NM kappingunum fyri veteranar og NM \u00e1 breyt fyri U23 saman vi\u00f0 Baltisku londunum. Eisini kunnu vit vera vi\u00f0 til gangikappingar, sum t\u00f3 ikki s\u00e6r \u00fat til at vera so \u00f8giliga aktuelt beint n\u00fa.<\/p>\n<p><strong>At enda<br \/>\n<\/strong>Ta\u00f0 eru eftir hondini n\u00f3gv f\u00f3lk, sum br\u00faka n\u00f3gva t\u00ed\u00f0 upp\u00e1 fr\u00e6lsan \u00edtr\u00f3tt. Og her hugsi eg um ikki um \u00ed\u00f0karar, men um \u00f8ll tey sum gera eitt \u00f3l\u00f8nt arbei\u00f0i. Fleiri av tykkum gera eitt undrunarsamt st\u00f3rt arbei\u00f0i fyri tykkara felag og samstundis fyri menningina av fr\u00e6lsum \u00edtr\u00f3tti. Eg vir\u00f0i tykkara arbei\u00f0i n\u00f3gv og eri eisini sera takksamur fyri ta\u00f0. Eg fari t\u00f3 at veita Gutta eina serliga t\u00f8kk fyri alt ta\u00f0 arbei\u00f0i hann leggur eftir s\u00e6r. Uttan Gutta hev\u00f0i ikki veri\u00f0 l\u00e6tt at veri\u00f0 forma\u00f0ur \u00ed F\u00cdF, og t\u00e1 man hugsar um allar t\u00e6r uppg\u00e1vur hann samstundis r\u00f8kir fyri s\u00edtt egna felag, kann eg bara undrast og bukka.<\/p>\n<p>At enda fari eg at ynskja tykkum eitt gott kappingar\u00e1r. Eitt gott summar. Eg hopi at tit \u00ed fel\u00f8gunum vilja br\u00faka F\u00cdF, t\u00e1 t\u00f8rvur er \u00e1 t\u00ed. Eg hopi at vit alt\u00ed\u00f0 kunnu var\u00f0veita ein positivan dialog, og at vit kunnu loysa m\u00e1l og uppg\u00e1vur \u00ed felag. Minnist til &#8211; fel\u00f8gini eru ikki til fyri F\u00cdF. F\u00cdF er til fyri fel\u00f8gini!<\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>\u00c1rsa\u00f0alfundurin hj\u00e1 F\u00cdF var \u00ed gj\u00e1r. Seinni kemur ein styttri samandr\u00e1ttur fr\u00e1 fundinum. Inntil hon kemur, kunnu tit stytta tykkum stundir vi\u00f0 at lesa formansfr\u00e1grei\u00f0ingina. Formansfr\u00e1grei\u00f0ing 2012 M\u00edtt tvey\u00e1raskei\u00f0 sum forma\u00f0ur \u00ed F\u00cdF\u00a0 er \u00ed kv\u00f8ld runni\u00f0 \u00fat. Men eg havi kortini lati\u00f0 meg stilla uppaftur til formanssessin, og vitandi at eingin annar er \u00ed [&hellip;]<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":0,"comment_status":"closed","ping_status":"","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"ngg_post_thumbnail":0,"_jetpack_newsletter_access":"","_jetpack_dont_email_post_to_subs":false,"_jetpack_newsletter_tier_id":0,"_jetpack_memberships_contains_paywalled_content":false,"_jetpack_feature_clip_id":0,"_jetpack_memberships_contains_paid_content":false,"footnotes":"","jetpack_publicize_message":"","jetpack_publicize_feature_enabled":true,"jetpack_social_post_already_shared":true,"jetpack_social_options":{"image_generator_settings":{"template":"highway","default_image_id":0,"font":"","enabled":false},"version":2},"jetpack_post_was_ever_published":false},"categories":[50],"tags":[],"class_list":["post-6858","post","type-post","status-publish","format-standard","hentry","category-fif-arkiv"],"jetpack_publicize_connections":[],"jetpack_sharing_enabled":true,"jetpack_featured_media_url":"","_links":{"self":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/6858","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcomments&post=6858"}],"version-history":[{"count":0,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/6858\/revisions"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fmedia&parent=6858"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcategories&post=6858"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Ftags&post=6858"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}