{"id":6941,"date":"2012-09-13T00:36:11","date_gmt":"2012-09-13T00:36:11","guid":{"rendered":"https:\/\/www.athletics.fo\/?p=6941"},"modified":"2026-07-20T13:26:47","modified_gmt":"2026-07-20T13:26:47","slug":"dm-ung-ossur-tvey-dm-gullmerki","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/www.athletics.fo\/?p=6941","title":{"rendered":"DM ung: \u00d8ssur tvey DM-gullmerki."},"content":{"rendered":"<p>N\u00e6st seinasta vikuskifti\u00f0 var DM fyri ung hildi\u00f0 \u00ed Hvidovre. Vit skriva\u00f0u t\u00e1 um tey fr\u00e1l\u00edku \u00farslitini fr\u00e1 fyrra degnum, og kann tann greinin lesast her: <a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/?p=6935\">https:\/\/www.athletics.fo\/?p=6935>\u00a0\u00darslitini fr\u00e1 seinna degnum st\u00f3\u00f0u einki aftanfyri, og er hetta t\u00ed alt ov g\u00f3\u00f0 t\u00ed\u00f0indi at lata fara afturvi\u00f0 bor\u00f0inum uttan eina l\u00edtla fr\u00e1s\u00f8gn, h\u00f3ast nakrir dagar n\u00fa eru gingnir.<\/p>\n<p>Vi\u00f0 \u00ed kappingini v\u00f3ru n\u00fdggju f\u00f8royingar. Sjey \u00far Hvirluni og ein \u00far Bragdinum og Treysti. \u00d8ssur Debes Eiriksfoss vann s\u00edtt fyrsta DM-heiti leygardagin \u00ed tr\u00edst\u00f8kki, og sunnudagin hev\u00f0i hann tv\u00e6r kappingar afturat. Um morgunin var ta\u00f0 fyrst h\u00e6ddarlop, har hann vann ein tryggan sigur uttan at leypa upp til s\u00edtt besta. \u00darsliti\u00f0 gj\u00f8rdist 184 cm, sum hann kl\u00e1ra\u00f0i \u00ed fyrstu royndini. S\u00ed\u00f0an reiv hann tr\u00edggjar fer\u00f0ir \u00e1 190 cm, men teir 184 cm v\u00f3ru so ivaleyst at vinna gull og s\u00edtt n\u00e6sta DM-heiti! Tri\u00f0ja kapping hansara var sunnudagin seinnapart, t\u00e1 longdarlop var \u00e1 skr\u00e1nni. Ta\u00f0 var javnt \u00ed oddinum, og hev\u00f0i \u00d8ssur lopi\u00f0 upp til s\u00edtt allarbesta, hev\u00f0i hann havt m\u00f8guleika at vunni\u00f0 s\u00edtt tri\u00f0ja gullmerki. Men bert 36 sentimetrar aftanfyri gullvinnaran enda\u00f0i \u00d8ssur og bronsupl\u00e1ssinum vi\u00f0 6,33 metrum, sum hann leyp \u00ed seinasta umfarinum. \u00d8ssur er \u00ed summar fluttur til Keypmannahavnar at lesa, og har er hann farin at venja vi\u00f0 st\u00f8rsta danska felagnum Sparta, sum hann eisini umbo\u00f0a\u00f0i \u00ed kappingunum.<br \/>\n<img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" id=\"TB_Image\" src=\"http:\/\/www.hvirlan.fo\/wp-content\/gallery\/20120901-dmu\/20120901-0370.jpg\" alt=\" \" width=\"616\" height=\"411\" \/><br \/>\n<em>\u00d8ssur \u00ed Sparta-b\u00fana\u00a0sm\u00edgur s\u00e6r l\u00e6ttliga upp um 184 cm og gerst danmarksmeistari.\u00a0<\/em><\/p>\n<p>Eisini R\u00f3i Holgarsson er fluttur til Keypmannahavnar \u00ed summar, og eisini hann umbo\u00f0a\u00f0i Sparta til DMU. Leygardagin vann hann bronsu \u00e1 100 m samstundis sum hann kvalifisera\u00f0i seg til oyggjaleikirnar. Og sunnudagin sl\u00f3g hann so fast, at hann er og ver\u00f0ur F\u00f8roya spurtkongur. T\u00ed \u00e1 200 metrum breyt hann enn einafer\u00f0 oyggjaleikakravi\u00f0, t\u00e1 hann setti eitt st\u00f3rt pers\u00f3nligt met vi\u00f0 23,33 (+1,6) Og \u00ed sera har\u00f0ari kapping vi\u00f0 tr\u00edggjar a\u00f0rar, eydna\u00f0ist R\u00f3a at spurta seg til silvurmerki hj\u00e1 Dr.\u00a020-22 \u00e1r. Bert 1\/10 sekund var \u00e1 muni millum nr. 2 og 5.<\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2012\/09\/r%C3%B3i.