{"id":7311,"date":"2014-05-09T22:29:24","date_gmt":"2014-05-09T22:29:24","guid":{"rendered":"https:\/\/www.athletics.fo\/?p=7311"},"modified":"2026-10-29T10:57:39","modified_gmt":"2026-10-29T10:57:39","slug":"rigmor-n-arge-nyggj-i-nevndini-hja-fif","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/www.athletics.fo\/?p=7311","title":{"rendered":"Rigmor N. Arge n\u00fdggj \u00ed nevndini hj\u00e1 F\u00cdF"},"content":{"rendered":"<p>Mikukv\u00f8ldi\u00f0 20. apr\u00edl var \u00e1rsa\u00f0alfundur F\u00cdF&#8217;s hildin \u00ed fundarsalinum \u00ed \u00cdSF-h\u00fasinum. Uppm\u00f8tingin var av t\u00ed besta. Fr\u00e1 n\u00e6r og fjar stevndi f\u00f3lk til fundar. Hetta mi\u00f0vikukv\u00f8ldi\u00f0 komu f\u00f3lk \u00far Nor\u00f0oyggjum, \u00far Eysturoynni, \u00far Su\u00f0uroynni og V\u00e1goynni, og \u00e1 fyrsta sinni v\u00f3ru \u00f8ll fel\u00f8gini undir F\u00cdF umbo\u00f0a\u00f0 \u00e1 a\u00f0alfundinum. Hetta fegnast vit sj\u00e1lvandi um, og eisini fegnast vit um at tali\u00f0 av fundarluttakarum var ta\u00f0 mesta nakrant\u00ed\u00f0.<\/p>\n<p>Nakrir fundarluttakarar blivu fanga\u00f0ir \u00ed spreingiarbei\u00f0i \u00e1 landsvegnum undir G\u00f8tuei\u00f0i, og klokkan f\u00f3r t\u00ed naka\u00f0 \u00fat um \u00e1settu t\u00ed\u00f0ina, \u00e1\u00f0renn forma\u00f0urin bj\u00f3\u00f0a\u00f0i v\u00e6lkomin. Niels J\u00e1kup Jakobsen var\u00f0 skotin upp sum fundarstj\u00f3ri, og fall ta\u00f0 \u00ed g\u00f3\u00f0a j\u00f8r\u00f0. Niels J\u00e1kup lat formanninum or\u00f0i\u00f0 aftur til formansfr\u00e1grei\u00f0ingina, og st\u00f8rsti parturin av henni kann lesast ni\u00f0ast \u00ed hesi greinini.<\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2014\/05\/A%C3%B0alfundur-2014.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"alignleft  wp-image-8724\" alt=\"A\u00f0alfundur 2014\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2014\/05\/A%C3%B0alfundur-2014.jpg\" width=\"556\" height=\"417\" \/><\/a><\/p>\n<p>Eftir at a\u00f0alfundurin hev\u00f0i g\u00f3\u00f0tiki\u00f0 fyrst \u00e1rsfr\u00e1grei\u00f0ingina og s\u00ed\u00f0ani \u00e1rsroknskapin, sum Guttorm S\u00f8rensen leg\u00f0i fram, var nevndarval \u00e1 skr\u00e1nni. Forma\u00f0urin st\u00f3\u00f0 fyri vali, og hev\u00f0i bo\u00f0a\u00f0 fr\u00e1, at hann t\u00f3k vi\u00f0 afturvali. Einki m\u00f3tvalevni var, so ta\u00f0 var bara at klappa fyri tveimum \u00e1rum afturat. Sama var galdandi fyri Guttorm S\u00f8rensen. Heini H\u00e1t\u00fan st\u00f3\u00f0 eisini fyri vali, og stilla\u00f0i ikki upp aftur. Regin Thomsen og Rigmor N. Arge stilla\u00f0u upp, og atkv\u00f8\u00f0ugrei\u00f0slan gav teimum tr\u00edggjar atkv\u00f8\u00f0ur \u00ed part. So var n\u00fdggj atkv\u00f8\u00f0ugrei\u00f0sla, og her fekk Rigmor f\u00fdra atkv\u00f8\u00f0ur, me\u00f0an Regin fekk tv\u00e6r. Sostatt er Rigmor n\u00fdvald \u00ed nevndina.<\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2014\/05\/Rigmor-2.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" data-attachment-id=\"8726\" data-permalink=\"https:\/\/www.athletics.fo\/?attachment_id=8726\" data-orig-file=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/2026\/09\/hzjnrna.jpg\" data-orig-size=\"500,375\" data-comments-opened=\"0\" data-image-meta=\"{&quot;aperture&quot;:&quot;0&quot;,&quot;credit&quot;:&quot;&quot;,&quot;camera&quot;:&quot;&quot;,&quot;caption&quot;:&quot;&quot;,&quot;created_timestamp&quot;:&quot;0&quot;,&quot;copyright&quot;:&quot;&quot;,&quot;focal_length&quot;:&quot;0&quot;,&quot;iso&quot;:&quot;0&quot;,&quot;shutter_speed&quot;:&quot;0&quot;,&quot;title&quot;:&quot;&quot;,&quot;orientation&quot;:&quot;0&quot;,&quot;alt&quot;:&quot;&quot;}\" data-image-title=\"hzjnrna\" data-image-description=\"\" data-image-caption=\"\" data-large-file=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/2026\/09\/hzjnrna.jpg\" class=\"alignleft