{"id":7475,"date":"2015-02-03T01:22:13","date_gmt":"2015-02-03T01:22:13","guid":{"rendered":"https:\/\/www.athletics.fo\/?p=7475"},"modified":"2026-10-29T10:57:40","modified_gmt":"2026-10-29T10:57:40","slug":"stormot-ir-8-gull-og-tvey-foroysk-met","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/www.athletics.fo\/?p=7475","title":{"rendered":"St\u00f3rm\u00f3t IR &#8211; 8 gull og tvey f\u00f8roysk met"},"content":{"rendered":"<p>Aftur \u00ed \u00e1r hava fleiri \u00ed\u00f0karar \u00far Bragdinum, Hvirluni og Treysti veri\u00f0 til st\u00f3ru innandurakappingina St\u00f3rm\u00f3t IR \u00ed Reykjav\u00edk. Men ongant\u00ed\u00f0 \u00e1\u00f0ur eru f\u00f8royingarnir komnir heim vi\u00f0 so n\u00f3gvum gullhei\u00f0ursmerkjum sum \u00ed \u00e1r. At vit f\u00f8royingar hesa \u00e1rsins t\u00ed\u00f0 kunnu fara yvir at sigra \u00e1 \u00edslendingum, er heilt einfalt eitt bragd. T\u00ed me\u00f0an \u00edslendingar hava innandurah\u00f8ll b\u00e6\u00f0i \u00ed Reykjav\u00edk og \u00e1 Hafnafir\u00f0i, t\u00f8ssast f\u00f8roysku ungd\u00f3marnir \u00ed kr\u00e6pa og myrkri st\u00f3ran part av vetrinum. Men tey setast ikki aftur av teirri ors\u00f8k, og um vikuskifti\u00f0 var\u00f0 pr\u00f3gva\u00f0, at vit eiga n\u00f8kur heilt \u00f3tr\u00faliga sterk \u00edtr\u00f3ttarf\u00f3lk \u00ed fr\u00e6lsa \u00edtr\u00f3ttinum.<\/p>\n<p>Heili \u00e1tta gullmerki komu \u00ed h\u00fas. Ungu genturnar \u00far Treysti vunnu fimm, Katarina H\u00f8j \u00far Bragdinum vann tv\u00e6r og T\u00f3rur Mortensen \u00far Hvirluni vann eina. Sera gle\u00f0iligt var ta\u00f0, at vit \u00ed Biritu Ryan n\u00fa hava\u00a0enn ein\u00a0spurtara, sum kann bj\u00f3\u00f0a teimum bestu av. Av teimum 35 gentunum \u00e1 60 metrum hj\u00e1 gentum 13 \u00e1r, hev\u00f0i Birita bestu t\u00ed\u00f0ina \u00ed innlei\u00f0andi umfarinum, og setti b\u00f3lkamet. \u00cd finaluni m\u00e1tti hon t\u00f3 taka til takkar vi\u00f0 silvur. Men \u00e1 200 metrum vann hon tryggan sigur vi\u00f0 enn einum b\u00f3lkameti. Og \u00ed longdarlopi vann hon enn eitt gullmerki heilar 22 cm frammanfyri nummar tvey. Hennara longsta lop var 4.56, sum eisini er b\u00f3lkamet.<\/p>\n<p>Eisini Katarina H\u00f8j \u00far Bragdinum vann tvey gullhei\u00f0ursmerki. Katarina kappast \u00ed b\u00f3lkinum gentur 16-17 \u00e1r. Serliga \u00e1 800 metrum gekk v\u00e6l hj\u00e1 henni, og vi\u00f0 t\u00ed\u00f0ini 2.16,44 var hon heili 11 sekund undan n\u00e6rmasta kappingarneyta. T\u00ed\u00f0in er so miki\u00f0 g\u00f3\u00f0, at hon eisini leggur seg fremst \u00e1 danska styrkilistan fyr 17 \u00e1ra gamlar. \u00darsliti\u00f0 er eisini v\u00e6l undir oyl-kravt\u00ed\u00f0ina. \u00c1 1.500 m var javnari. Og her m\u00e1tti ein g\u00f3\u00f0ur spurtur til at vinna. 4.52,39 er besta innandurat\u00ed\u00f0 hj\u00e1 Katarinu, men hon hevur runni\u00f0 skj\u00f3tari uttandura.<\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" src=\"http:\/\/www.in.fo\/fileadmin\/_processed_\/csm_Katarina-300x225_2-2_5efef1163d.jpg\" alt=\"\" width=\"534\" height=\"401\" \/><br \/>\n<em>Kr\u00fatsterka Katarina kom heim vi\u00f0 tveimum gullmerkjum!<\/em><\/p>\n<p>Tvey f\u00f8roysk met fingu vit eisini. \u00c1 800 metrum hj\u00e1 monnum bragda\u00f0i loksins hj\u00e1 R\u00fana Seloy, sum rann s\u00edna skj\u00f3tastu t\u00ed\u00f0 nakrant\u00ed\u00f0, eftir at hann setti s\u00edtt uttandura PM \u00ed 2009. R\u00fani kappa\u00f0ist vi\u00f0 monnunum, og enda\u00f0i \u00ed har\u00f0ari kapping um silvur, har hann gj\u00f8rdist tann styttri. Men fegin var hann, t\u00e1 hann fekk t\u00ed\u00f0ina at vita. Bestu t\u00ed\u00f0 nakrant\u00ed\u00f0 og samstundis n\u00fdtt f\u00f8royskt met &#8211; 1.56,51 min. Gamla innandurameti\u00f0 \u00e1tti R\u00fani sj\u00e1lvur.