{"id":7518,"date":"2015-04-20T02:19:54","date_gmt":"2015-04-20T01:19:54","guid":{"rendered":"https:\/\/www.athletics.fo\/?p=7518"},"modified":"2026-10-29T10:57:41","modified_gmt":"2026-10-29T10:57:41","slug":"regin-thomsen-i-nevndina-hja-fif","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/www.athletics.fo\/?p=7518","title":{"rendered":"Regin Thomsen \u00ed nevndina hj\u00e1 F\u00cdF &#8211; dagf\u00f8rt"},"content":{"rendered":"<p>H\u00f3skv\u00f8ldi\u00f0 var \u00e1rsa\u00f0alfundurin hj\u00e1 F\u00cdF hildin \u00ed \u00cdSF-h\u00fasunum \u00ed Gundadali. Aftur \u00ed \u00e1r var uppm\u00f8tingin g\u00f3\u00f0. Ta\u00f0 kunnu samb\u00e6rt l\u00f3gunum \u00ed mesta lagi m\u00f8ta 23 f\u00f3lk \u00e1 fundi. H\u00f3skv\u00f8ldi\u00f0 v\u00f3ru vit 16 og umbo\u00f0a\u00f0u hesi fimm av okkara seks fel\u00f8gum.<\/p>\n<p>Niels J\u00e1kup Jakobsen var sum so ofta fyrr valdur til or\u00f0st\u00fdrara. S\u00ed\u00f0an var formansfr\u00e1grei\u00f0ing, sum kann lesast ni\u00f0ast \u00e1 hesi s\u00ed\u00f0uni. Guttorm S\u00f8rensen, kassameistari leg\u00f0i s\u00ed\u00f0ani grannsko\u00f0a\u00f0an roknskap fram, og so var\u00f0 komi\u00f0 til nevndarval. N\u00e6stforma\u00f0urin, Niels J\u00e1kup Jakobsen, var\u00f0 afturvaldur uttan m\u00f3tvalevni. S\u00ed\u00f0an var ta\u00f0 val av nevndarlimum, har Rigmor N. Arge st\u00f3\u00f0 fyri vali, eins og n\u00fdggjur nevndarlimur skuldi finnast fyri Jonhard Larsen, sum ikki stilla\u00f0i upp aftur. Regin Thomsen hevur veri\u00f0 eykalimur hetta seinasta \u00e1ri\u00f0, og fleiri fer\u00f0ir hava veri\u00f0 bo\u00f0 eftir honum. Hann hevur givi\u00f0 nevndini n\u00f3gv, so ta\u00f0 l\u00e1 beint til h\u00f8grabeini\u00f0 at f\u00e1a hann valdan \u00ed nevndina. Rigmor og Regin blivu b\u00e6\u00f0i vald uttan m\u00f3tvalevni.<\/p>\n<p>Vit \u00ed F\u00cdF takka Jonhardi Larsen fyri hansara seks \u00e1r \u00ed nevndini!<\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2015\/04\/F%C3%8DF-a%C3%B0alfundur-2015.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"alignnone  wp-image-11200\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2015\/04\/F%C3%8DF-a%C3%B0alfundur-2015.jpg\" alt=\"F\u00cdF a\u00f0alfundur 2015\" width=\"712\" height=\"400\" \/><br \/>\n<em>N<\/em><\/a><em>\u00fdvalda nevndin: F.v.: Rigmor N. Arge, Niels J\u00e1kup Jakobsen, Hallur Holm, Regin Thomsen og Guttorm S\u00f8rensen<\/em><\/p>\n<p>Kappingarnevnd var\u00f0 eisini vald. Verandi nevnd vi\u00f0 Tummas Nap. Arge, Regin Thomsen, Guttormi S\u00f8rensen og Halli Holm heldur fram. Nevndin ver\u00f0ur t\u00f3 v\u00ed\u00f0ka\u00f0 vi\u00f0 einum limi, n\u00fa eisini R\u00fani Seloy eisini tekur s\u00e6ti \u00ed Kappingarnevndini.<\/p>\n<p>Eftir ein skj\u00f3tan kaffimunn var\u00f0 hildi\u00f0 fram. Tosa\u00f0 var\u00f0 fyrst um at manna eina veterannevnd. Her var\u00f0 avgj\u00f8rt, at F\u00cdF og fel\u00f8gini tosa saman aftur um 14 dagar, og at fel\u00f8gini t\u00e1, koma vi\u00f0 uppskotum um nevndarlimir.