{"id":6898,"date":"2012-06-27T22:31:31","date_gmt":"2012-06-27T22:31:31","guid":{"rendered":"https:\/\/www.athletics.fo\/?p=6898"},"modified":"2012-06-27T22:31:31","modified_gmt":"2012-06-27T22:31:31","slug":"talentbolkurin-i-famara","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/www.athletics.fo\/?p=6898","title":{"rendered":"Talentb\u00f3lkurin \u00ed Famar\u00e1"},"content":{"rendered":"<p>\u00cd yvirskriftini \u00e1tti kanska at sta\u00f0i\u00f0 \u201cTalentb\u00f3lkurin \u00ed Porkeri\u201d ella \u201cTalentb\u00f3lkuri \u00e1 J\u00f3ans\u00f8ku\u201d, men s\u00ed\u00f0ani J\u00f3han \u00ed Kollafir\u00f0i er blivin J\u00f3han \u00ed Famar\u00e1, er Famar\u00e1 blivi\u00f0 F\u00f8roya kult-sta\u00f0 nr. 1, og t\u00e1 vit n\u00fa vitja\u00f0u gar\u00f0in, var valda yvirskriftin ein sj\u00e1lvfylgja.\u00a0 Meira um ta\u00f0 seinni.<\/p>\n<p>Men n\u00fa, sm\u00e1ar tv\u00e6r vikur undan fr\u00e1fer\u00f0 til VU-spelen og \u00e1rsins st\u00f8rstu avbj\u00f3\u00f0ing, f\u00f3r talentb\u00f3lkurin \u00e1 s\u00edna seinastu venjingarlegu. Og hetta var f\u00f3lkar\u00edkasta venjingarlega higartil. Teir b\u00e1\u00f0ir Hvirluspurtararnir, R\u00fani Jacobsen og Tummas Napoleon Arge v\u00f3ru vi\u00f0 fyri fyrstu fer\u00f0.\u00a0Vit v\u00f3ru 21, sum stevndu su\u00f0ur\u00a0 vi\u00f0 Smyrli\u00a0 fr\u00edggjakv\u00f8ldi\u00f0. Vit h\u00f8vdu leiga\u00f0 sk\u00falan \u00ed Porkeri, har umst\u00f8\u00f0urnar v\u00f3ru fram\u00far g\u00f3\u00f0ar. B\u00e6\u00f0i til matger\u00f0, gisting\u00a0 og venjing.<\/p>\n<p>Fr\u00edggjakv\u00f8ldi\u00f0 var einki \u00edt\u00f8kiligt \u00e1 skr\u00e1nni. Ta\u00f0 var longu seint, t\u00e1 vit komu \u00e1 pl\u00e1ss, og restin av kv\u00f8ldinum var\u00f0 n\u00fdtt til fr\u00edtt sp\u00e6l \u00ed fimleikarh\u00f8ll sk\u00falans. Morgunin eftir var j\u00f3ans\u00f8kurenningin, har sjey av okkara skuldu luttaka. Hini skuldu ganga \u00far Porkeri til V\u00e1gs, har renningin f\u00f3r fram runt Vatni\u00f0.<\/p>\n<p>Renni\u00farslitini v\u00f3ru g\u00f3\u00f0. Einar og Regin blivur nr. 2 og 3 hj\u00e1 monnum. Bj\u00f8rk vann hj\u00e1 kvinnum. S\u00e1ra vann gentur 17, Katharina vann gentur 13, Teitur vann dreingir 17, og Debes , sum var vi\u00f0 sum lei\u00f0ari, var\u00f0 nr. 3 hj\u00e1 veteranunum. Samla\u00f0u \u00farslitini fr\u00e1 j\u00f3ans\u00f8kurenningini koma seinni her \u00e1 s\u00ed\u00f0uni.<\/p>\n<p>So var koyrt aftur til sk\u00falan, til st\u00f3ra kalda bor\u00f0i\u00f0 vi\u00f0 heitum frikadunsum , eggum o.\u00f8. Maturin var\u00f0 sodna\u00f0ur vi\u00f0 kappr\u00f3\u00f0rar\u00f8ki\u00f0, men 17.30 var aftur \u00e1lvari. Cirkul-venjing \u00ed fimleikarh\u00f8llini. Lj\u00f3\u00f0anleggi\u00f0 \u201chj\u00e1 Gutta\u201d koyrdi \u00ed h\u00e6gsta gervi, og ta\u00f0 gj\u00f8rdu \u00f8ll hini eisini \u2013 eingin spardi seg. (j\u00fa kanska onkur lei\u00f0ari, sum kortini enn er um at doyggja av andsperru). Menn gj\u00f8rdust so heitir, at teir vistu s\u00e6r eingi onnur r\u00e1\u00f0 enn at tveita seg sj\u00e1lvar \u00e1 sj\u00f3gv, fyri bert at f\u00e1a l\u00edkinda ni\u00f0urk\u00f8ling eftir lokna venjing.