<\/p>\n<p>Hitt meti\u00f0 setti Edna Maria Debes \u00far Hvirluni \u00ed tr\u00edst\u00f8kki. Og veruleikin er, at hon setti n\u00fdtt f\u00f8royskt met heilar f\u00fdra fer\u00f0ir \u00ed somu kapping, har hon enda\u00f0i sum nummar tr\u00fd \u00ed kappingini hj\u00e1 kvinnum. Serian hj\u00e1 Ednu Mariu s\u00e1 solei\u00f0is \u00fat: \u00a09,80 &#8211; X &#8211; 9,91 &#8211; 10,01 &#8211; 10,27 &#8211; 9,28. Marita K. Petersen \u00e1tti gamla meti\u00f0, sum var 9,46 m.<\/p>\n<p>T\u00f3rur Mortensen \u00far Hvirluni er ein teirra, sum f\u00e6r \u00farvalsstu\u00f0ul fr\u00e1 \u00cdSF. Hann pr\u00f3gva\u00f0i um vikuskifti\u00f0, at hann er ein g\u00f3\u00f0 \u00edl\u00f8ga. Hann vann so ruddiliga kappingina \u00ed tr\u00edst\u00f8kki vi\u00f0 n\u00e6stan einum heilum metri, og var vi\u00f0 tveimum lopum \u00e1 13,08 m, bert 22 cm fr\u00e1 oyl-kravinum. \u00cd longdarlopi f\u00f8rdi hann kappingina l\u00edka til n\u00e6stseinasta umfar. Hann enda\u00f0i \u00e1 tri\u00f0ja pl\u00e1ssi, men vi\u00f0 n\u00fdggjum pers\u00f3nligum meti \u00e1 6,25 metrar, sum bert er 5 cm fr\u00e1 oyl-kravinum. Sera lovandi fr\u00e1 einum 16 \u00e1ra gomlum! Og so skulu vit ikki gloyma, at \u00e1 60 metrum hev\u00f0i T\u00f3rur n\u00e6stbestu innlei\u00f0andi t\u00ed\u00f0 vi\u00f0 7,50 sek. Hann var t\u00f3 ikki vi\u00f0 \u00ed finaluni. T\u00f3rur kappast \u00ed b\u00f3lkinum dreingir 17 \u00e1r.<\/p>\n<p>Ta\u00f0 er ikki bara Katarina H\u00f8j, sum liggur ovast \u00e1 donskum styrkilista. \u00d3luva Allansd\u00f3ttir Joensen \u00far Treysti fekk n\u00f8kur heilt fram\u00far g\u00f3\u00f0 \u00farslit \u00ed summar b\u00e6\u00f0i \u00ed spj\u00f3tkasti og k\u00faluvarpi. Spj\u00f3tkast er ikki kappingargrein \u00ed St\u00f3rm\u00f3t, men kappingina \u00ed k\u00faluvarpi vann hon sera trygt. 12 \u00e1ra gamla \u00d3luva, sum kappast \u00ed gentur 13 \u00e1r, varpa\u00f0i k\u00faluna \u00fat \u00e1 11,80 metrar!<\/p>\n<p>At enda v\u00f3ru ta\u00f0 t\u00e6r b\u00e1\u00f0ar str\u00ed\u00f0sf\u00fasu genturnar \u00far Treysti, Oddv\u00f8r Josephsen og Maria Biskopst\u00f8, sum eisini vunnu gull. Maria \u00e1 600 m hj\u00e1 gentum 13 \u00e1r. Her vann hon ein tryggan sigur vi\u00f0 1.46,09, sum t\u00f3 kortini var eitt vet ov seint til at taka b\u00f3lkameti\u00f0, sum Oddv\u00f8r setti \u00ed fj\u00f8r. Oddv\u00f8r kappast n\u00fa \u00ed gentum 14 \u00e1r, og enda\u00f0i \u00ed einum sera j\u00f8vnum og spennandi endaspurti, har hon at enda dr\u00f3g longra str\u00e1i\u00f0. T\u00ed\u00f0in gj\u00f8rdist so g\u00f3\u00f0 sum 2.26,20 min, og fekk hon harvi\u00f0 kl\u00edpt tvey sekund av b\u00f3lkametinum hj\u00e1 Katarinu H\u00f8j.<\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" src=\"https:\/\/fbcdn-sphotos-c-a.akamaihd.net\/hphotos-ak-xpa1\/v\/t1.0-9\/10947347_991016297593240_8986426001576940720_n.jpg?oh=72bbffa59108866e1484f74ad4f718b8&amp;oe=554A3676&amp;__gda__=1432719822_6ad0ee8338873969369db43d086be3a8\" alt=\"\" width=\"301\" height=\"401\" \/>\u00a0<img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" src=\"https:\/\/scontent-b-ams.xx.fbcdn.net\/hphotos-xpa1\/v\/t1.0-9\/10897892_10205690015719728_4196161707628822735_n.jpg?oh=16ead8888e820348f68a0aecf0869969&amp;oe=556F2C28\" alt=\"\" width=\"340\" height=\"255\" \/><br \/>\n<em>Oddv\u00f8r vann gull \u00ed sera spennandi endaspurti \u00e1 800 m, me\u00f0an sigurin hj\u00e1 Mariu \u00e1 600 m var r\u00e6ttiliga tryggur.