{"id":7270,"date":"2014-02-25T02:03:17","date_gmt":"2014-02-25T02:03:17","guid":{"rendered":"https:\/\/www.athletics.fo\/?p=7270"},"modified":"2026-10-29T10:57:39","modified_gmt":"2026-10-29T10:57:39","slug":"heimsmeistari-vitjar-foroyar","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/www.athletics.fo\/?p=7270","title":{"rendered":"Heimsmeistari vitjar F\u00f8royar"},"content":{"rendered":"<p>Seinastu vikurnar hava vit havt ein spennandi gest \u00ed F\u00f8royum. N\u00fa eru flestu menniskju spennandi \u00e1 onkran h\u00e1tt, men fyri rennarar er hetta sera \u00e1hugaverdur gestur. Ein leygarmorgun eg var og vandi lendisrenning \u00ed Hoyd\u00f8lum, kemur ung kvinna \u00ed kovboybuksum og ulpu vi\u00f0 n\u00f3gvari fer\u00f0 rennandi m\u00f3ti m\u00e6r. Kendi ikki rennilagi\u00f0, men \u00f3gva\u00f0ist vi\u00f0 n\u00f3gvu fer\u00f0ina og l\u00e6tta kropsbur\u00f0in. Hv\u00f8r var hetta? J\u00fa, unga kvinnan sigur hv\u00f8r hon er, og er altr\u00e1 eftir at vita, um ikki okkurt rennifelag er \u00ed b\u00fdnum.<\/p>\n<p>Hon greiddi fr\u00e1, at hon er vitarennari (orienteringsrennari) og at henni d\u00e1mar allarbest at renna \u00fati \u00ed n\u00e1tt\u00faruni, burtur fr\u00e1 asfaltinum. Eg greiddi henni fr\u00e1 um Bragdi\u00f0 og Hvirluna, og peika\u00f0i \u00fat til N\u00f3lsoyar, og seg\u00f0i at hagar kundi man sigla og renna su\u00f0ur \u00e1\u00a0Bor\u00f0una. T\u00fdsdagin\u00a0eftir m\u00f8tti hon til felagsvenjing hj\u00e1 Bragdinum, har hon rann alt um koll. B\u00e6\u00f0i menn og kvinnur. Aftan\u00e1 fortaldi hon, at hon hev\u00f0i veri\u00f0 \u00ed N\u00f3lsoy sunnudagin fyri, og at \u00f3dnarve\u00f0ri\u00f0 su\u00f0uri \u00e1 Bor\u00f0uni n\u00e6rum t\u00f3k beinini undan henni. Leygardagin eftir var FM \u00ed lendisrenning, og her v\u00edsti hon veruliga, hv\u00f8r dugur er \u00ed henni. Av \u00f8llum luttakarunum var ta\u00f0 bert Marnar Djurhuus, sum kl\u00e1ra\u00f0i at vinna \u00e1 henni. Av sonnum eitt konubrot!<\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" alt=\"\" src=\"https:\/\/fbcdn-sphotos-a-a.akamaihd.net\/hphotos-ak-prn2\/t1\/1394797_10152766260122080_1664811994_n.jpg\" width=\"576\" height=\"383\" \/><br \/>\n<em>Lendisrenning og VK5 \u00ed Hoyd\u00f8lum. Bert Marnar Djurhuus kl\u00e1ra\u00f0i Emmu<\/em><\/p>\n<p>Men hv\u00f8r er Emma Klingenberg? Guglar t\u00fa navni\u00f0, s\u00e6st beinanvegin, at hon ikki er hv\u00f8r sum helst. Hon hevur seinnu \u00e1rini veri\u00f0 millum heimsins bestu vitarennarar. Gj\u00f8gnumbroti\u00f0 kom \u00ed 2008, t\u00e1 hon eitt sindur \u00f3v\u00e6nta\u00f0 gj\u00f8rdist juniorheimsmeistari \u00e1 spurtteininum. S\u00ed\u00f0ani t\u00e1 hevur hon vunni\u00f0 tv\u00e6r World Cup kappingar, og er annars fastur f\u00fasur\u00a0\u00ed topp 10. \u00cd 2013 vann hon DM b\u00e6\u00f0i \u00e1 langa og stutta teininum, og t\u00e1 \u00e1ri\u00f0 var li\u00f0ugt, var hon eisini kj\u00f3sa\u00f0 til \u00e1rsins vitarennara \u00ed Danmark. M\u00e1l hennara fyri 2014 er\u00a0eitt hei\u00f0ursmerki til HM, sum ver\u00f0ur \u00ed heyst. Bestu \u00farslit higartil \u00ed HM eru eitt 6. og eitt 7. pl\u00e1ss.<\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" alt=\"\" src=\"https:\/\/fbcdn-sphotos-e-a.akamaihd.net\/hphotos-ak-ash3\/t1\/1044938_527092700677714_1458851950_n.jpg\" width=\"592\" height=\"407\" \/><br \/>\n<em>Kort, kumpass, kl\u00e1ran heila og fulla fer\u00f0 &#8211; Emma kundi ikki droymt um at runni\u00f0 anna\u00f0 enn vitarenning<\/em><\/p>\n<p>21 \u00e1ra gamla Emma er elst av f\u00fdra systkjum vi\u00f0 sera l\u00edtlum aldursmuni. Tey eru uppvaksin \u00ed Assens \u00e1 Fyn. B\u00e6\u00f0i mamman, sum er nor\u00f0ur\u00edrsk, p\u00e1pin og \u00f8ll systkini renna vitarenning, og hava tey umbo\u00f0a\u00f0 felagi\u00f0 Faaborg OK.