<\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2012\/06\/Talent-%C3%AD-Famar%C3%A1-034.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" title=\"OLYMPUS DIGITAL CAMERA\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2012\/06\/Talent-%C3%AD-Famar%C3%A1-034.jpg\" alt=\"\" width=\"535\" height=\"401\" \/><\/a><br \/>\n<em>Helgi, Regin, \u00d8ssur, Teitur, Steingr\u00edmur, T\u00f3rur, Tummas Nap. og R\u00fani royna at spenna sum fr\u00e6gast eftir ein kaldan\u00a0umgang \u00e1 sj\u00f3num.<\/em><\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2012\/06\/Talent-%C3%AD-Famar%C3%A1-001.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" title=\"OLYMPUS DIGITAL CAMERA\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2012\/06\/Talent-%C3%AD-Famar%C3%A1-001.jpg\" alt=\"\" width=\"589\" height=\"441\" \/><\/a><br \/>\n<em>Eg havi kr\u00fatsterkar armar, men hevur nakar s\u00e6\u00f0 m\u00edtt spj\u00f3t?<\/em><\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2012\/06\/Talent-%C3%AD-Famar%C3%A1-002.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" title=\"OLYMPUS DIGITAL CAMERA\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2012\/06\/Talent-%C3%AD-Famar%C3%A1-002.jpg\" alt=\"\" width=\"560\" height=\"370\" \/><\/a><br \/>\n<em>S\u00e1ra, Karin og Katharina gj\u00f8rdu bara bibburnar v\u00e1tar.<\/em><\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2012\/06\/Talent-%C3%AD-Famar%C3%A1-003.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" title=\"OLYMPUS DIGITAL CAMERA\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2012\/06\/Talent-%C3%AD-Famar%C3%A1-003-300x224.jpg\" alt=\"\" width=\"300\" height=\"224\" \/><\/a><br \/>\n<em>Karin, Katharina, S\u00e1ra og Marita.<\/em>\u00a0<\/p>\n<p>So var ta\u00f0 heitar br\u00fasur, heitar veingir av h\u00f8snarunga vi\u00f0 heitum eplab\u00e1tum, og EM-f\u00f3tb\u00f3ltur \u00e1 st\u00f3rsk\u00edggja. Debes, sum fyri fyrstu fer\u00f0 var vi\u00f0 sum lei\u00f0ari, er ein matgla\u00f0ur f\u00fdrur, og hann syrgdi fyri, at vit eisini\u00a0 fingu dessert afturvi\u00f0 f\u00f3tb\u00f3ltsdystinum millum Spania og Frakland.<\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2012\/06\/Talent-%C3%AD-Famar%C3%A1-005.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"alignnone size-large wp-image-5905\" title=\"OLYMPUS DIGITAL CAMERA\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2012\/06\/Talent-%C3%AD-Famar%C3%A1-005-1024x768.jpg\" alt=\"\" width=\"614\" height=\"461\" \/><\/a><br \/>\n<em>Hans, Helgi og Teitur v\u00f3ru sera kringir vi\u00f0 urtakn\u00edvunum.<\/em><\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2012\/06\/Talent-%C3%AD-Famar%C3%A1-009.