{"id":7010,"date":"2013-03-11T01:07:29","date_gmt":"2013-03-11T01:07:29","guid":{"rendered":"https:\/\/www.athletics.fo\/?p=7010"},"modified":"2026-10-29T10:57:37","modified_gmt":"2026-10-29T10:57:37","slug":"dm-ung-rebekka-fuglo-tvey-gullmerki","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/www.athletics.fo\/?p=7010","title":{"rendered":"DM-ung &#8211; Rebekka Fugl\u00f8 tvey gullmerki"},"content":{"rendered":"<p>Leygar- og sunnudagin hava Bragdi\u00f0 og Treysti veri\u00f0 vi\u00f0 til DM-innandura fyri ung, sum var\u00f0 hildi\u00f0 \u00ed Skive, har einasta innadurah\u00f8llin \u00ed Danmark er. Seks Bragdalimir og f\u00fdra \u00far Treysti v\u00f3ru farin ni\u00f0ur at kappast. Afturat teimum var eisini R\u00f3i Holgarsson komin \u00far Keymannahavn.<\/p>\n<p>R\u00f3i rann bara sunnudagin, t\u00e1 60 m var \u00e1 skr\u00e1nni. \u00cd innlei\u00f0andi umfarinum gekk sum ta\u00f0 skuldi. R\u00f3i vann s\u00edn ri\u00f0il, og kom \u00ed finaluna vi\u00f0 7.34 sek. \u00cd finaluni rann hann eitt sindur skj\u00f3tari, men hann gj\u00f8rdist t\u00f3 ov stuttur til at vinna hei\u00f0ursmerki. Vi\u00f0 7,28 sek enda\u00f0i R\u00f3i \u00e1 4. pl\u00e1ssi, 5\/100 sek. fr\u00e1 s\u00ednum egna f\u00f8royska meti.<\/p>\n<p>Tv\u00e6r gentur fr\u00e1 Bragdinum v\u00f3ru vi\u00f0 \u00ed Skive. T\u00edverrri fyri S\u00e1ru Debesard\u00f3ttir kom ein gamal ska\u00f0\u00ed \u00ed mj\u00f8dnini l\u00farandi undir upphitingini til 200 metra kappingina. Hetta var\u00f0 mett so miki\u00f0 \u00e1lvarsamt, at S\u00e1ra ikki lutt\u00f3k \u00ed nakrari kapping yvirh\u00f8vur hetta vikuskifti\u00f0. So Katarina H\u00f8j var einasta Bragdagenta \u00ed kapping. Fyrst var ta\u00f0 \u00e1 200 m. T\u00ed\u00f0in gj\u00f8rdist 29,16 sek, ella eitt vet verri enn \u00ed \u00cdslandi \u00ed januar. Seinni leygardagin var so 800 m \u00e1 skr\u00e1nni. Her eydna\u00f0ist Katarinu at renna set til eitt flott pers\u00f3nligt met vi\u00f0 2.28,69. Hetta rakk til eitt 6. pl\u00e1ss. Sunnudagin kappa\u00f0ist Katarina \u00e1 1.500 m, og aftur her megna\u00f0i hon at seta n\u00fdtt pers\u00f3nligt met vi\u00f0 5.06.06, og rakk hetta til 8. pl\u00e1ss. Katarina rennur \u00ed b\u00f3lkinum gentur 14-15 \u00e1r, har hon er \u00ed yngra \u00e1rganginum.<\/p>\n<p>Rebekka Fugl\u00f8 hevur n\u00e6rum ikki veri\u00f0 til eitt DM uttan at draga metal heim vi\u00f0 s\u00e6r. Og so var heldur ikki hesafer\u00f0. Men til hetta DM var eitt sindur l\u00e6ttari enn vanligt, t\u00ed \u00e1 800 metrum hev\u00f0i hon bert eina at kappast vi\u00f0, og \u00e1 1.500 metrum var hon heilt einsam\u00f8ll. Kortini rann Rebekka upp m\u00f3ti s\u00ednum allarbesta. \u00c1 800 metrum vann hon greitt, og fekk t\u00ed\u00f0ina 2.21,80 min. \u00c1 1.500 metrum gj\u00f8rdist t\u00ed\u00f0in eisini heilt g\u00f3\u00f0. 4.48,57 bo\u00f0ar fr\u00e1, at Rebekka fer at ver\u00f0a kl\u00e1r, t\u00e1 oyggjaleikirnir byrja.<\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/google\/5d7b8bd74e47b781.jpg\" alt=\"\" width=\"341\" height=\"512\" \/><br \/>\n<em>Vetrarkapping \u00e1 longum teini \u00e1 Fossanesi ella DM \u00ed mi\u00f0teinarenning \u00ed Skive. Rebekka vil bara hava gull!