size-full wp-image-8726\" alt=\"Rigmor (2)\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2014\/05\/Rigmor-2.jpg\" width=\"321\" height=\"390\" \/><\/a><\/p>\n<p>Kappingarnevnd var\u00f0 eisini vald. Gamla nevndin vi\u00f0 Halli Holm, Guttormi S\u00f8rensen og Tummas Napoleon Arge heldur fram, men ver\u00f0ur so eisini styrkt vi\u00f0 Regini Thomsen.<\/p>\n<p>Eitt m\u00e1l var innkomi\u00f0. Hvirlan hev\u00f0i nakrar spurningar og n\u00f8kur ynski vi\u00f0v\u00edkjandi fer\u00f0akortunum vi\u00f0 Strandfer\u00f0sluni. Tjakast var\u00f0 leingi um t\u00fddningin, m\u00f8guleikarnar og ikki minst avmarkingarnar \u00ed hesi skipan.<\/p>\n<p>S\u00ed\u00f0ani var ymiskt \u00e1 skr\u00e1nni. Her kunna\u00f0i forma\u00f0urin fyrst um \u00e1liti\u00f0 um n\u00fdggju stu\u00f0ulsskipanina til elitu\u00edtr\u00f3ttarf\u00f3lk og seinni um \u00e6tla\u00f0u bygna\u00f0arbroytingarnar \u00ed \u00cdSF, sum m.a. f\u00f8ra til, at fel\u00f8gini ikki longur hava atkv\u00f8\u00f0ur\u00e6tt \u00e1 a\u00f0alfundi \u00cdSF&#8217;s. Dr\u00fagvt or\u00f0askifti var eisini um, hvussu kappingar ver\u00f0a fr\u00e1bo\u00f0a\u00f0ar, skulu t\u00e6r hava g\u00f3\u00f0kend \u00farslit og g\u00f3\u00f0kend \u00fatt\u00f8kukr\u00f8v hj\u00e1 F\u00cdF.<\/p>\n<p>Nevndarlimir, sum hava siti\u00f0 \u00ed nevnd \u00ed sersambandi \u00ed fimm \u00e1r, f\u00e1a silvurn\u00e1l \u00cdSF&#8217;s. Niels J\u00e1kup Jakobsen og Guttorm S\u00f8rensen hava siti\u00f0 \u00ed nevdnini hj\u00e1 F\u00cdF s\u00ed\u00f0ani stovningardagin \u00ed 2002, og skuldu t\u00ed havt fingi\u00f0 hendan hei\u00f0urin fyri langari t\u00ed\u00f0 s\u00ed\u00f0ani. Men hetta var so gj\u00f8rt \u00e1 a\u00f0alfundinum, og teir hava b\u00e1\u00f0ir hendan hei\u00f0urin so dyggiliga uppibornan.<\/p>\n<p>&nbsp;<\/p>\n<p>&nbsp;<\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2014\/05\/Gutti-og-Niels-J%C3%A1kup-silvurn%C3%A1l-2.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"alignleft size-full wp-image-8728\" alt=\"Gutti og Niels J\u00e1kup silvurn\u00e1l (2)\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2014\/05\/Gutti-og-Niels-J%C3%A1kup-silvurn%C3%A1l-2.jpg\" width=\"848\" height=\"870\" \/><\/a><\/p>\n<p>&nbsp;<\/p>\n<p><b>Formansfr\u00e1grei\u00f0ingin 2014<\/b><\/p>\n<p><b><\/b>&#8212;-<\/p>\n<p>T\u00e1 kassameistarin eftir formansfr\u00e1grei\u00f0ingina fer at leggja roknskapin fram, fer hann at v\u00edsa \u00e1 eitt st\u00f3rt undirskot. Hetta skal t\u00f3 ikki \u00e1 nakran h\u00e1tt uppfatast sum naka\u00f0 ke\u00f0iligt. Fyri ta\u00f0 fyrsta \u00e1tti F\u00cdF peningin, og fyri ta\u00f0 n\u00e6sta, eru n\u00fdggjar innt\u00f8kur st\u00f8rri enn undirskoti\u00f0 longu \u00e1 b\u00f3k til 2014. Hesum fer kassameistarin at grei\u00f0a fr\u00e1.<\/p>\n<p>St\u00f3ra undirskoti\u00f0 er sj\u00e1lvandi positivt, t\u00ed ta\u00f0 ber pr\u00f3gv um n\u00f3gv \u00f8kt virksemi. 2013 var eitt \u00e1r, har b\u00e6\u00f0i oyl-landsli\u00f0 og talentlandsli\u00f0i\u00f0 v\u00f3ru st\u00f8rri enn \u00a0\u00e1rini frammanundan.<\/p>\n<p>Og \u00edtr\u00f3ttarliga gj\u00f8rdist 2013 eisini eitt sera gott \u00e1r. \u00c1 oyggjaleikunum \u00e1 Bermuda vunnu vit tvey gullmerki, tvey silvurmerki, f\u00fdra bronsumerki og blivu samanlagt nummar sjey \u00ed fr\u00e6lsum \u00edtr\u00f3tti. At ta\u00f0 gongur r\u00e6tta vegin kann sta\u00f0festast vi\u00f0, at til seinastu tveir oyggjaleikirnar hava vit vunni\u00f0 13 hei\u00f0ursmerki, me\u00f0an vit teir tr\u00edggjar oyggjaleikirnar frammanundan bert vunnu tilsamans tvey hei\u00f0ursmerki.