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"alignnone size-large wp-image-5909\" title=\"OLYMPUS DIGITAL CAMERA\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2012\/06\/Talent-%C3%AD-Famar%C3%A1-009-768x1024.jpg\" alt=\"\" width=\"461\" height=\"614\" \/><\/a><br \/>\n<em>Einki fruktbland uttan vaniljukrem. Vi\u00f0 gl\u00f3gvandi eygum skerir Bj\u00f8rk vaniljustengurnar sundur, me\u00f0an Elsa p\u00edskar av grimd. <\/em><\/p>\n<p>Og v\u00e6l smakka\u00f0i og v\u00e6l gagna\u00f0ist. Aftan\u00e1 v\u00f3ru n\u00f8kur, sum f\u00f3ru ein t\u00far \u00e1 stevnu\u00f8ki\u00f0 \u00ed V\u00e1gi, me\u00f0an onnur f\u00f3ru \u00ed h\u00f8llina og uppaftur onnur\u00a0 t\u00f3ku s\u00e6r av l\u00f8ttum.\u00a0 Songart\u00ed\u00f0 var \u00e1 midn\u00e1tt, men fri\u00f0ur var ikki, fyrr enn eftir klokkan 1.00. Men sv\u00f8vnurin gj\u00f8rdist stokkutur. Klokkan h\u00e1lvgum f\u00fdra br\u00f8la\u00f0i har\u00f0ur rockur \u00far h\u00e1talarunum inn \u00ed sovisalarnar, me\u00f0an gangurin fr\u00e1 gr\u00fdtum og pottalokum fingu \u00edslendsku m\u00f3tm\u00e6lisgongurnar at l\u00edkjast eini jar\u00f0arfer\u00f0. Hetta var \u00fatpurring vi\u00f0 l\u00edt.<\/p>\n<p>Sv\u00f8vntung og \u00f8rkymla\u00f0 v\u00f3r\u00f0u tey rikin \u00e1 dyr \u00e1 mi\u00f0jari n\u00e1tt og troka\u00f0 inn \u00ed bilarnar. Lei\u00f0in gekk til gomlu neystini \u00ed V\u00e1gi. Onkur hev\u00f0i fingi\u00f0 eyga \u00e1 bjargingarvestarnar \u00ed bilinum, og n\u00fa hildu \u00f8ll at tey skuldu vi\u00f0 Scorpion \u2013 skj\u00f3ttgangandi gummib\u00e1tinum hj\u00e1 su\u00f0uroyingunum. Men so var ikki. T\u00e1 neystadyrnar l\u00f3tust upp s\u00e1st ein 108 \u00e1ra gamal grindab\u00e1tur \u2013 10-mannafari\u00f0 Sildberin. So at draga, flota og manna. Tey fyrstu 10 r\u00f3\u00f0u b\u00e1tin \u00fat eftir fj\u00f8r\u00f0inum til b\u00e1tahylin sunnanvert fj\u00f8r\u00f0in. Hini skuldu so ganga runt fj\u00f8r\u00f0in har tey so b\u00fdttu um.<\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2012\/06\/Talent-%C3%AD-Famar%C3%A1-010.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"alignnone size-large wp-image-5910\" title=\"OLYMPUS DIGITAL CAMERA\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2012\/06\/Talent-%C3%AD-Famar%C3%A1-010-1024x768.jpg\" alt=\"\" width=\"614\" height=\"461\" \/><\/a><br \/>\n<em>Hans og Regin s\u00f3tu \u00e1 l\u00e6rinum.<\/em><\/p>\n<p>Kanska hevur \u00e1ralagi\u00f0 ikki veri\u00f0 ta\u00f0 vakrasta, sum su\u00f0uroyingar hava s\u00e6\u00f0. \u00cd \u00f8llum f\u00f8rum hevur onkur hildi\u00f0 fullar menn liggja \u00e1 fj\u00f8rinum \u00ed stolnum b\u00e1ti, t\u00ed skj\u00f3tt v\u00f3ru tveir l\u00f8greglubilar at s\u00edggja, og teir svartkl\u00e6ddu hingu h\u00e1lvir \u00fat av vindeygunum vi\u00f0 s\u00ednum kikarum. Gutti fekk t\u00f3 greitt teimum fr\u00e1, at her var skil \u00ed og r\u00f3\u00f0ursma\u00f0urin av bestu sj\u00f3monnum.