{"id":7428,"date":"2014-09-09T22:39:06","date_gmt":"2014-09-09T21:39:06","guid":{"rendered":"https:\/\/www.athletics.fo\/?p=7428"},"modified":"2026-10-29T10:57:40","modified_gmt":"2026-10-29T10:57:40","slug":"foroysk-fljod-fremstar-a-flatlondum","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/www.athletics.fo\/?p=7428","title":{"rendered":"F\u00f8roysk flj\u00f3\u00f0 fremst \u00e1 Flatlondum"},"content":{"rendered":"<p>\u00cd 90&#8217;unum \u00e1ttu F\u00f8royar fleiri sterkar mannligar rennarar, sum st\u00f3\u00f0u seg v\u00e6l \u00ed sterku kappingunum \u00e1 oyggjaleikunum. Seinnu \u00e1rini hevur ta\u00f0 bert veri\u00f0 Marnar Djurhuus, sum hevur havt st\u00f8\u00f0i at bj\u00f3\u00f0a av \u00e1 longru teinunum. Hinvegin eiga vit fleiri sterkar kvinnur, sum ennt\u00e1 eru \u00ed absolutta toppinum, t\u00e1 um oyggjaleikir r\u00e6\u00f0ur. Og fleiri teirra eru \u00ed g\u00f3\u00f0um formi og hetta farna vikuskifti\u00f0 v\u00f3ru heilar tr\u00edggjar f\u00f8royskar kvinnur, sum veruliga gj\u00f8rdu vart vi\u00f0 seg. B\u00e6\u00f0i \u00ed Danmark og longur burturi.<\/p>\n<p>N\u00fdggjasta f\u00f8royska stj\u00f8rnuskoti\u00f0 er ikki longur Valborg Heinesen. Seinasta h\u00e1lva \u00e1ri\u00f0 er enn eitt sterkt kvinnunavn komi\u00f0 fram. Ta\u00f0 er 33 \u00e1ra gamli leirv\u00edkingurin Marna Egholm, sum lesur \u00ed Keypmannahavn og rennur fyri Sparta. Sunnudagin var hon t\u00f3 farin allan vegin til Aalborg, har Fjordmarathon var\u00f0 fyriskipa\u00f0 s\u00e6tta \u00e1ri\u00f0 \u00e1 ra\u00f0.<\/p>\n<p>F\u00fdra ymiskir teinar eru \u00ed hesi kappingini, sum ver\u00f0ur runnin kring Limfj\u00f8r\u00f0in. Teir yvir 2.000 rennararnir kundu velja millum 1\/8, 1\/4, \u00bd , ella heilt maraton. Marna, sum fyrireikar seg til Berlin Marathon 28. september var millum teir 878 \u00bd maratonrennararnar. Ta\u00f0 v\u00edsti seg skj\u00f3tt, at hon var n\u00f3gv tann sterkasta kvinnan, og hon kom at renna einsam\u00f8ll st\u00f3ran part av teininum.<\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" src=\"https:\/\/fbcdn-sphotos-h-a.akamaihd.net\/hphotos-ak-xpa1\/v\/t34.0-12\/10659334_10205255105840923_5969853521461207587_n.jpg?oh=6386fba970b76d90759189ded965d086&amp;oe=54121C3E&amp;__gda__=1410458637_ba27a1a14f774f3cd415a63b161d1462\" alt=\"\" width=\"485\" height=\"728\" \/><br \/>\n<em>Marna Egholm er enn ein f\u00f8roysk super-kvinna!<\/em><\/p>\n<p>Marna megna\u00f0i at halda so javnt g\u00f3\u00f0a fer\u00f0 allan vegin, at t\u00e1 hon kom \u00e1 m\u00e1l, hev\u00f0i hon betra\u00f0 rutumeti\u00f0 \u00e1 DAF-g\u00f3\u00f0kenda teininum vi\u00f0 h\u00e1lvum \u00f8\u00f0rum minutti. T\u00ed\u00f0in hj\u00e1 Marnu gj\u00f8rdist 1.23.25 t\u00edmi og hev\u00f0i veri\u00f0 f\u00f8royskt met so seint sum \u00ed mars \u00ed \u00e1r. Hendan t\u00ed\u00f0in er enn betri enn hon s\u00e6r \u00fat til, t\u00ed runni\u00f0 var\u00f0 \u00e1 sera ymiskum undirlagi. Grasfl\u00f8tur, gr\u00fasg\u00f8tur, gj\u00f8gnum t\u00e6ttvaksi\u00f0 kjarr og hartil n\u00f3gvar sm\u00e1ar brekkur fram vi\u00f0 fj\u00f8runi. Alt hetta hevur uttan iva eti\u00f0 s\u00edn part av einari enn betri t\u00ed\u00f0. Sera spennandi ver\u00f0ur at s\u00edggja, hvat Marna megnar \u00ed Berlin.