{"id":7422,"date":"2014-08-30T17:30:25","date_gmt":"2014-08-30T16:30:25","guid":{"rendered":"https:\/\/www.athletics.fo\/?p=7422"},"modified":"2026-10-29T10:57:40","modified_gmt":"2026-10-29T10:57:40","slug":"fm-ung-samandrattur","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/www.athletics.fo\/?p=7422","title":{"rendered":"FM Ung &#8211; samandr\u00e1ttur"},"content":{"rendered":"<p><em>Skriva\u00f0: Hallur Holm<\/em><br \/>\nUm vikuskifti\u00f0 var\u00f0 FM-U fyriskipa\u00f0 \u00e1 T\u00f3rsbreyt. Ve\u00f0url\u00edkindini v\u00f3ru av teimum heilt g\u00f3\u00f0u, men kortini fingu spurtararnir enn einafer\u00f0 vindin \u00edm\u00f3ti leygardagin. Sunnudagin vendi hann, men n\u00fa var vindurin so n\u00f3gvur, at ongar t\u00ed\u00f0ir kundu g\u00f3\u00f0kennast sum met. Men ta\u00f0 var turt og s\u00f3lin s\u00e1 mest sum allan sunnudagin. Hetta s\u00e1st eisini aftur \u00e1 \u00e1sko\u00f0arafj\u00f8ldini, sum sj\u00e1ldan &#8211; um nakrant\u00ed\u00f0 &#8211; er s\u00e6dd st\u00f8rri \u00e1 T\u00f3rsbreyt.<\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"\" src=\"http:\/\/www.hvirlan.fo\/wp-content\/gallery\/20140824_fmu_2dagur\/IMG_4951.jpg\" alt=\"\" width=\"659\" height=\"439\" \/><br \/>\n<em>Ta\u00f0 er vi\u00f0 at ver\u00f0a traditi\u00f3n, at annar kappingardagur byrjar vi\u00f0 skr\u00fa\u00f0gongu<\/em><\/p>\n<p>\u00d8ll \u00farslitini s\u00edggjast \u00e1 hesi sl\u00f3\u00f0ini:\u00a0<a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2014\/08\/%C3%9Arslit-FM-Ung-2014.pdf\">\u00darslit FM Ung 2014<\/a><\/p>\n<p><strong>Vibeka \u00ed serflokki<br \/>\n<\/strong>\u00cd kappingunum hj\u00e1 gentum 8-9 \u00e1r var ta\u00f0 Treysti, sum f\u00f3r avsta\u00f0 vi\u00f0 \u00f8llum gullhei\u00f0ursmerkjunum. Ta\u00f0 var tann h\u00f3ast unga aldurin roynda Vibeka Sivertsen, sum vann 60 m, 400 m, longdarlop og k\u00faluvarp. \u00cd b\u00f3ltkasti bleiv ta\u00f0 til bronsu, men her kom li\u00f0felagin henni til hj\u00e1lpar, og var ta\u00f0 Miriam H\u00e1vars\u00e1, sum f\u00f3r avsta\u00f0 vi\u00f0 t\u00ed sigrinum. Bragdargenturnar Ida Chukwudi og Amanda W. Fr\u00ed\u00f0mundsd\u00f3ttir saman vi\u00f0 Hvirlugentuni Emiliu Soll, st\u00f3\u00f0u seg eisini sera v\u00e6l, og vunnu flestu av hinum hei\u00f0ursmerkjunum.<\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"\" src=\"http:\/\/www.hvirlan.fo\/wp-content\/gallery\/20140824_fmu_1_dagur\/IMG_2536.jpg\" alt=\"\" width=\"659\" height=\"439\" \/><br \/>\n<em>Ida Chukwudi, Vibeka Sivertsen og Amanda W. Fr\u00ed\u00f0mundsd\u00f3ttir<\/em><\/p>\n<p><strong>Bragdi\u00f0 reint bor\u00f0<br \/>\n<\/strong>Hj\u00e1 dreingjum 8-9 \u00e1r f\u00f3r Bragdi\u00f0 avsta\u00f0 