<\/p>\n<p>Vit hava \u00ed n\u00f3gv \u00e1r havt sterkar kvinnur \u00ed langteinarenningini, og \u00ed 2013 kom so ein afturat. Valborg Heinesen var fyrsta f\u00f8royska kvinnan yvirh\u00f8vur, sum hevur vunni\u00f0 gullmerki \u00ed fr\u00e6lsum \u00edtr\u00f3tti \u00e1 oyggjaleikum. Og so vann hon b\u00e6\u00f0i 10.000 m og \u00bd maraton. \u00d8ssur D. Eiriksfoss var \u00e1 oyggjaleikum sum fimleikari, men kappa\u00f0ist eisini \u00ed fr\u00e6lsum \u00edtr\u00f3tti. Her setti hann f\u00f8roysk met \u00ed b\u00e6\u00f0i h\u00e6ddarlopi og tr\u00edst\u00f8kki, og \u00ed b\u00e1\u00f0um f\u00f8rum var ta\u00f0 n\u00f3g miki\u00f0 til at vinna silvur. Marnar Djurhuus vann bronsu \u00e1 b\u00e6\u00f0i 10.000 m og 5.000 m. Hini b\u00e6\u00f0i bronsumerkini f\u00f3ru til Hera Ziska \u00ed klingrukasti og R\u00f3gva H\u00f8jgaard \u00ed spj\u00f3t.<\/p>\n<p>At menningin millum tey ungu gongur skj\u00f3tt fyri seg, s\u00e6st serliga vi\u00f0 at v\u00edsa \u00e1 hesar b\u00e1\u00f0ar seinastu nevndu. Heri og R\u00f3gvi hava siti\u00f0 \u00e1 hv\u00f8r s\u00ednari kastitr\u00f3nu \u00ed n\u00f3gv \u00e1r. Men til FM koppa\u00f0i Hallur Simonsen Hera, me\u00f0an R\u00f3gvi so d\u00e1nt megna\u00f0i at halda seg frammanfyri Hanus Bergsson. Hanus hevur t\u00f3 \u00ed v\u00e1r kasta\u00f0 \u00fat um oyl-kravi\u00f0 og n\u00e6rkast f\u00f8royska metinum. Sannl\u00edkt ver\u00f0a Hallur og Hanus vi\u00f0 til komandi oyggjaleikir, har teir uttan iva koma at kappast millum teir fremstu.<\/p>\n<p>Eisini Katarina H\u00f8j trein \u00ed vaksnamannali\u00f0, t\u00e1 hon r\u00e6ttiliga \u00f3v\u00e6nta\u00f0 setti PM vi\u00f0 10 sekundum til VU-Spelen \u00ed G\u00f8tuborg. Og harvi\u00f0 eisini n\u00fdtt f\u00f8royskt met. Hetta slapp t\u00f3 bert at standa eitt d\u00f8gn, t\u00ed dagin eftir t\u00f3k Rebekka Fugl\u00f8 aftur meti\u00f0, sum hon \u00e1tti \u00e1\u00f0renn. S\u00ed\u00f0an hevur Rebekka b\u00f8tt ta\u00f0 tv\u00e6r fer\u00f0ir, og er ta\u00f0 eisini partur av hennara 10 uttandurametum \u00ed 2013, har hon m.a. bert var h\u00e1lvtanna\u00f0 fet fr\u00e1 at vinna bronsu \u00e1 oyggjaleikum, men datt t\u00edverri.<\/p>\n<p>Vit fingu eisini eitt hav av ungd\u00f3msmetum \u00ed fj\u00f8r, og hugaligt er at at gera dagf\u00f8ringar \u00e1 heimas\u00ed\u00f0uni. Gl\u00f8gga eyga\u00f0 s\u00e6r eisini, at barna- og ungd\u00f3msmetini, sum okkara eldru ungu hava \u00e1tt, ver\u00f0a tikin so gott sum hv\u00f8rt einasta eitt. Og ta\u00f0 fegnast vit um.<\/p>\n<p>2014 er eisini byrja\u00f0 heilt \u00f3vanliga v\u00e6l. Til RIG, St\u00f3rm\u00f3t og DM innandura, fingu vit n\u00fdggj met \u00e1 60 m, 200 m, 400 m og 800 m fyri kvinnur og \u00e1 400 m, 1.500 m og 3.000 m fyri menn. S\u00e1ra Debesard\u00f3ttir og Rebekka Fugl\u00f8 \u00e1ttu kvinnumetini, R\u00fani Seloy og Marnar Djurhuus \u00e1ttu mannf\u00f3lkametini.<\/p>\n<p>Og \u00ed landavegsrenning hevur eisini bragda\u00f0. Fyrst setti Valborg n\u00fdtt f\u00f8royskt met \u00e1 15 km og til HM \u00ed \u00bd maraton \u00ed Keypmannahavn fingu vit n\u00fdggj met hj\u00e1 b\u00e6\u00f0i kvinnum og monnum. Valborg skar meira enn tr\u00edggjar minuttir av s\u00ednum gamla meti\u00f0, me\u00f0an Marnar t\u00f3k 28 \u00e1ra gamla og n\u00e6st elsta meti\u00f0 yvir h\u00f8vur, t\u00e1 hann skar ein knappan minutt av metinum hj\u00e1 Absalon Hansen. Vert er eisini at b\u00fdta merki \u00ed, at eisini Bj\u00f8rk Herup Olsen kom undir gamla meti\u00f0 hendan dagin, og er \u00e1 veg fram eftir b\u00e6\u00f0i ska\u00f0a og sj\u00faku.