{"id":7206,"date":"2013-12-10T20:15:44","date_gmt":"2013-12-10T20:15:44","guid":{"rendered":"https:\/\/www.athletics.fo\/?p=7206"},"modified":"2026-10-29T10:57:39","modified_gmt":"2026-10-29T10:57:39","slug":"10-kaerleiki-a-oyggjaleikum","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/www.athletics.fo\/?p=7206","title":{"rendered":"10 &#8211; K\u00e6rleiki \u00e1 oyggjaleikum"},"content":{"rendered":"<p>Sum kunnugt v\u00f3r\u00f0u oyggjaleikirnir \u00ed 1989 hildnir \u00ed F\u00f8royum. Sj\u00e1lvandi var n\u00e6rum \u00f3gj\u00f8rligt at h\u00fdsa teimum n\u00f3gvu \u00edtr\u00f3ttarf\u00f3lkunum, venjarunum og lei\u00f0arunum \u00e1 hotellum og gistingarh\u00fasum kring landi\u00f0, so man m\u00e1tti finna upp\u00e1 okkurt anna\u00f0. Fr\u00e6lsi \u00edtr\u00f3tturin f\u00f3r fram \u00e1 spildurn\u00fdggju breytini \u00e1 Svangaskar\u00f0i, og \u00f8ll tey n\u00f3gvu \u00edtr\u00f3ttarf\u00f3lkini komu eisini at b\u00fagva har um lei\u00f0ir. Vit hava mangan pr\u00e1ta\u00f0 vi\u00f0 rennarar fr\u00e1 Gotlandi og Isle of Man, sum hava greitt fr\u00e1 um teirra \u00f3tr\u00faligu positivu upplivingar, t\u00e1 teir v\u00f3ru privat innkvartera\u00f0ir \u00e1 Toftum.<\/p>\n<p>Li\u00f0i\u00f0 hj\u00e1 Gibraltar hev\u00f0i t\u00f3 leiga\u00f0 eini h\u00fas \u00e1 Toftum. Vi\u00f0 \u00e1 li\u00f0inum hj\u00e1 Gibraltar var evnar\u00edki 23 \u00e1ra gamli Fabian Franco. \u00c1 oyggjaleikunum \u00e1 Guernsey tvey \u00e1r frammanundan bleiv hann nr. 4 \u00e1 5.000 m vi\u00f0 15.53,8 min og nr. 5 \u00e1 1.500 m vi\u00f0 4.13,0. So hann var sum vera man spentur til kappingarnar \u00ed F\u00f8royum. Ein dagin \u00e1\u00f0renn alt byrja\u00f0i av \u00e1lvara, var hann enda\u00f0ur \u00ed fimleikah\u00f8llini \u00ed sk\u00falanum \u00ed Runav\u00edk. Her\u00a0s\u00e1 hann\u00a0nakrar ungar gentur, sum vandu eitthv\u00f8rt \u00ed sambandi vi\u00f0 setanina av fr\u00e6lsa \u00edtr\u00f3ttinum. Og serliga ta einu gentuna fekk hann gott eyga \u00e1. Ta\u00f0 var tann t\u00e1 bert 17 \u00e1ra gamla Randi Gle\u00f0isheygg, sum b\u00fa\u00f0i \u00e1 Nesi \u00e1 Toftum.<\/p>\n<p>Fabian rann bert 5.000 m \u00e1 Toftum. Men h\u00f3ast hann hev\u00f0i betra\u00f0 seg n\u00f3gv s\u00ed\u00f0ani 1987, rakk t\u00ed\u00f0in, 15.17,8\u00a0min\u00a0heldur ikki hesufer\u00f0 longur enn til eitt fj\u00f3r\u00f0apl\u00e1ss. Men t\u00e1 oyggjaleikirnir \u00ed F\u00f8royum v\u00f3ru lidnir, hev\u00f0i Fabian t\u00f3 vunni\u00f0 s\u00edtt st\u00f8rsta gullmerki \u00ed l\u00edvinum, t\u00ed hann hev\u00f0i n\u00fa funni\u00f0 saman vi\u00f0 ungu Nes-gentuni, sum hann fall so pladask fyri vi\u00f0 fyrsta eygnabr\u00e1.<\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" alt=\"\" src=\"https:\/\/fbcdn-sphotos-a-a.akamaihd.net\/hphotos-ak-ash2\/537603_447590328586254_523517680_n.jpg\" width=\"672\" height=\"445\" \/><br \/>\n<em>Fabian og Randi Franco eru framvegis l\u00edka forelska\u00f0<\/em><\/p>\n<p>Fabian rann onkrar kappingar \u00ed F\u00f8royu \u00e1 sumri \u00ed 1990 og 1991. Hann var ein sera kvikur rennari, og ikki minst ein positivur rennari vi\u00f0 einari grei\u00f0ari fatan av hv\u00f8r r\u00e6tti taktikkurin var. Hj\u00e1 honum