{"id":7100,"date":"2013-07-04T23:37:56","date_gmt":"2013-07-04T23:37:56","guid":{"rendered":"https:\/\/www.athletics.fo\/?p=7100"},"modified":"2013-07-04T23:37:56","modified_gmt":"2013-07-04T23:37:56","slug":"vu-spelen-dramatikkur-a-800-m","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/www.athletics.fo\/?p=7100","title":{"rendered":"VU-Spelen: Dramatikkur \u00e1 800 m!"},"content":{"rendered":"<p>Ikki hevur veri\u00f0 n\u00f3gv at fr\u00e6tt um avrikini hj\u00e1 oyl- og talentli\u00f0num, sum kappa\u00f0ist \u00ed G\u00f8tuborg seinasta vikuskifti. Vit fara vi\u00f0 n\u00f8krum greinum n\u00e6stu dagarnar at taka saman um n\u00f8kur av avrikunum, og byrja\u00f0 ver\u00f0ur vi\u00f0 \u00f3tr\u00faligu hendingunum \u00e1 800 m hj\u00e1 gentum 14 og kvinnum.<\/p>\n<p>Ta\u00f0 byrja\u00f0i fr\u00edggjakv\u00f8ldi\u00f0 vi\u00f0 gentum 14. T\u00e6r 37 genturnar blivu koyrdar \u00ed f\u00fdra ri\u00f0lar. Katarina H\u00f8j \u00far Bragdinum var melda\u00f0 til vi\u00f0 s\u00edni higartil bestu t\u00ed\u00f0, 2.27, og hetta var n\u00f3g miki\u00f0 til at koma \u00ed tann fyrsta og sterkasta ri\u00f0ilin. T\u00e6r byrja\u00f0u vi\u00f0 buldur og brak og Katarina helt seg skilagott heilt aftarlaga. Eftir fyrra umfari\u00f0 byjrar hon at taka seg fram. Longur og longur. Og seinastu 100 metrarnar fer hon at m\u00edn sann at togast um tri\u00f0ja pl\u00e1ssi\u00f0. Sentimetur fyri sentimetur tekur hon seg fram, og m\u00e1lstrikuni tordi eingin at siga, hv\u00f8r var nr. 3 og hv\u00f8r var nr. 4. Gle\u00f0in var t\u00ed st\u00f3r, t\u00e1 r\u00f3pt var til hei\u00f0ursmerkjahandan. Katarina hev\u00f0i vunni\u00f0 bronsuna og t\u00ed\u00f0in var so g\u00f3\u00f0, at hon rakk til f\u00f8royskt met hj\u00e1 kvinnum. Eitt met, sum Rebekka Fugl\u00f8 hevur havt s\u00ed\u00f0ani sept. 2011. N\u00fdggja meti\u00f0 hj\u00e1 Katarinu bleiv til 2.17.99 &#8211; ella heili sjey sekund undir oyl-kravi\u00f0, sum var galdandi til komandi oyggjaleikir!<\/p>\n<p><img decoding=\"async\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/google\/e2f2ad95687fc6a0.jpg\" alt=\"\" \/>\u00a0<img decoding=\"async\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/google\/fad8ea1bb9f5db4a.jpg\" alt=\"\" \/>\u00a0<img decoding=\"async\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/google\/9898f5287bb8a46d.jpg\" alt=\"\" \/><\/p>\n<p><img decoding=\"async\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/google\/4eeaead0d0d50c21.jpg\" alt=\"\" \/>\u00a0<img decoding=\"async\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/google\/c269adf47c750e5a.jpg\" alt=\"\" \/>\u00a0<img decoding=\"async\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/google\/bd0aa5b1dad37a69.jpg\" alt=\"\" \/><\/p>\n<p><img decoding=\"async\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/google\/aa3ede6fb707fc6d.jpg\" alt=\"\" \/>\u00a0<img decoding=\"async\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/google\/bc6ad045b32b29a6.jpg\" alt=\"\" \/>\u00a0<img decoding=\"async\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/google\/194a0138f657a016.jpg\" alt=\"\" \/><\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/google\/bf6c2bd816bf6d40.jpg\" alt=\"\" width=\"648\" height=\"431\" \/><br \/>\n<em>Str\u00ed\u00f0skvinna um ein h\u00e1ls. Katarina \u00e1t seg 1\/100 sekund fram um svensku Miku S\u00f8derstr\u00f8m, setti f\u00f8royskt met og vann bronsu vi\u00f0 2.17,99 min!!<\/em><\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/google\/ed41e6f61f59f0fc.jpg\" alt=\"\" width=\"576\" height=\"383\" \/><br \/>\n<em>Ein fegin Katarina sta\u00f0festir, at metali\u00f0 er ok.