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" data-attachment-id=\"6206\" data-permalink=\"https:\/\/www.athletics.fo\/?attachment_id=6206\" data-orig-file=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2008\/06\/bjork_herup_olsen_runavik.jpg\" data-orig-size=\"800,534\" data-comments-opened=\"0\" data-image-meta=\"{&quot;aperture&quot;:&quot;14&quot;,&quot;credit&quot;:&quot;&quot;,&quot;camera&quot;:&quot;Canon EOS 30D&quot;,&quot;caption&quot;:&quot;&quot;,&quot;created_timestamp&quot;:&quot;1206809235&quot;,&quot;copyright&quot;:&quot;&quot;,&quot;focal_length&quot;:&quot;85&quot;,&quot;iso&quot;:&quot;800&quot;,&quot;shutter_speed&quot;:&quot;0.0015625&quot;,&quot;title&quot;:&quot;&quot;,&quot;orientation&quot;:&quot;1&quot;,&quot;alt&quot;:&quot;&quot;}\" data-image-title=\"bjork_herup_olsen_runavik\" data-image-description=\"\" data-image-caption=\"\" data-large-file=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2008\/06\/bjork_herup_olsen_runavik.jpg\" class=\"alignnone size-full wp-image-6206\" title=\"r\u00f3i\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2012\/09\/r%C3%B3i.jpg\" alt=\"\" width=\"640\" height=\"427\" \/><\/a><br \/>\n<em>R\u00f3i vi\u00f0 bronsuhei\u00f0ursmerkinum, sum hann vann s\u00e6r \u00ed 100m (mynd: Gutti)<\/em><\/p>\n<p>Eitt hei\u00f0ursmerki afturat fingu vit hendan sunnudagin. Ta\u00f0 kom \u00ed klingrukasti hj\u00e1 Dr. 16-17 \u00e1r, har vit hava st\u00f3rtalenti\u00f0 Hall Simonsen. Hallur er ikki bangin fyri at tapa, og vil sera fegin vinna. T\u00ed leggur hann sera n\u00f3gv fyri \u00ed \u00f8llum s\u00ednum royndum. Hetta mundi kosta\u00f0 honum pl\u00e1ssi\u00f0 \u00ed finaluni, men ta\u00f0 gekk akkur\u00e1t vi\u00f0 einum kasti \u00fat \u00e1 33.91. Fyrsta kasti\u00f0 \u00ed finaluni miseydna\u00f0ist, men so setti hann trumf \u00e1, og \u00ed teimum b\u00e1\u00f0um seinastu k\u00f8stunum kom hann fyrst \u00fat \u00e1 37,50 m og s\u00ed\u00f0ani 40,40 m, sum er n\u00fdtt b\u00f3lkamet, og sum eisini rakk til eitt trygt bronsumerki.<\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" id=\"TB_Image\" src=\"http:\/\/www.hvirlan.fo\/wp-content\/gallery\/20120901-dmu\/20120901-0344.jpg\" alt=\" \" width=\"616\" height=\"411\" \/><br \/>\n<em>Hallur Simonsen, sum umbo\u00f0a\u00f0i Vejle IF, vi\u00f0 s\u00ednum bronsumerki.<\/em><\/p>\n<p>Hanus Bergsson kappa\u00f0ist ikki sunnudagin. Leygardagin vann hann bronsu \u00ed spj\u00f3tkasti (54,33 m) og \u00ed k\u00falustoyti bleiv ta\u00f0 til 11,43 m.<\/p>\n<p>Ta\u00f0 v\u00f3ru t\u00f3 ikki bara teir, i\u00f0 vunnu hei\u00f0ursmerki, sum framdu br\u00f8gd. Tveir av \u00eddnastu g\u00f8rpunum \u00ed Hvirluni, Trygvi Laks\u00e1foss og T\u00f3rur Mortensen, hava vant n\u00f3gv og v\u00e6l alt \u00e1ri\u00f0, t\u00f3 uttan at ta\u00f0 hevur s\u00e6st so\u00a0v\u00e6l\u00a0\u00e1 \u00farslitunum. T\u00f3, til FMU bragda\u00f0i br\u00e1dliga hj\u00e1 Trygva \u00ed h\u00e6ddarlopinum, t\u00e1 hann leyp heilar 179 cm og t\u00e1 gj\u00f8rdist n\u00e6stbesti f\u00f8royingur nakrant\u00ed\u00f0. Sunnudagin leyp hann t\u00f3 165 cm, og gj\u00f8rdi seg ikki galdandi. Men leygardagin hev\u00f0i hann so eisini fingi\u00f0 eitt veruligt frambrot \u00ed tr\u00edst\u00f8kki, har hann setti pers\u00f3nligt met vi\u00f0 n\u00e6rum einum heilum metri og eitt kl\u00e1rt b\u00f3lkamet, sum n\u00fa er 12,63 metrar (+0,6). Og m\u00edn sann um ikki eisini eitt veruligt frambrot kom \u00ed longdarlopinum sunnudagin. Her fekk hann bert tvey lop g\u00f3\u00f0kend, men tey v\u00f3ru b\u00e6\u00f0i long. \u00cd \u00f8\u00f0rum umfari leyp hann 5,86 metrar og \u00ed s\u00e6tta og seinasta lopinum kom hann \u00fat \u00e1 6,02 metrar og eitt fimtapl\u00e1ss \u00ed kappingini hj\u00e1 Dr. 18-19 \u00e1r. Hetta er samstundis n\u00fdtt b\u00f3lkamet.