<\/em><\/p>\n<p>14 \u00e1ra gamli Gunnar Sivertsen \u00far Treysti var vi\u00f0 til DM fyri fyrstu fer\u00f0. Hann lutt\u00f3k \u00e1 1.500 m og 3.000 m fyri dreingir 14-15 \u00e1r. \u00cd b\u00e1\u00f0um f\u00f8rum eydna\u00f0ist honum at kl\u00e1ra B-krav til talentb\u00f3lkin. T\u00ed\u00f0in \u00e1 1.500 m var 4.55,35 min og \u00e1 3.000 m 10.48,84.<\/p>\n<p>Teitur Bjarnastein og Steingr\u00edmur Hallsson \u00far Bragdinum v\u00f3ru vi\u00f0 \u00ed b\u00f3lkinum D16-17, har b\u00e1\u00f0ir eru \u00ed yngra \u00e1rganginum. B\u00e1\u00f0ir runnu upp til s\u00edtt besta, og fingu tvey pers\u00f3nlig met \u00ed part. Teitur er veruliga vi\u00f0 at bl\u00edva ein av okkara allarbestu mi\u00f0teinarennarum, h\u00f3ast hann ikki er fyltur 16. Vi\u00f0 t\u00ed\u00f0ini 2.03,07 \u00e1 800 metrum gj\u00f8rdist hann nr. 4, og er als ikki so langt fr\u00e1 oyl-kravinum \u00e1 2.00,80. Steingr\u00edmur skori\u00f0 tr\u00fd sekund av s\u00edni bestu t\u00ed\u00f0, og fekk 2.11,21 min. Eisini \u00e1 400 m gekst v\u00e6l hj\u00e1 teimum. Teitur kom \u00e1 fyrsta sinni undir 55 sek. og vi\u00f0 54,73 sek enda\u00f0i hann \u00e1 5. pl\u00e1ssi, me\u00f0an Steingr\u00edmur vi\u00f0 57,43 sek gj\u00f8rdist nr. 9. Hj\u00e1 Teiti var talan um 2xA-krav og hj\u00e1 Steingr\u00edmi B-krav \u00e1 800 m.<\/p>\n<p>So v\u00f3ru ta\u00f0 teir h\u00e1lvvaksnu. Treystadreingirnir Marnar Djurhuus og Einar Gregersen runnu 1.500 m og 3.000 m, me\u00f0an Bragdadreingirnir R\u00fani Seloy og Regin Joensen runnu 400 m og 800 m. Hetta er alt \u00ed b\u00f3lkinum 18-19 \u00e1r, har R\u00fani er millum teir eldru, og hinir tr\u00edggir millum teir yngru. Eftir fram \u00far g\u00f3\u00f0u \u00farslitini hj\u00e1 Marnari \u00ed \u00cdslandi, v\u00f3ru v\u00f3nirnar g\u00f3\u00f0ar um at vinna hei\u00f0ursmerki. \u00c1 3.000 metrum v\u00f3ru tveir heilt skj\u00f3tir, sum Marnar m\u00e1tti lata fara, men \u00ed kappingini um tri\u00f0ja pl\u00e1ssi\u00f0 var hann sterkastur. Men okkurt kiksa\u00f0i vi\u00f0 runduteljingini hj\u00e1 Marnari, t\u00ed hann hev\u00f0i eitt umfar eftir, t\u00e1 hann helt hann kom \u00e1 m\u00e1l. Hetta gj\u00f8rdi at ein fekk hann aftur, og h\u00f3ast Marnar helt avsta\u00f0 aftur og vann s\u00edtt tri\u00f0ja pl\u00e1ss aftur, helt hetta bara eina l\u00f8tu. Kreftirnar v\u00f3ru uppi og Marnar m\u00e1tti taka til takkar vi\u00f0 4. pl\u00e1ss vi\u00f0 t\u00ed\u00f0ini 9.14,71 min &#8211; meira enn 20 sek. seinni enn \u00ed \u00cdslandi. Einar rann eina g\u00f3\u00f0a kapping og fekk sett pers\u00f3nligt met vi\u00f0 9.45,98.<\/p>\n<p>Sunnudagin runnu teir b\u00e1\u00f0ir so 1.500 m. Her gekst fr\u00e6gari hj\u00e1 Marnari. H\u00f3ast hann var seks sekund fr\u00e1 s\u00ednum egna f\u00f8royska meti, eydna\u00f0ist honum at vinna bronsumerki\u00f0 vi\u00f0 t\u00ed\u00f0ini 4.12,74. Bert 10 sekund aftanfyri kom ein v\u00e6lrennandi Einar \u00e1 8. pl\u00e1ssi og setti eitt flott pers\u00f3nligt met vi\u00f0 4.23,33 min.