<\/p>\n<p>A\u00f0alfundurin gj\u00f8rdi eisini av at broyta ein part av grein 8 \u00ed l\u00f3gini, sum avmarka\u00f0i formanst\u00ed\u00f0ina til tr\u00edggjar fer\u00f0ir tvey \u00e1r. Tann avmarkingin er n\u00fa tikin burtur.<\/p>\n<p>S\u00ed\u00f0an var ymiskt \u00e1 skr\u00e1nni. Ymisk evni v\u00f3r\u00f0u tikin upp, og vit fingu n\u00f8kur g\u00f3\u00f0 kjak. Fundarfr\u00e1grei\u00f0ingin kann lesast beint undir hesi greinini.<\/p>\n<p>&#8212;&#8212;&#8212;&#8212;&#8212;&#8212;&#8212;&#8212;&#8212;&#8212;-<\/p>\n<p><em>F\u00cdF a\u00f0alfundurin 2015<\/em><br \/>\n<strong>Fundarfr\u00e1s\u00f8gn<\/strong><\/p>\n<p>\u00c1rsa\u00f0alfundurin hj\u00e1 F\u00cdF var\u00f0 settur klokkan gott h\u00e1lvgum sjey h\u00f3skv\u00f8ldi\u00f0 16. Apr\u00edl \u00ed \u00cdSF-h\u00fasunum \u00ed Gundadali. Forma\u00f0urin bj\u00f3\u00f0a\u00f0i v\u00e6lkomin og skeyt samstundis upp, at Niels J\u00e1kup Jakobsen var\u00f0 or\u00f0st\u00fdrari. Hann var\u00f0 sum vanligt valdur vi\u00f0 l\u00f3gvabrestum.<\/p>\n<p>Niels J\u00e1kup kundi fyrst sta\u00f0festa, at fundurin var l\u00f3gliga l\u00fdstur. Eisini kundi sta\u00f0festast, at uppm\u00f8tingin var g\u00f3\u00f0. M\u00f8tt v\u00f3ru vegna Bragdi\u00f0: Ann Thomsen, R\u00fani Seloy og Herluf Jakobsen. Vegna Fr\u00e6lsi: S\u00fasan Tavsen, Beinta Enni og Laila Jacobsen. Vegna Hvirluna: Helgi Geyti og Anna Simonsen. Vegna Roysni\u00f0: Arnfinn Johannesen og Regin Thomsen. Vegna Treysti: Jorie Josephsen og Karin Kirke Petersen. Og vegna nevndina: Rigmor N. Arge, Hallur Holm, Guttorm S\u00f8rensen og Niels J\u00e1kup Jakobsen. Avbo\u00f0 fr\u00e1 Jonhardi Larsen \u2013 \u00ed hansara st\u00f3li sat Regin Thomsen, eykalimur.<\/p>\n<p>Or\u00f0st\u00fdrarin gav formanninum aftur til \u00e1rsins formansfr\u00e1grei\u00f0ing, sum kann lesast undir hesi fundarfr\u00e1s\u00f8gn. Ta\u00f0 st\u00f3\u00f0st ikki n\u00f3gv kjak burtur\u00far formansfr\u00e1grei\u00f0ingini. Ein spurningur var, um dato og krav fyri at sleppa vi\u00f0 landsli\u00f0num til \u00cdslands. Seinasti dagur fyri kvalifikati\u00f3n er til GP3, og ta\u00f0 ver\u00f0ur elitukravi\u00f0, sum skal kl\u00e1rast. Vi\u00f0v\u00edkjandi d\u00f3maraskei\u00f0inum kom a\u00f0alfundurin til ta ni\u00f0urst\u00f8\u00f0u, at ta\u00f0 ikki ver\u00f0ur ney\u00f0ugt at flyta ta\u00f0. D\u00f3maraskei\u00f0i\u00f0 ver\u00f0ur sostatt hildi\u00f0 24. og 25. mai. Heitt var\u00f0 \u00e1 fel\u00f8gini um at reka d\u00fagliga fyri at f\u00e1a so n\u00f3gv sum gj\u00f8rligt vi\u00f0 \u00e1 d\u00f3maraskei\u00f0i\u00f0. Tess fleiri sum kunnu d\u00f8ma, tess fleiri her\u00f0ar at leggja uppg\u00e1vurnar \u00e1.<\/p>\n<p>S\u00ed\u00f0ani leg\u00f0i kassameistarin fram grannsko\u00f0a\u00f0an roknskap. Roknskapurin var\u00f0 g\u00f3\u00f0kendur.