<\/p>\n<p>Eisini Borgarhj\u00f8rt Holm vann st\u00f3ra rennikapping \u00ed Danmark um vikuskifti\u00f0. Leygardagin var kvinnurenning \u00ed Bramming, og Borgarhj\u00f8rt var ein av 299 kvinnum, sum rann styttra teinin, 4,9 kilmetrar. 19,52 minuttir br\u00fakti Borgarhj\u00f8rt um teinin og aftur her var ta\u00f0 f\u00f8royingurin, sum smurdi hinar av, t\u00ed n\u00e6stan tveir minuttir v\u00f3ru til n\u00e6sta rennaran. Hetta er ikki fyrsta kapping Borgarhj\u00f8rt vinnur. N\u00e6stan hv\u00f8rja kapping \u00ed Su\u00f0urj\u00fatlandi endar hon onkusta\u00f0ni \u00e1 sigurspallinum, og \u00ed hennara aldursflokki +45 \u00e1r er so gott sum gull-garanti.<\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" src=\"https:\/\/fbcdn-sphotos-f-a.akamaihd.net\/hphotos-ak-xfa1\/v\/t1.0-9\/10670193_10204680530563722_8604712810208928934_n.jpg?oh=5e5baac9b40e90554ead50bd29959b1b&amp;oe=54A083F2&amp;__gda__=1418058015_4d7db5dc4e8ca568b71f5b0f44769c41\" alt=\"\" width=\"627\" height=\"470\" \/><br \/>\n<em>H\u00f3ast 48 \u00e1ra gomul heldur Borgarhj\u00f8rt Holm framvegis h\u00f8gt st\u00f8\u00f0i<\/em><\/p>\n<p>Tri\u00f0ja f\u00f8royska topp\u00farsliti\u00f0 hetta vikuskifti\u00f0 var ta\u00f0 besta av \u00f8llum, t\u00f3 ta\u00f0 ikki bar sigur vi\u00f0 s\u00e6r. Valborg Heinesen var sloppin at kappast vi\u00f0 um polska meistaraheiti\u00f0 \u00e1 \u00bd maraton. Hon hevur lisi\u00f0 \u00ed P\u00f3landi \u00ed sjey \u00e1r, og polski venjari hennara fekk tosa\u00f0 ta\u00f0 solei\u00f0is til r\u00e6ttis, at Valborg kundi kappast um polska meistaraheiti\u00f0. \u00a0Og hetta gj\u00f8rdi hon fram\u00farskarandi! \u00cd 27 hitastigum var hon bert f\u00e1 sekund at taka s\u00edtt egna f\u00f8royska met. \u00c6tanin var at taka ta\u00f0, men hitin spilti sp\u00e6li\u00f0. Kortini rann hon r\u00e6ttiliga javnt, og t\u00f3k seg alsamt fram, sum kappingin lei\u00f0. Vi\u00f0 t\u00ed\u00f0ini 1.21.37 t\u00edmar, rann hon seg fram til eitt flott 8. pl\u00e1ss \u00ed opnu kappingini og enn flottari 5. pl\u00e1ss \u00ed kappingini um polska meistaraheiti\u00f0.<\/p>\n<p>Eisini Valborg venur fram m\u00f3ti maraton. Hon ver\u00f0ur nevnliga eisini vi\u00f0 \u00ed kappingini um Danmarkarmeistaraheiti\u00f0 \u00ed maraton, t\u00e1 hon rennur H.C. Andersen Marathon \u00ed Odensen 28. september.