{"id":6933,"date":"2012-08-29T02:09:43","date_gmt":"2012-08-29T02:09:43","guid":{"rendered":"https:\/\/www.athletics.fo\/?p=6933"},"modified":"2012-08-29T02:09:43","modified_gmt":"2012-08-29T02:09:43","slug":"sol-og-smaar-stjornur","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/www.athletics.fo\/?p=6933","title":{"rendered":"S\u00f3l og sm\u00e1ar stj\u00f8rnur"},"content":{"rendered":"<p>Vi\u00f0 120 luttakarum \u00ed umlei\u00f0 500 startum, gj\u00f8rdist FM-U 2012 n\u00f3gv ta\u00f0 st\u00f8rsta higartil. \u00d8ll tey tr\u00fd st\u00f3ru fel\u00f8gini, Bragdi\u00f0, Hvirlan og Treysti v\u00f3ru v\u00e6lmanna\u00f0 til hetta vikuskifti\u00f0. Av hinum fel\u00f8gunum var ta\u00f0 bert Fr\u00e6lsi, sum hev\u00f0i luttakarar vi\u00f0.<br \/>\n<img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" id=\"TB_Image\" src=\"http:\/\/www.bragdid.fo\/wp-content\/gallery\/fmu2012\/141.jpg\" alt=\"\" width=\"616\" height=\"411\" \/><br \/>\n<em>Fr\u00e6lsi hev\u00f0i tr\u00edggjar luttakarar vi\u00f0, og teir st\u00f3\u00f0u seg eisini sera v\u00e6l. Her er ta\u00f0 Ragnar Weihe, sum hevur vunni\u00f0 gull \u00ed longdarlopi hj\u00e1 dreingjum 10-11 \u00e1r. Silvurvinnari var Andreas B. Antoft, og bronsuna vann Elias Thorsteinsson.<\/em><\/p>\n<p>So hv\u00f8rt sum tali\u00f0 \u00e1 luttakarum veksur, gerst eisini grundarlag fyri \u00f8ktum virksemi av \u00f8\u00f0rum slagi kring kappingina. \u00cd \u00e1r var T\u00f3rsbreyt eyka flaggskr\u00fddd, tj\u00f8ld v\u00f3r\u00f0u sett upp b\u00e6\u00f0i til luttakarar og fyrireikarar, sk\u00f3s\u00f8la vi\u00f0 br\u00faktum sk\u00f3m var fyriskipa\u00f0 og harafturat byrja\u00f0i sunnudagurin vi\u00f0 einari sera vakrari skr\u00fa\u00f0gongu, sum heilt v\u00edst ver\u00f0ur endurtikin n\u00e6sta \u00e1r. T\u00e1 ver\u00f0ur ta\u00f0 eisini vi\u00f0 marcht\u00f3num!<\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" id=\"TB_Image\" src=\"http:\/\/www.hvirlan.fo\/wp-content\/gallery\/20120826-fmu\/20120812-0032.jpg\" alt=\" \" width=\"616\" height=\"411\" \/><br \/>\n<em>\u00c1 fyrsta sinni var\u00f0 skipa\u00f0 fyri skr\u00fa\u00f0gongu \u00e1 T\u00f3rsbreyt, og eydna\u00f0ist ta\u00f0 bara stak v\u00e6l. Her er ta\u00f0 li\u00f0i\u00f0 hj\u00e1 Hvirluni, sum kemur \u00e1 v\u00f8llin \u00ed teirra n\u00fdggju b\u00fanum.<\/em><\/p>\n<p><em><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" id=\"TB_Image\" src=\"http:\/\/www.bragdid.fo\/wp-content\/gallery\/fmu2012\/719.jpg\" alt=\"\" width=\"616\" height=\"411\" \/><br \/>\nBragdi\u00f0 gj\u00f8rdist mest vinnandi felagi\u00f0 um vikuskifti\u00f0<\/em>\u00a0<\/p>\n<p><em><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" id=\"TB_Image\" src=\"http:\/\/www.hvirlan.fo\/wp-content\/gallery\/20120825-fmu\/20120825-0317.jpg\" alt=\" \" width=\"588\" height=\"392\" \/><br \/>\nOr\u00f0 eru f\u00e1t\u00f8k<\/em><\/p>\n<p>Hinvegin er meira ivasamt, um tj\u00f8ldini koma aftur. T\u00ed vi\u00f0 so g\u00f3\u00f0um ve\u00f0ri sum vit fingu um vikuskifti\u00f0, er ikki ney\u00f0ugt vi\u00f0 tj\u00f8ldum. Og v\u00f3nandi og v\u00e6ntandi ver\u00f0ur d\u00f3maraskrivstovan \u00ed n\u00fdggja snotiliga teknikr\u00faminum, sum skal byggjast oman \u00e1 wc. Kommunan hevur lova\u00f0, at hetta arbei\u00f0i\u00f0 fer \u00ed gongd seinni \u00ed \u00e1r.