vi\u00f0 \u00f8llum somlum hei\u00f0ursmerkjunum. Og einki l\u00f8gi\u00f0 \u00ed t\u00ed. T\u00ed umframt Bragdardreingirnar var bert \u00cdsak Brisenfelt \u00far Hvirluni vi\u00f0 \u00ed kappingunum. Hann er n\u00fdggjur \u00ed kappingarh\u00f8pi og hevur eitt \u00e1r eftir \u00ed hesum aldursb\u00f3lkinum. Sum v\u00e6nta\u00f0 var ta\u00f0 J\u00f3nas Isaksen, sum vann 60 m og 400 m. Harafturat vann hann longdarlopi\u00f0. \u00cd kastikappingunum var ta\u00f0 Eiri J. Glerfoss, sum vann k\u00faluvarp og Egil Mitt\u00fan sum vann b\u00f3ltkast. Hesir tr\u00edggir b\u00fdttu \u00f8ll hei\u00f0ursmerkini millum s\u00edn.<\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"\" src=\"http:\/\/www.hvirlan.fo\/wp-content\/gallery\/20140824_fmu_2dagur\/IMG_5069.jpg\" alt=\"\" width=\"679\" height=\"452\" \/><br \/>\n<em>J\u00f3nas Isaksen, Eiri J. Glerfoss og Egil Mitt\u00fan<\/em><\/p>\n<p><strong>Tv\u00edbur\u00f0ar einar\u00e1\u00f0andi<br \/>\n<\/strong>1\/100 sekund \u00e1 60 metrum. 28\/100 sekund \u00e1 300 m og 1 sentimetur \u00ed longdarlopi. So t\u00f8tt var kappingin millum tv\u00edbur\u00f0arnar Herv\u00f8r og Elin Niclasen \u00far Bragdinum. Av 12 gull- og silvurhei\u00f0ursmerkjum f\u00f3ru systrarnar avsta\u00f0 vi\u00f0 teimum 10! \u00cd \u00f8llum teimum fimm kappingunum, var ta\u00f0 bert B\u00f8rka Berg J\u00f8rgensen, sum vann \u00e1 a\u00f0rari teirra, t\u00e1 hon \u00ed k\u00faluvarpi vi\u00f0 7 sentimetrum sn\u00edkti seg framvi\u00f0 Herv\u00f8r og vann silvur. B\u00e1ra J. Glerfoss, Astrid Breckmann og Natasja Anjud\u00f3ttir vunnu hini hei\u00f0ursmerkini.<\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"\" src=\"http:\/\/www.hvirlan.fo\/wp-content\/gallery\/20140824_fmu_2dagur\/IMG_5739.jpg\" alt=\"\" width=\"708\" height=\"472\" \/><br \/>\n<em>Elin Niclasen, Herv\u00f8r Niclasen og Astrid Breckmann<\/em><\/p>\n<p><b>Hans Erland og Samuel skj\u00f3tastir<br \/>\n<\/b>H\u00f3ast Hans Erland Thomsen er l\u00e1ur \u00e1 v\u00f8kstri, er hann millum allarskj\u00f3tastu dreingirnar \u00ed aldursflokkinum 10-11 \u00e1r. \u00d3vanliga kviku fetini leggja upp fyri stuttu beinunum, og eingin kundi gera naka\u00f0 vi\u00f0 Hans Erland \u00e1 300 m og 600 m, t\u00ed umframt s\u00edn kvikleika, hevur Hans Erland eisini sera g\u00f3\u00f0a orku. Eisini \u00ed longdarlopi bleiv ta\u00f0 til gull. \u00c1 60 metrum \u00a0gj\u00f8rdist t\u00f3 einki vi\u00f0 langlima\u00f0a og evnar\u00edka Samuel Chukwudi, sum umframt gull \u00e1 60 m vann tr\u00fd onnur hei\u00f0ursmerki. \u00cd kastikappingum fingu vit heilt a\u00f0rar vinnarar. N\u00fdtt navn \u00ed kappingarh\u00f8pi er Bjartur Brisenfeldt \u00far Hvirluni, og hann gj\u00f8rdi