<\/p>\n<p>Leygardagin var 800 m, har Regin og R\u00fani v\u00f3ru vi\u00f0. Hv\u00f8rgin teirra megna\u00f0i at renna upp til s\u00edtt besta. Vi\u00f0 1.59,99 kom R\u00fani akkur\u00e1t undir 2 minuttir, og rakk hetta til 6. pl\u00e1ss. Regin bleiv nr. 12 vi\u00f0 2.05,25. \u00c1 400 metrum rann R\u00fani 53,53 sek og bleiv nr. 6, me\u00f0an Regin vi\u00f0 55,25 sek bleiv nr. 12.<\/p>\n<p>F\u00f8royingarnir koma sostatt heim vi\u00f0 tveimum gull- og einum bronsuhei\u00f0ursmerki, og m\u00e1 ta\u00f0 sigast at vera sera v\u00e6l kl\u00e1ra\u00f0.\u00a0Harafturat er at fegnast um heili t\u00edggju pers\u00f3nlig met \u00ed teimum 20 startunum. F\u00cdF ynskir tykkum tillukku vi\u00f0 teimum g\u00f3\u00f0u \u00farslitunum.<\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Leygar- og sunnudagin hava Bragdi\u00f0 og Treysti veri\u00f0 vi\u00f0 til DM-innandura fyri ung, sum var\u00f0 hildi\u00f0 \u00ed Skive, har einasta innadurah\u00f8llin \u00ed Danmark er. Seks Bragdalimir og f\u00fdra \u00far Treysti v\u00f3ru farin ni\u00f0ur at kappast. Afturat teimum var eisini R\u00f3i Holgarsson komin \u00far Keymannahavn. R\u00f3i rann bara sunnudagin, t\u00e1 60 m var \u00e1 skr\u00e1nni. \u00cd [&hellip;]<\/p>\n","protected":false},"author":4,"featured_media":7011,"comment_status":"closed","ping_status":"","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"ngg_post_thumbnail":0,"_jetpack_newsletter_access":"","_jetpack_dont_email_post_to_subs":false,"_jetpack_newsletter_tier_id":0,"_jetpack_memberships_contains_paywalled_content":false,"_jetpack_feature_clip_id":0,"_jetpack_memberships_contains_paid_content":false,"footnotes":"","jetpack_publicize_message":"","jetpack_publicize_feature_enabled":true,"jetpack_social_post_already_shared":true,"jetpack_social_options":{"image_generator_settings":{"template":"highway","default_image_id":0,"font":"","enabled":false},"version":2},"jetpack_post_was_ever_published":false},"categories":[50],"tags":[],"class_list":["post-7010","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-fif-arkiv"],"jetpack_publicize_connections":[],"jetpack_sharing_enabled":true,"jetpack_featured_media_url":"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/google\/5d7b8bd74e47b781.jpg","_links":{"self":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/7010","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/users\/4"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcomments&post=7010"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/7010\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":10773,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/7010\/revisions\/10773"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/media\/7011"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fmedia&parent=7010"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcategories&post=7010"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Ftags&post=7010"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}