<\/p>\n<p>Vi\u00f0 chip-t\u00f8knini, sum var\u00f0 n\u00fdtt \u00ed Keypmannahavn, s\u00e6st eisini, at \u00farslitini hj\u00e1 Valborg og Marnari \u00a0eisini hava veri\u00f0 n\u00f3g g\u00f3\u00f0 til at taka metini \u00e1 20 km. \u00cd l\u00f8tuni ver\u00f0ur kanna\u00f0, um hesi met kunnu g\u00f3\u00f0kennast.<\/p>\n<p>Seinast \u00ed juni fara vit aftur til VU-Spelen \u00ed G\u00f8tuborg vi\u00f0 A-landsli\u00f0num og vi\u00f0 talentli\u00f0num. Vit hava ikki sum vanligt havt venjingarlegur enn fyri allan b\u00f3lkin. Bert tann eina legan er hildin. Hendan var fyri mi\u00f0- og langteinarennarar, og 20 rennarar v\u00f3ru eitt vikuskifti \u00ed apr\u00edl \u00ed Klaksv\u00edk, har vit sum vanligt b\u00fa\u00f0u \u00ed Sk\u00f3tah\u00fasunum. Venjingarlega fyri allan b\u00f3lkin ver\u00f0ur \u00e6tlandi 16.-17. Mai.<\/p>\n<p>&nbsp;<\/p>\n<p>&nbsp;<\/p>\n<p><b>Samstarv<br \/>\n<\/b>Ta\u00f0 er sera umr\u00e1\u00f0andi, at F\u00cdF og fel\u00f8gini kunnu samstarva, um vi\u00f0urskifti innan fr\u00e6lsa \u00edtr\u00f3ttin. Ta\u00f0 hava veri\u00f0 ymisk vi\u00f0urskifti \u00e1 og kring T\u00f3rsbreyt, sum hava kravt \u00e1b\u00f8tur og eisini mangla ymisk ambo\u00f0 \u00e1 T\u00f3rsbreyt. F\u00cdF hevur saman vi\u00f0 nevndarlimum og venjarum hj\u00e1 Bragdinum og Hvirluni tingast um hvat skal gerast og hvat kann krevjast. S\u00ed\u00f0ani hava vit veri\u00f0 saman \u00e1 fundi vi\u00f0 Mentanardeildina, sum v\u00edsti stak g\u00f3\u00f0an samstarvsvilja. N\u00f8kur ting eru komin \u00e1 pl\u00e1ss, men t\u00f3 v\u00e6ntar naka\u00f0 enn. M\u00e1nadagin komandi ver\u00f0ur aftur fundur vi\u00f0 B\u00fdr\u00e1\u00f0i\u00f0, og v\u00f3nandi falla fleiri ting upp\u00e1 pl\u00e1ss t\u00e1.<\/p>\n<p>T\u00e1 ta\u00f0 \u00ed heyst lj\u00f3\u00f0a\u00f0i, at T\u00f3rshavnar B\u00fdr\u00e1\u00f0 n\u00fa hev\u00f0i avgj\u00f8rt at lata byggja multih\u00f8ll \u00fati \u00e1 Landavegnum, setti Randi K\u00farberg seg \u00ed samband vi\u00f0 Bragdi\u00f0 og F\u00cdF, og skj\u00f3tt var\u00f0 fundur skipa\u00f0ur. Vit gj\u00f8rdu uppskot um, hvussu fr\u00e6lsur \u00edtr\u00f3ttur kann gerast partur av sl\u00edkari bygging, og fingu fund vi\u00f0 politiska myndugleikan, sum s\u00e1 positivt upp\u00e1 uppskoti\u00f0.<\/p>\n<p>S\u00ed\u00f0ani eru \u00e6tlanirnar \u00e1 Landavegnum sleptar, og \u00e6tlanin er n\u00fa at byggja upp \u00ed Gundadalsh\u00f8llina. Venjingarumst\u00f8\u00f0urnar vetrarh\u00e1lv\u00e1ri\u00f0 eru so v\u00e1naligar, at allur bati b\u00f8tir. T\u00ed er br\u00e6v aftur sent B\u00fdr\u00e1\u00f0num um fund, har vit vilja hoyra, hv\u00f8rjar \u00e6tlanir teir hava, og hvussu fr\u00e6lsur \u00edtr\u00f3ttur kann gerast partur av hesi verk\u00e6tlan.<\/p>\n<p>At fel\u00f8g og sersamband samstarva um sl\u00edk vi\u00f0urskifti, gevur eina n\u00f3gv st\u00f8rri tyngd og slagkraft, og kann ivaleyst eisini br\u00fakast \u00ed \u00f8\u00f0rum f\u00f8rum av \u00f8\u00f0rum fel\u00f8gum.<\/p>\n<p><b>\u00cdslendskt samstarv<br \/>\n<\/b>T\u00e6r n\u00f3gvu f\u00f8roysku vitjanirnar \u00ed \u00cdslandi mugu sigast at hava givi\u00f0 afturlj\u00f3\u00f0. Forma\u00f0urin \u00ed \u00edslendska fr\u00e6lsa \u00edtr\u00f3ttarsambandinum, J\u00f3nas Egilsson, hevur bo\u00f0i\u00f0 okkum at senda \u00edslendskar skei\u00f0slei\u00f0arar at skipa fyri IAAF-venjaraskei\u00f0i \u00ed F\u00f8royum. Hetta eru dr\u00fagv skei\u00f0, sum taka tvey vikuskifti umframt tr\u00fd yrkakv\u00f8ld har \u00ed millum. Eisini hevur hann bo\u00f0i\u00f0 okkum at koma higar at skipa fyri d\u00f3maraskei\u00f0um. Hetta er sera \u00e1hugavert, t\u00ed d\u00f3marapr\u00f3gvini vit fingu \u00ed 2010 renna \u00fat komandi v\u00e1r. Ta\u00f0 vil siga, at vit undir \u00f8llum umst\u00f8\u00f0um skulu skipa fyri d\u00f3maraskei\u00f0i \u00ed seinasta lagi n\u00e6sta v\u00e1r. Fyrst skal t\u00f3 kannast, um Dansk Atletik Forbund g\u00f3\u00f0tekur, at vit taka \u00edslendsk d\u00f3marapr\u00f3gv. Annars ver\u00f0ur ta\u00f0 DAF, sum kemur at halda skei\u00f0i\u00f0.