ikki m\u00e6tari enn at stoyta k\u00faluna 8,06 m \u00ed fyrstu royndini. Og so langt kl\u00e1ra\u00f0i eingin av hinum at stoyta. \u00cd b\u00f3ltkasti eydna\u00f0ist J\u00f3gvani K. Gullfos \u00far Bragdinum \u00ed seinasta kasti at taka seg fr\u00e1 tri\u00f0ja til fyrsta pl\u00e1ssi\u00f0 og harvi\u00f0 gull. Men eisini Mattias Nols\u00f8e Isaksen \u00far Hvirluni og Miso Buha \u00far Bragdinum st\u00f3\u00f0u seg v\u00e6l \u00ed kappingunum og vunnu fleiri hei\u00f0ursmerki.<\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"\" src=\"http:\/\/www.hvirlan.fo\/wp-content\/gallery\/20140824_fmu_1_dagur\/IMG_3370.jpg\" alt=\"\" width=\"734\" height=\"489\" \/><br \/>\n<em>Mattias Nols\u00f8e Isaksen, J\u00f3gvan K\u00e1rason Gullfoss og Samuel Chukwudi<\/em><\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"\" src=\"http:\/\/www.hvirlan.fo\/wp-content\/gallery\/20140824_fmu_1_dagur\/IMG_3603.jpg\" alt=\"\" width=\"723\" height=\"482\" \/><br \/>\n<em>Hans Erland Thomsen og Miso Buha<\/em><\/p>\n<p><strong>Treysti m\u00f3ti Elisabet<br \/>\n<\/strong>Treysti hevur havt n\u00f3gv sterk kort millum \u00e1r og dag. Eitt ta\u00f0 sterkasta, ja n\u00e6stan rygg\u00e1sin \u00ed felagnum, eru t\u00e6r sterku ungu genturnar fr\u00e1 2001 og 02. Flestu teirra hava \u00ed\u00f0ka\u00f0 \u00ed n\u00f3gv \u00e1r og eru sera royndar. Og ikki minni evnar\u00edkar. Men \u00ed Bragdinum hava tey eina, sum serliga til FM-U plagar at spilla teimum sp\u00e6li\u00f0. Og so var\u00f0 aftur \u00ed \u00e1r. Elisabet Holm Simonsen vann allar rennikappingarnar og b\u00e1\u00f0ar lopkappingarnar. \u00cd h\u00e6ddarlopi var t\u00f3 javnt \u00e1 fyrsta pl\u00e1ssi, so at Maria Biskopst\u00f8 eisini vann gull. Men aftur \u00ed \u00e1r fingu vit nakrar beinhar\u00f0ar tv\u00eddystir millum Oddv\u00f8r Josephsen og Elisabet, har hin seinna hv\u00f8rja fer\u00f0 var undan. Elisabet st\u00f3\u00f0 seg eisini v\u00e6l \u00ed spj\u00f3tkasti, har hon vann silvur. Men her var einki at gera m\u00f3ti kr\u00fatsterku \u00d3luvu A. Joensen, sum v\u00e6l og vir\u00f0iliga sigra\u00f0i \u00ed b\u00e6\u00f0i k\u00faluvarpi og spj\u00f3tkasti. Maria Biskopst\u00f8, Oddv\u00f8r Josephsen og Birgit Ryan vunnu fleiri hei\u00f0ursmerki. \u00cd Lydiu Simonsen s\u00e6r \u00fat til at Hvirlan hevur funni\u00f0 ein g\u00f3\u00f0an kastara. Hon l\u00e1 leingi til at vinna bronsu \u00ed k\u00faluvarpi, men m\u00e1tti at enda taka til takkar vi\u00f0 5. pl\u00e1ssi\u00f0, men \u00ed spj\u00f3tkastinum kom bronsan t\u00f3 trygt til h\u00f8ldar. Eisini Teresa Bl\u00e1hamar var millum hei\u00f0ursmerkjavinnararnar \u00ed hesum aldursb\u00f3lkinum.