{"id":7115,"date":"2013-07-15T00:13:40","date_gmt":"2013-07-15T00:13:40","guid":{"rendered":"https:\/\/www.athletics.fo\/?p=7115"},"modified":"2026-10-29T10:57:38","modified_gmt":"2026-10-29T10:57:38","slug":"nu-verdur-tad-alvari-a-bermuda","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/www.athletics.fo\/?p=7115","title":{"rendered":"N\u00fa ver\u00f0ur ta\u00f0 \u00e1lvari \u00e1 Bermuda"},"content":{"rendered":"<p>Ta\u00f0 eru n\u00fa longu tvey samd\u00f8gur s\u00ed\u00f0ani h\u00f3purin hj\u00e1 F\u00cdF kom upp\u00e1 pl\u00e1ss \u00e1 Cedarbridge Academy \u00ed Hamilton, Bermuda. Higartil er t\u00ed\u00f0in br\u00fakt til at eta, sova, hv\u00edla og til l\u00e6ttar venjingar. \u00cd gj\u00e1rkv\u00f8ldi v\u00f3ru vit til setanina og \u00ed dag hava vit aftur tiki\u00f0 okkum av l\u00f8ttum. Leikirnir eru byrja\u00f0ir \u00ed dag, og vit hava veri\u00f0 \u00fati og hugt eftir \u00f8\u00f0rum \u00edtr\u00f3ttargreinum. Onkur hevur hugt eftir s\u00fakkling, onkur eftir flogb\u00f3lti og n\u00f8kur f\u00f3ru eisini at hyggja eftir fimleikinum.<\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/google\/2365771b3008b371.jpg\" alt=\"\" width=\"576\" height=\"383\" \/><br \/>\n<em>\u00cd morgun savna\u00f0ist f\u00f8royski h\u00f3purin \u00e1 National Sportscenter til myndat\u00f8ku. Standandi: R\u00f3gvi, \u00d8ssur, Trygvi, Heri, Marnar og R\u00f3i. \u00c1 kn\u00e6: R\u00fani, Rebekka og Valborg.<\/em><\/p>\n<p>Men n\u00fa ver\u00f0ur ta\u00f0 \u00e1lvari! T\u00ed m\u00e1namorgunin byrja okkara kappingar, og heili seks av okkara \u00ed\u00f0karum skulu kappast \u00ed morgin; f\u00fdra fyrrapartin og tvey m\u00e1nakv\u00f8ldi\u00f0. B\u00e6\u00f0i h\u00e6ddarlop og innlei\u00f0andi ri\u00f0larnir \u00e1 100 metrum byrja klokkan 10.05. \u00cd h\u00e6ddarlopi hava vit heilar tveir luttakarar vi\u00f0, og er ta\u00f0 sera sj\u00e1ldsamt. Hetta er bert einafer\u00f0 hent fyrr, og ta\u00f0 var t\u00e1 leikirnir v\u00f3ru \u00ed F\u00f8royum. Byrjunnarh\u00e6ddin er sett til 165 cm, og t\u00ed h\u00e6ddini hevur hv\u00f8rgin av okkara luttakarum trupulleikar vi\u00f0. Trygvi Laksafoss hevur lopi\u00f0 185 cm, sum eisini er \u00fatt\u00f8kukravi\u00f0 til oyggjaleikirnar. Hei\u00f0ursmerkini plaga at falla til avrik fr\u00e1 195 &#8211; 205 cm, so \u00d8ssur Debes Eiriksfoss, sum fyri tveimum \u00e1rum s\u00ed\u00f0ani vann bronsu vi\u00f0 j\u00fast 195 cm, kemur ivaleyst at ver\u00f0a vi\u00f0 \u00ed kappingini heilt fram m\u00f3ti endanum, t\u00e1 hei\u00f0ursmerkini skulu b\u00fdtast. F\u00f8royska meti\u00f0 \u00e1 200 cm setti \u00d8ssur \u00ed kapping \u00e1 T\u00f3rsbreyt \u00ed fj\u00f8r.<\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/google\/9f0bce1d13c1eb52.jpg\" alt=\"\" width=\"341\" height=\"512\" \/>\u00a0\u00a0\u00a0 <img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/google\/33bf4c2ac6ea1f0b.jpg\" alt=\"\" width=\"341\" height=\"512\" \/><br \/>\n<em>Trygvi Laksafoss er vi\u00f0 \u00e1 oyggjaleikunum fyri fyrstu fer\u00f0. Ein ska\u00f0i kann noy\u00f0a hann at seta av vi\u00f0 skeiva beininum, og so ver\u00f0ur ivasamt, um hann kann liva upp til lopi\u00f0 \u00e1 185 cm, sum kvalifisera\u00f0i hann til oyggjaleikirnar. \u00d8ssur var vi\u00f0 \u00e1 oyggjaleikunum fyrstu fer\u00f0 fyri tveimum \u00e1rum s\u00ed\u00f0ani, t\u00e1 hann vann bronsu vi\u00f0 195 cm. Vit v\u00f3na at s\u00f8gan endurtekur seg \u00ed morgin ella gerst enn betri. <\/em><\/p>\n<p>R\u00f3i Holgarsson, sum longu hevur veri\u00f0 okkara besti spurtari \u00ed g\u00f3\u00f0 