<\/p>\n<p>Vit fingu skift manning, men b\u00e1turin t\u00f3k n\u00f3gvan sj\u00f3gv inn. R\u00f3\u00f0ursma\u00f0urin, sum eisini var myndama\u00f0ur, m\u00e1tti bara oysa sum fr\u00e6gast, og fekk t\u00ed onga mynd av seinnu manningini. Ta\u00f0 ger kanska heldur einki, t\u00ed har var \u00e1ralagi\u00f0 meira so sum so. Var eina l\u00f8tu bangin fyri at l\u00f8greglan f\u00f3r at koma aftur, t\u00e1 teir s\u00f3u l\u00edvi\u00f0. H\u00f3ast st\u00f8rstu fj\u00f8ru gekst v\u00e6l at draga b\u00e1tin \u00ed neysti\u00f0 aftur. Eitt h\u00e1lvt kakao\u201dsunkist\u201d \u00ed part, og so til beins \u00ed fj\u00f8llini. Hvat n\u00fa?<\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2012\/06\/Talent-%C3%AD-Famar%C3%A1-012.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"alignnone size-large wp-image-5912\" title=\"OLYMPUS DIGITAL CAMERA\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2012\/06\/Talent-%C3%AD-Famar%C3%A1-012-1024x768.jpg\" alt=\"\" width=\"614\" height=\"461\" \/><\/a><br \/>\n<em>Til beins ta\u00f0 so gekk beint ni\u00f0an \u00ed dalin&#8230;.<\/em><\/p>\n<p>Ni\u00f0aneftir og ni\u00f0aneftir. N\u00e6r f\u00f3r hetta at enda? Hvar mundu vit enda? Komin heilt ni\u00f0an \u00e1, s\u00e1st langt vestur \u00ed hav. Ein st\u00f3r gj\u00f3gv vi\u00f0 forbergi daga\u00f0i eisini undan kavi. Og ni\u00f0ri \u00e1 sl\u00e6ttanum s\u00f3ust eini rey\u00f0 h\u00fas vi\u00f0 kringstandandi fj\u00f3si, hjalli og \u00fath\u00fasum.\u00a0 Komin longur oman varnast onkur eitt kent skelti. Okkurt tey kenna fr\u00e1 youtube. J\u00fa m\u00ed n sann er hetta Famar\u00e1. Famar\u00e1. Har hin stuttligi J\u00f3han \u00ed Famar\u00e1 (fyrr J\u00f3han \u00ed Kollafir\u00f0i) ger s\u00ednar sendingar, sum hv\u00f8nn fr\u00edggjadag eru at hoyra \u00ed \u00daF. Og tey mongu v\u00e6lumt\u00f3ktu brotini, sum eisini eru \u00e1 youtube.<\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2012\/06\/Talent-%C3%AD-Famar%C3%A1-015.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"alignnone size-large wp-image-5915\" title=\"OLYMPUS DIGITAL CAMERA\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2012\/06\/Talent-%C3%AD-Famar%C3%A1-015-1024x768.jpg\" alt=\"\" width=\"717\" height=\"538\" \/><\/a><br \/>\n<em>Gutti og Debes framman fyri gar\u00f0in \u00ed Famar\u00e1. Myndin v\u00edsir allar bygningarnar, sum hoyra til gar\u00f0in.<\/em><\/p>\n<p>Mundi J\u00f3han vera heima. Mundu vit fara at standa \u00ed t\u00edmav\u00eds og flenna \u00a0hesa s\u00e6lu morgunstund? Nei. J\u00f3han \u00ed Famar\u00e1 var ikki \u00ed Famar\u00e1. Hann var nor\u00f0anfj\u00f8r\u00f0s \u00ed br\u00fadleypi. Men kv\u00f8ldi\u00f0 fyri h\u00f8vdu vit avtala\u00f0 vi\u00f0 unga mannin \u00e1 gar\u00f0inum, at vit kundu koma at eta morgunmat inni hj\u00e1 teimum. Og ta\u00f0 gj\u00f8rdu vit so. R\u00fani, sum ma\u00f0urin \u00e6t, var sera bl\u00ed\u00f0ur og dugdi v\u00e6l at siga fr\u00e1 um gar\u00f0in og um dj\u00f3rini. Hetta var stak \u00e1hugavert. Og dj\u00f3rini v\u00f3ru ikki sum onnur dj\u00f3r. Setti meg stillan ni\u00f0ur \u00e1 t\u00fani\u00f0 eina l\u00f8tu. Hundurin Prince bora\u00f0i seg undir armin til m\u00edn. Ein ungur g\u00e1sarsteggi st\u00f3\u00f0 \u00e1 kn\u00e6num og beit \u00ed lissurnar me\u00f0an h\u00f8nurnar gingu tv\u00f8rtur um beinini. Nei hesi dj\u00f3rini r\u00e6ddust ikki f\u00f3lk!