<\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"\" src=\"http:\/\/www.hvirlan.fo\/wp-content\/gallery\/20140824_fmu_2dagur\/IMG_5181.jpg\" alt=\"\" width=\"740\" height=\"493\" \/><br \/>\n<em>Oddv\u00f8r Josehpsen, Elisabet Holm Simonsen, og Maria Biskopst\u00f8<\/em><\/p>\n<p><strong>5 ymiskir gullvinnarar<br \/>\n<\/strong>Kappingarnar hj\u00e1 dreingjum 12-13 \u00e1r v\u00f3ru sera javnar og spennandi. Kviki evnar\u00edki Andreas B. Antoft \u00far Bragdinum var stinnastur \u00e1 80 m. Men B\u00e1r\u00f0ur J\u00f3hansson \u00far Hvirluni gav honum g\u00f3\u00f0a kapping. At B\u00e1r\u00f0ur er styrkna\u00f0ur n\u00f3gv seinastu t\u00ed\u00f0ina, s\u00e1st eisini aftur \u00ed kastigreinunum, har hann vann silvur \u00ed k\u00faluvarpi og vi\u00f0 28 m \u00ed spj\u00f3tkasti gj\u00f8rdist gullvinnari. Eisini Hans Sivertsen \u00far Treysti hevur tiki\u00f0 seg n\u00f3gv fram \u00ed v\u00e1r og summar, og hev\u00f0i eina fr\u00e1l\u00edka FM-kapping vi\u00f0 f\u00fdra hei\u00f0ursmerkjum, har \u00edmillum gull \u00ed k\u00faluvarpi. Hans Petur W. Fr\u00ed\u00f0mundsson var v\u00e6l vi\u00f0 \u00ed flestu kappingunum, og vann hei\u00f0ursmerki \u00ed b\u00e6\u00f0i spurti, mi\u00f0teini, lopi og kasti. \u00cd einari sera javnari og spennandi kapping vann hann gull \u00e1 300 m. \u00cd mi\u00f0teinarenningini hevur Pauli H\u00f8j sta\u00f0i\u00f0 r\u00e6ttiliga stinnur \u00ed \u00e1r, og so var aftur \u00e1 600 m til FM, har eingin megna\u00f0i at fylgja honum. J\u00fa gullmerkini blivu v\u00e6l b\u00fdtt \u00ed hesum b\u00f3lkinum, men umframt sigurin \u00e1 80 metrum, vann Andreas B. Antoft b\u00e6\u00f0i longdarlop og k\u00faluvarp, solei\u00f0is at hann gj\u00f8rdist st\u00f8rsti sigursharrin \u00ed b\u00f3lkinum vi\u00f0 trimum FM-heitum. Hesir fimm gullvinnararnir t\u00f3ku s\u00e6r av \u00f8llum hinum hei\u00f0ursmerkjunum eisini, uttan silvur \u00ed longdarlopi og bronsu \u00ed h\u00e6ddarlopi, sum Elias Thorsteinsson t\u00f3k s\u00e6r av.<\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"\" src=\"http:\/\/www.hvirlan.fo\/wp-content\/gallery\/20140824_fmu_2dagur\/IMG_5220.jpg\" alt=\"\" width=\"758\" height=\"505\" \/><br \/>\n<em>B\u00e1r\u00f0ur J\u00f3hansson, Andreas Bjarnastein Antoft og Hans Petur Weihe Fr\u00ed\u00f0mundsson<\/em><\/p>\n<p><strong>Margit vi\u00f0 fantomt\u00ed\u00f0<br \/>\n<\/strong>Ta\u00f0 var n\u00f3gvur undanvindur sunnudagin, t\u00e1 spurtfinalurnar v\u00f3ru. Men okkurt bendir \u00e1, at ta\u00f0 ikki bara var vindurin, sum fekk Margit W. Fr\u00ed\u00f0mundsd\u00f3ttir at renna n\u00f3gv skj\u00f3tastu el-t\u00ed\u00f0 nakrant\u00ed\u00f0 m\u00e1ta\u00f0 av f\u00f8royskari kvinnu. 