<\/p>\n<p>T\u00f3rur Mortensen, Dr. 14-15, \u00a0fekk eisini fatur \u00e1 tveimum b\u00f3lkametum. Ta\u00f0 fyrra \u00ed longdarlopi, sum var 4,94 metrar, og so eisini \u00ed tr\u00edst\u00f8kki, har hann hev\u00f0i eina superseriu vi\u00f0 6 g\u00f3\u00f0um lopum. Heilar tv\u00e6r fer\u00f0ir kom hann \u00fat um 11 metrar. Ta\u00f0 longsta var 11,26 m, og rakk til eitt flott 4. pl\u00e1ss. Ta\u00f0 ver\u00f0ur t\u00f3 ta\u00f0 tri\u00f0longsta lopi\u00f0, sum kemur at standa sum b\u00f3lkamet, t\u00ed vindurin var ov n\u00f3gvur hini b\u00e6\u00f0i, so b\u00f3lkameti\u00f0 er n\u00fa 10,92 metrar.<\/p>\n<p>Helgi Geyti, Dr. 18-19 \u00e1r, kappa\u00f0ist \u00ed spj\u00f3tkasti og klingrukasti. Vi\u00f0 klingruni var hann vi\u00f0 34,54 m h\u00e1lvanannan metur fr\u00e1 s\u00ednum besta, men vi\u00f0 spj\u00f3tkastinum fekk hann sett eitt fr\u00e1l\u00edkt n\u00fdtt pers\u00f3nligt met vi\u00f0 44,77 &#8211; bert eina hondsbreidd fr\u00e1 b\u00f3lkametinum.<\/p>\n<p>Tummas Napoleon Arge, Dr. 16-17 \u00e1r, var vi\u00f0 \u00ed kappingunum \u00e1 100 m og 200 m. Hann spurta\u00f0i ikki heilt upp til s\u00edtt allarbesta, men var vi\u00f0 12,17 sek \u00e1 100 metrum bert 5\/100 sek fr\u00e1 pers\u00f3nligum meti, me\u00f0an hann rann 24,86 sek \u00e1 200 metrum, sum eisini er n\u00e6r vi\u00f0 hansara bestu t\u00ed\u00f0.<\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" id=\"TB_Image\" src=\"http:\/\/www.hvirlan.fo\/wp-content\/gallery\/20120901-dmu\/20120901-0117.jpg\" alt=\" \" width=\"616\" height=\"411\" \/><br \/>\n<em>Tummas Napoleon Arge, umbo\u00f0andi \u00c5rhus 1900, kemur fl\u00fagvandi \u00e1 m\u00e1l.<\/em><\/p>\n<p>Ta\u00f0 gekk ikki so v\u00e6l hj\u00e1 Rebekku Fugl\u00f8, sum hon hev\u00f0i \u00e6tla\u00f0. Hon hevur \u00ed mong \u00e1r luttiki\u00f0 \u00ed DM fyri ung, og eigur eina \u00f8rgrynnu av hei\u00f0ursmerkjum fr\u00e1 hesum kappingum og fleiri vi\u00f0 t\u00ed gyltasta litinum. Undan kappingini hev\u00f0i hon veri\u00f0 eitt sindur sj\u00fak, og heimafturkomin skuldi ta\u00f0 v\u00edsa seg, at hon hev\u00f0i gingi\u00f0 vi\u00f0 lungnabruna. T\u00ed var ta\u00f0 kanska ikki so l\u00f8gi\u00f0, at hon ikki megna\u00f0i at liva upp til s\u00ednar egnu v\u00f3nir. \u00darslitini hj\u00e1 henni v\u00f3ru: 800 m &#8211; 2.27,23. 1.500 m &#8211; 5.05,97. 5.000 m &#8211; 20.49. Og ta\u00f0 er ikki so gali\u00f0 av einari gentu vi\u00f0 lungnabruna!!!<\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2012\/09\/rebekka.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"alignnone size-full wp-image-6207\" title=\"rebekka\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2012\/09\/rebekka.jpg\" alt=\"\" width=\"640\" height=\"427\" \/><\/a><br \/>\n<em>Rebekka \u00ed gr\u00f8num Vejle-IF b\u00fana (mynd: Gutti)<\/em><\/p>\n<p>Alt \u00ed alt vunnu f\u00f8royingarnir tv\u00e6r gull, eina silvur og f\u00fdra bronsu. Og t\u00e1 hava vit ikki havt Marnar Djurhuus, R\u00fana Seloy og Bj\u00f8rk Herup Olsen vi\u00f0, sum annars hava v\u00e1lka\u00f0 s\u00e6r \u00ed hei\u00f0ursmerkjum til DM-kappingar. Harafturat eiga vit fleiri onnur, sum kundu veri\u00f0 vi\u00f0 og v\u00e6l og vir\u00f0iliga gj\u00f8rt seg galdandi millum tr\u00fd tey fremstu. DMU er eitt f\u00ednt h\u00f8vi hj\u00e1 fel\u00f8gunum at senda s\u00ednar fremstu \u00ed\u00f0karar til. Kappingarskr\u00e1in fyri n\u00e6sta \u00e1r er ikki l\u00f8gd enn, men v\u00e6ntandi ver\u00f0ur r\u00fam gj\u00f8rt fyri DMU.