{"id":7297,"date":"2014-04-01T01:31:01","date_gmt":"2014-04-01T01:31:01","guid":{"rendered":"https:\/\/www.athletics.fo\/?p=7297"},"modified":"2026-10-29T10:57:39","modified_gmt":"2026-10-29T10:57:39","slug":"naestelsta-metid-reyk-i-keypmannahavn","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/www.athletics.fo\/?p=7297","title":{"rendered":"N\u00e6stelsta meti\u00f0 reyk \u00ed Keypmannahavn"},"content":{"rendered":"<p>Marnar Djurhuus hevur h\u00f3ast s\u00edn unga aldur longu veri\u00f0 besti f\u00f8royski langteinarennarin \u00ed g\u00f3\u00f0 f\u00fdra \u00e1r. Men hendan veturin hevur hann tiki\u00f0 seg n\u00f3gv fram. Ska\u00f0arnir hava hildi\u00f0 seg burtur, og venjingin hevur gingi\u00f0 sera v\u00e6l. Bara \u00ed januar rann Marnar 520 kilometrar, og flestu vikurnar s\u00ed\u00f0ani hava ligi\u00f0 &#8220;r\u00f8ttu&#8221; megin 100 km. \u00cd hesi vikuni kemur dagur nummar 150 \u00e1 ra\u00f0 vi\u00f0 rennivenjing.<\/p>\n<p>Og v\u00e6l vistu vit, at Marnar kundi renna skj\u00f3tt. Eftir g\u00f3\u00f0a \u00farsliti\u00f0 og st\u00f3ra pers\u00f3nliga meti\u00f0 til FM 10 km fyri g\u00f3\u00f0ari viku s\u00ed\u00f0ani, vistu vit eisini at hann ein heilt g\u00f3\u00f0an dag kanska kundi h\u00f3tta f\u00f8royska meti\u00f0 \u00ed h\u00e1lvum maraton, sum er fr\u00e1 kapping \u00ed Odense \u00ed 1988, t\u00e1 Absalon Hansen rann 1.09.45. Hetta er n\u00e6stelsta av \u00f8llum f\u00f8royskum metum. Men kanska var betur hj\u00e1 Marnar \u00a0at renna trygt, og kortini f\u00e1a eitt gott pers\u00f3nligt met?<\/p>\n<p>Ta\u00f0 helt Marnar nokk ikki vera ney\u00f0ugt. Hann kendi seg sera v\u00e6l leygardagin, t\u00e1 hann saman vi\u00f0 \u00fati vi\u00f0 200 \u00f8\u00f0rum f\u00f8royingum og 30.000 \u00f8\u00f0rum rennarum var vi\u00f0 til HM \u00ed h\u00e1lvum maraton, sum f\u00f3r fram \u00ed Keypmannahavnar g\u00f8tum. So v\u00e6l kendi Marnar seg, at hann beint innan startin fekk kroyst seg fram millum st\u00f3ru rennistj\u00f8rnurnar. Hetta nokk eisini t\u00ed, at hann \u00e6tla\u00f0i at fara eftir f\u00f8royska metinum. T\u00ed t\u00e1 eitt met skal skr\u00e1setast, er ta\u00f0 t\u00ed\u00f0in fr\u00e1 ta\u00f0 ver\u00f0ur skoti\u00f0 til komi\u00f0 ver\u00f0ur \u00e1 m\u00e1l, sum telur. Og ikki t\u00ed\u00f0in fr\u00e1 t\u00fa fert um startlinjuna til t\u00fa kemur \u00e1 m\u00e1l, sum skipanin vi\u00f0 chip-t\u00ed\u00f0t\u00f8ku annars heldur skil \u00e1.<\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" alt=\"\" src=\"https:\/\/fbcdn-sphotos-f-a.akamaihd.net\/hphotos-ak-frc3\/t1.0-9\/1069808_397692973674632_800985266_n.jpg\" width=\"614\" height=\"409\" \/><br \/>\n<em>Marnar og Valborg fingu b\u00e6\u00f0i hei\u00f0ursmerki eftir 10.000 m \u00e1 Bermuda, og settu b\u00e6\u00f0i f\u00f8royskt met \u00ed \u00bd maraton sunnudagin<\/em><\/p>\n<p>Bert tvey sekund br\u00fakti Marnar at koma fram til startin. Uttan upphiting (hetta lat seg ikki gera \u00ed \u00f8llum meldrinum av f\u00f3lki) helt Marnar avsta\u00f0 aftan\u00e1 og saman vi\u00f0 heimselituni. R\u00e6ttiliga skj\u00f3tt fann hann r\u00f8ttu fer\u00f0ina. Fyrsti kilometur var\u00f0 afturumlagdur upp\u00e1 3.13 min, og so var koyrdi ta\u00f0 bara har fr\u00e1. 5 km t\u00ed\u00f0irnar v\u00f3ru: 16.21 -16.15 &#8211; 16.20 &#8211; 16.27 og so teir seinastu 1,0975 km vi\u00f0 19 km\/t! Ella tv\u00e6r fer\u00f0ir 10 km upp\u00e1 32.36 og 32.47! Ella n\u00e6stan seks av g\u00f3\u00f0u gomlu cooper-testunum \u00fat \u00ed eitt vi\u00f0 yvir 3.600 m! Ella ein mi\u00f0alfer\u00f0 vi\u00f0 18,4 km\/t, svarandi til 3.15 min\/km! Endaliga t\u00ed\u00f0in gj\u00f8rdist 1.08.50, men meti\u00f0 ver\u00f0ur so 1.08.52.