13,38 sekund hev\u00f0i komi\u00f0 at sta\u00f0i\u00f0 sum f\u00f8royskt met, var ta\u00f0 ikki fyri teimum +4,7 m\/s. At hon var \u00bd sekund undan n\u00e6rmastu kappingarneytunum kundi t\u00fdtt upp\u00e1, at vit kunnu v\u00e6nta skj\u00f3tar t\u00ed\u00f0ir fr\u00e1 Margit \u00ed n\u00e6stum. Margit vann eisini longdarlop og fekk hei\u00f0ursmerki \u00ed b\u00e6\u00f0i h\u00e6ddarlopi og k\u00faluvarpi. Kastigreinunum t\u00f3k Hvirlan s\u00e6r av. K\u00faluvarpskappingina vann Bj\u00f8rk Sigur\u00f0sd\u00f3ttir Lamhauge \u00ed st\u00f3rum st\u00edli, me\u00f0an Tinna Berg J\u00f8rgensen v\u00edsti, at hon ikki bara er ein grovur spurtari, men eisini er stinn vi\u00f0 klingruni. Hon vann klingrukasti\u00f0 meira enn 5 metrar frammanfyri nr. 2. Flestu FM-heitini var ta\u00f0 kortini Katarina H\u00f8j, sum vann. \u00c1 800 var hon einar\u00e1\u00f0andi, \u00e1 300 m fekk hon har\u00f0a kapping fr\u00e1 Margit, me\u00f0an hon \u00ed h\u00e6ddarlopi kom uppum \u00ed fyrstu royndini hv\u00f8rja fer\u00f0, til hon gavst eftir sigurin \u00e1 140 cm. Karin Holm Simonsen, Gu\u00f0ri\u00f0 K. Petersen, Elin Kristina Ryan og Rebecka Monja J\u00f8rgensen vunnu eisini hei\u00f0ursmerki.<\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"\" src=\"http:\/\/www.hvirlan.fo\/wp-content\/gallery\/20140824_fmu_1_dagur\/IMG_3304.jpg\" alt=\"\" width=\"737\" height=\"491\" \/><br \/>\n<em>Tinna Berg J\u00f8rgensen, Margit Weihe Fr\u00ed\u00f0mundsd\u00f3ttir, og Katarina H\u00f8j<\/em><\/p>\n<p><strong>N\u00edggju fer\u00f0ir Niklas<br \/>\n<\/strong>9 x gull \u00ed n\u00edggju kappingum. Hetta gj\u00f8rdist fram\u00far g\u00f3\u00f0a \u00fart\u00f8kan hj\u00e1 Niklasi Kruse til hetta FM! Ta\u00f0 var bara \u00ed k\u00faluvarpi, at sigurin gj\u00f8rdist tepur. Annars var talan um grei\u00f0ar sigrar vi\u00f0 sterkum \u00farslitum. M.a. vann hann h\u00e6ddarlop og setti b\u00f3lkamet vi\u00f0 168 cm, sum svarar til eitt fj\u00f3r\u00f0apl\u00e1ss \u00e1 danska styrkilistanum. Millum tey n\u00edggju gullmerkini v\u00f3r\u00f0u tvey vunnin \u00ed bo\u00f0renning. Ikki t\u00ed. N\u00f3gvir a\u00f0rir g\u00f3\u00f0ir \u00ed\u00f0karar v\u00f3ru eisini vi\u00f0 \u00ed kappingunum, og Steint\u00f3r Egholm, D\u00e1njal Dahl Lj\u00f3sheim, D\u00e1vi\u00f0 Hentze, R\u00fani Skar\u00f0hamar og Gunnar Sivertsen m\u00e1ttu str\u00ed\u00f0ast ein har\u00f0an kamp fyri at sleppa \u00e1 pallin saman vi\u00f0 Niklasi.<\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"\" src=\"http:\/\/www.hvirlan.fo\/wp-content\/gallery\/20140824_fmu_2dagur\/IMG_5823.jpg\" alt=\"\" width=\"719\" height=\"479\" \/><br \/>\n<em>Gunnar Sivertsen, Niklas Kruse, og D\u00e1vid Hentze<\/em><\/p>\n<p><strong>F\u00e1ar men kn\u00e1ar<br \/>\n<\/strong>Bert f\u00fdra gentur kappa\u00f0ust \u00ed b\u00f3lkinum 16-17 \u00e1r, og her var eingin kapping \u00e1 400 m og 800 m. Men fyri ta\u00f0 um t\u00e6r v\u00f3ru f\u00e1ar, fingu vit kortini n\u00f8kur avbera g\u00f3\u00f0 \u00farslit. 