\u00a0<\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" src=\"http:\/\/a4.sphotos.ak.fbcdn.net\/hphotos-ak-ash3\/s480x480\/564174_10151373103798047_1583965743_n.jpg\" alt=\"\" width=\"398\" height=\"296\" \/><br \/>\n<em>Debes, Gutti og Hallur sp\u00e6ldu teknikr\u00fam \u00ed tjaldinum. N\u00e6sta \u00e1r ver\u00f0ur n\u00fdtt sn\u00f8gt teknikr\u00fam t\u00f8kt.<\/em><\/p>\n<p>T\u00e1 so v\u00e6l er ligi\u00f0 \u00fat \u00e1 \u00e1ri\u00f0, kundi hugsast at tey flestu h\u00f8vdu br\u00fakt ta\u00f0 seinasta kr\u00fati\u00f0, og at ta\u00f0 ikki var so n\u00f3gv saft og kraft \u00ed. Men so var ikki. Her v\u00f3ru n\u00f3gvar kreftir eftir, og vit fingu tvey f\u00f8roysk met fyri vaksin umramt eini 30 b\u00f3lkamet. Harafturat var ein \u00f8rgrynna av pers\u00f3nligum metum sett.<\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" id=\"TB_Image\" src=\"http:\/\/www.hvirlan.fo\/wp-content\/gallery\/20120825-fmu\/20120825-0796.jpg\" alt=\" \" width=\"616\" height=\"411\" \/><br \/>\n<em>Edna Maria Debes hevur sett f\u00f8royskt met \u00ed h\u00e6ddarlopi. Fyrst 144 cm og s\u00ed\u00f0ani 147 cm!! Harafturat setti hon b\u00f3lkamet \u00e1 100 m! \u00a0Hjartaliga tillukku! Marita og S\u00e1ra h\u00f8vdu eisini fleiri hei\u00f0ursmerki vi\u00f0 til h\u00fas.<\/em><\/p>\n<p>Hugaligt var eisini at s\u00edggja fleiri n\u00fdggj n\u00f8vn og andlit. Eisini hugaligt at s\u00edggja andlit aftur, sum hava veri\u00f0 burturi eina t\u00ed\u00f0. \u00d8ll fel\u00f8gini hava havt tilgongd seinastu t\u00ed\u00f0ina, og er ta\u00f0 at fr\u00f8ast um. Og fleiri av hesum n\u00fdggju sm\u00e6ddust so avgj\u00f8rt ikki burtur \u00ed kappingini um hei\u00f0ursmerkini.<\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" id=\"TB_Image\" src=\"http:\/\/www.bragdid.fo\/wp-content\/gallery\/fmu2012\/085.jpg\" alt=\"\" width=\"587\" height=\"392\" \/><br \/>\n<em>Samuel Johansen v\u00edsti longu g\u00f3\u00f0 evni til FM-U \u00ed fj\u00f8r. Men \u00ed \u00e1r vendi hann aftur og s\u00fdndi \u00f3metaliga styrki. Gull \u00e1 60 m, 400 m, longdarlopi, b\u00f3ltkasti og k\u00falustoyti. Ja, gull \u00ed \u00f8llum kappingunum hj\u00e1 teimum 8-9 \u00e1ra gomlu. Spennandi ver\u00f0ur at fylgja Samuel v\u00ed\u00f0ari.<\/em><\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" id=\"TB_Image\" src=\"http:\/\/www.hvirlan.fo\/wp-content\/gallery\/20120826-fmu\/20120812-1031.jpg\" alt=\" \" width=\"588\" height=\"392\" \/><br \/>\n<em>Enn eitt n\u00fdtt og spennandi navn hj\u00e1 Treysti. Martin Klein Joensen, &#8217;99,\u00a0vann gull \u00e1 b\u00e6\u00f0i 80 metrum og \u00ed longdarlopi.