<\/p>\n<p>S\u00ed\u00f0an var nevndarval. Fyri vali st\u00f3\u00f0u n\u00e6stforma\u00f0urin Niels J\u00e1kup Jakobsen og nevndarlimirnir Rigmor N. Arge og Jonhard Larsen. Fyrst skuldi n\u00e6stforma\u00f0ur veljast. Niels J\u00e1kup t\u00f3k vi\u00f0 afturvali, og t\u00e1 einki m\u00f3tvalevni var, bleiv hann valdur til n\u00e6stformann komandi tvey \u00e1rini. So var val av nevndarlimum. Rigmor N. Arge var sinna\u00f0 at taka tvey \u00e1r afturat, me\u00f0an Jonhard Larsen ikki stilla\u00f0i upp aftur. Fyri hann skeyt nevndin Regin Thomsen upp. Hann hevur siti\u00f0 sum eykalimur. Eingi m\u00f3tvalevni v\u00f3ru, so eisini Rigmor og Regin sita \u00ed nevndini komandi tvey \u00e1rini.<\/p>\n<p>N\u00e6sta m\u00e1l var manning av undirnevndum. F\u00cdF hevur bert eina undirnevnd \u2013 kappingarnevndina, sum ver\u00f0ur vald fyri eitt \u00e1r \u00e1 gangin. Teir f\u00fdra, sum s\u00f3tu \u00ed nevndini framman undan, halda fram. Harafturat kemur eisini R\u00fani Seloy at sita \u00ed kappingarnevndini. Nevndin er solei\u00f0is manna\u00f0: Guttorm S\u00f8rensen, Regin Thomsen, Tummas Napoleon Arge, R\u00fani Seloy og Hallur Holm.<\/p>\n<p>Eftir ein stuttan kaffist\u00f8\u00f0g helt fundurin fram. N\u00e6sta evni\u00f0 var at manna ein n\u00fdggja undirnevnd. Starvsnevndin hevur \u00e1 nevndarfunum umr\u00f8tt at skipa eina veterannevnd, sum skal skipa og sameina veteranarbei\u00f0i\u00f0. Vit hugsa at sl\u00edk nevnd kann f\u00e1a eina \u00e1v\u00edsa f\u00edggjarliga j\u00e1ttan fr\u00e1 F\u00cdF at arbei\u00f0a vi\u00f0. Nevndin or\u00f0ar sj\u00e1lv ein politikk, samskipar kalendarar, kann t.d. hava FM \u00e1 breyt. M\u00f8guleikarnir eru n\u00f3gvir. Fel\u00f8gini hava \u00f8ll fingi\u00f0 \u00ed bo\u00f0i\u00f0, at f\u00e1a ein nevndarlim. Samb\u00e6rt regluger\u00f0ini skal nevndarlimur \u00ed F\u00cdF vera forma\u00f0ur \u00ed \u00f8llum undirnevndum. Avr\u00e1tt var\u00f0, at fel\u00f8gini f\u00e1a 14 dagar at umhugsa hetta. F\u00cdF vendir so aftur, og so s\u00edggja vit, um grundarlag er fyri at stovnseta hesa undirnevnd.<\/p>\n<p>Og so var li\u00f0ugt vi\u00f0 nevndarvalum. N\u00e6sta m\u00e1l \u00e1 skr\u00e1nni var ein l\u00f3garbroyting. Uppskot var\u00f0 komi\u00f0 um at taka av part av grein 8, sum avmarkar formanst\u00ed\u00f0ina til tr\u00edggjar setur. Uppskoti\u00f0 var, at hetta broti\u00f0 \u00ed grein 8:<\/p>\n<p>\u201cForma\u00f0urin kann \u00ed mesta lagi sita \u00ed tr\u00fd fylgjandi skei\u00f0.\u201d &#8230;. ver\u00f0ur strika\u00f0. Uppskoti\u00f0 var\u00f0 samtykt. A\u00f0alfundurin hj\u00e1 \u00cdSF kemur at sta\u00f0festa hesa l\u00f3garbroyting.<\/p>\n<p>S\u00ed\u00f0ani var val av grannsko\u00f0ara. Verandi grannsko\u00f0ari, Januar, var\u00f0 afturvaldur.<\/p>\n<p>So komu vit til ymiskt. Fyrst var\u00f0 pr\u00e1ta\u00f0 um royndirnar vi\u00f0 Aski, haggrunninum hj\u00e1 \u00cdSF. Undrunnarvert var at hoyra, hvussu ymiskar royndir fel\u00f8gini hava av skipanini. \u00cd Bragdinum l\u00f3tu tey sera v\u00e6l at. Avgrei\u00f0slan av limagjaldi\u00f0 gj\u00f8gnum skipanina hevur gingi\u00f0 so v\u00e6l, at ongant\u00ed\u00f0 fyrr hevur felagi\u00f0 fingi\u00f0 so n\u00f3gv limagjald inn. Fullkomiliga \u00f8vugt var hj\u00e1 Roysninum. Fr\u00e1 at hava um 100 gjaldandi limir, er tali\u00f0 fari\u00f0 heilt ni\u00f0ur 30. Har meta tey, at j\u00fast skipanin er h\u00f8vu\u00f0sors\u00f8kin. Eitt sindur ymiskt er, hvussu n\u00f3gv fel\u00f8gini br\u00faka Ask. Umframt limagrei\u00f0sluna br\u00faka n\u00f8kur av fel\u00f8gunum eisini Ask sum tilmelding til ymisk sm\u00e6rri tilt\u00f8k.