{"id":7444,"date":"2014-11-01T22:10:24","date_gmt":"2014-11-01T22:10:24","guid":{"rendered":"https:\/\/www.athletics.fo\/?p=7444"},"modified":"2026-10-29T10:57:40","modified_gmt":"2026-10-29T10:57:40","slug":"marna-egholm-nummar-tolv-i-donsku-vetrarkappingini","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/www.athletics.fo\/?p=7444","title":{"rendered":"Marna Egholm nummar t\u00f3lv \u00ed donsku vetrarkappingini"},"content":{"rendered":"<p>N\u00e6sta leygardag byrjar f\u00f8royska vetrarkappingin, men longu seinasta leygardag var\u00f0 danska vetrarkappingin skotin \u00ed gongd vi\u00f0 lendsirenning \u00ed Strib, n\u00e6rhendis Middelfart. \u00d8ll tann danska renni-elitan plagar at kappast \u00ed vetrarkappingini, og hesafer\u00f0 var kappingin eisini grundarlag fyri landsli\u00f0s\u00fatt\u00f8ku til NM \u00ed lendisrenning, sum ver\u00f0ur \u00ed Finlandi komandi leygardag.<\/p>\n<p>Fyri okkum f\u00f8royingar er danska vetrarkappingin sera \u00e1hugaverd, n\u00fa vit hava tveir so sterkar rennarar vi\u00f0. Fyri Valborg Heinesen og Marnu Egholm var hetta eisini ein m\u00f8guleiki at renna seg til eitt so miki\u00f0 gott \u00farslit, at \u00fatt\u00f8ka til NM kundi spyrjast burtur \u00far.<\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/google\/b81e4665326ef68f.jpg\" alt=\"\" width=\"792\" height=\"277\" \/><br \/>\n<em>St\u00f3rt og ikki minni sterkt felt 1 sekund eftir startskoti\u00f0 (mynd: Kim Gudmand)<\/em><\/p>\n<p>B\u00e1\u00f0ar \u00a0tv\u00e6r runnu heilt einastandandi sterkar maratont\u00ed\u00f0ir fyri bert f\u00fdra vikum s\u00ed\u00f0ani. Hetta t\u00e1 Valborg bleiv nummar tr\u00fd \u00ed DM og Marna bleiv nummar 20 \u00ed Berlin Marathon. \u00c1 danska maratonstyrkislistanum eru t\u00e6r n\u00fa nummar seks og sjey, har bert heilt l\u00edtil munur er ni\u00f0ur til nummar tr\u00fd. Sj\u00e1lvandi er trupult eftir n\u00f3gva maratonvenjing, har\u00f0a maratonkapping og fylgjandi hv\u00edlu at vera \u00e1 toppinum so stutt eftir. Men ta\u00f0 v\u00f3ru t\u00f3 uppaftur a\u00f0rir trupulleikar, sum oy\u00f0ileg\u00f0i dagin hj\u00e1 f\u00f8royingunum.<\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/google\/8de723a9d5a8eeb3.jpg\" alt=\"\" width=\"556\" height=\"432\" \/><br \/>\n<em>Marna \u00ed Sparta-b\u00fananum sm\u00e6\u00f0ist ikki burtur millum t\u00e6r bestu \u00ed Danmark (mynd: Kim Gudmand)<\/em><\/p>\n<p>Mikudagin undan kappingini byrja\u00f0i Valborg mest sum av ongum at f\u00e1a ilt \u00ed annan f\u00f3tin. Og hetta bleiv bara verri og verri, og dagin eftir fekk hon ikki stigi\u00f0 f\u00f3tin til, so hugsingur var ikki um at fara til kappingina. Hetta var hon sera h\u00f8rm um, t\u00ed hon hev\u00f0i glett sera n\u00f3gv, og hev\u00f0i v\u00f3na\u00f0 at renna so miki\u00f0 v\u00e6l, at hon eisini kundi umbo\u00f0a F\u00f8royar \u00ed Finlandi.<\/p>\n<p>Eisini Marna var stak \u00f3hepppin. T\u00fdsdagin undan kappingini hendi eitt \u00f3happ. Hon f\u00f3r sendandi av s\u00fakklu s\u00ednari, og fekk asfalt-s\u00e1r fleiri sta\u00f0ir \u00e1 kroppin. Harafturat fekk hon eitt minni brot \u00e1 armin &#8211; men ta\u00f0 fann hon \u00fat av eftir renningina. Marna er als ikki von vi\u00f0 lendisrenning, og byrja\u00f0i t\u00ed varliga. Rennast skuldu fimm umf\u00f8r, sum hv\u00f8rt var 1,5 km &#8211; \u00ed alt 7,5 km.<\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/google\/4a3685ad81b5105f.jpg\" alt=\"\" width=\"269\" height=\"492\" \/><br \/>\n<em>Marna rann seg spakuliga fram gj\u00f8gnum felti\u00f0 (mynd: Kim Gudmand)<\/em><\/p>\n<p>Runni\u00f0 var\u00f0 \u00e1 einari grasfl\u00f8tu vi\u00f0 onkrum brekkum og einum heyggi. At byrja vi\u00f0 var gott at renna, men skj\u00f3tt var\u00f0 grasi\u00f0 til runu, og ta\u00f0 gj\u00f8rdist sera tungt at renna. T\u00e1 menninir runnu aftan\u00e1, var alt mest sum eitt runud\u00fdki. Marna t\u00f3k seg spakuliga fram gj\u00f8gnum felti\u00f0, og enda\u00f0i \u00e1 12. pl\u00e1ssi. Hetta var v\u00e6l runni\u00f0 av Marnu, men eingin ivi er um, at hon vi\u00f0 meira fer\u00f0venjing kann renna seg v\u00e6l longur fram.<\/p>\n<p>Ta\u00f0 gj\u00f8rdist eingin \u00fatt\u00f8ka til NM hesufer\u00f0, men \u00ed v\u00e1r ver\u00f0ur NM \u00e1 10.000 metrum, og t\u00e1 ver\u00f0ur aftur m\u00f8guleiki hj\u00e1 f\u00f8roysku kvinnunum at kempa seg til NM. Vit koma kanska eisini at s\u00edggja Marnu til eitt ella tvey umf\u00f8r \u00ed f\u00f8roysku vetrarkappingini \u00ed vetur.