<\/p>\n<p>Vi\u00f0v\u00edkjandi hagtalsgrunni eru vit eisini \u00ed samstarvi vi\u00f0 \u00edslendingar. Fr\u00ed\u00f0rikur Oskarsson fr\u00e1 FRI arbei\u00f0ir \u00ed l\u00f8tuni vi\u00f0 einari n\u00fdggjari skipan, har hann \u00e6tlar at gera ein separatan part til f\u00f8roysk \u00farslit. Ors\u00f8kin til at hann vil gera hetta, er at hetta er eitt pilot-projekt hj\u00e1 honum. Ein roynd at f\u00e1a eina n\u00fdggja skipan upp at koyra, sum kann seljast til \u00f8ll sersambond, ella fel\u00f8g, sum ynskja at skr\u00e1seta \u00farslit.<\/p>\n<p><b>Altj\u00f3\u00f0a samstarv<br \/>\n<\/b>At hava ein g\u00f3\u00f0an vin er t\u00fddningarmiki\u00f0. T\u00ed n\u00fa er stundin komin at skunda undir arbei\u00f0i\u00f0 at vinna F\u00f8royum altj\u00f3\u00f0a vi\u00f0urkenning innan fr\u00e6lsan \u00edtr\u00f3tt. Vit eru komin hartil, at vit sleppa at luttaka \u00ed NM-kappingum. N\u00e6sta stigi\u00f0 er at f\u00e1a \u00cdsland og Danmark at vinna okkum r\u00e6tt at luttaka \u00e1 \u00e1rliga nor\u00f0urlandafundinum \u2013 vi\u00f0 eyglei\u00f0arastatus at byrja vi\u00f0. Her eiga vit so at tala okkara s\u00f8k, og vinna undirt\u00f8ku fr\u00e1 \u00f8llum nor\u00f0urlendsku londunum umframt fr\u00e1 baltisku londunum, sum eisini luttaka til ymiskar NM kappingar.<\/p>\n<p>Elitupolitikkur \u00cdSF\u2019s<br \/>\n\u00cdSF er komi\u00f0 vi\u00f0 n\u00fdggjum \u00e1liti vi\u00f0 reglum og mannagongdum fyri \u00fatlutan av elitupengunum. Skipanin er b\u00fdtt sundur \u00ed tr\u00edggjar b\u00f3lkar, har 85% av pengunum ver\u00f0a b\u00fdttur \u00ed B\u00f3lki eitt. Fyri yvirh\u00f8vur at koma upp \u00e1 tal \u00ed B\u00f3lki 1, skal avvar\u00f0andi sersamband hava altj\u00f3\u00f0a vi\u00f0urkenning.<\/p>\n<p><b>Sm\u00e6rru fel\u00f8gini<br \/>\n<\/b>Eg haldi, at eg \u00ed \u00f8llum m\u00ednum formansfr\u00e1grei\u00f0ingum havi havt ein part, sum eg kalli \u201csm\u00e6rri fel\u00f8gini\u201d, og so ver\u00f0ur aftur \u00ed \u00e1r. Vit s\u00f3tu \u00ed fj\u00f8r og fegna\u00f0ust um endurreista Roysni\u00f0, og s\u00ed\u00f0ani t\u00e1 hevur Roysni\u00f0 reist seg enn meira. N\u00fa \u00ed apr\u00edl er Regin Thomsen farin undir at skipa fyri venjing \u00e1 Svangaskar\u00f0i fyri ung, og er hetta sera gle\u00f0iligt. V\u00f3nandi s\u00e6st hetta aftur \u00e1 breytini \u00ed summar, og v\u00f3nandi og v\u00e6ntandi ver\u00f0ur hetta eisini seinastu fer\u00f0 eg nevni Teir Gr\u00f8nu undir hesi partinum.<\/p>\n<p>Eisini \u00ed Su\u00f0uroy s\u00e6r \u00fat til at vera komi\u00f0 meira l\u00edv \u00ed aftur hj\u00e1 Hvistan, eftir at ta\u00f0 var eitt sindur k\u00f8lna\u00f0 fyri einum \u00e1ri s\u00ed\u00f0ani. Poul Dam er komin \u00ed sving aftur \u00e1 Tv\u00f8royri og forkvinnan, Osla Christensen hevur havt regluligar venjingar \u00ed Hvalba. Harafturat hevur Finn Johannesen bygt upp ein g\u00f3\u00f0an b\u00f3lk av moti\u00f3nsrennarum \u00ed sy\u00f0ru helvt av oynni.<\/p>\n<p>Eisini Fr\u00e6lsi bj\u00f3\u00f0ar til regluligar venjingar saman vi\u00f0 Susan Tausen og Lailu Jacobsen. \u00cd vetur hava vit s\u00e6\u00f0, at b\u00e6\u00f0i hj\u00e1 Fr\u00e6lsi og Hvistan liggur v\u00e6l fyri at skipa fyri kappingum, t\u00e1 \u00e1vikavist VK4 og VK7 v\u00f3r\u00f0u fyriskipa\u00f0ar \u00e1 fyrimyndarligan h\u00e1tt og vi\u00f0 st\u00f3rum gestabl\u00eddni.