tr\u00fd \u00e1r, er einasti f\u00f8royski stutt-spurtari \u00e1 leikunum, og skal umbo\u00f0a okkum \u00e1 100-metrinum \u00ed morgin. Teir 17 spurtararnir eru koyrdir \u00ed tr\u00edggjar ri\u00f0lar, og R\u00f3i er komin \u00ed tri\u00f0ja og seinasta ri\u00f0ilin. Ta\u00f0 ver\u00f0a tveir teir fremstu \u00ed hv\u00f8rjum ri\u00f0ili, umframt tv\u00e6r\u00a0t\u00e6r bestu t\u00ed\u00f0irnar hj\u00e1 restini, sum koma v\u00ed\u00f0ari \u00ed finaluna m\u00e1nakv\u00f8ldi\u00f0. M\u00f3tst\u00f8\u00f0an er sera h\u00f8r\u00f0, og ta\u00f0 s\u00e6r \u00fat til at bl\u00edva eina sera javnur ri\u00f0il hj\u00e1 R\u00f3a, sum skal renna upp til s\u00edtt allarbesta, skal hann gera s\u00e6r v\u00f3nir um at koma \u00ed finaluna. V\u00f3nirnar hj\u00e1 R\u00f3a fyri einari g\u00f3\u00f0ari t\u00ed\u00f0 erug\u00f3\u00f0ar, t\u00ed \u00e1 VU-Spelen n\u00e6st seinasta vikuskifti rann hann 11.43 undir sera v\u00e1naligum umst\u00f8\u00f0um. Besta t\u00ed\u00f0in hj\u00e1 R\u00f3a er 11,35, sum bert er 8\/100 sek fr\u00e1 f\u00f8royska metinum hj\u00e1 Heina H\u00e1t\u00fan. So umframt at jakta eitt pl\u00e1ss \u00ed finaluni, er f\u00f8royska meti\u00f0 eisini eitt m\u00e1l hj\u00e1 R\u00f3a. V\u00f3nandi n\u00e6r hann b\u00e1\u00f0um.<\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/google\/67723b9335950bb9.jpg\" alt=\"\" width=\"341\" height=\"512\" \/><br \/>\n<em>F\u00f8royskur spurtkongur \u00ed tr\u00fd \u00e1r, men fyrstu oyggjaleikir.\u00a0Vit krossa fingrar fyri at R\u00f3i Holgarsson n\u00e6r einum finalupl\u00e1ssi og einum f\u00f8royskum meti.<\/em><\/p>\n<p>Klokkan 11.10 skal R\u00fani Seloy renna innlei\u00f0ani umfari\u00f0 \u00e1 800 metrum. Eisini \u00e1 800 metrum eru tr\u00edggir ri\u00f0lar, har tveir teir fremstu koma \u00ed finaluna og s\u00ed\u00f0ani tv\u00e6r t\u00e6r bestu t\u00ed\u00f0irnar av hinum. Ta\u00f0 s\u00e6r n\u00e6stan \u00fat til at R\u00fani hevur veri\u00f0 heppin vi\u00f0 lutakastinum, t\u00ed ongar av teimum st\u00f3ru kan\u00f3nunum eru enda\u00f0ar \u00ed hansara ri\u00f0ili. T\u00f3 er ein rennari, sum vit ikki vita so n\u00f3gv um. So v\u00f3nirnar um at f\u00e1a R\u00fana \u00ed finaluna eru g\u00f3\u00f0ar. Finalan ver\u00f0ur runnin t\u00fdskv\u00f8ldi\u00f0.<\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/google\/d4307cacaf6408b8.jpg\" alt=\"\" width=\"341\" height=\"512\" \/><br \/>\n<em>R\u00fani Seloy er vi\u00f0 \u00e1 s\u00ednum tri\u00f0ju oyggjaleikum. V\u00f3nirnar eru g\u00f3\u00f0ar um eitt finalupl\u00e1ss \u00e1 800 metrum<\/em><\/p>\n<p><em><\/em>M\u00e1nakv\u00f8ldi\u00f0 ver\u00f0a so b\u00e1\u00f0ar finalurnar \u00e1 10.000 metrum, og \u00ed b\u00e1\u00f0um tveimum hava vit f\u00f8royska umbo\u00f0an. Fyrst er ta\u00f0 Valborg Heinesen, sum skal \u00ed s\u00edna fyrstu oyl-kapping nakrant\u00ed\u00f0. Men kortini er hon tann av okkara, sum \u00e1 papp\u00edrunum hevur besta m\u00f8guleikan at r\u00f8kka hei\u00f0ursmerkjaskamlinum. Valborg rann herfyri eina 10.000 m kapping \u00ed P\u00f3landi upp\u00e1 37,25 min. Hetta er ein dygdart\u00ed\u00f0, sum allar a\u00f0rar oyggjaleikir h\u00f8vdu veri\u00f0 garanti fyri hei\u00f0ursmerki. Men n\u00f3gvar sterkar kvinnur eru \u00e1 oyggjaleikunum \u00ed \u00e1r, og sannl\u00edkt ver\u00f0a t\u00e6r f\u00fdra kvinnur, sum m\u00f3ti endanum koma at kappast um tey tr\u00fd hei\u00f0ursmerkini.<\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/google\/e0d3ea1e5acb2690.jpg\" alt=\"\" width=\"341\" height=\"512\" \/><br \/>\n<em>Valborg Heinesen er vi\u00f0 \u00e1 s\u00ednum fyrstu leikum, men er t\u00f3 okkara st\u00f8rsta hei\u00f0urmerkjav\u00f3n.