v\u00f3ru r\u00e1\u00f0ini alt\u00ed\u00f0: Start hard out and keep the pace. Seinastu oyggjaleikir Fabian lutt\u00f3k \u00e1 v\u00f3ru tvey \u00e1r seinni, og ta\u00f0 var eisini hetta \u00e1ri\u00f0 hann rann allar best. N\u00fa var hann farin at renna mi\u00f0teinar, og hann vann s\u00edn innlei\u00f0andi ri\u00f0il \u00e1 800 m vi\u00f0 1.54,57 min. \u00cd finaluni m\u00e1tti hann h\u00f3ast fantastisku t\u00ed\u00f0ina 1.52,95 min l\u00fata fyri st\u00f3rrennaranum Michael Guegan, men kundi t\u00f3 fegnast um silvurmerki\u00f0. Og aftur \u00e1 1.500 m gj\u00f8rdist fr\u00f8in st\u00f3r, t\u00ed her megna\u00f0i hann at renna seg til bronsu. Og aftur her var t\u00ed\u00f0in fram\u00farskarandi: 3.55,27!<\/p>\n<p>1991 var eisini \u00e1ri\u00f0, sum Fabian minnist allarbest sum rennari. Hetta \u00e1ri\u00f0 var hann nevnliga eisini vi\u00f0 til HM \u00ed fr\u00e6lsum \u00edtr\u00f3tti, sum var\u00f0 hildi\u00f0 \u00e1 olympiska stadion\u00a0\u00ed Tokyo. Hetta var bert ein m\u00e1na\u00f0 eftir oyggjaleikirnar, men \u00farslitini gj\u00f8rdust ikki eins g\u00f3\u00f0. Hann rann 1.54,29 min \u00e1 800 m og 4.03,94 \u00e1 1.500 m. Ta\u00f0 sum stendur sterkast \u00ed minninum fr\u00e1 hesi kappingini, var at s\u00edggja legendariska tv\u00eddystin \u00ed longdarlopi\u00a0millum Mike Powell og Carl Lewis, sum enda\u00f0i vi\u00f0 at heimsmeti\u00f0 fr\u00e1 1968 var\u00f0 tiki\u00f0 vi\u00f0 einum lopi hj\u00e1 Mike Powell, sum\u00a0var 8,95 m.<\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2013\/12\/Fabian2.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"alignleft  wp-image-7970\" alt=\"Fabian2\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2013\/12\/Fabian2.jpg\" width=\"691\" height=\"457\" \/><\/a><\/p>\n<p><em>Fabian Franco fremstur \u00e1 myndini vi\u00f0 s\u00ednum l\u00e6tta og eleganta st\u00edli.<\/em><em><\/em><\/p>\n<p>&nbsp;<\/p>\n<p><em><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" alt=\"\" src=\"https:\/\/fbcdn-sphotos-h-a.akamaihd.net\/hphotos-ak-ash3\/540184_10151218684779576_2071842840_n.jpg\" width=\"672\" height=\"504\" \/><\/em><em>Landsli\u00f0i\u00f0 hj\u00e1 Gibraltar \u00ed fr\u00e6lsum \u00edtr\u00f3tti \u00e1 oyggjaleikunum \u00ed F\u00f8royum. Fabian stendur nr. 3 fr\u00e1 h\u00f8gru \u00ed keppinum.<\/em><\/p>\n<p>Randi og Fabian hava fingi\u00f0 tveir dreingir. Tann eldri drongurin, Julian, sum \u00ed dag er 23 \u00e1r,\u00a0var partur av oyggjaleikah\u00f3pinum hj\u00e1 Gibraltar \u00e1 Rodos, har hann rann 200 m. T\u00e1 var hann bert 16 \u00e1ra gamal, men megna\u00f0i t\u00f3 at renna upp\u00e1 24,78 sekund. Hann hevur eisini veri\u00f0 vi\u00f0 landsli\u00f0inum \u00ed India til Commonwealth Games. Julian rennur ikki longur, men ta\u00f0 ger yngri sonurin hinvegin. Og Fabian vantar s\u00e6r n\u00f3gv av honum. T\u00ed h\u00f3ast hann j\u00fast er blivin 15 \u00e1r n\u00fa \u00ed desember, hevur hann longu runni\u00f0 11,92 sek \u00e1 100 m og 24,98 sek \u00e1 200 m. Jerry, sum yngri sonurin eitur, er ikki vaksin ta\u00f0 st\u00f3ra enn. Bert 1,57 m enn, so tey vanta, at ta\u00f0 veruliga fer at bragda, t\u00e1 longd og musklar koma afturat.