100 m finalan gav h\u00f3ast l\u00edtlan m\u00f3tvind gull og pers\u00f3nligt met til Hildur Poulsen, sum rann 13,80 sekund. Her megna\u00f0 Alda Sigur\u00f0sd\u00f3ttir Lamhauge at spurta seg til eitt A-krav og silvur vi\u00f0 13,94 sek. Og \u00e1 tri\u00f0ja pl\u00e1ssi fekk Edna Maria Debes v\u00edst, at hon er vi\u00f0 at vera komin upp\u00e1 pl\u00e1ss eftir eitt \u00e1r uttan fr\u00e6lsan \u00edtr\u00f3tt. Hon rann 14.00 sek. Edna Maria vann eisini gull \u00ed h\u00e6ddarlopi. Annars var ta\u00f0 Marita K. Petersen, sum t\u00f3k s\u00e6r av \u00f8llum hinum gullmerkjunum. Serliga spj\u00f3tkasti\u00f0 hj\u00e1 Maritu var gott hendan dagin. Fyri fyrstu fer\u00f0, og ennt\u00e1 tv\u00e6r fer\u00f0ir, kom Marita \u00fat um 35 metrar. Gott nokk vi\u00f0 500 gr. spj\u00f3tinum, men ta\u00f0 er sera n\u00f3gv, sum bendir \u00e1, at Marita fer at kn\u00f3gva oyl-kravi\u00f0, sum er 35 m vi\u00f0 600 gr. spj\u00f3tinum. Her hevur hon veri\u00f0 omanfyri 34 metrar.<\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"\" src=\"http:\/\/www.hvirlan.fo\/wp-content\/gallery\/20140824_fmu_1_dagur\/IMG_2668.jpg\" alt=\"\" width=\"741\" height=\"494\" \/><br \/>\n<em>Edna Maria Debes, Marita K. Petersen og Hildur Poulsen<\/em><\/p>\n<p><strong>J\u00e1kup Dahl Lj\u00f3sheim toppskorari<br \/>\n<\/strong>Vi\u00f0 trimum gull-, trimum silvur-, og tveimum bronsumerkjum gj\u00f8rdist J\u00e1kup Dahl Lj\u00f3sheim \u00far Hvirluni st\u00f8rsti sigursharrin hj\u00e1 dreingjum 16-17 \u00e1r. Hann van longdarlop, h\u00e6ddarlop og k\u00faluvarpskappingina. Teitur Bjarnastein vann eisini tr\u00fd gullmerki vi\u00f0 at vinna 100 m, 400 m, og 800 m. Steingr\u00edmur Hallsson vann spj\u00f3tkast og ein h\u00e1lvskaddur T\u00f3rur Mortensen vann klingrukast. R\u00f3gvi Johansen var eisini millum hei\u00f0ursmerkjavinnararnar.<\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"\" src=\"http:\/\/www.hvirlan.fo\/wp-content\/gallery\/20140824_fmu_2dagur\/IMG_7207.jpg\" alt=\"\" width=\"752\" height=\"501\" \/><br \/>\n<em>Steingr\u00edmur Hallsson, Teitur Bjarnastein og J\u00e1kup Dahl Lj\u00f3sheim (og \u00d3dn)<\/em><\/p>\n<p>&nbsp;<\/p>\n<p><strong>Bj\u00f8rk p\u00fara einsam\u00f8ll<br \/>\n<\/strong>Bj\u00f8rk Reynagar\u00f0 Svabo var einasti luttakari hj\u00e1 gentum 18-19 \u00e1r. Hon kappa\u00f0ist \u00ed k\u00faluvarpi og klingrukasti. \u00cd klingrukasti gj\u00f8rdist ta\u00f0 til n\u00fdtt b\u00f3lkamet.