{"id":6881,"date":"2012-06-03T22:52:38","date_gmt":"2012-06-03T22:52:38","guid":{"rendered":"https:\/\/www.athletics.fo\/?p=6881"},"modified":"2012-06-03T22:52:38","modified_gmt":"2012-06-03T22:52:38","slug":"eirikur-lumpadi-allar-og-bjork-er-heimkomin","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/www.athletics.fo\/?p=6881","title":{"rendered":"Eirikur lumpa\u00f0i allar og Bj\u00f8rk er heimkomin"},"content":{"rendered":"<p>Sum si\u00f0ur er, var\u00f0 nor\u00f0oyastevnurenningin skotin \u00ed gongd kl. 11. Tey vaksnu runnu 5 km og hj\u00e1 monnunum var spenningur \u00ed luftini, n\u00fa fremsti rennarin seinastu t\u00ed\u00f0ina ikki var vi\u00f0. D\u00fagliga var\u00f0 gitt hv\u00f8r mundi vera favoritturin. Guttorm S\u00f8rensen s\u00e1 \u00fat til at vera tendra\u00f0ur og \u00e6tla s\u00e6r okkurt gylt, me\u00f0an R\u00fani Seloy vi\u00f0 s\u00edni n\u00f3gvu fer\u00f0 kanska var st\u00f8rsti favoritturin, t\u00e1 n\u00fa vinnarat\u00ed\u00f0in v\u00e6ntandi ikki f\u00f3r undir 17 min. Borgar var eisini sj\u00e1lvskriva\u00f0ur \u00ed oddinum, eins og ungi Einar Gregersen, sum bara bl\u00edvur betri og betri.<\/p>\n<p>T\u00e1 teir komu framvi\u00f0 m\u00e1linum fyrstu fer\u00f0 eftir umlei\u00f0 1400 metrar og a\u00f0ru fer\u00f0 umlei\u00f0 3200 metrar, v\u00f3ru ta\u00f0 hesir f\u00fdra vi\u00f0 Eiriki Hansen l\u00farandi \u00e1 halanum. So \u00fat \u00e1 seinasta umfar vi\u00f0 5 monnum samla\u00f0um, var einki avgj\u00f8rt. Men t\u00e1 teir komu undan Eik vi\u00f0 200 metrum eftir \u00e1 m\u00e1l, var ta\u00f0 vi\u00f0 Eiriki \u00e1 odda. Hann hev\u00f0i einar 5 metrar aftur til Gutta og Borgar, og so v\u00f3ru nakrir metrar aftur til Einar. R\u00fani hev\u00f0i fullkomiliga mist taki\u00f0 og var heilt burturi. Ta\u00f0 bleiv kempa\u00f0 hart teir seinastu metrarnar. Gutti og Borgar d\u00fdktu \u00e1, men Eirikur vildi ikki slaka, so munurin \u00ed hesum langa spurtinum var allat\u00ed\u00f0ina hin sami. Eirikur kom t\u00ed &#8211; eitt sindur \u00f3v\u00e6nta\u00f0 &#8211; 2 sekund\u00a0fyrstur \u00e1 m\u00e1l, og vann nor\u00f0oyastevnuna 2012. Gutti kl\u00e1ra\u00f0i at halda Borgar aftanfyri vi\u00f0 einum sekundi, me\u00f0an Einar var 5 sekund aftanfyri Borgar.<\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/google\/37b2be3396852aba.jpg\" alt=\"\" width=\"576\" height=\"385\" \/><br \/>\n<em>Eirikur gj\u00f8rdist \u00ed st\u00f3rum st\u00edli\u00a0f\u00f8royameistari \u00ed maraton \u00ed 2010, men hevur ikki gj\u00f8rt so n\u00f3gv vi\u00f0 venjingina s\u00ed\u00f0ani t\u00e1. Men gott er at s\u00edggja Eirik aftur\u00a0vi\u00f0 fullari skr\u00favu! Her hevjar hann armarnar \u00ed loft, t\u00e1 hann sigrar \u00e1 nor\u00f0oyastevnu.<\/em><\/p>\n<p>At Bj\u00f8rk Herup Olsen var heimkomin at halda summarfr\u00edt\u00ed\u00f0 \u00ed\u00a0F\u00f8royum, gj\u00f8rdi at l\u00edtil spenningur\u00a0f\u00f3r at vera\u00a0um hv\u00f8r f\u00f3r at vinna hj\u00e1 kvinnunum. Hon livdi eisini upp til v\u00f3nirnar, og lat bara teir fimm fremstu menninar sleppa fram um. Bert eini 50 sekund hev\u00f0i hon fram til bestu menninar. Rebekka Fugl\u00f8 rann eisini n\u00e6stan upp til s\u00edtt allarbesta, om mangla\u00f0i bert n\u00f8kur heilt f\u00e1 sekund \u00ed at koma undir 20 min. Ella \u00c1arstein gj\u00f8rdist nr. 3, og vann samstundis eisini b\u00f3lkin hj\u00e1 kvinnuveteranunum. Her gj\u00f8rdist Ruth Johannesen nr. 2 og Susan Jacobsen nr. 3.\u00a0Hesafer\u00f0 var eisini ein b\u00f3lkur fyri superveteranar hj\u00e1 kvinnum, og hann bleiv vunnin av Gunnv\u00f8r Sigur\u00f0sson &#8211; eitt sekund framman fyri Heidi Hvidbro.