<\/em><\/p>\n<p>Steint\u00f3r Egholm \u00far Bragdinum hev\u00f0i eisini sera g\u00f3\u00f0 \u00farslit hj\u00e1 dreingjum 15 \u00e1r, og vann silvur \u00e1 b\u00e6\u00f0i 400 og 800 metrum. T\u00ed\u00f0irnar hj\u00e1 honum v\u00f3ru 55,97 \u00e1 400 og 2.16,35 \u00e1 800 m.<\/p>\n<p>T\u00edverri v\u00f3ru fleiri \u00ed\u00f0karar, sum mistu nakrar kappingar. Flogfari\u00f0, sum skuldi fara fr\u00edggjadagin avl\u00fdsti vegna ve\u00f0ur, so h\u00f3purin hj\u00e1 Hvirluni og Bragdinum kom ikki til Reykjav\u00edkar fyrr enn um 1-t\u00ed\u00f0ina, og t\u00e1 h\u00f8vdu fleiri kappingar longu veri\u00f0. Hetta var sera harmiligt. Hinvegin lj\u00f3\u00f0ar sum \u00f8ll hava havt eitt gott vikuskifti \u00ed Reykjav\u00edk, og \u00ed F\u00cdF fegnast vit almiki\u00f0 um g\u00f3\u00f0u gongdina, og ynskja \u00f8llum hjartaliga tillukku vi\u00f0 \u00farslitunum.<\/p>\n<p>\u00darslitini v\u00f3ru ikki bara g\u00f3\u00f0, men eisini n\u00f3gv, so ov dr\u00fagvt ver\u00f0ur at nevna tey \u00f8ll.<\/p>\n<p>Tey s\u00edggjast her:\u00a0http:\/\/46.149.29.198\/motfri\/SelectedCompetitionResults.aspx<\/p>\n<p>(seti\u00f0 t.d. &#8220;bragdi\u00f0&#8221; ella &#8220;hvirlan&#8221; ella &#8220;treysti&#8221; \u00ed leitiskipanina. So finna tit \u00f8ll tey f\u00f8roysku \u00farslitini.<\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Aftur \u00ed \u00e1r hava fleiri \u00ed\u00f0karar \u00far Bragdinum, Hvirluni og Treysti veri\u00f0 til st\u00f3ru innandurakappingina St\u00f3rm\u00f3t IR \u00ed Reykjav\u00edk. Men ongant\u00ed\u00f0 \u00e1\u00f0ur eru f\u00f8royingarnir komnir heim vi\u00f0 so n\u00f3gvum gullhei\u00f0ursmerkjum sum \u00ed \u00e1r. At vit f\u00f8royingar hesa \u00e1rsins t\u00ed\u00f0 kunnu fara yvir at sigra \u00e1 \u00edslendingum, er heilt einfalt eitt bragd. T\u00ed me\u00f0an \u00edslendingar hava [&hellip;]<\/p>\n","protected":false},"author":4,"featured_media":0,"comment_status":"closed","ping_status":"","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"ngg_post_thumbnail":0,"_jetpack_newsletter_access":"","_jetpack_dont_email_post_to_subs":false,"_jetpack_newsletter_tier_id":0,"_jetpack_memberships_contains_paywalled_content":false,"_jetpack_feature_clip_id":0,"_jetpack_memberships_contains_paid_content":false,"footnotes":"","jetpack_publicize_message":"","jetpack_publicize_feature_enabled":true,"jetpack_social_post_already_shared":true,"jetpack_social_options":{"image_generator_settings":{"template":"highway","default_image_id":0,"font":"","enabled":false},"version":2},"jetpack_post_was_ever_published":false},"categories":[50],"tags":[],"class_list":["post-7475","post","type-post","status-publish","format-standard","hentry","category-fif-arkiv"],"jetpack_publicize_connections":[],"jetpack_sharing_enabled":true,"jetpack_featured_media_url":"","_links":{"self":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/7475","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/users\/4"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcomments&post=7475"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/7475\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":11063,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/7475\/revisions\/11063"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fmedia&parent=7475"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcategories&post=7475"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Ftags&post=7475"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}