<\/p>\n<p>V\u00f3nandi ver\u00f0ur Valborg skj\u00f3tt kl\u00e1r aftur. Spennandi ver\u00f0ur at fylgja vi\u00f0 \u00ed donsku vetrarkappingini, har vit \u00ed besta f\u00f8ri kunnu hava tr\u00edggjar f\u00f8royskar Sparta-gentur heilt frammi. T\u00ed umframt Valborg og Marnu, umbo\u00f0ar eisini Bj\u00f8rk H. Olsen Sparta. V\u00f3nandi ver\u00f0ur hon eisini kl\u00e1r til kappingar m\u00f3ti v\u00e1rinum. Hesufer\u00f0 enda\u00f0i li\u00f0i\u00f0 hj\u00e1 Sparta \u00e1 \u00f8\u00f0rum pl\u00e1ssi. Marna var n\u00e6stfremsti rennari hj\u00e1 Sparta.<\/p>\n<p>Kappingin hj\u00e1 monnum var eisini spennandi, s\u00e6\u00f0 vi\u00f0 f\u00f8royskum eygum. T\u00ed her var ta\u00f0 okkara vinur Tom Wade, sum vit kenna fr\u00e1 oyggjaleikunum, sum var tann sterkasti. Tom Wade av Isle of Wight heldur saman vi\u00f0 danskari gentu, og b\u00fdr t\u00ed \u00ed \u00c5rhus. Ta\u00f0 er ikki vist, at Tom Wade ver\u00f0ur vi\u00f0 til oyggjaleikirnar \u00e1 Jersey. For\u00f0arennarin er nevnliga n\u00e6r vi\u00f0 at kl\u00e1ra enska kravi\u00f0 at sleppa vi\u00f0 til HM n\u00e6sta summar. Hansara sterka s\u00ed\u00f0a er 3.000 m for\u00f0arenning, og kravi\u00f0 hj\u00e1 honum um HM-lutt\u00f8ku er 8.35 min. Fer hann til HM, m\u00e1 Isle of Wight kl\u00e1ra seg vi\u00f0 tv\u00edbur\u00f0abr\u00f3\u00f0rinum Jonathan Wade, sum eisini plagar at vera millum allar bestu langteinarennarar \u00e1 oyggjaleikunum.<\/p>\n<p>\u00darslitini s\u00edggjast \u00e1 hesi sl\u00f3\u00f0ini:\u00a0http:\/\/daf.sportstiming.dk\/<\/p>\n<p><img decoding=\"async\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/google\/97ee0ab5f6ddc317.jpg\" alt=\"\" \/><br \/>\n<em>Vinnarin hj\u00e1 monnum var Tom Wade, Isle of Wight, sum vit kenna fr\u00e1 oyggjaleikunum (mynd: Kim Gudmand)<\/em><\/p>\n<p>&nbsp;<\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>N\u00e6sta leygardag byrjar f\u00f8royska vetrarkappingin, men longu seinasta leygardag var\u00f0 danska vetrarkappingin skotin \u00ed gongd vi\u00f0 lendsirenning \u00ed Strib, n\u00e6rhendis Middelfart. \u00d8ll tann danska renni-elitan plagar at kappast \u00ed vetrarkappingini, og hesafer\u00f0 var kappingin eisini grundarlag fyri landsli\u00f0s\u00fatt\u00f8ku til NM \u00ed lendisrenning, sum ver\u00f0ur \u00ed Finlandi komandi leygardag. Fyri okkum f\u00f8royingar er danska vetrarkappingin sera [&hellip;]<\/p>\n","protected":false},"author":4,"featured_media":7445,"comment_status":"closed","ping_status":"","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"ngg_post_thumbnail":0,"_jetpack_newsletter_access":"","_jetpack_dont_email_post_to_subs":false,"_jetpack_newsletter_tier_id":0,"_jetpack_memberships_contains_paywalled_content":false,"_jetpack_feature_clip_id":0,"_jetpack_memberships_contains_paid_content":false,"footnotes":"","jetpack_publicize_message":"","jetpack_publicize_feature_enabled":true,"jetpack_social_post_already_shared":true,"jetpack_social_options":{"image_generator_settings":{"template":"highway","default_image_id":0,"font":"","enabled":false},"version":2},"jetpack_post_was_ever_published":false},"categories":[50],"tags":[],"class_list":["post-7444","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-fif-arkiv"],"jetpack_publicize_connections":[],"jetpack_sharing_enabled":true,"jetpack_featured_media_url":"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/google\/b81e4665326ef68f.jpg","_links":{"self":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/7444","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/users\/4"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcomments&post=7444"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/7444\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":11042,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/7444\/revisions\/11042"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/media\/7445"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fmedia&parent=7444"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcategories&post=7444"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Ftags&post=7444"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}