<\/p>\n<p>\u00cd sambandi vi\u00f0 G\u00e1sadal \u00bd maraton h\u00f8vdu tey \u00ed Fr\u00e6lsi trupulleikar vi\u00f0 fer\u00f0slupolitinum, sum ikki vildi geva loyvi til renningina. Tosa\u00f0 var eitt sindur um hv\u00f8rjar royndir hini fel\u00f8gini hava vi\u00f0 politiloyvum, og v\u00f3ru ta\u00f0 bert positivar royndir. Niels J\u00e1kup er vanur at avgrei\u00f0a hesi vi\u00f0urskifti fyri rennitilt\u00f8k hj\u00e1 Bragdinum, og hann \u00e1tekur s\u00e6r at loysa kn\u00fatin, um trupulleikin kemur aftur \u00ed \u00e1r. Tosa\u00f0 var\u00f0 eisini um, at ta\u00f0 er ney\u00f0ugt at vit v\u00edsa varsemi \u00ed fer\u00f0sluni, t.d. at \u00f8ll krossa landsvegir sama sta\u00f0 \u00ed sambandi vi\u00f0 rennikappingar.<\/p>\n<p>Ein l\u00edtil vi\u00f0merking kom \u00ed sambandi vi\u00f0 TF Vetrarkappingina. \u00cd fj\u00f8r bleiv eitt hei\u00f0ursmerkjayvirlit gj\u00f8rt, sum greitt v\u00edsti, hvussu n\u00f3gv hei\u00f0ursmerki tey ymisku fel\u00f8gini h\u00f8vdu vunni\u00f0, og onkur sakna\u00f0i at s\u00edggja hetta yvirliti\u00f0 aftur \u00ed \u00e1r. Regin Thomsen, sum hevur umsiti\u00f0 stigaskipanina \u00ed vetur, lova\u00f0i at gera eitt sl\u00edkt yvirlit innan alt ov leingi.<\/p>\n<p>7. umfar av TF Vetrarkappingini var\u00f0 runni\u00f0 \u00ed Trongisv\u00e1gi. \u00c1 a\u00f0alfundinum harma\u00f0ist onkur um, at so gott sum eingin har su\u00f0uri fr\u00e1 var vi\u00f0 \u00ed kappingini, og at ta\u00f0 t\u00ed gav so l\u00edtla meining, at 50 f\u00f3lk br\u00faka ein heilan dag \u00ed Su\u00f0uroy. N\u00f3gv tilt\u00f8k v\u00f3ru \u00ed Su\u00f0uroy hendan dagin, so ta\u00f0 kann hava veri\u00f0 ein ors\u00f8k til l\u00edtlu lokalu undirt\u00f8kuna. At kappingarnar nor\u00f0anfyri eru kl. 11, ger at su\u00f0uroyingar illa f\u00e1a luttiki\u00f0, og t\u00ed heldur ikki bl\u00edva ein partur av TF Vetrarkappingini, helt onkur. F\u00f8rt var\u00f0 eisini fram, at uppg\u00e1van hj\u00e1 F\u00cdF er at menna fr\u00e6lsan \u00edtr\u00f3tt kring alt landi\u00f0.<\/p>\n<p>Pr\u00edsurin \u00e1 rennikappingum var\u00f0 eisini umr\u00f8ddur. Fleiri og fleiri kappingar hava n\u00fa v\u00e6l h\u00e6gri kostna\u00f0 enn t\u00e6r vanligu 50 kr\u00f3nurnar, sum hevur veri\u00f0 standardpr\u00edsur \u00ed n\u00f3gv \u00e1r. Hetta kann v\u00e6l f\u00e1a f\u00f3lk at setast aftur. \u00cd \u00f8llum f\u00f8rum eigur ta\u00f0 at merkjast, at meira f\u00e6st fyri peningin. Men ta\u00f0 kann vera ein vandi at koyra pr\u00edsin upp, samstundis sum \u00fatbo\u00f0i\u00f0 er so st\u00f3rt og vaksandi.<\/p>\n<p>Eisini var\u00f0 f\u00f8rt fram, at ta\u00f0 tykist sum meira og meira ver\u00f0ur mi\u00f0savna\u00f0 \u00ed Havn. Bygdarenningarnar t.d. \u00ed Vestmanna, \u00ed Sundalagnum, \u00e1 Sk\u00e1la og Strondum eru avtiknar \u2013 \u00ed \u00f8llum f\u00f8rum \u00ed Grand Prix h\u00f8pi.