{"id":7105,"date":"2013-07-06T21:31:49","date_gmt":"2013-07-06T21:31:49","guid":{"rendered":"https:\/\/www.athletics.fo\/?p=7105"},"modified":"2026-10-29T10:57:38","modified_gmt":"2026-10-29T10:57:38","slug":"vu-spelen-hanus-bergsson-okkara-naesti-spjotkongur","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/www.athletics.fo\/?p=7105","title":{"rendered":"VU-Spelen: Hanus Bergsson okkara n\u00e6sti spj\u00f3tkongur?"},"content":{"rendered":"<p>\u00cd F\u00f8royum hava vit hj\u00e1 monnunum havt tveir kastikongar tey seinastu \u00e1rini. Heri Ziska hevur siti\u00f0 \u00e1 b\u00e6\u00f0i hamara- og kringlutr\u00f3nini \u00ed meira enn 20 \u00e1r, me\u00f0an R\u00f3gvi H\u00f8jgaard hevur veri\u00f0 okkara spj\u00f3tkongur \u00ed skj\u00f3tt 10 \u00e1r. Hesir b\u00e1\u00f0ir fara eisini at umbo\u00f0a F\u00f8royar \u00e1 oyggjaleikunum, sum byrja um eina viku. Men men. Teir b\u00e1\u00f0ir 18-\u00e1ra gomlu kr\u00fanprinsarnir, \u00a0Hallur Simonsen, klingra, og Hanus Bergsson, spj\u00f3t, eru n\u00fa av \u00e1lvara farnir at h\u00f3tta teir eldru, og spennandi er at fylgja teimum \u00ed komandi t\u00ed\u00f0um.<\/p>\n<p>F\u00f8royar v\u00f3ru vi\u00f0 \u00ed\u00a0\u00e1tta kastikappingum \u00e1 VU-Spelen seinasta vikuskifti, harav fimm \u00ed spj\u00f3tkasti. \u00darslitini livdu kanska ikki heilt upp til v\u00f3nirnar, men\u00a0tvey pers\u00f3nlig met komu t\u00f3, og tey v\u00f3ru b\u00e6\u00f0i\u00a0b\u00f3lkamet. At Hanus Bergsson kann kasta heilt langt pr\u00f3gva\u00f0i hann\u00a0\u00ed fj\u00f8r, t\u00e1 hann kasta\u00f0i 700 gr tunga spj\u00f3ti\u00f0 \u00fat \u00e1 57,55 m. Ta\u00f0\u00a0var t\u00ed vi\u00f0 spenningi at s\u00e6\u00f0 var\u00f0 fram til hetta kappingar\u00e1ri\u00f0 hj\u00e1 Hanusi, t\u00e1 hann skuldi byrja at kasta vi\u00f0 800 gr tunga spj\u00f3tinum, sum er ta\u00f0, sum vaksnir menn br\u00faka. Men \u00ed vetur breyt Hanus beini\u00f0, og hetta hevur\u00a0sj\u00e1lvandi\u00a0darva\u00f0 hansara kappingar\u00e1r. Men \u00ed seinastuni hevur s\u00e6\u00f0 betri \u00fat, og til Grand Prix 2 t\u00f3k hann b\u00f3lkameti\u00f0 vi\u00f0 48,26. Eitt longri kast hevur veri\u00f0 \u00ed v\u00e6ntu, og n\u00fa til VU-Spelen kom hann \u00fat \u00e1 53,41 og gj\u00f8rdist nr.\u00a06 av teimum 14 kastarunum. Hanus merkti\u00a0ein ska\u00f0a \u00ed \u00f8kslini, og\u00a0gavst \u00e1\u00f0renn finaluna, sum hann hev\u00f0i kvalifisera\u00f0 seg til.<\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" id=\"TB_Image\" src=\"http:\/\/www.hvirlan.fo\/wp-content\/gallery\/20130630-vu-spelen\/img_1594.jpg\" alt=\" \" width=\"582\" height=\"437\" \/><br \/>\nV\u00f3nandi og v\u00e6ntandi ver\u00f0ur Hanus (sm\u00edlandi) kl\u00e1rur til oyggjaleikir um tvey \u00e1r!<\/p>\n<p>Klingrukastarin Hallur Simonsen er ikki byrja\u00f0ur at kasta vi\u00f0 2 kilo-klingruni enn. Hann hevur t\u00f3 \u00ed onkrari kapping \u00ed \u00e1r kasta\u00f0 2 kilo-klingruna \u00fat\u00a0\u00e1 39,78 metrar!! 