<\/em><\/p>\n<p>Vert var eisini at leggja merki til systkini H\u00f8j. Katarinu H\u00f8j, sum vit kenna \u00far talenb\u00f3lkinum og beiggja hennara, Paula H\u00f8j, sum er byrja\u00f0ur\u00a0vi\u00f0 fr\u00e6lsum \u00edtr\u00f3tti \u00ed \u00e1r. Katarina hev\u00f0i leikt f\u00f3tb\u00f3ltssteypafinalu leygarmorguni, og misti t\u00ed nakrar kappingar. Men hon kom sterkt aftur og vann b\u00e6\u00f0i 300 m, 600 m, longdarlop og spj\u00f3tkast. \u00c1 300 m og 600 m setti hon n\u00fdggj b\u00f3lkamet. Pauli er millum teir yngru \u00ed 10-11 \u00e1ra b\u00f3lkinum, men vann kortini ein g\u00f3\u00f0an og tryggan sigur eftir stak skilag\u00f3\u00f0a taktiska renning \u00e1 600 metrum.<\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" id=\"TB_Image\" src=\"http:\/\/www.hvirlan.fo\/wp-content\/gallery\/20120825-fmu\/20120825-1257.jpg\" alt=\" \" width=\"616\" height=\"411\" \/><br \/>\n<em>Spurta, renna, kasta, leypa, hondb\u00f3lt, f\u00f3tb\u00f3lt&#8230; Katarina H\u00f8j er\u00a0av sonnum ein fantastisk \u00edtr\u00f3ttargenta. Gull \u00ed longdarlopi, spj\u00f3tkasti, 300 m og 600 m. Ja, \u00f8llum kappingunum, hon lutt\u00f3k \u00ed. <\/em><\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" id=\"TB_Image\" src=\"http:\/\/www.hvirlan.fo\/wp-content\/gallery\/20120826-fmu\/20120812-1100.jpg\" alt=\" \" width=\"616\" height=\"411\" \/><br \/>\n<em>Pauli H\u00f8j (215) vann \u00e1 600 metrum. F.v.: Ragnar Weihe, Adreas B. Antoft, Pauli H\u00f8j, Hans Petur W. Fr\u00edmundsson, B\u00e1r\u00f0ur J\u00f3hansson, Hugin Jacobsen. J\u00f3han Hansson Joensen er fremstur uttanfyri myndina. Pauli vann eisini kappingina \u00e1 300 metrum.<\/em><\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" id=\"TB_Image\" src=\"http:\/\/www.hvirlan.fo\/wp-content\/gallery\/20120826-fmu\/20120812-1039.jpg\" alt=\" \" width=\"588\" height=\"392\" \/><br \/>\n<em>Elisabet Holm Simonsen og Oddv\u00f8r Josephsen hava longu \u00ed fleiri \u00e1r havt n\u00f8kur heilt einastandandi \u00farslit. Drottningar \u00e1 oyggjaleikunum \u00ed F\u00f8royum 2019? Her koma t\u00e6r b\u00e1\u00f0ar undir b\u00f3lkameti\u00f0, sum Oddv\u00f8r setti fyrr \u00ed \u00e1r. Elisabet hev\u00f0i 1.52 min um teir 600 metrarnar!<\/em><\/p>\n<p>Tey, i\u00f0 vanliga umbo\u00f0a talentb\u00f3lkin, st\u00f3\u00f0u seg eisini v\u00e6l, og vunnu ikki \u00f3v\u00e6nta\u00f0 n\u00f3gv hei\u00f0ursmerki.<\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" id=\"TB_Image\" src=\"http:\/\/www.hvirlan.fo\/wp-content\/gallery\/20120826-fmu\/20120812-0883.jpg\" alt=\" \" width=\"616\" height=\"411\" \/><br \/>\n<em>R\u00fani Jacobsen v\u00edsti seg fr\u00e1 einari n\u00fdggjari sterkari s\u00ed\u00f0u sum langspurtari. Vi\u00f0 t\u00ed\u00f0ini 53,56 sekund er hann bert eitt st\u00f3rt\u00a0sekund fr\u00e1 oyggjaleikakravinum \u00ed s\u00edni fyrstu veruligu 400 metra kapping.