<\/p>\n<p>J\u00fa, hetta var heilt \u00f3tr\u00faliga v\u00e6l runni\u00f0, og rakk v\u00e6l og vir\u00f0iliga til n\u00fdtt f\u00f8royskt met \u00ed h\u00e1lvum maraton. Eisini millumt\u00ed\u00f0in \u00e1 20 km er undir f\u00f8royska metinum \u00e1 20 km, men enn er ikki greitt, um hetta \u00farsliti\u00f0 eisini kann galda sum 20 km met. \u00cd kappingini enda\u00f0i Marnar frammanfyri fleiri av tilmelda\u00f0u HM-luttakrunum, m.a. tveimum av teimum trimum \u00edslendingunum. Harafturat vann Marnar s\u00edn aldursb\u00f3lk 15-19 \u00e1r. Heilar tr\u00edggjar minuttir var hann frammanfyri nummar tvey, sum var ein ungur norma\u00f0ur.<\/p>\n<p>N\u00f3gv er enn at byggja \u00e1 venjingina hj\u00e1 Marnari, og hetta er neyvan seinastu fer\u00f0, at Marnar setir f\u00f8royskt met \u00e1 h\u00e1lvum maraton. Hetta var annars fyrsta uttandurameti\u00f0 hj\u00e1 Marnari, men okkurt afturat kann ver\u00f0a tiki\u00f0 seinni \u00ed \u00e1r. Menningin er sera spennandi at fylgja.<\/p>\n<p>F\u00cdF ynskir Marnari hjartaliga tillukku vi\u00f0 g\u00f3\u00f0a \u00farslitinum og g\u00f3\u00f0u kappingini.&#8217;<\/p>\n<p>Eisini Valborg Heinesen setti f\u00f8royskt met sunnudagin. Meira um hetta t\u00fdskv\u00f8ldi\u00f0.<\/p>\n<p>Bestu f\u00f8roysku \u00bdmaratont\u00ed\u00f0ir eru n\u00fa hesar:<\/p>\n<p>1. Marnar Djurhuus, 1.08.50<br \/>\n2. Absalon Hansen, 1.09.45<br \/>\n3. Guttorm S\u00f8rensen, 1.10.40<br \/>\n4. Hallur Holm, 1.11.10<br \/>\n5. Albert Marni Joensen, 1.11.29<\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Marnar Djurhuus hevur h\u00f3ast s\u00edn unga aldur longu veri\u00f0 besti f\u00f8royski langteinarennarin \u00ed g\u00f3\u00f0 f\u00fdra \u00e1r. Men hendan veturin hevur hann tiki\u00f0 seg n\u00f3gv fram. Ska\u00f0arnir hava hildi\u00f0 seg burtur, og venjingin hevur gingi\u00f0 sera v\u00e6l. Bara \u00ed januar rann Marnar 520 kilometrar, og flestu vikurnar s\u00ed\u00f0ani hava ligi\u00f0 &#8220;r\u00f8ttu&#8221; megin 100 km. \u00cd hesi [&hellip;]<\/p>\n","protected":false},"author":4,"featured_media":0,"comment_status":"closed","ping_status":"","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"ngg_post_thumbnail":0,"_jetpack_newsletter_access":"","_jetpack_dont_email_post_to_subs":false,"_jetpack_newsletter_tier_id":0,"_jetpack_memberships_contains_paywalled_content":false,"_jetpack_feature_clip_id":0,"_jetpack_memberships_contains_paid_content":false,"footnotes":"","jetpack_publicize_message":"","jetpack_publicize_feature_enabled":true,"jetpack_social_post_already_shared":true,"jetpack_social_options":{"image_generator_settings":{"template":"highway","default_image_id":0,"font":"","enabled":false},"version":2},"jetpack_post_was_ever_published":false},"categories":[50],"tags":[],"class_list":["post-7297","post","type-post","status-publish","format-standard","hentry","category-fif-arkiv"],"jetpack_publicize_connections":[],"jetpack_sharing_enabled":true,"jetpack_featured_media_url":"","_links":{"self":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/7297","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/users\/4"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcomments&post=7297"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/7297\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":10966,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/7297\/revisions\/10966"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fmedia&parent=7297"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcategories&post=7297"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Ftags&post=7297"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}