<\/p>\n<p>Fr\u00e6lsi skipa\u00f0i eisini fyri vestanstevnurenning, me\u00f0an Hvistan eisini skipa\u00f0i fyri j\u00f3ans\u00f8kurenning og Su\u00f0uroy 25K. T\u00edverri fekk Su\u00f0uroy 25K ikki st\u00f3ra undirt\u00f8ku. Tiltaki\u00f0 er serligt og var \u00f3vanliga v\u00e6l fyriskipa\u00f0, men tykist naka\u00f0 kroyst \u00ed yvirfylta summarkalendaranum. N\u00fa T\u00f3rshavn Marathon er flutt til juni-m\u00e1na\u00f0a, hava tey tiki\u00f0 avlei\u00f0ingarnar og t\u00ed er Su\u00f0uroy 25K tiki\u00f0 av skr\u00e1 \u00ed 2014. Hetta er spell.<\/p>\n<p><b>Venjaraskei\u00f0<br \/>\n<\/b>\u00c1hugin og viljin hj\u00e1 F\u00cdF at skipa fyri venjaraskei\u00f0i skortar ikki. \u00c1hugin og viljin hj\u00e1 lei\u00f0arum, venjarum og m\u00f8guliga komandi venjarum skortar heldur ikki. Men kortini hevur veri\u00f0 trupult at sj\u00f3seta n\u00e6sta venjaraskei\u00f0i\u00f0 \u00ed rullandi skipanini. Vit v\u00f3ru komin til aldursb\u00f3lkin 10-12 \u00e1r, og \u00e6tlanin var at halda skei\u00f0i\u00f0 \u00e1 v\u00e1ri \u00ed 2013. Vegna ov l\u00edtla tilmelding \u00fatsettu vit skei\u00f0i\u00f0 til um heysti\u00f0. Men so komu konfirmati\u00f3nir, fletting og heystferia \u00ed vegin, og aftur \u00fatsettu vit. Men loksins fingu vit avgreitt skei\u00f0i\u00f0, n\u00fa \u00ed v\u00e1r. Tr\u00edggjar leygardagar upp \u00ed slag, var undirv\u00edst. Fyrst \u00ed Havn, so \u00e1 Toftum og so aftur \u00ed Havn. Randi K\u00farberg og Heri Ziska st\u00f3\u00f0u fyri skei\u00f0inum, og vit eiga at fegnast um, at vit her heima hava so g\u00f3\u00f0ar instrukt\u00f8rar. N\u00e6sta skei\u00f0i\u00f0 ver\u00f0ur 12-14 \u00e1r. Ta\u00f0 er ikki dagfest enn, men eigur at koma \u00ed skr\u00e1nna skj\u00f3tast gj\u00f8rligt.<\/p>\n<p>Somulei\u00f0is eiga vit n\u00fa at taka avger\u00f0 um, hv\u00f8rt vit skulu taka av \u00edslendska tilbo\u00f0num ella ikki. Ta\u00f0 kemur at kosta naka\u00f0, og ta\u00f0 kemur at vera t\u00ed\u00f0arkrevjandi. Ein fundur millum nevndina og allar venjarar kann f\u00e1a grei\u00f0u \u00e1 hesum.<\/p>\n<p>F\u00cdF hevur eisini veri\u00f0 \u00ed sambandi vi\u00f0 f\u00f3lk \u00far Vejle, sum hava dr\u00fagvar royndir vi\u00f0 t\u00ed, tey r\u00f3pa sandkasseatletik. Hetta er venjing fyri tey 3-6 \u00e1ra gomlu. Vit halda at hetta er eitt gott hugskot. Vit kunnu venja b\u00f8rn vi\u00f0 breytina og vi\u00f0 at venja fr\u00e6lsan \u00edtr\u00f3tt. Ta\u00f0 fer eisini at gera ta\u00f0 m\u00f8guligt, at foreldur taka tey sm\u00e6stu vi\u00f0 til venjing. Solei\u00f0is kunnu foreldrini kanska skiftast um at standa fyri sm\u00e1barnavenjingini. \u00cd hesum sambandi er eisini vert at hugsa um, at taka n\u00e1msfr\u00f8\u00f0ingar vi\u00f0 \u00e1 skei\u00f0. T\u00ed n\u00f3gv av hesum kann eisini fara fram \u00ed einum barnagar\u00f0i, og t\u00ed kunnu vit eisini kveikja hugin og vitanina um fr\u00e6lsan \u00edtr\u00f3tt tann vegin.<\/p>\n<p><b>Heimas\u00ed\u00f0a og Facebook<\/b><\/p>\n<p>Eftir at heimas\u00ed\u00f0a hevur veri\u00f0 mest sum \u00f3broytt \u00ed n\u00f3gv \u00e1r, har bara ovasti bannarin onkunt\u00ed\u00f0 er broyttur, hildu vit at s\u00ed\u00f0an trongdi til eina andlitslyfting. Jan Elmar S\u00f8rensen hevur arbeitt vi\u00f0 s\u00ed\u00f0uni, og \u00ed dag hava vit eina n\u00f3gv meira livandi og innbj\u00f3\u00f0andi s\u00ed\u00f0u. Sj\u00e1lvandi eru ta\u00f0 n\u00fdggjar greinar og myndir, sum gera eina s\u00ed\u00f0u livandi. Ikki eru alt\u00ed\u00f0 so g\u00f3\u00f0ar stundir at skriva, og t\u00ed hendir ta\u00f0 vi\u00f0hv\u00f8rt, at g\u00f3\u00f0ar s\u00f8gur, sum heilt sikkurt eiga at innivist, ver\u00f0a gloymdar. Onkrar av teimum blivus so tiknar upp \u00ed j\u00f3lakalendaranum.