<\/em><\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" id=\"TB_Image\" src=\"http:\/\/www.hvirlan.fo\/wp-content\/gallery\/20120826-fmu\/20120812-0398.jpg\" alt=\" \" width=\"588\" height=\"392\" \/><br \/>\n<em>Tinna B. J\u00f8rgensen setir her b\u00f3lkamet \u00e1 80 m hj\u00e1 gentum 12-13 \u00e1r. T\u00ed\u00f0in gj\u00f8rdist 11.42 og vindurin var +1,9 (vindurin manglar \u00e1 \u00farslitalistanum)<\/em><\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" id=\"TB_Image\" src=\"http:\/\/www.hvirlan.fo\/wp-content\/gallery\/20120826-fmu\/20120812-1321.jpg\" alt=\" \" width=\"616\" height=\"411\" \/><br \/>\n<em>Endiliga bragda\u00f0i hj\u00e1 Trygva Laks\u00e1foss. \u00cd alt \u00e1r hevur hann str\u00ed\u00f0st vi\u00f0 at kl\u00e1ra 170 cm, men er sum oftast enda\u00f0ur \u00e1 160 cm. Men sunnudagin gekk alt n\u00e6stan betri enn ta\u00f0 skuldi. 179 cm kl\u00e1ra\u00f0i hann, og setti eitt kempist\u00f3rt pers\u00f3nligt met og eisini b\u00f3lkamet. Trygvi er n\u00fa tann f\u00f8royingurin, sum hevur lopi\u00f0 h\u00e6gst av \u00f8llum eftir \u00d8ssur Eiriksfoss (200 cm)<\/em><\/p>\n<p>B\u00e1\u00f0ir dagarnir enda\u00f0u vi\u00f0 bo\u00f0renning. Leygardagin v\u00f3ru 4&#215;100 metrar og sunnudagin 4&#215;200 mix. Bo\u00f0renningar eru alt\u00ed\u00f0 stuttligar og \u00f8\u00f0rv\u00edsi. Og hartil mangan spennandi. Ta\u00f0 gj\u00f8rdust t\u00e6r eisini \u00ed n\u00f8krum f\u00f8rum, og stuttligt var at s\u00edggja, hvussu v\u00e6l li\u00f0felagar stu\u00f0la\u00f0u hv\u00f8rjum \u00f8\u00f0rum.<\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" id=\"TB_Image\" src=\"http:\/\/www.hvirlan.fo\/wp-content\/gallery\/20120826-fmu\/20120812-1788.jpg\" alt=\" \" width=\"616\" height=\"411\" \/><br \/>\n<em>Bragdi\u00f0 vann 4&#215;200 mix \u00ed 12-13 \u00e1ra b\u00f3lkinum. Men Hvirlan \u00e1 \u00f8\u00f0rum pl\u00e1ssi og Treysti \u00e1 tri\u00f0ja h\u00f8vdu eisini sera sterk li\u00f0.<\/em><\/p>\n<p>Eg kann ikki takka tykkum mongu, sum \u00e1 hv\u00f8rjum kappingardegi taka eina hond \u00ed eitt m\u00e1tiband, eina r\u00edvu ella a\u00f0ra d\u00f3marauppg\u00e1vu. Tit eru alt\u00ed\u00f0 so hj\u00e1lpsom og uttan tykkara hj\u00e1lp og stu\u00f0ul ber sn\u00f8gt sagt ikki til at hava kappingar. Takk enn einafer\u00f0 til tykkum.<\/p>\n<p><em><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" id=\"TB_Image\" src=\"http:\/\/www.bragdid.fo\/wp-content\/gallery\/fmu2012\/052.jpg\" alt=\"\" width=\"616\" height=\"411\" \/><br \/>\nT\u00e1 man er skaddur, er ta\u00f0 gott at man kan hj\u00e1lpa. R\u00f3gvi var tr\u00fagvur og dr\u00fagvur og vi\u00f0 vindm\u00e1taranum b\u00e1\u00f0ar dagarnar.<\/em><\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" id=\"TB_Image\" src=\"http:\/\/www.bragdid.fo\/wp-content\/gallery\/fmu2012\/032.jpg\" alt=\"\" width=\"616\" height=\"411\" \/><br \/>\n<em>Handan ein og hv\u00f8nn sterkan (revolvara)mann stendur ein fitt sm\u00edlandi kvinna. Niels J\u00e1kup og Rosa. Aftanfyri s\u00e6st ein h\u00e1lv Anja, sum alt\u00ed\u00f0 er til dysti f\u00fas at hj\u00e1lpa.<\/em><\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" id=\"TB_Image\" src=\"http:\/\/www.bragdid.fo\/wp-content\/gallery\/fmu2012\/818.jpg\" alt=\"\" width=\"616\" height=\"411\" \/><br \/>\n<em>Sama s\u00f8gan. Hvussu skuldi Gutti kunna\u00f0 hildi\u00f0 skil \u00e1 hei\u00f0ursmerkjunum uttan Ingun. Jonhard var eisini raskur at handa.