{"id":7223,"date":"2013-12-21T00:10:05","date_gmt":"2013-12-21T00:10:05","guid":{"rendered":"https:\/\/www.athletics.fo\/?p=7223"},"modified":"2026-10-29T10:57:39","modified_gmt":"2026-10-29T10:57:39","slug":"20-dreingirnir-hja-hera","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/www.athletics.fo\/?p=7223","title":{"rendered":"20 &#8211; Dreingirnir hj\u00e1 Hera"},"content":{"rendered":"<p>T\u00e1 tosa\u00f0 ver\u00f0ur um ung og \u00edtr\u00f3tt, er ein afturvendandi trupulleiki, at n\u00f3gv ung gevast vi\u00f0 \u00edtr\u00f3ttinum t\u00e1 tey eru komin naka\u00f0 inn \u00ed tan\u00e1rini. Sk\u00fali og arbei\u00f0i fara at krevja meira av t\u00ed einstaka, og onnur ting \u00ed l\u00edvinum gerast meira spennandi, og \u00edtr\u00f3tturin kemur \u00ed a\u00f0ru ella tri\u00f0ju r\u00f8\u00f0, ella ver\u00f0ur heilt settur til s\u00ed\u00f0is.<\/p>\n<p>\u00cd Hvirluni er ein b\u00f3lkur av 18-20 \u00e1ra gomlum unglingum, sum hava hildi\u00f0 saman st\u00f3rt s\u00e6\u00f0 s\u00ed\u00f0ani teir byrja\u00f0u vi\u00f0 fr\u00e6lsum \u00edtr\u00f3tti beint eftir at rey\u00f0a gummi\u00f0 var\u00f0 lagt \u00e1 T\u00f3rsbreyt. Fyrst Hans Hj\u00f8rleivur Hansen, s\u00ed\u00f0an kollfjar\u00f0abr\u00f8\u00f0urnir Helgi og Steinolvur Geyti, so Hanus Bergsson og Hallur Simonsen. Stutt eftir Trygvi Laksafoss og Bjarni K. Petersen\u00a0og naka\u00f0 seinni aftur Tummas Napoleon Arge og R\u00fani Jacobsen. Av hesum n\u00edggju 14-16 \u00e1ra gomlu dreingjunum, sum byrja\u00f0u \u00ed 2009 &#8211; 2010, er bert Bjarni fallin fr\u00e1.<\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" alt=\"\" src=\"http:\/\/www.hvirlan.fo\/wp-content\/gallery\/20090802-fm\/20090802-fm-0011.jpg\" width=\"394\" height=\"591\" \/><br \/>\n<em>Helgi Geyti v\u00edsti heilt t\u00ed\u00f0liga g\u00f3\u00f0 evni til spj\u00f3tkast. Her til FM \u00ed 2009<\/em><\/p>\n<p>Venjari teirra fr\u00e1 fyrsta degi hevur veri\u00f0 Heri Ziska. Og hann hevur vi\u00f0 g\u00f3\u00f0ari\u00a0og fj\u00f8lbroyttari venjing skapt trivna\u00f0 fyri hesar ungu dreingirnar. Kemiin millum\u00a0teir allar\u00a0hevur veri\u00f0 sera g\u00f3\u00f0, og samanhaldi\u00f0 er bara blivi\u00f0 betri\u00a0og betri. Serliga hava ta\u00f0 veri\u00f0 \u00e1rligu \u00cdslands-t\u00fararnir, sum hava veri\u00f0 vi\u00f0 til at samansj\u00f3\u00f0a hesa eindina av einstaklingum, sum kunnu tykjast so ymiskir,\u00a0men sum t\u00f3 hava so n\u00f3gv til\u00a0felags.\u00a0A\u00f0rar venjingarlegur, t.d. \u00ed Sk\u00e1lav\u00edk og V\u00e5xj\u00f8 hava eisini veri\u00f0 stimbrandi.\u00a0Samanhaldi\u00f0 er vori\u00f0 so miki\u00f0 st\u00f3rt, at teir\u00a0\u00ed dag allir eru vinmenn uttanfyri \u00edtr\u00f3ttin eisini.