<\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"\" src=\"http:\/\/www.hvirlan.fo\/wp-content\/gallery\/20140824_fmu_1_dagur\/IMG_3938.jpg\" alt=\"\" width=\"572\" height=\"858\" \/><br \/>\n<em>Bj\u00f8rk Reynagar\u00f0 Svabo<\/em><\/p>\n<p><strong>Sjey luttakarar &#8211; fimm vinnarar<br \/>\n<\/strong>Eins og \u00ed kappingini hj\u00e1 dreingjum 12-13 \u00e1r, fingu vit fimm ymiskar vinnarar hj\u00e1 dreingjum 18-19 \u00e1r. Og her var javnt h\u00f8gt st\u00f8\u00f0i \u00ed flestu greinum. Hanus Bergsson og Hallur Simonsen \u00far Hvirluni borga alt\u00ed\u00f0 fyri kvaliteti. Hanus \u00ed spj\u00f3tkasti og Hallur \u00ed klingrukasti og k\u00faluvarpi. Hesar kappingarnar vunnu teir eisini greitt. Hanus vann eisini longdarlop. Eingar Gregersen vann b\u00e1\u00f0ar kappingarnar hann lutt\u00f3k og b\u00e6\u00f0i \u00e1 400 m og 800 m gj\u00f8rdist talan um g\u00f3\u00f0ar t\u00ed\u00f0ir. H\u00f3ast sera v\u00e1naligan start \u00e1 100 metrum, eydna\u00f0ist Tummas Napoleon Arge kortini at renna set til FM-heiti\u00f0 \u00e1 100 m. Og h\u00f3ast l\u00edtlan m\u00f3tvind gj\u00f8rdist t\u00ed\u00f0in so g\u00f3\u00f0 sum 11,92 sek. \u00cd h\u00e6ddarlopi var ta\u00f0 D\u00e1njal J\u00e1kup Niclasen, sum st\u00f3\u00f0 sum sigursharri vi\u00f0 165 cm. Hinir hei\u00f0urmerkjavinnararnir v\u00f3ru Regin Joensen og Hans Hj\u00f8rleivur Magnussen.<\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"\" src=\"http:\/\/www.hvirlan.fo\/wp-content\/gallery\/20140824_fmu_1_dagur\/IMG_3046.jpg\" alt=\"\" width=\"708\" height=\"472\" \/><br \/>\n<em>Tr\u00edggjar kemur: Hanus Bergsson, Hallur Simonsen og Hans Hj\u00f8rleivur Magnussen<\/em><\/p>\n<p><strong>Bo\u00f0renningar<\/strong><br \/>\nB\u00e1\u00f0ir kappingardagarnir enda\u00f0u vi\u00f0 bo\u00f0renning. Fyrra dagin vi\u00f0 4&#215;100 m og seinna dagin 4&#215;200 mix og 1.000 m. Vit fingur nakrar spennandi kappingar, men t\u00e1 saman um kom, hev\u00f0i Bragdi\u00f0 vunni\u00f0 11 av teimum 12 bo\u00f0renningunum og Hvirlan eina. Ikki t\u00ed. Hvirlan og Treysti kundu vunni\u00f0 onkrar kappingar afturat, men skeiv skifti serliga hj\u00e1 Hvirluni, kom at kosta teimum d\u00fdrt.<\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"\" src=\"http:\/\/www.hvirlan.fo\/wp-content\/gallery\/20140824_fmu_2dagur\/IMG_9010.jpg\" alt=\"\" width=\"722\" height=\"481\" \/><br \/>\n<em>1.000 m bo\u00f0renning gj\u00f8rdist sera spennandi.