<\/em><\/p>\n<p><em><\/em>Seinasta av okkara kappingum m\u00e1nakv\u00f8ldi\u00f0 er finalan \u00e1 10.000 metrum hj\u00e1 monnum, har vit hava Marnar Djurhuus vi\u00f0. Marnar var eisini vi\u00f0 \u00e1 seinastu oyggjaleikum, t\u00e1 hann vann bronsu \u00e1 5.000 metrum og bleiv nummar fimm \u00e1 10.000 metrum. T\u00ed\u00f0in hj\u00e1 Marnari var ta fer\u00f0ina 32.56 min og er enn hansara pers\u00f3nliga met. \u00cd anna\u00f0kv\u00f8ld kunnu vit rokna vi\u00f0, at einir 4-5 mans koma undir 33 minuttir, so kann Marnar renna upp til s\u00edtt allarbesta og eitt sindur afturat, ver\u00f0ur hann eisini ein partur av hei\u00f0ursmerkjastr\u00ed\u00f0num.<\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/google\/c724e295600660f8.jpg\" alt=\"\" width=\"341\" height=\"512\" \/><br \/>\n<em>Marnar Djurhuus er vi\u00f0 \u00e1 \u00f8\u00f0rum sinni, og v\u00f3nar, at hann aftur hesufer\u00f0 kemur heim vi\u00f0 hei\u00f0ursmerki.<\/em><\/p>\n<p><em><\/em>At enda skal her ver\u00f0a ynskt \u00f8llum g\u00f3\u00f0a eydnu vi\u00f0 kappingunum \u00ed morgin. Vit fara sj\u00e1lvandi at grei\u00f0a fr\u00e1 \u00f8llum kappingunum her \u00e1 s\u00ed\u00f0uni. Fylgi\u00f0 vi\u00f0!<\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Ta\u00f0 eru n\u00fa longu tvey samd\u00f8gur s\u00ed\u00f0ani h\u00f3purin hj\u00e1 F\u00cdF kom upp\u00e1 pl\u00e1ss \u00e1 Cedarbridge Academy \u00ed Hamilton, Bermuda. Higartil er t\u00ed\u00f0in br\u00fakt til at eta, sova, hv\u00edla og til l\u00e6ttar venjingar. \u00cd gj\u00e1rkv\u00f8ldi v\u00f3ru vit til setanina og \u00ed dag hava vit aftur tiki\u00f0 okkum av l\u00f8ttum. Leikirnir eru byrja\u00f0ir \u00ed dag, og vit [&hellip;]<\/p>\n","protected":false},"author":4,"featured_media":7116,"comment_status":"closed","ping_status":"","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"ngg_post_thumbnail":0,"_jetpack_newsletter_access":"","_jetpack_dont_email_post_to_subs":false,"_jetpack_newsletter_tier_id":0,"_jetpack_memberships_contains_paywalled_content":false,"_jetpack_feature_clip_id":0,"_jetpack_memberships_contains_paid_content":false,"footnotes":"","jetpack_publicize_message":"","jetpack_publicize_feature_enabled":true,"jetpack_social_post_already_shared":true,"jetpack_social_options":{"image_generator_settings":{"template":"highway","default_image_id":0,"font":"","enabled":false},"version":2},"jetpack_post_was_ever_published":false},"categories":[50],"tags":[],"class_list":["post-7115","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-fif-arkiv"],"jetpack_publicize_connections":[],"jetpack_sharing_enabled":true,"jetpack_featured_media_url":"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/google\/2365771b3008b371.jpg","_links":{"self":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/7115","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/users\/4"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcomments&post=7115"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/7115\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":10842,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/7115\/revisions\/10842"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/media\/7116"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fmedia&parent=7115"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcategories&post=7115"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Ftags&post=7115"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}