<\/em><\/p>\n<p>Tordis Debes Eiriksfoss \u00e1tti fyrsta f\u00f8royska meti\u00f0, sum hon setti \u00e1 oyggjaleikunum \u00ed F\u00f8royum \u00ed 1989. Hetta meti\u00f0, sum var 2.25 min, slapp at standa inntil Bj\u00f8rk Herup Olsen t\u00f3k ta\u00f0. S\u00ed\u00f0ani hava Rebekka og Bj\u00f8rk skiftst um at betra t\u00ed\u00f0ina, inntil n\u00fa Katarina sum tr\u00f8ll \u00far eskju gj\u00f8rdist fyrsta f\u00f8royska kvinnan undir 2.18 min.<\/p>\n<p>Og hetta festi veruliga eld \u00ed str\u00ed\u00f0shugin hj\u00e1 Rebekku Fugl\u00f8, sum skuldi renna okkara alra seinastu kapping klokkan fimm minuttir yvir \u00e1tta sunnukv\u00f8ldi\u00f0. Str\u00ed\u00f0shuginum hev\u00f0i n\u00fa heldur einki bila\u00f0 leygardagin, t\u00e1 Rebekka rann 1.500 metrar. Men hendan dagin v\u00f3ru beinini hv\u00f8rki at h\u00f8gga ella stinga \u00ed. Tey vildu ikki ta\u00f0, sum Rebekka vildi, og \u00farsliti\u00f0 &#8211; 4.55,11 &#8211; sum var minst 10 sekund seinni enn hon hev\u00f0i \u00e6tla\u00f0, var eisini ors\u00f8k til at Rebekka var meira tendra\u00f0 enn nakrant\u00ed\u00f0.<\/p>\n<p>St\u00f8\u00f0i\u00f0 \u00e1 VU-Spelen er sera h\u00f8gt, og Rebekka var komin \u00ed tri\u00f0ja og seinasta ri\u00f0ilin millum t\u00e6r 28 kvinnurnar hendan dagin. Men Rebekka var ikki bangin, men leg\u00f0i seg \u00e1 odda fr\u00e1 byrjan, og byrja\u00f0i r\u00e6ttliga skj\u00f3tt at draga fr\u00e1. Fyrstu 400 metrarnar rann hon upp\u00e1 65 sekund. H\u00f3ast hon rann \u00e1 odda allan vegin megna\u00f0i\u00a0Rebekka\u00a0at halda h\u00f8ga fer\u00f0 heilt \u00e1\u00a0m\u00e1l, og ta\u00f0 eydna\u00f0ist ongant\u00ed\u00f0 hinum at h\u00f3tta Rebekku. \u00c1 m\u00e1linum var hon n\u00e6stan 30 metrar frammanfyri ta n\u00e6stu, og\u00a0vi\u00f0 t\u00ed\u00f0ini 2.15,84 setti hon eitt flott n\u00fdtt f\u00f8royskt met, og liggur n\u00fa nr. 9 \u00e1 danska ranglistanum, har\u00a0Katarina er nr. 12.<\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/google\/867536857d0caaf1.jpg\" alt=\"\" width=\"720\" height=\"479\" \/><br \/>\n<em>Rebekka gevur alt hon eigur fram m\u00f3ti m\u00e1lstrikuni, og endurvinnur<\/em><em>\u00a0f\u00f8royska meti\u00f0, sum Katarina H\u00f8j stj\u00f3l \u00ed tveir dagar.<\/em><\/p>\n<p><em><\/em>Ta\u00f0 gekk v\u00e6l hj\u00e1 gentunum \u00e1 800 metrum, t\u00ed eisini Karin Holm Simonsen (gentur 14) og S\u00e1ra Debesard\u00f3ttir (gentur 15) settu pers\u00f3nlig met. Karin rann s\u00edn 800 m \u00e1 odda allan vegin, til hon var\u00f0 tikin av einari seinastu 100 metrarnar. S\u00e1ra leg\u00f0i meira varliga \u00fat, men fram m\u00f3ti 400 metrum byrja\u00f0i hon at taka seg fram. Og t\u00e1 hon n\u00fa var byrja\u00f0, kundi hon eins v\u00e6l yvirh\u00e1la allar samlar, so eftir 450 metrum l\u00e1 hon br\u00e1dliga \u00e1 odda. Hesa lei\u00f0slu helt hon flott heilt \u00e1 m\u00e1l, og \u00f8kti ennt\u00e1 eitt sindur. Endaliga t\u00ed\u00f0in hj\u00e1 S\u00e1ru gj\u00f8rdist 2.28,68 min. og bleiv nr. 16 av 30. T\u00ed\u00f0in hj\u00e1 Karin gj\u00f8rdist 2.28,97 min. og bleiv nr. 11 av 37.<\/p>\n<p><img decoding=\"async\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/google\/4ec76c142db83f25.jpg\" alt=\"\" \/>\u00a0<img decoding=\"async\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/google\/7e6a8a1d5be41d73.jpg\" alt=\"\" \/><br \/>\n<em>Karin \u00e1 odda n\u00fa farast skal \u00e1 seinna umfari\u00f0. S\u00e1ra t\u00f3k eitt \u00f3dnartak og fr\u00e1 350 til 450 metrar f\u00f3r hon framvi\u00f0 \u00f8llum hinum &#8211; og helt!