<\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2012\/06\/Talent-%C3%AD-Famar%C3%A1-013.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"alignnone size-large wp-image-5913\" title=\"OLYMPUS DIGITAL CAMERA\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2012\/06\/Talent-%C3%AD-Famar%C3%A1-013-1024x768.jpg\" alt=\"\" width=\"717\" height=\"538\" \/><\/a><br \/>\n<em>Bj\u00f8rk roynir at f\u00e1a kontakt vi\u00f0 hundin Prince, me\u00f0an \u00d8ssur roynir at koma \u00ed kontakt vi\u00f0 h\u00f8nurnar. Gongur einki serligt hj\u00e1 teimum, h\u00f3ast stu\u00f0ulin fr\u00e1 hinum\u00a0s\u00e6r \u00fat til at vera st\u00f3rur.<\/em><\/p>\n<p>Eftir morgunmatin f\u00f3ru vit eftir hinum b\u00e1\u00f0um bilunum \u00ed V\u00e1gi, og komu so eftir \u00f8llum flokkinum. Men fyrst skuldi felagsmynd takast. R\u00fani var so beinasamur at taka myndina.<\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2012\/06\/Talent-%C3%AD-Famar%C3%A1-019.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"alignnone size-large wp-image-5919\" title=\"OLYMPUS DIGITAL CAMERA\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2012\/06\/Talent-%C3%AD-Famar%C3%A1-019-1024x768.jpg\" alt=\"\" width=\"819\" height=\"614\" \/><\/a><br \/>\n<em>R\u00fani, Tumas Nap, Teitur Gog Gog, Helgi, T\u00f3rur, Hans, Bj\u00f8rk, Gutti, Regin Doglover, Hallur, \u00d8ssur, Debes, Marita, Karin, Marnar, S\u00e1ra, Elsa, Katharina, Steingr\u00edmur, Einar og Tinna<\/em><\/p>\n<p>Seinasta vegastrekki\u00f0 oman til Famar\u00e1 er so illa fari\u00f0, at vit l\u00f3tu bilarnar standa nakrar hundra\u00f0 metrar uppi. \u00c1 veg ni\u00f0an til bilarnar kemur r\u00f3p \u00ed. Okkara g\u00f3\u00f0i vinur R\u00fani saknar s\u00edn hund. Prince er blivin so g\u00f3\u00f0ur vi\u00f0 okkum, at hann er komin allan vegin aftan\u00e1. Einki anna\u00f0 er hj\u00e1 R\u00fana at gera enn at koma allan vegin ni\u00f0an eftir hundinum.<\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2012\/06\/Talent-%C3%AD-Famar%C3%A1-020.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"alignnone size-large wp-image-5920\" title=\"OLYMPUS DIGITAL CAMERA\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2012\/06\/Talent-%C3%AD-Famar%C3%A1-020-1024x768.jpg\" alt=\"\" width=\"614\" height=\"461\" \/><\/a><br \/>\n<em>Sterk vinarbond v\u00f3r\u00f0u kn\u00fdtt \u00ed Famar\u00e1. Hesir b\u00e1\u00f0ir\u00a0blivu mest sum ov g\u00f3\u00f0ir vinir. \u00d8ssur the dog whisperer in action.