<\/p>\n<p>\u00cd hesum sambandi var\u00f0 eisini tosa\u00f0 um, hv\u00f8rt Svangaskar\u00f0 m\u00f8guliga kann br\u00fakast til eitt umfar av Grand Prix \u00e1 breyt. Men ta\u00f0 ber illa til. Langspurtur er \u00f3m\u00f8guligur, t\u00ed ytru breytirnar eru undirminera\u00f0ar. Av kastigreinum ber bara til at avgrei\u00f0a k\u00faluvarp, og longdarlopsgr\u00f8vin er \u00ed ringum standi, men kann vi\u00f0 n\u00fdggjum sandi kanska setast \u00ed br\u00fakiligan stand. Men vi\u00f0 t\u00ed skipan, sum kappingin hevur koyrt, krevst at n\u00f3gvar kappingargreinar mugu avgrei\u00f0ast hv\u00f8rjafer\u00f0, og t\u00e1 ber ikki til at n\u00fdta Svangaskar\u00f0.<\/p>\n<p>Fundurin var lokin klokkan 21.35.<\/p>\n<p>&nbsp;<\/p>\n<p>&#8212;&#8212;&#8212;&#8212;&#8212;&#8212;&#8212;&#8212;&#8212;&#8212;&#8212;&#8212;-<\/p>\n<p>&nbsp;<\/p>\n<p><em>Fr\u00e6lsur \u00cdtr\u00f3ttur F\u00f8roya<\/em><br \/>\n<em> <strong>Formansfr\u00e1grei\u00f0ingin 2015<\/strong><\/em><\/p>\n<p><em>Enn eitt \u00e1r er fari\u00f0, og vit standa n\u00fa \u00e1 g\u00e1ttini til m\u00edtt seinasta \u00e1r, sum eg samb\u00e6rt l\u00f3gini kann sita sum forma\u00f0ur. Alt gott um ta\u00f0. Fyri tveimum \u00e1rum s\u00ed\u00f0ani m\u00e6lti eg til, at um f\u00f3lk ynsktu a\u00f0ra k\u00f3s og n\u00fdbrot, skuldu tey hyggja seg um eftir \u00f8\u00f0rum formanni\/kvinnu til a\u00f0alfundin \u00ed 2014. Eingin bj\u00f3\u00f0a\u00f0i seg fram t\u00e1, men ta\u00f0 merkir t\u00f3 ikki, at ta\u00f0 ikki kunnu vera ymisk ynski um n\u00fdhugsan.<\/em><\/p>\n<p><em> <strong>St\u00f3rfundur<\/strong><\/em><br \/>\n<em> T\u00ed hugsa\u00f0i nevndin, at okkurt \u00e1tti at veri\u00f0 gj\u00f8rt fyri at hoyra, hvat fj\u00f8ldin hev\u00f0i at siga um alt ta\u00f0 sum fyriferst innan fr\u00e6lsa \u00edtr\u00f3ttin. Vit ynsktu at lodda d\u00fdpi\u00f0, og vita, um vit hildu n\u00f8kulunda r\u00e6tta k\u00f3s. \u00darsliti\u00f0 gj\u00f8rdist ein sonevndur St\u00f3rfundur, sum var\u00f0 hildin \u00ed Sk\u00falanum vi\u00f0 L\u00f8gmannabreyt 8. Oktober 2014, eftir at hann vegna illve\u00f0ur var\u00f0 \u00fatsettur eina viku.<\/em><\/p>\n<p><em>Fundurin var v\u00e6l vitja\u00f0ur. Fyrst v\u00f3r\u00f0u n\u00f8kur felagsevni vi\u00f0gj\u00f8rd, og s\u00ed\u00f0an var\u00f0 b\u00fdtt sundur \u00ed tveir b\u00f3lkar, moti\u00f3nsrenning og breyt\/elita\/venjarar. At enda samla\u00f0ust \u00f8ll so aftur. Fundurin var g\u00f3\u00f0ur, og nevndin fekk n\u00f3gv feed-back. \u00c1 n\u00f8krum \u00f8kjum eru limir okkara sera v\u00e6l n\u00f8gdir vi\u00f0 tilt\u00f8k og \u00e6tlanir, me\u00f0an ta\u00f0 \u00e1 \u00f8\u00f0rum \u00f8kjum valda eitt sindur ymiskar hugsanir. Ta\u00f0 sum er mest umr\u00e1\u00f0andi er, at nevndin n\u00fa veit, hv\u00f8rjar meiningar eru \u00ed fel\u00f8gunum og fel\u00f8gini kenna st\u00f8\u00f0una hj\u00e1 F\u00cdF.