\u00a0L\u00edtlasystirin\u00a0er eins og Emma sj\u00e1lv sera g\u00e1vur\u00edk, og er eisini \u00e1 donskum unglandsli\u00f0i.\u00a0Eftir studentask\u00falan flutti Emma til \u00c5rhus at renna vi\u00f0 besta, og eitt av st\u00f8rstu\u00a0fel\u00f8gunum \u00ed Danmark, OK Pan. Hon b\u00fdr t\u00e6tt vi\u00f0 sk\u00f3gin, har hon venur, og eisini er stutt til Team Danmark sentri\u00f0, har hon eftir t\u00f8rvi kann leita s\u00e6r r\u00e1\u00f0geving og vi\u00f0ger\u00f0 fyri hvat sum helst. Emma er nevnliga komin undir veingjabrei\u00f0i Team Danmarkar. Hetta \u00ed hennara stremban at r\u00f8kka enn h\u00e6gri \u00ed heimselituna. Heilt upp\u00e1 toppin.<\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" alt=\"\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/google\/7f7ff177b67f315a.jpg\" width=\"576\" height=\"384\" \/><br \/>\n<em>\u00cd World Cup er Emma millum t\u00e6r heilt stinnu.<\/em><\/p>\n<p>Vitarenning er b\u00fdtt sundur \u00ed tr\u00edggjar greinar. Spurt, millum og langtein. Spurtur fer vanliga fram \u00ed b\u00fdarumhv\u00f8rvi, og varar umlei\u00f0 15 minuttir. Ta\u00f0 er her Emma hevur v\u00edst so st\u00f3r evni, og hevur fingi\u00f0 bestu \u00farslitini. Men alskurin er t\u00f3 til\u00a0longu teinarnar \u00ed sk\u00f3gunum. Og n\u00fa er t\u00ed\u00f0in\u00a0komin at flyta einafer\u00f0 enn. Svensku sk\u00f3girnir og elituumhv\u00f8rvi\u00f0 kring Stokkh\u00f3lm eru ein sj\u00e1lvsagdur partur av v\u00ed\u00f0arimenning. M\u00e1li\u00f0 er eitt hei\u00f0ursmerki til n\u00e6sta HM, sum ver\u00f0ur einafer\u00f0 \u00ed\u00a0heyst.<\/p>\n<p>Vit sum dagliga f\u00e1ast vi\u00f0 renning, hugsa n\u00f3gv um kilometrar og t\u00ed\u00f0ir. Men ta\u00f0 gera vitarennarar ikki.\u00a0Eg spurdi Emmu um hennara bestu\u00a0t\u00ed\u00f0 \u00e1 10 kilometrum, men ta\u00f0 visti hon av g\u00f3\u00f0um grundum ikki. Hev\u00f0i sn\u00f8gt sagt onga 10 km t\u00ed\u00f0! Men \u00e1 heysti \u00e1r 2011, var hon til testrenning \u00e1 5.000 metrum, og her gj\u00f8rdist \u00farslit hennara 16.51 min!!<\/p>\n<p>Sl\u00edk \u00farslit koma ikki av s\u00e6r sj\u00e1lvum, heldur ikki, h\u00f3ast talenti\u00f0 er so l\u00fdsandi. Venjing, venjing og aftur venjing er gerandiskosturin hj\u00e1 Emmu. M\u00e1nadag til fr\u00edggjadag venur hon tv\u00e6r fer\u00f0ir dagliga, og vikuskiftini fara antin til kappingar ella til venjingarlegur vi\u00f0 landsli\u00f0num ella vi\u00f0 felagsli\u00f0num. H\u00f3ast n\u00f3gv orka ver\u00f0ur l\u00f8gd \u00ed styrkivenjing, er kortini trupult at sleppa undan ska\u00f0um. Eins og flestu a\u00f0rir topprennarar hevur eisini Emma veri\u00f0 \u00edgj\u00f8gnum dr\u00fagvar ska\u00f0al\u00f8tur. Gj\u00f8gnum eitt heilt \u00e1r hev\u00f0i hon \u00e1lvarssamar trupulleikar av bruna \u00ed h\u00e6lssinuni. Bruni \u00ed skinnabeininum hevur eisini gj\u00f8rt um seg, og \u00e1 v\u00e1ri\u00f0 2012 fekk hon so eisini eitt troyttheitsbrot \u00ed f\u00f3tin.<\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" alt=\"\" src=\"https:\/\/fbcdn-sphotos-g-a.akamaihd.net\/hphotos-ak-prn1\/t1\/1016148_10151704240266125_988458013_n.jpg\" width=\"590\" height=\"468\" \/><br \/>\n<em>Emma kemur \u00e1 m\u00e1l sum nr. 1 \u00ed heimsins st\u00f8rstu o-stafett, JUKOLA \u00ed Finlandi. Li\u00f0felagarnir sigurss\u00e6lir \u00ed h\u00f8lunum \u00e1 henni<\/em><\/p>\n<p>Emma leggur dent \u00e1, at\u00a0alternativ venjing \u00ed ska\u00f0at\u00ed\u00f0ini er alt avgerandi.