<\/em><\/p>\n<p>Heimafturkomin v\u00f3ru tey flestu sera troytt og l\u00f8gdu seg \u00ed soviposarnar. N\u00f8kur sp\u00e6ldu t\u00f3 eina l\u00f8tu \u00ed fimleikah\u00f8llini fyrst. Kl. 13 byrja\u00f0u \u00f8ll so sm\u00e1tt at koma upp, klokkan 14 v\u00f3ru tey fyrstu longu farin \u00fat at renna langt. Hini sluppu t\u00f3 ikki so.<\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2012\/06\/Talent-%C3%AD-Famar%C3%A1-024.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"alignnone size-large wp-image-5924\" title=\"OLYMPUS DIGITAL CAMERA\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2012\/06\/Talent-%C3%AD-Famar%C3%A1-024-1024x768.jpg\" alt=\"\" width=\"614\" height=\"461\" \/><\/a><br \/>\n<em>Fimleikarh\u00f8llin var sera hent &#8211; b\u00e6\u00f0i til sp\u00e6l og venjing. Her er upphiting \u00e1 skr\u00e1nni.<\/em><\/p>\n<p>Debes sveiggja\u00f0i fyrst p\u00edskin \u00ed h\u00f8llini, har tey runnu max-spurtir vi\u00f0 m\u00e1ttuni sum bremsu. S\u00ed\u00f0ani var\u00f0 fari\u00f0 \u00fat at renna stuttar spurtir \u00ed brekkuni vi\u00f0 sk\u00falan og at enda var\u00f0 fari\u00f0 \u00ed b\u00f8in at gera styrkirenningar og core-venjingar.<\/p>\n<p>\u00a0<a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2012\/06\/Talent-%C3%AD-Famar%C3%A1-027.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"alignnone size-large wp-image-5927\" title=\"OLYMPUS DIGITAL CAMERA\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2012\/06\/Talent-%C3%AD-Famar%C3%A1-027-1024x768.jpg\" alt=\"\" width=\"819\" height=\"614\" \/><\/a><br \/>\n<em>Brekkan uttanfyri sk\u00falan var v\u00e6legna\u00f0 til brekkuspurtir. Her er ta\u00f0 Tummas Napoleon, sum kemur fl\u00fagvandi ni\u00f0an eftir.<\/em><\/p>\n<p>Eftir venjingina var um at koma s\u00e6r undir br\u00fasuna sum skj\u00f3tast. Smyril b\u00ed\u00f0ar ikki og t\u00ed\u00f0in var kn\u00f8pp. Vi\u00f0 bert trimum bilum, var Helgi noyddur at koyra tv\u00e6r fer\u00f0ir \u00e1 Krambatanga. Men alt gekk v\u00e6l og \u00f8ll komu fram til t\u00ed\u00f0ina. Svongdin var aftur farin at gera um seg, og \u00e6tlanin var at vit skuldu \u00f8ll eta dagsins r\u00e6tt saman umbor\u00f0. Men har var eingin dagsins r\u00e6ttur. Har var sn\u00f8gt sagt bara grillstoktur h\u00f8snarungi vi\u00f0 kipsi ella pylsur.<\/p>\n<p>Magni Mohr var einafer\u00f0 \u00ed eini 3-2 sending, har hann vi\u00f0 st\u00f3rum stavum \u00e1tala\u00f0i matarskr\u00e1nna umbor\u00f0 \u00e1 Smyrli, sum n\u00f3gv \u00edtr\u00f3ttarf\u00f3lk sigla vi\u00f0. Aloftast hava hesi \u00edtr\u00f3ttarf\u00f3lk skund, og ynskja t\u00ed at eta umbor\u00f0. Ta\u00f0 m\u00e1tti onkursvegna lati\u00f0 seg gj\u00f8rt at havt eina fr\u00e6gari matskr\u00e1 enn n\u00faverandi, sum milt sagt er \u00fat av lagi v\u00e1nalig. Orsaki\u00f0 m\u00e6r hetta hjartasuffi\u00f0.<\/p>\n<p>L\u00edkamiki\u00f0. Smyril stevndi inn \u00e1 Havnarv\u00e1g, og ein g\u00f3\u00f0 venjingarlega var at enda komin. Eftir er bert at f\u00ednpussa formin seinastu dagarnar til fari\u00f0 ver\u00f0ur avsta\u00f0 til G\u00f8tuborg. Takk til tykkum \u00f8ll, sum gj\u00f8rdu hetta vikuskifti\u00f0 \u00f3gloymandi.