<\/em><\/p>\n<p><em>Vit eru gla\u00f0 fyri, at vit h\u00f8vdu fundin. Ta\u00f0 er t\u00f3 l\u00edti\u00f0 tr\u00faligt, at sl\u00edkur fundur ver\u00f0ur hildin \u00e1 hv\u00f8rjum \u00e1ri. Hetta kann vera eitt gott ambo\u00f0 hj\u00e1 komandi nevndum, at lodda d\u00fdpi\u00f0 og hoyra hvat veruliga r\u00f8rist \u00fati \u00e1 feltinum.<\/em><\/p>\n<p><em><strong>F\u00edggjarliga<br \/>\n<\/strong>Seinastu tvey \u00e1rini hevur F\u00cdF havt undirskot. \u00cd 2013 gj\u00f8rdist undirskoti\u00f0 umlei\u00f0 100.000 kr. Hetta fekk nevndina at stremba enn meira \u00e1 at skaffa pening, og samstundis at halda aftur vi\u00f0 \u00fatrei\u00f0slunum. Vit hava b\u00e6\u00f0i fingi\u00f0 h\u00f8vu\u00f0sstu\u00f0ul umframt \u00f8kta j\u00e1ttan fr\u00e1 \u00cdSF. Sum vit fara at fr\u00e6tta seinni, t\u00e1 roknskapurin ver\u00f0ur lagdur fram, er eydnast at r\u00e6tta sk\u00fatuna. \u00a0Men t\u00f8lini hesi seinastu \u00e1rini bera bo\u00f0 um, at nevndin eigur at hava eina neyvari f\u00edggjar\u00e6tlan.<\/em><\/p>\n<p><em><strong>F\u00cdF, Hvirlan, Bragdi\u00f0, Kommunan og T\u00f3rsbreyt<br \/>\n<\/strong>Samstarvi\u00f0 millum Hvirluna, Bragdi\u00f0 og F\u00cdF vi\u00f0v. umst\u00f8\u00f0unum \u00e1 T\u00f3rsbreyt hava gingi\u00f0 v\u00e6l. Kommunan v\u00edsur oftast g\u00f3\u00f0vilja, t\u00e1 vit streingja \u00e1, og\u00a0 n\u00f3gv av teimum m\u00e1lunum vit umr\u00f8ddu \u00e1 fundunum \u00ed fj\u00f8r, eru komin \u00e1 pl\u00e1ss. Serliga fegnast vit um n\u00f3gvu n\u00fdggju \u00fatger\u00f0ina, sum er komin \u00e1 T\u00f3rsbreyt. Nakrir sn\u00f8klar kunnu avgrei\u00f0ast heilt skj\u00f3tt \u00ed v\u00e1r. Internet, lj\u00f3s, f\u00f8st bor\u00f0 og sk\u00e1p \u00ed teknikkr\u00fami\u00f0. N\u00fdggjar lei\u00f0reglur fyri n\u00fdtslu av T\u00f3rsbreyt.<\/em><\/p>\n<p><em>Eftir koma t\u00f3 at standa st\u00f3rar ella kostna\u00f0armiklar uppg\u00e1vur. Umst\u00f8\u00f0ur til stangarlop, lj\u00f3\u00f0anlegg, \u00e1sko\u00f0arapl\u00e1ss og \u00fatbygging av goymsluh\u00f8lum. Harafturat skal banin skj\u00f3tt merkjast aftur, og n\u00fdggjar sargir skulu setast upp. Hesar uppg\u00e1vur mugu ikki sleppa \u00ed gloymib\u00f3kina.<\/em><\/p>\n<p><em>Afturat \u00f8llum hesum er eisini st\u00f3rur t\u00f8rvur \u00e1 skiftism\u00f8guleikum.<\/em><\/p>\n<p><em>Samstarvi\u00f0 vi\u00f0 fel\u00f8gini sn\u00fa\u00f0i seg eisini um at vinna fr\u00e6lsa \u00edtr\u00f3ttinum m\u00f8guleikar at venja innandura. Men j\u00fast hvat hendir vi\u00f0 \u00fatbyggingini av Gundadalsh\u00f8llini vita vit ikki. Men sera spennandi er, at Kommunan n\u00fa eftir \u00f8llum s\u00f3larmerkjum er farin at leggja tv\u00e6r breytir undir \u00e1sko\u00f0arapl\u00e1ssunum vi\u00f0 T\u00f3rsv\u00f8ll. Lopgr\u00f8v ver\u00f0ur v\u00e6ntandi eisini, so ta\u00f0 ver\u00f0a st\u00f3rir batar til komandi vetur. Hetta er komi\u00f0 \u00ed lag eftir at umbo\u00f0 fyri Hvirluna hava tosa\u00f0 vi\u00f0 arkitekt og Kommunu.<\/em><\/p>\n<p><em>Og so skal eg eisini undirstrika, hvussu \u00f3tr\u00faliga gott ta\u00f0 kendist at hoyra, at Klaksv\u00edkar B\u00fdr\u00e1\u00f0 hev\u00f0i sett pengar av til rennibreyt. T\u00e6r \u00e6tlanirnar ganga s\u00edna gongd, skilja vit \u00e1 lagnum.