<\/p>\n<p>&nbsp;<\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" src=\"https:\/\/scontent-a-mad.xx.fbcdn.net\/hphotos-xpa1\/v\/t1.0-9\/10653381_10152256809392413_5223208185139286073_n.jpg?oh=d18ab07f2c67fc8584f3ac36f334c8c6&amp;oe=5486D5BC\" alt=\"\" width=\"722\" height=\"478\" \/><br \/>\n<em>Valborg Heinesen (64) gj\u00f8rdist nummar fimm \u00ed kappingini um polska meistaraheiti\u00f0 \u00e1 \u00bd maraton<\/em><\/p>\n<p>F\u00cdF ynskir teimum trimum hjartaliga tillukku vi\u00f0 fr\u00e1l\u00edku \u00farslitunum!<\/p>\n<p>Sl\u00f3\u00f0 til \u00farslitini hj\u00e1 Marnu: http:\/\/www.fjordmarathon.com\/resultater\/<\/p>\n<p>Sl\u00f3\u00f0 til \u00farslitini hj\u00e1 Borgharhj\u00f8r: \u00a0https:\/\/app.events4u.dk\/event\/2014-storgaard-biler-toeseloeb\/results?category=RACE-4km<\/p>\n<p>Sl\u00f3\u00f0 til \u00farslitini hj\u00e1 Valborg: http:\/\/www.pila.halfmarathon.pl\/w2014\/2_OPEN_21km.pdf<\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>\u00cd 90&#8217;unum \u00e1ttu F\u00f8royar fleiri sterkar mannligar rennarar, sum st\u00f3\u00f0u seg v\u00e6l \u00ed sterku kappingunum \u00e1 oyggjaleikunum. Seinnu \u00e1rini hevur ta\u00f0 bert veri\u00f0 Marnar Djurhuus, sum hevur havt st\u00f8\u00f0i at bj\u00f3\u00f0a av \u00e1 longru teinunum. Hinvegin eiga vit fleiri sterkar kvinnur, sum ennt\u00e1 eru \u00ed absolutta toppinum, t\u00e1 um oyggjaleikir r\u00e6\u00f0ur. Og fleiri teirra eru [&hellip;]<\/p>\n","protected":false},"author":4,"featured_media":0,"comment_status":"closed","ping_status":"","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"ngg_post_thumbnail":0,"_jetpack_newsletter_access":"","_jetpack_dont_email_post_to_subs":false,"_jetpack_newsletter_tier_id":0,"_jetpack_memberships_contains_paywalled_content":false,"_jetpack_feature_clip_id":0,"_jetpack_memberships_contains_paid_content":false,"footnotes":"","jetpack_publicize_message":"","jetpack_publicize_feature_enabled":true,"jetpack_social_post_already_shared":true,"jetpack_social_options":{"image_generator_settings":{"template":"highway","default_image_id":0,"font":"","enabled":false},"version":2},"jetpack_post_was_ever_published":false},"categories":[50],"tags":[],"class_list":["post-7428","post","type-post","status-publish","format-standard","hentry","category-fif-arkiv"],"jetpack_publicize_connections":[],"jetpack_sharing_enabled":true,"jetpack_featured_media_url":"","_links":{"self":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/7428","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/users\/4"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcomments&post=7428"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/7428\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":11030,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/7428\/revisions\/11030"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fmedia&parent=7428"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcategories&post=7428"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Ftags&post=7428"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}