<\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" alt=\"\" src=\"http:\/\/www.hvirlan.fo\/wp-content\/gallery\/20130803-storafm\/img_8820.jpg\" width=\"720\" height=\"480\" \/><br \/>\n<em>Teir loypa og kasta, men eru sanniliga eisini stinnir til spurtin. Hetta er 4&#215;100 stafettli\u00f0i\u00f0, vi\u00f0 \u00d8ssur Debes Eiriksfoss, Trygva, Hansusi og Hallir<\/em><\/p>\n<p>Fyri 4-5 \u00e1rum s\u00ed\u00f0ani var fr\u00e6lsur \u00edtr\u00f3ttur spildurn\u00fdtt fyri teir. Teir komu inn \u00ed ein heim, sum teir einki kendu til. Hetta var spennandi og l\u00e6rur\u00edkt. N\u00f3gvar ymiskar kappingargreinar, n\u00fdggir vinmenn og n\u00f3gvur n\u00fdggjur l\u00e6rd\u00f3mur. Heilt skj\u00f3tt v\u00f3ru framstigini so st\u00f3r, at teir fyrstu s\u00f3ust \u00ed talentb\u00f3lkinum hj\u00e1 F\u00cdF. Fyrst Trygvi \u00ed h\u00e6ddarlopi, s\u00ed\u00f0ani Hanus og Helgi \u00ed spj\u00f3tkasti og Hallur \u00ed klingrukasti. Til\u00a0DM fyri Ung \u00ed 2012\u00a0v\u00f3ru eisini fleiri \u00far Hvirluni \u00e1 hei\u00f0ursmerkjapallinum. Og s\u00ed\u00f0sta summar gj\u00f8rdist Trygvi so tann fyrsti av teimum at umbo\u00f0a F\u00f8royar \u00e1 oyggjaleikunum. Men ta\u00f0 ver\u00f0ur hann neyvan einsamallur um, t\u00e1 fari\u00f0 ver\u00f0ur til Jersey \u00ed 2015. T\u00ed t\u00e1 sita kanska fimm av teimum \u00ed fl\u00fagvaranum.<\/p>\n<p><img decoding=\"async\" alt=\"\" src=\"http:\/\/www.hvirlan.fo\/wp-content\/gallery\/20120901-dmu\/20120901-0390.jpg\" \/><br \/>\n<em>Hvirludreingir liggja ikki bara \u00e1 l\u00f8tu s\u00ed\u00f0uni<\/em><\/p>\n<p>Eitt er, at Hvirlan hevur ein st\u00f3ran ungd\u00f3msb\u00f3lk vi\u00f0 sterkum \u00ed\u00f0karum. Anna\u00f0 er so ta\u00f0, at teir\u00a0n\u00e6stan allir samlir longu n\u00fa hava tiki\u00f0 flestu venjaraskei\u00f0ini \u00ed svensku \u00fatb\u00fagvingarskipanini,\u00a0umframt venjaraskei\u00f0ini hj\u00e1 \u00cdSF. Teir hava heldur ikki bara tiki\u00f0 skei\u00f0ini. Teir hava eisini tiki\u00f0 \u00e1byrgdina, og eru allir virkandi ungd\u00f3msvenjarar \u00ed felagnum. Sigast m\u00e1, at hj\u00e1 so ungum felagi \u00ed so n\u00fdggjari \u00edtr\u00f3ttargrein, er ta\u00f0 ein sonn g\u00e1va b\u00e6\u00f0i til felagi\u00f0, men eisini til allan fr\u00e6lsa \u00edtr\u00f3ttin.<\/p>\n<p><img decoding=\"async\" alt=\"\" src=\"http:\/\/www.hvirlan.fo\/wp-content\/gallery\/20120901-dmu\/20120901-0394.jpg\" \/><br \/>\n<em>Aftast: Hallur, \u00d8ssur, Helgi, Hanus. Fremst: Trygvi, T\u00f3rur, Tummas Nap.<\/em><\/p>\n<p><img decoding=\"async\" alt=\"\" src=\"http:\/\/www.hvirlan.fo\/wp-content\/gallery\/20130803-storafm\/img_7799.jpg\" \/><br \/>\n<em>Helgi, Hallur og Heri. Pr\u00edsurin\u00a0 fyri at vera g\u00f3\u00f0ur venjari er alla l\u00f8nina verdur \u00ed silvuri. Dreingirnir hj\u00e1 Hera eru n\u00fa menn, og eitt (tiltrongt?)\u00a0\u00e6ttarli\u00f0sskifti \u00ed klingrukasti\u00a0er fari\u00f0 fram eftir 24 \u00e1ra Ziska-dominans!