<\/em><\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"\" src=\"http:\/\/www.hvirlan.fo\/wp-content\/gallery\/20140824_fmu_1_dagur\/IMG_4792.jpg\" alt=\"\" width=\"717\" height=\"478\" \/><br \/>\n<em>Eftir 4&#215;100 m hj\u00e1 gentum 12-13 \u00e1r<\/em><\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"\" src=\"http:\/\/www.hvirlan.fo\/wp-content\/gallery\/20140824_fmu_1_dagur\/IMG_2903.jpg\" alt=\"\" width=\"737\" height=\"491\" \/><br \/>\n<em>Takk til Hvirluna (Bj\u00f8rg) fyri l\u00e1n av myndum. Vit gle\u00f0a okkum longu til FM-Ung n\u00e6sta \u00e1r<\/em><\/p>\n<p>\u00d8ll \u00farslitini s\u00edggjast \u00e1 hesi sl\u00f3\u00f0ini:\u00a0<a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2014\/08\/%C3%9Arslit-FM-Ung-2014.pdf\">\u00darslit FM Ung 2014<\/a><\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Skriva\u00f0: Hallur Holm Um vikuskifti\u00f0 var\u00f0 FM-U fyriskipa\u00f0 \u00e1 T\u00f3rsbreyt. Ve\u00f0url\u00edkindini v\u00f3ru av teimum heilt g\u00f3\u00f0u, men kortini fingu spurtararnir enn einafer\u00f0 vindin \u00edm\u00f3ti leygardagin. Sunnudagin vendi hann, men n\u00fa var vindurin so n\u00f3gvur, at ongar t\u00ed\u00f0ir kundu g\u00f3\u00f0kennast sum met. Men ta\u00f0 var turt og s\u00f3lin s\u00e1 mest sum allan sunnudagin. Hetta s\u00e1st eisini [&hellip;]<\/p>\n","protected":false},"author":8,"featured_media":0,"comment_status":"closed","ping_status":"","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"ngg_post_thumbnail":0,"_jetpack_newsletter_access":"","_jetpack_dont_email_post_to_subs":false,"_jetpack_newsletter_tier_id":0,"_jetpack_memberships_contains_paywalled_content":false,"_jetpack_feature_clip_id":0,"_jetpack_memberships_contains_paid_content":false,"footnotes":"","jetpack_publicize_message":"","jetpack_publicize_feature_enabled":true,"jetpack_social_post_already_shared":true,"jetpack_social_options":{"image_generator_settings":{"template":"highway","default_image_id":0,"font":"","enabled":false},"version":2},"jetpack_post_was_ever_published":false},"categories":[50],"tags":[],"class_list":["post-7422","post","type-post","status-publish","format-standard","hentry","category-fif-arkiv"],"jetpack_publicize_connections":[],"jetpack_sharing_enabled":true,"jetpack_featured_media_url":"","_links":{"self":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/7422","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/users\/8"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcomments&post=7422"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/7422\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":11025,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/7422\/revisions\/11025"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fmedia&parent=7422"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcategories&post=7422"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Ftags&post=7422"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}