<\/p>\n<p>F\u00cdF hevur eisini fingi\u00f0 Facebook-vangamynd. Sum eg s\u00edggi ta\u00f0, hevur b\u00f3lkurin bert g\u00f3\u00f0ar 300 limir. Ta\u00f0 er \u00ed minna lagi, t\u00e1 vit hugsa um samla\u00f0a limatali\u00f0 \u00ed fel\u00f8gunum. Facebook er ein g\u00f3\u00f0ur mi\u00f0il at profilera fr\u00e6lsan \u00edtr\u00f3tt, so m\u00edn \u00e1heitan er at bj\u00f3\u00f0a vi\u00f0komandi vinum limaskap \u00ed b\u00f3lkinum.<\/p>\n<p><b>Kappingar<br \/>\n<\/b>\u00c1 \u00f8\u00f0rum sinni gj\u00f8rdu vit okkum d\u00e6lt av m\u00f8guleikanum at luttaka til NM. Hesufer\u00f0 var ta\u00f0 Valborg Heinesen, sum var \u00ed \u00cdslandi til NM \u00ed lendisrenning. Hesum kom hon heilt v\u00e6l fr\u00e1. Hon enda\u00f0i framman fyri alt ta\u00f0 \u00edslendska landsli\u00f0i\u00f0, og kempa\u00f0i ein har\u00f0an kamp vi\u00f0 ta\u00f0 einu donsku. Ta\u00f0 var ikki so langt fram til n\u00e6sta b\u00f3lkin.<\/p>\n<p>Grand Prix \u00e1 breyt var broytt naka\u00f0. \u00d8ll umf\u00f8rini v\u00f3r\u00f0u l\u00f8gd undan summarst\u00f8\u00f0ginum. Hetta av tveimum ors\u00f8kum. Tann fyrra var at f\u00e1a meira samanhang \u00ed kappingina. Og afturlj\u00f3\u00f0ini hava veri\u00f0 sera positiv. 14 dagar v\u00f3ru \u00ed millum allar kappingarnar og ta\u00f0 rigga\u00f0i sera v\u00e6l. Hin ors\u00f8kin var at so var h\u00e1lvur agust og allur september kappingarfr\u00edur \u00e1 T\u00f3rsbreyt, og eitt gott h\u00f8vi hj\u00e1 onkrum av fel\u00f8gunum at fyriskipa kapping.<\/p>\n<p>Ofta hevur veri\u00f0 rokaligt vi\u00f0 stigsamanteljing og hei\u00f0ursmerkjahandan seinasta dagin. T\u00ed royndu vit ein annan leist \u00ed \u00e1r. Hei\u00f0ursmerkini blivu handa\u00f0 til \u201cafterparty\u201d \u00ed h\u00f8lunum hj\u00e1 Starvsmannafelagum dagin eftir. Hetta hildu vit vera stak hugnaligt, og b\u00f8rn, ung, venjarar, lei\u00f0arar og foreldur fingu ein hugnaligan seinnapart saman undir heilt \u00f8\u00f0rum umst\u00f8\u00f0um enn vanligt. Hetta \u00e6tla vit at endurtaka \u00ed \u00e1r, og h\u00f8lini hj\u00e1 \u00d8str\u00f8m er b\u00edl\u00f8gd.<\/p>\n<p>\u00cd TF-Vetrarkappingini var eisini gj\u00f8rt eitt sindur meira burtur\u00far. Aftur \u00ed vetur hava vit havt \u00e1tta umf\u00f8r. Men \u00ed \u00e1r hava vit so eisini havt li\u00f0kapping. Hendan li\u00f0kappingin hevur veri\u00f0 sera v\u00e6l umt\u00f3kt. Regin Thomsen hevur sta\u00f0i\u00f0 fyri dagf\u00f8ring av st\u00f8\u00f0uni, og hevur lagt hana \u00fat \u00e1 Facebook. Hetta hevur bara \u00f8kt meira um \u00e1hugan, og l\u00edti\u00f0 er at ivast \u00ed, at vit aftur eiga at skipa fyri li\u00f0kapping komandi vetur.<\/p>\n<p>Flestu kappingar koyra sum t\u00e6r hava koyrt. Onkrar koma afturat. Kerjarenning og Mannf\u00f3lkarenning hj\u00e1 Hvirluni eru komnar fyri at vera. Su\u00f0uroy 25K dettur burtur, men har hugsa tey um a\u00f0arar m\u00f8guleikar. T\u00f3rshavn Marathon ver\u00f0ur flutt til juni, og Fr\u00e6lsi hevur longu \u00e6tlanir um at fyriskipa \u00bdmaratonkapping millum G\u00e1sadals og Sandav\u00e1g.<\/p>\n<p>Annars er kappingarkalendarin \u00e1 tremur. Hetta er sj\u00e1lvandi at fegnast um. Gott nokk er fr\u00e6slur \u00edtr\u00f3ttur \u00ed st\u00f3rum v\u00f8kstri, men um vit fara at lata okkara tilt\u00f8k kappast m\u00f3ti hv\u00f8rjum \u00f8\u00f0rum, grava vit okkara egnu gr\u00f8v. T\u00ed er umr\u00e1\u00f0andi, at ta\u00f0 er F\u00edF, sum samskipar kalendaran. Sum sagt er ta\u00f0 bert positivt, at hetta er blivi\u00f0 eitt trupult putlisp\u00e6l. Men F\u00cdF\u00a0 m\u00e1 vera vi\u00f0 til at leggja ta\u00f0.