<\/em><\/p>\n<p><em><strong>F\u00f8royar &#8211; \u00cdsland<br \/>\n<\/strong>Bondini millum br\u00f8\u00f0ratj\u00f3\u00f0irnar F\u00f8royar og \u00cdsland eru framvegis v\u00e6l kn\u00fdtt \u00ed fr\u00e6lsum \u00edtr\u00f3ttarh\u00f8pi. Leingi var \u00ed umb\u00fana at skipa fyri einum IAAF venjaraskei\u00f0i her heima, hildi\u00f0 av \u00edslendingum. Kortini v\u00f3ru ta\u00f0 tey flestu, sum mettu at hetta bleiv ov umfevnandi, og \u00e6tlanin er n\u00fa slept. Men \u00e6tlanin um at halda d\u00f3maraskei\u00f0 vi\u00f0 \u00edslendskum instrukt\u00f8ri ver\u00f0ur n\u00fa gj\u00f8gnumf\u00f8rd. Thorsteinn Thorsteinsson, tekniskur lei\u00f0ari hj\u00e1 FR\u00cd, er settur at koma her at halda skei\u00f0 24. og 25. mai. Men av t\u00ed at hetta er \u00e1 Hv\u00edtusunnu, m\u00e1 hetta broytast. Vit fara at finna ein n\u00fdggjan dato sum skj\u00f3tast.<\/em><\/p>\n<p><em>Samstarvi\u00f0 vi\u00f0 \u00edslendingar um \u00farslit og hagt\u00f8l heldur eisini fram. N\u00fdggja skipanin hj\u00e1 \u00edslendingum er farin at koyra \u00e1 heimas\u00ed\u00f0u teirra, og vi\u00f0 s\u00e6r heim \u00far Reykjav\u00edk \u00ed januar, fekk Guttorm ein geyma vi\u00f0 forritinum \u00e1. So n\u00fa er at f\u00e1a telduk\u00f8n f\u00f3lk at seta forriti\u00f0 upp \u00e1 okkara heimas\u00ed\u00f0u, og f\u00e1a gongd \u00e1. Hvussu skj\u00f3tt ella hvussu trupult hetta er, er ilt at siga beint n\u00fa.<\/em><\/p>\n<p><em>Ta\u00f0 hevur ikki veri\u00f0 so st\u00f3rur panikkur \u00ed vi\u00f0v\u00edkjandi hagt\u00f8lunum, t\u00ed vit n\u00fa hava Regin Reinert, sum situr og loftar \u00f8llum okkara \u00farslitum og leggur tey \u00ed eina heimagj\u00f8rda skipan hj\u00e1 s\u00e6r. Men sj\u00e1lvandi vilja vit hava, at \u00f8ll \u00farslit og hagt\u00f8l skulu vera tilgeingilig hj\u00e1 almenninginum.<\/em><\/p>\n<p><em><strong>Altj\u00f3\u00f0a Samstarv<br \/>\n<\/strong>Altj\u00f3\u00f0a samstarv er eisini eitt afturvendandi punkt \u00ed formansfr\u00e1grei\u00f0ingini. Men spyrja vit, um vit eru komin n\u00e6rri IAAF-limaskapi, m\u00e1 erliga svari\u00f0 vera nei. Ney\u00f0ugt er kortini, at vit v\u00edsa hv\u00f8rji vit eru, og t\u00e1 eg spurdi n\u00fdggja formannin \u00ed DAF, Karsten Munkvad, um f\u00f8royingar kundu hava umbo\u00f0 vi\u00f0 til \u00cdslands \u00e1 nor\u00f0urlendska kongress, var svari\u00f0 j\u00e1ttandi. Fundurin var\u00f0 fluttur til Praha \u00ed samband vi\u00f0 innandura EM, og forma\u00f0urin \u00ed F\u00cdF fekk \u00ed bo\u00f0i\u00f0 at luttaka vi\u00f0 danska fer\u00f0ali\u00f0num.<\/em><\/p>\n<p><em>\u00cd sama br\u00e6vi bj\u00f3\u00f0a\u00f0i hann f\u00f8royskum umbo\u00f0um \u00e1 sonevndu \u00e1rsveitsluna. Hetta er tiltak yvir tveir dagar, har ta\u00f0 b\u00e6\u00f0i er St\u00f3rfundur, a\u00f0alfundur, fyrilestrar, hugnakv\u00f8ld og veitslud\u00f8gver\u00f0i. Guttorm og Hallur v\u00f3ru \u00e1 fundinum. Vit fingu tosa\u00f0 vi\u00f0 eina \u00f8rgrynnu av f\u00f3lki, og eru komin at kenna so gott sum alt starvsf\u00f3lki\u00f0 og alla nevndina hj\u00e1 DAF. Hetta ger ta\u00f0 n\u00f3gv l\u00e6ttari og smidligari at samstarva um ymisk vi\u00f0urskifti \u00ed framt\u00ed\u00f0ini.