<\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2012\/06\/Talent-%C3%AD-Famar%C3%A1-033.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"alignnone size-large wp-image-5932\" title=\"OLYMPUS DIGITAL CAMERA\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2012\/06\/Talent-%C3%AD-Famar%C3%A1-033-1024x768.jpg\" alt=\"\" width=\"717\" height=\"538\" \/><\/a><br \/>\n<em>Debes var fyri fyrstu fer\u00f0 vi\u00f0 sum lei\u00f0ari. Ein fittur sosialur og hyggiligur\u00a0drongur, ein fr\u00e1l\u00edkur og matgla\u00f0ur kokkur, og ein dugnaligur venjari. Ein sannur fongur fyri talentb\u00f3lkin &#8211; v\u00f3nandi tekur hann\u00a0 okkurt t\u00f8rn afturat.<\/em><\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>\u00cd yvirskriftini \u00e1tti kanska at sta\u00f0i\u00f0 \u201cTalentb\u00f3lkurin \u00ed Porkeri\u201d ella \u201cTalentb\u00f3lkuri \u00e1 J\u00f3ans\u00f8ku\u201d, men s\u00ed\u00f0ani J\u00f3han \u00ed Kollafir\u00f0i er blivin J\u00f3han \u00ed Famar\u00e1, er Famar\u00e1 blivi\u00f0 F\u00f8roya kult-sta\u00f0 nr. 1, og t\u00e1 vit n\u00fa vitja\u00f0u gar\u00f0in, var valda yvirskriftin ein sj\u00e1lvfylgja.\u00a0 Meira um ta\u00f0 seinni. Men n\u00fa, sm\u00e1ar tv\u00e6r vikur undan fr\u00e1fer\u00f0 til VU-spelen og [&hellip;]<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":6899,"comment_status":"closed","ping_status":"","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"ngg_post_thumbnail":0,"_jetpack_newsletter_access":"","_jetpack_dont_email_post_to_subs":false,"_jetpack_newsletter_tier_id":0,"_jetpack_memberships_contains_paywalled_content":false,"_jetpack_feature_clip_id":0,"_jetpack_memberships_contains_paid_content":false,"footnotes":"","jetpack_publicize_message":"","jetpack_publicize_feature_enabled":true,"jetpack_social_post_already_shared":true,"jetpack_social_options":{"image_generator_settings":{"template":"highway","default_image_id":0,"font":"","enabled":false},"version":2},"jetpack_post_was_ever_published":false},"categories":[50],"tags":[],"class_list":["post-6898","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-fif-arkiv"],"jetpack_publicize_connections":[],"jetpack_sharing_enabled":true,"jetpack_featured_media_url":"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2012\/06\/Talent-\u00ed-Famar\u00e1-034.jpg","_links":{"self":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/6898","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcomments&post=6898"}],"version-history":[{"count":0,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/6898\/revisions"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/media\/6899"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fmedia&parent=6898"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcategories&post=6898"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Ftags&post=6898"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}