<\/p>\n<p>F\u00cdF ynskir \u00f8llum hjartaliga tillukku vi\u00f0 teimum fr\u00e1l\u00edku \u00farslitunum.<\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" id=\"TB_Image\" src=\"http:\/\/www.hvirlan.fo\/wp-content\/gallery\/20120901-dmu\/20120901-0394.jpg\" alt=\" \" width=\"616\" height=\"411\" \/><br \/>\n<em>7 Hvirlur til DMU. Aftan: Hallur, \u00d8ssur, Helgi, Hanus. Framman: Trygvi, T\u00f3rur, Tummas Nap.<\/em><\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" id=\"TB_Image\" src=\"http:\/\/www.hvirlan.fo\/wp-content\/gallery\/20120901-dmu\/20120901-0433.jpg\" alt=\" \" width=\"616\" height=\"411\" \/>\u00a0<br \/>\n<em>&#8230;og hetta var \u00fart\u00f8kan hj\u00e1 teimum&#8230;.\u00ed fysiskum formi.<\/em><\/p>\n<p>Fyrra greinin um DMU kann lesast \u00e1 hesi kr\u00f8kju: <a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/?p=6935\">https:\/\/www.athletics.fo\/?p=6935><\/p>\n<p>Allar myndirnar eru vi\u00f0 takksemi l\u00e6ntar fr\u00e1 hvirlan.fo<\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>N\u00e6st seinasta vikuskifti\u00f0 var DM fyri ung hildi\u00f0 \u00ed Hvidovre. Vit skriva\u00f0u t\u00e1 um tey fr\u00e1l\u00edku \u00farslitini fr\u00e1 fyrra degnum, og kann tann greinin lesast her: https:\/\/www.athletics.fo\/?p=6935>\u00a0\u00darslitini fr\u00e1 seinna degnum st\u00f3\u00f0u einki aftanfyri, og er hetta t\u00ed alt ov g\u00f3\u00f0 t\u00ed\u00f0indi at lata fara afturvi\u00f0 bor\u00f0inum uttan eina l\u00edtla fr\u00e1s\u00f8gn, h\u00f3ast nakrir dagar n\u00fa eru [&hellip;]<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":6942,"comment_status":"closed","ping_status":"","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"ngg_post_thumbnail":0,"_jetpack_newsletter_access":"","_jetpack_dont_email_post_to_subs":false,"_jetpack_newsletter_tier_id":0,"_jetpack_memberships_contains_paywalled_content":false,"_jetpack_feature_clip_id":0,"_jetpack_memberships_contains_paid_content":false,"footnotes":"","jetpack_publicize_message":"","jetpack_publicize_feature_enabled":true,"jetpack_social_post_already_shared":true,"jetpack_social_options":{"image_generator_settings":{"template":"highway","default_image_id":0,"font":"","enabled":false},"version":2},"jetpack_post_was_ever_published":false},"categories":[50],"tags":[],"class_list":["post-6941","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-fif-arkiv"],"jetpack_publicize_connections":[],"jetpack_sharing_enabled":true,"jetpack_featured_media_url":"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2012\/09\/r\u00f3i.jpg","_links":{"self":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/6941","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcomments&post=6941"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/6941\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":8511,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/6941\/revisions\/8511"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/media\/6942"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fmedia&parent=6941"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcategories&post=6941"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Ftags&post=6941"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}