<\/em><\/p>\n<p>Katarina H\u00f8j misti meti\u00f0 \u00e1 800 metrum n\u00e6stan \u00e1\u00f0renn hon hev\u00f0i tiki\u00f0 ta\u00f0. T\u00ed man ta\u00f0 vera pl\u00e1stur \u00e1 s\u00e1ri\u00f0, at hon aftur leygardagin t\u00f3k eitt f\u00f8royskt met. Ta\u00f0 hendi, t\u00e1 hon t\u00f3k \u00f3almenna meti\u00f0 \u00e1 300 metrum. T\u00e6r f\u00fdra Bragdagenturnar, S\u00e1ra Debesard\u00f3ttir, Margit F. Weihe, Karin H. Simonsen og Katarina H\u00f8j runnu allar 300 m \u00ed b\u00f3lkinum gentur 14-15 \u00e1r. Seinasta \u00e1r t\u00f3k S\u00e1ra Debesard\u00f3ttir f\u00f8royska meti\u00f0 vi\u00f0 44,60 sekund. Hetta hev\u00f0i hon \u00e6tlanir um at b\u00f8ta, men ta\u00f0 eydna\u00f0it henni ikki.\u00a0Hon var fyrst av teimum f\u00fdra at royna seg, og t\u00ed\u00f0in gj\u00f8rdist\u00a045.46 sek.\u00a0S\u00ed\u00f0ani komu b\u00e6\u00f0i Margit og Katarina H\u00f8j \u00ed sama ri\u00f0ili. Hendan ri\u00f0ilin vann Katarina, og uri\u00f0 v\u00edsti, at hon hev\u00f0i tiki\u00f0 \u00f3almenna meti\u00f0 \u00e1 300 metrum vi\u00f0 1\/100 sek. Hetta bleiv t\u00f3\u00a0r\u00e6tta\u00f0 til 44,57 sek, sum er 3\/100\u00a0sek betri enn gamla meti\u00f0 hj\u00e1 S\u00e1ru. Margit kom \u00e1 m\u00e1l vi\u00f0 45,62 sek. Seinast at royna seg var Karin. Hennara t\u00ed\u00f0 gj\u00f8rdist 46,70 sek. Samla\u00f0 gj\u00f8rdust t\u00e6r \u00e1vikav\u00edst nr. 43, 62, 69 og 81 av teimum yvir 100 gentunum.<\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/google\/4ee6061126439722.jpg\" alt=\"\" width=\"720\" height=\"479\" \/><br \/>\n<em>Katarina H\u00f8j \u00e1 geil\u00a03 setti enn eitt f\u00f8royskt met. Hesufer\u00f0 \u00e1 300 metrum. \u00c1 geil <\/em>\u00a06 <em>er ta\u00f0 Margit Fr\u00ed\u00f0mundsd\u00f3ttir, sum eisini rann ein g\u00f3\u00f0an 300 m.<\/em><\/p>\n<p>&nbsp;<\/p>\n<p>&nbsp;<\/p>\n<p>&nbsp;<\/p>\n<p>&nbsp;<\/p>\n<p>&nbsp;<\/p>\n<p>&nbsp;<\/p>\n<p>&nbsp;<\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Ikki hevur veri\u00f0 n\u00f3gv at fr\u00e6tt um avrikini hj\u00e1 oyl- og talentli\u00f0num, sum kappa\u00f0ist \u00ed G\u00f8tuborg seinasta vikuskifti. Vit fara vi\u00f0 n\u00f8krum greinum n\u00e6stu dagarnar at taka saman um n\u00f8kur av avrikunum, og byrja\u00f0 ver\u00f0ur vi\u00f0 \u00f3tr\u00faligu hendingunum \u00e1 800 m hj\u00e1 gentum 14 og kvinnum. Ta\u00f0 byrja\u00f0i fr\u00edggjakv\u00f8ldi\u00f0 vi\u00f0 gentum 14. T\u00e6r 37 genturnar [&hellip;]<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":7101,"comment_status":"closed","ping_status":"","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"ngg_post_thumbnail":0,"_jetpack_newsletter_access":"","_jetpack_dont_email_post_to_subs":false,"_jetpack_newsletter_tier_id":0,"_jetpack_memberships_contains_paywalled_content":false,"_jetpack_feature_clip_id":0,"_jetpack_memberships_contains_paid_content":false,"footnotes":"","jetpack_publicize_message":"","jetpack_publicize_feature_enabled":true,"jetpack_social_post_already_shared":true,"jetpack_social_options":{"image_generator_settings":{"template":"highway","default_image_id":0,"font":"","enabled":false},"version":2},"jetpack_post_was_ever_published":false},"categories":[50],"tags":[],"class_list":["post-7100","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-fif-arkiv"],"jetpack_publicize_connections":[],"jetpack_sharing_enabled":true,"jetpack_featured_media_url":"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/google\/e2f2ad95687fc6a0.jpg","_links":{"self":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/7100","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcomments&post=7100"}],"version-history":[{"count":0,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/7100\/revisions"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/media\/7101"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fmedia&parent=7100"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcategories&post=7100"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Ftags&post=7100"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}