<\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/google\/b4a4a115fcbc4cbd.jpg\" alt=\"\" width=\"576\" height=\"385\" \/><br \/>\n<em>Bj\u00f8rk Herup Olsen kemur her \u00e1 m\u00e1l, h\u00e1lvan annan minutt fremst<\/em><\/p>\n<p>L\u00edtil spenningur var \u00ed veterankappingunum hj\u00e1 monnum. Her vann\u00a0Borgar Biskopst\u00f8\u00f0 grei\u00f0an sigur. Og Heini Gregersen var eisini eitt fitt petti undan J\u00f3han M. Jacobsen. Okkara fantastiski superveteranur Jens R. Weihe, sum\u00a0j\u00fa n\u00fdliga vann s\u00edn aldursb\u00f3lk \u00ed Keypmannahavnar Maraton, er komin v\u00e6l fyri seg, og rann ein hin besta 5 km nakrant\u00ed\u00f0 vi\u00f0 20.11 min. J\u00f3annes Ortind var nr. 2 og Magnus Henriksen nr. 3.<\/p>\n<p>Aftan\u00e1 var barnarenningin,\u00a0har umlei\u00f0 50 b\u00f8rn v\u00f3ru vi\u00f0. Fleiri \u00ed talentb\u00f3lkinum v\u00edstu g\u00f3\u00f0an form. Av dreingjunum v\u00f3ru ta\u00f0 serliga Teitur Bjarnastein og Gunnar\u00a0Sivertsen, sum runnu v\u00e6l, men eisini s\u00f3u vit tvey n\u00fdggj andlit, Paula H\u00f8j og Ragnar Weihe, sum heilt greitt\u00a0hava sera g\u00f3\u00f0 evni.<\/p>\n<p>Katarina\u00a0H\u00f8j rann eisini sera v\u00e6l, me\u00f0an t\u00e6r b\u00e1\u00f0ar\u00a0Treystagenturnar Oddv\u00f8r Josephsen og Maria\u00a0Biskopst\u00f8 \u00e1haldandi betra seg, og sum ta\u00f0 s\u00e6r \u00fat, ver\u00f0ur ikki leingi,\u00a0til t\u00e6r veruliga taka dystin upp vi\u00f0 t\u00e6r eldru. Ikki bara t\u00e6r eldru genturnar, men eisini t\u00e6r vaksnu kvinnurnar.<\/p>\n<p>Lesi\u00f0 meira um nor\u00f0oyastevnuna og hyggi eftir \u00farslitunum her: <a href=\"http:\/\/www.treysti.fo\/news-100+rennarar+vid+i+foroya+bjor+renningini.htm\">http:\/\/www.treysti.fo\/news-100+rennarar+vid+i+foroya+bjor+renningini.htm<\/a>.<\/p>\n<p>\u00cd myndasavninum hj\u00e1 Treysti eru eisini n\u00f3gvar myndir fr\u00e1 nor\u00f0oyastevnurenningini.<\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/google\/4456364d8ddd0343.jpg\" alt=\"\" width=\"576\" height=\"385\" \/><br \/>\n<em>Gunnar Sivertsen vann ein tryggan sigur. Hann hevur tiki\u00f0 seg n\u00f3gv fram hetta seinasta \u00e1ri\u00f0.<\/em><\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Sum si\u00f0ur er, var\u00f0 nor\u00f0oyastevnurenningin skotin \u00ed gongd kl. 11. Tey vaksnu runnu 5 km og hj\u00e1 monnunum var spenningur \u00ed luftini, n\u00fa fremsti rennarin seinastu t\u00ed\u00f0ina ikki var vi\u00f0. D\u00fagliga var\u00f0 gitt hv\u00f8r mundi vera favoritturin. Guttorm S\u00f8rensen s\u00e1 \u00fat til at vera tendra\u00f0ur og \u00e6tla s\u00e6r okkurt gylt, me\u00f0an R\u00fani Seloy vi\u00f0 s\u00edni [&hellip;]<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":6882,"comment_status":"closed","ping_status":"","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"ngg_post_thumbnail":0,"_jetpack_newsletter_access":"","_jetpack_dont_email_post_to_subs":false,"_jetpack_newsletter_tier_id":0,"_jetpack_memberships_contains_paywalled_content":false,"_jetpack_feature_clip_id":0,"_jetpack_memberships_contains_paid_content":false,"footnotes":"","jetpack_publicize_message":"","jetpack_publicize_feature_enabled":true,"jetpack_social_post_already_shared":true,"jetpack_social_options":{"image_generator_settings":{"template":"highway","default_image_id":0,"font":"","enabled":false},"version":2},"jetpack_post_was_ever_published":false},"categories":[50],"tags":[],"class_list":["post-6881","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-fif-arkiv"],"jetpack_publicize_connections":[],"jetpack_sharing_enabled":true,"jetpack_featured_media_url":"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/google\/37b2be3396852aba.jpg","_links":{"self":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/6881","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcomments&post=6881"}],"version-history":[{"count":0,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/6881\/revisions"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/media\/6882"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fmedia&parent=6881"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcategories&post=6881"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Ftags&post=6881"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}