\u00a0Hon hevur s\u00fakkla\u00f0, aquajogga\u00f0, svomi\u00f0 og\u00a0sta\u00f0i\u00f0 \u00e1 crosstrainaranum til ta\u00f0 heilt st\u00f3ra gullmerki\u00f0. Hon sigur, at eftir broti\u00f0 \u00ed f\u00f3tinum eftir seks vikur var\u00f0 lekt,\u00a0var ta\u00f0 sum hon var \u00ed\u00a0minst l\u00edka g\u00f3\u00f0um formi sum frammanundan.<\/p>\n<p>Eftir seks vikur \u00ed starvsvening \u00ed sk\u00falanum \u00e1 Argjahamri, fer Emma aftur til Danmarkar mikudagin. \u00cd vi\u00f0f\u00f8rinum hevur hon eina \u00f8rgrynnu av upplivingum \u00far f\u00f8roysku n\u00e1tt\u00faruni. Hon hevur runni\u00f0 \u00fat \u00e1 Bor\u00f0una, millum Saksun og Tj\u00f8rnuv\u00edk, gingi\u00f0 \u00far B\u00f8 til G\u00e1sadals, vitja\u00f0\u00a0Kunoynna og hildi\u00f0 vikuskifti \u00ed Mykinesi.\u00a0Vi\u00f0 f\u00f8royskari mold \u00ed sk\u00f3num og undir neglini fer Emma avsta\u00f0, men Emma lovar, at\u00a0hon skal aftur til F\u00f8roya at vitja. F\u00f8royar eru ein vin r\u00edkari.<\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" alt=\"\" src=\"https:\/\/fbcdn-sphotos-d-a.akamaihd.net\/hphotos-ak-prn2\/t1\/1653689_10202299405700786_841023684_n.jpg\" width=\"768\" height=\"576\" \/><br \/>\n<em>Emma er fallin pladask fyri f\u00f8roysku fj\u00f8llunum. Her \u00e1 veg oman til G\u00e1sadals<\/em><\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Seinastu vikurnar hava vit havt ein spennandi gest \u00ed F\u00f8royum. N\u00fa eru flestu menniskju spennandi \u00e1 onkran h\u00e1tt, men fyri rennarar er hetta sera \u00e1hugaverdur gestur. Ein leygarmorgun eg var og vandi lendisrenning \u00ed Hoyd\u00f8lum, kemur ung kvinna \u00ed kovboybuksum og ulpu vi\u00f0 n\u00f3gvari fer\u00f0 rennandi m\u00f3ti m\u00e6r. Kendi ikki rennilagi\u00f0, men \u00f3gva\u00f0ist vi\u00f0 n\u00f3gvu [&hellip;]<\/p>\n","protected":false},"author":4,"featured_media":7271,"comment_status":"closed","ping_status":"","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"ngg_post_thumbnail":0,"_jetpack_newsletter_access":"","_jetpack_dont_email_post_to_subs":false,"_jetpack_newsletter_tier_id":0,"_jetpack_memberships_contains_paywalled_content":false,"_jetpack_feature_clip_id":0,"_jetpack_memberships_contains_paid_content":false,"footnotes":"","jetpack_publicize_message":"","jetpack_publicize_feature_enabled":true,"jetpack_social_post_already_shared":true,"jetpack_social_options":{"image_generator_settings":{"template":"highway","default_image_id":0,"font":"","enabled":false},"version":2},"jetpack_post_was_ever_published":false},"categories":[50],"tags":[],"class_list":["post-7270","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-fif-arkiv"],"jetpack_publicize_connections":[],"jetpack_sharing_enabled":true,"jetpack_featured_media_url":"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/google\/7f7ff177b67f315a.jpg","_links":{"self":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/7270","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/users\/4"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcomments&post=7270"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/7270\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":10949,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/7270\/revisions\/10949"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/media\/7271"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fmedia&parent=7270"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcategories&post=7270"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Ftags&post=7270"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}