1,75 kilo-klingruna, sum dreingir 18-19 kasta vi\u00f0, hevur Hallur kasta\u00f0 heilt \u00fat \u00e1 41,42, so ta\u00f0 var spennandi at s\u00edggja, hvussu Hallur f\u00f3r at standa seg \u00ed kappingini vi\u00f0 teir bestu klingrukastaranar \u00ed nor\u00f0urlondum. Hallur er kastari, sum sera gjarna vil vinna, og sum ikki er bangin fyri at fara beinlei\u00f0is eftir sigrinum. Hann er t\u00ed eisini ein kastari, sum satsar n\u00f3gv \u00ed hv\u00f8rjum kasti, og hetta kann onkunt\u00ed\u00f0 kosta d\u00fdrt. Ta\u00f0 gj\u00f8rdi ta\u00f0 t\u00edverri hendan dagin, t\u00ed \u00ed ongari av teimum trimum royndunum kom klingran \u00fat \u00far kastiringinum. Men ta\u00f0 er alt\u00ed\u00f0 ein n\u00e6sta kapping, og v\u00f3nandi eydnast Halli, sum annars er nr. 2 \u00e1 danska ranglistanum, at betra seg enn meira seinni \u00ed \u00e1r.<\/p>\n<p>Hallur royndi seg eisini \u00ed kappingini \u00ed k\u00faluvarpi, og her gj\u00f8rdist hann nr. 7 vi\u00f0 11,97 metrum.<\/p>\n<p>&nbsp;<\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" id=\"TB_Image\" src=\"http:\/\/www.hvirlan.fo\/wp-content\/gallery\/20130630-vu-spelen\/img_1700.jpg\" alt=\" \" width=\"582\" height=\"437\" \/><br \/>\n<em>Evnar\u00edki Hallur Simonsen er ikki bara langlima\u00f0ur &#8211; hann er eisini b\u00e6\u00f0i sterkur og kvikur<\/em>!<\/p>\n<p>Seks av okkara oyggjaleikaluttakarum v\u00f3ru vi\u00f0 \u00ed G\u00f8tuborg, har teir fingu naka\u00f0 av kappingarvenjing, tv\u00e6r vikur undan st\u00f3ru avbj\u00f3\u00f0ingini. Ein av teimum var klingrukastarin Heri Ziska, sum fer til oyggjaleikur fyri 12. fer\u00f0. Longsta kasti\u00f0 hj\u00e1 Hera gj\u00f8rdist 40,54 m og rakk\u00a0ta\u00f0 til eitt\u00a06. pl\u00e1ss.\u00a0 Hin fer\u00f0alei\u00f0arin hj\u00e1 Hvirluni, Helgi Geyti, fekk eisini h\u00f8vi at luttaka \u00ed kappingini \u00ed spj\u00f3tkasti hj\u00e1 monnum. Her bleiv ta\u00f0 til eitt pers\u00f3nligt met og b\u00f3lkamet hj\u00e1 dreingjum 20 \u00e1r vi\u00f0 einum kasti, sum var 44,48 metrar. Steingr\u00edmur Hallsson (dr. 16-17 \u00e1r)\u00a0royndi\u00a0seg eisini vi\u00f0 spj\u00f3tinum. Steingr\u00edmur kasta\u00f0i t\u00f3 ikki upp til s\u00edtt besta, og enda\u00f0i \u00e1 38,54 metrum.<\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/google\/de899e88b6d1b458.jpg\" alt=\"\" width=\"576\" height=\"383\" \/><br \/>\n<em>Heri Ziska\u00a0hitar upp til oyggjaleikir vi\u00f0 einum kasti upp \u00e1 40,54 m. <\/em><\/p>\n<p>Marita K. Petersen og Katarina H\u00f8j kasta\u00f0u eisini spj\u00f3t. Marita byrja\u00f0i \u00e1ri\u00f0 vi\u00f0 600 gr. spj\u00f3tinum, men hetta er broytt til 500 gr. hj\u00e1 gentum 15 \u00e1r. Men \u00ed Sv\u00f8r\u00edki kasta gentur 15 \u00e1r vi\u00f0 400 gr. spj\u00f3ti. H\u00f3ast spj\u00f3ti\u00f0 var l\u00e6ttari, er ikki bara sum at siga ta\u00f0, at f\u00e1a teknikkin at sita sum hann skal. Harafturat regna\u00f0i illa ta l\u00f8tuna kappingin vardi og eisini var r\u00e6ttiliga kalt at b\u00ed\u00f0a millum kastini. Hv\u00f8rki Marita ella Katarina kasta\u00f0u upp til s\u00edtt besta, og undir givnu umst\u00f8\u00f0unum var ta\u00f0 heldur ikki v\u00e6ntandi. \u00cd kappingini hj\u00e1 gentum 15 \u00e1r enda\u00f0i Marita nr. 12 av 27 gentum vi\u00f0 33,96 m me\u00f0an Katarina \u00ed kappingini hj\u00e1 gentum 14 bleiv nr. 12 av 36 vi\u00f0 29,31 m<\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/google\/642357701b951e88.jpg\" alt=\"\" width=\"576\" height=\"383\" \/><br \/>\n<em>Katarina H\u00f8j m\u00f3ti regninum.