<\/p>\n<p><em><img decoding=\"async\" alt=\"\" src=\"https:\/\/fbcdn-sphotos-d-a.akamaihd.net\/hphotos-ak-frc1\/247040_10150630872250436_1753433_n.jpg\" \/><\/em><br \/>\n<em>Jessy Franco er ein sera evnar\u00edkur spurtari. Hann venur hj\u00e1 p\u00e1pa s\u00ednum og hj\u00e1 gamla venjaranum hj\u00e1 p\u00e1pa s\u00ednum.<\/em><\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2013\/12\/Fabian1.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"alignleft  wp-image-7967\" alt=\"Fabian1\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2013\/12\/Fabian1.jpg\" width=\"648\" height=\"486\" \/><\/a><\/p>\n<p><em>Umbor\u00f0 \u00e1 D\u00fagvuni \u00far Havn inn \u00e1 Toftir. Fabian til vinstru.<a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2013\/12\/Fabian1.jpg\">\u00a0<\/a><\/em><\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Sum kunnugt v\u00f3r\u00f0u oyggjaleikirnir \u00ed 1989 hildnir \u00ed F\u00f8royum. Sj\u00e1lvandi var n\u00e6rum \u00f3gj\u00f8rligt at h\u00fdsa teimum n\u00f3gvu \u00edtr\u00f3ttarf\u00f3lkunum, venjarunum og lei\u00f0arunum \u00e1 hotellum og gistingarh\u00fasum kring landi\u00f0, so man m\u00e1tti finna upp\u00e1 okkurt anna\u00f0. Fr\u00e6lsi \u00edtr\u00f3tturin f\u00f3r fram \u00e1 spildurn\u00fdggju breytini \u00e1 Svangaskar\u00f0i, og \u00f8ll tey n\u00f3gvu \u00edtr\u00f3ttarf\u00f3lkini komu eisini at b\u00fagva har um lei\u00f0ir. [&hellip;]<\/p>\n","protected":false},"author":4,"featured_media":7207,"comment_status":"closed","ping_status":"","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"ngg_post_thumbnail":0,"_jetpack_newsletter_access":"","_jetpack_dont_email_post_to_subs":false,"_jetpack_newsletter_tier_id":0,"_jetpack_memberships_contains_paywalled_content":false,"_jetpack_feature_clip_id":0,"_jetpack_memberships_contains_paid_content":false,"footnotes":"","jetpack_publicize_message":"","jetpack_publicize_feature_enabled":true,"jetpack_social_post_already_shared":true,"jetpack_social_options":{"image_generator_settings":{"template":"highway","default_image_id":0,"font":"","enabled":false},"version":2},"jetpack_post_was_ever_published":false},"categories":[50],"tags":[],"class_list":["post-7206","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-fif-arkiv"],"jetpack_publicize_connections":[],"jetpack_sharing_enabled":true,"jetpack_featured_media_url":"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2013\/12\/Fabian2.jpg","_links":{"self":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/7206","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/users\/4"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcomments&post=7206"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/7206\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":10909,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/7206\/revisions\/10909"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/media\/7207"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fmedia&parent=7206"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcategories&post=7206"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Ftags&post=7206"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}