<\/em><\/p>\n<p><img decoding=\"async\" alt=\"\" src=\"http:\/\/www.hvirlan.fo\/wp-content\/gallery\/20130824-fmu\/20130824-img_5251.jpg\" \/><br \/>\n<em>15 \u00e1ra gamli T\u00f3rur Mortensen er naka\u00f0 yngri enn hinir, men hann er sanniliga eisini ein partur av h\u00f8r\u00f0u kjarnuni, og eisini oyl-kandidatur til Jersey<\/em><\/p>\n<p>Grunds\u00falurnar \u00ed Hvirluni eigur onkur annar kanska, men dreingirnir hj\u00e1 Hera eru sum topp-atletar, fyrimyndir, venjarar og nevndarlimur b\u00e6\u00f0i st\u00e1ldragari og st\u00f3rvi\u00f0ur \u00ed felagnum, sum s\u00e6r \u00fat at eiga eina bjarta framt\u00ed\u00f0 saman vi\u00f0 hesum dreingjum.<\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>T\u00e1 tosa\u00f0 ver\u00f0ur um ung og \u00edtr\u00f3tt, er ein afturvendandi trupulleiki, at n\u00f3gv ung gevast vi\u00f0 \u00edtr\u00f3ttinum t\u00e1 tey eru komin naka\u00f0 inn \u00ed tan\u00e1rini. Sk\u00fali og arbei\u00f0i fara at krevja meira av t\u00ed einstaka, og onnur ting \u00ed l\u00edvinum gerast meira spennandi, og \u00edtr\u00f3tturin kemur \u00ed a\u00f0ru ella tri\u00f0ju r\u00f8\u00f0, ella ver\u00f0ur heilt settur [&hellip;]<\/p>\n","protected":false},"author":4,"featured_media":0,"comment_status":"closed","ping_status":"","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"ngg_post_thumbnail":0,"_jetpack_newsletter_access":"","_jetpack_dont_email_post_to_subs":false,"_jetpack_newsletter_tier_id":0,"_jetpack_memberships_contains_paywalled_content":false,"_jetpack_feature_clip_id":0,"_jetpack_memberships_contains_paid_content":false,"footnotes":"","jetpack_publicize_message":"","jetpack_publicize_feature_enabled":true,"jetpack_social_post_already_shared":true,"jetpack_social_options":{"image_generator_settings":{"template":"highway","default_image_id":0,"font":"","enabled":false},"version":2},"jetpack_post_was_ever_published":false},"categories":[50],"tags":[],"class_list":["post-7223","post","type-post","status-publish","format-standard","hentry","category-fif-arkiv"],"jetpack_publicize_connections":[],"jetpack_sharing_enabled":true,"jetpack_featured_media_url":"","_links":{"self":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/7223","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/users\/4"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcomments&post=7223"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/7223\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":10919,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/7223\/revisions\/10919"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fmedia&parent=7223"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcategories&post=7223"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Ftags&post=7223"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}