<\/p>\n<p>&nbsp;<\/p>\n<p>Ein tann st\u00f8rsta hendingin hetta seinasta \u00e1ri\u00f0, var so avgj\u00f8rt HM \u00ed \u00bd maraton. F\u00cdF fekk \u00ed tveimum umf\u00f8rum heili 150 startnummur at selja v\u00ed\u00f0ari. Hetta var \u00ed november \u00ed 2012, og beinanvegin v\u00f3ru \u00f8ll seld. Harafturat hava a\u00f0rir f\u00f8royingar keypt startnummar \u00e1 netinum og f\u00f8royingar b\u00fastaddir \u00ed Danmark hava eisini keypt gj\u00f8gnum s\u00edni donsku fel\u00f8g. Alt \u00ed alt hava vit funni\u00f0 184 f\u00f8royskar rennarar \u00e1 \u00farslitalistanum.<\/p>\n<p>Hetta hevur fylt n\u00f3gv allan vetur. Felagsvenjingarnar hava ongant\u00ed\u00f0 fyrr havt so st\u00f3ra undirt\u00f8ku, og pr\u00e1ti\u00f0 hevur gingi\u00f0. \u00c1 sj\u00e1lvum kappingardegnum 29. Mars, skein s\u00f3lin og bert eitt fleyr \u00ed luftini. Hetta gj\u00f8rdist eitt gott og minniligt renniupplivilsi fyri allar f\u00f8royingarnar, sum s\u00f3ust st\u00f3rsm\u00edlandi allasta\u00f0ni. <b><\/b><\/p>\n<p>&nbsp;<\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Mikukv\u00f8ldi\u00f0 20. apr\u00edl var \u00e1rsa\u00f0alfundur F\u00cdF&#8217;s hildin \u00ed fundarsalinum \u00ed \u00cdSF-h\u00fasinum. Uppm\u00f8tingin var av t\u00ed besta. Fr\u00e1 n\u00e6r og fjar stevndi f\u00f3lk til fundar. Hetta mi\u00f0vikukv\u00f8ldi\u00f0 komu f\u00f3lk \u00far Nor\u00f0oyggjum, \u00far Eysturoynni, \u00far Su\u00f0uroynni og V\u00e1goynni, og \u00e1 fyrsta sinni v\u00f3ru \u00f8ll fel\u00f8gini undir F\u00cdF umbo\u00f0a\u00f0 \u00e1 a\u00f0alfundinum. Hetta fegnast vit sj\u00e1lvandi um, og eisini [&hellip;]<\/p>\n","protected":false},"author":4,"featured_media":7312,"comment_status":"closed","ping_status":"","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"ngg_post_thumbnail":0,"_jetpack_newsletter_access":"","_jetpack_dont_email_post_to_subs":false,"_jetpack_newsletter_tier_id":0,"_jetpack_memberships_contains_paywalled_content":false,"_jetpack_feature_clip_id":0,"_jetpack_memberships_contains_paid_content":false,"footnotes":"","jetpack_publicize_message":"","jetpack_publicize_feature_enabled":true,"jetpack_social_post_already_shared":true,"jetpack_social_options":{"image_generator_settings":{"template":"highway","default_image_id":0,"font":"","enabled":false},"version":2},"jetpack_post_was_ever_published":false},"categories":[50],"tags":[],"class_list":["post-7311","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-fif-arkiv"],"jetpack_publicize_connections":[],"jetpack_sharing_enabled":true,"jetpack_featured_media_url":"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2014\/05\/A\u00f0alfundur-2014.jpg","_links":{"self":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/7311","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/users\/4"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcomments&post=7311"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/7311\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":10977,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/7311\/revisions\/10977"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/media\/7312"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fmedia&parent=7311"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcategories&post=7311"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Ftags&post=7311"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}