<\/em><\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" id=\"TB_Image\" src=\"http:\/\/www.bragdid.fo\/wp-content\/gallery\/fmu2012\/051.jpg\" alt=\"\" width=\"616\" height=\"411\" \/><br \/>\n<em>Hvussu kann man ikki taka hesa myndina vi\u00f0??\u00a0 B\u00e1ra, B\u00f8rka og Kristina hava lopi\u00f0 longdarlop<\/em><\/p>\n<p>Her st\u00f8\u00f0gar myndar\u00f8\u00f0in og fr\u00e1s\u00f8gnin. Kundi og \u00e1tti kanska at hildi\u00f0 \u00e1fram leingi afturat, men onkusta\u00f0ni m\u00e1tti st\u00f8\u00f0gast. Okkurt er tiki\u00f0 fram, men ta\u00f0 mesta liggur eftir sum t\u00f8l \u00ed \u00farslitalistanum. Og so havi eg heilt sikkurt gloymt okkurt ordiliga flott \u00farslit. Men ta\u00f0 bleiv tikin ein \u00f8rgrynna av myndum hetta vikuskifti\u00f0. B\u00e6\u00f0i <a href=\"http:\/\/www.bragdid.fo\/\">www.bragdid.fo<\/a> og <a href=\"http:\/\/www.hvirlan.fo\/\">www.hvirlan.fo<\/a> hava myndir \u00ed h\u00f3patali.<\/p>\n<p>&nbsp;<\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Vi\u00f0 120 luttakarum \u00ed umlei\u00f0 500 startum, gj\u00f8rdist FM-U 2012 n\u00f3gv ta\u00f0 st\u00f8rsta higartil. \u00d8ll tey tr\u00fd st\u00f3ru fel\u00f8gini, Bragdi\u00f0, Hvirlan og Treysti v\u00f3ru v\u00e6lmanna\u00f0 til hetta vikuskifti\u00f0. Av hinum fel\u00f8gunum var ta\u00f0 bert Fr\u00e6lsi, sum hev\u00f0i luttakarar vi\u00f0. Fr\u00e6lsi hev\u00f0i tr\u00edggjar luttakarar vi\u00f0, og teir st\u00f3\u00f0u seg eisini sera v\u00e6l. Her er ta\u00f0 Ragnar [&hellip;]<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":0,"comment_status":"closed","ping_status":"","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"ngg_post_thumbnail":0,"_jetpack_newsletter_access":"","_jetpack_dont_email_post_to_subs":false,"_jetpack_newsletter_tier_id":0,"_jetpack_memberships_contains_paywalled_content":false,"_jetpack_feature_clip_id":0,"_jetpack_memberships_contains_paid_content":false,"footnotes":"","jetpack_publicize_message":"","jetpack_publicize_feature_enabled":true,"jetpack_social_post_already_shared":true,"jetpack_social_options":{"image_generator_settings":{"template":"highway","default_image_id":0,"font":"","enabled":false},"version":2},"jetpack_post_was_ever_published":false},"categories":[50],"tags":[],"class_list":["post-6933","post","type-post","status-publish","format-standard","hentry","category-fif-arkiv"],"jetpack_publicize_connections":[],"jetpack_sharing_enabled":true,"jetpack_featured_media_url":"","_links":{"self":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/6933","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcomments&post=6933"}],"version-history":[{"count":0,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/6933\/revisions"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fmedia&parent=6933"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcategories&post=6933"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Ftags&post=6933"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}