<\/em><\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" id=\"TB_Image\" src=\"http:\/\/www.hvirlan.fo\/wp-content\/gallery\/20130630-vu-spelen\/img_1630.jpg\" alt=\" \" width=\"582\" height=\"437\" \/><br \/>\n<em>Ke\u00f0iligar umst\u00f8\u00f0ur at kasta spj\u00f3t. Oysandi regn, og harafturat var vektin ein onnur \u00e1 spj\u00f3tinum hj\u00e1 Maritu.<\/em><\/p>\n<p>&nbsp;<\/p>\n<p>H\u00f3ast okkara kastarar hava veri\u00f0 til n\u00f3gvar kappingar \u00ed \u00e1r, kunnu vit kortini v\u00e6nta okkum enn meira av teimum seinni \u00ed \u00e1r. Jatnat\u00f8k, FM-U, FM Vaksin og m\u00f8guliga DM-U eru gylt h\u00f8vi at gera ta\u00f0 enn betur enn teir hava gj\u00f8rt higartil \u00ed \u00e1r.<\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>\u00cd F\u00f8royum hava vit hj\u00e1 monnunum havt tveir kastikongar tey seinastu \u00e1rini. Heri Ziska hevur siti\u00f0 \u00e1 b\u00e6\u00f0i hamara- og kringlutr\u00f3nini \u00ed meira enn 20 \u00e1r, me\u00f0an R\u00f3gvi H\u00f8jgaard hevur veri\u00f0 okkara spj\u00f3tkongur \u00ed skj\u00f3tt 10 \u00e1r. Hesir b\u00e1\u00f0ir fara eisini at umbo\u00f0a F\u00f8royar \u00e1 oyggjaleikunum, sum byrja um eina viku. Men men. Teir b\u00e1\u00f0ir [&hellip;]<\/p>\n","protected":false},"author":4,"featured_media":7106,"comment_status":"closed","ping_status":"","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"ngg_post_thumbnail":0,"_jetpack_newsletter_access":"","_jetpack_dont_email_post_to_subs":false,"_jetpack_newsletter_tier_id":0,"_jetpack_memberships_contains_paywalled_content":false,"_jetpack_feature_clip_id":0,"_jetpack_memberships_contains_paid_content":false,"footnotes":"","jetpack_publicize_message":"","jetpack_publicize_feature_enabled":true,"jetpack_social_post_already_shared":true,"jetpack_social_options":{"image_generator_settings":{"template":"highway","default_image_id":0,"font":"","enabled":false},"version":2},"jetpack_post_was_ever_published":false},"categories":[50],"tags":[],"class_list":["post-7105","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-fif-arkiv"],"jetpack_publicize_connections":[],"jetpack_sharing_enabled":true,"jetpack_featured_media_url":"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/google\/de899e88b6d1b458.jpg","_links":{"self":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/7105","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/users\/4"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcomments&post=7105"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/7105\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":10835,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/7105\/revisions\/10835"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/media\/7106"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fmedia&parent=7105"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcategories&post=7105"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Ftags&post=7105"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}