<\/em><\/p>\n<p><em>Norska sersambandi\u00f0 \u00ed fr\u00e6lsum \u00edtr\u00f3tti hevur eisini fingi\u00f0 n\u00fdggjan formann fyrr \u00ed \u00e1r. Hetta er ein ambiti\u00f8sur f\u00fdrur, Svein Arne Hansen, sum \u00ed seinastu viku bleiv valdur til forman fyri EAA, Evropeisku sambandi fyri fr\u00e6lsan \u00edtr\u00f3tt. V\u00f3nandi kann hetta \u00e1 onkran h\u00e1tt hj\u00e1lpa okkum \u00ed F\u00f8royum. Svein Arne er kendur fyri at stu\u00f0la sm\u00e6rru tj\u00f3\u00f0unum. F\u00cdF hevur ynskt honum tillukku, og hann hevur svara\u00f0 okkum, og vil fegin fr\u00e6tta meira um okkum.<\/em><\/p>\n<p><em>Ta\u00f0 er t\u00ed avgerandi ney\u00f0ugt, at vit hava umbo\u00f0 vi\u00f0 \u00e1 n\u00e6sta nor\u00f0urlendska fundi, har vit kunnu koma \u00e1 tal vi\u00f0 allar teir h\u00f8gu harrarnar har. \u2013 kunnu vit evt. seinni halda Nordic Congress \u00ed F\u00f8royum? Kunnu vit skipa fyri NM 10.000 m \u00ed F\u00f8royum? NM \u00ed lendisrenning? Og um IAAF er forbo\u00f0i\u00f0 land, hvussu langt kunnu vit r\u00f8kka vi\u00f0 EAA??<\/em><\/p>\n<p><em><strong>Nor\u00f0urlendskar kappingar<br \/>\n<\/strong>At vera partur av altj\u00f3\u00f0a samfelagnum merkir eisini at luttaka til kappingar undir Merkinum, har m\u00f8guleiki er fyri t\u00ed. Og \u00ed mai var so aftur Nordic Challenge \u2013 NM \u00e1 10.000 m, sum var hildi\u00f0 \u00e1 legendariska Bislet Stadion \u00ed Oslo. Valborg Heinesen og Marnar Djurhuus h\u00f8vdu b\u00e6\u00f0i v\u00edst st\u00f3rform \u00ed HM \u00bd maraton, og h\u00f8vdu tey b\u00e6\u00f0i tvey m\u00f8guleikar at seta f\u00f8roysk met \u00e1 10.000 til NM.<\/em><\/p>\n<p><em>Men solei\u00f0is skuldi ikki ganga. Valborg bleiv sj\u00fak, og kom ikki vi\u00f0 til Oslo. Marnar var t\u00f3 vi\u00f0, men undir kappingini fekk hann trupulleikar vi\u00f0 rygginum og m\u00e1tti gevast eftir 4.000 metrum.<\/em><\/p>\n<p><em>Nordic Challenge stundar n\u00fa til aftur, og ver\u00f0ur hildi\u00f0 \u00ed \u00c5rhus tann 23. mai. Innbj\u00f3\u00f0ing til ta kappingina kemur fr\u00e1 DAF fyrsta dagin. Nevndin hevur sett \u00fatt\u00f8kukr\u00f8v til kappingina. 32 min fyri menn og 37 min fyri kvinnur.<\/em><\/p>\n<p><em>\u00cd november ver\u00f0ur NM \u00ed lendisrenning \u00ed Finlandi. Til hesa kapping sleppa eisini ungd\u00f3mar vi\u00f0, umframt at hetta eisini er li\u00f0kapping.<\/em><\/p>\n<p><em><strong>VU-Spelen<br \/>\n<\/strong>Aftur \u00ed \u00e1r var st\u00f3rur h\u00f3pur til VU-Spelen \u00ed G\u00f8tuborg. H\u00f3purin var hin st\u00f8rsti nakrant\u00ed\u00f0. 22 \u00ed\u00f0karar og f\u00fdra lei\u00f0arar umframt n\u00f8kur foreldur. \u00darslitini v\u00f3ru fram \u00far g\u00f3\u00f0. Vit fingu f\u00fdra n\u00fdggj f\u00f8roysk met. Hanus Bergsson betra\u00f0i tv\u00e6r fer\u00f0ir f\u00f8royska meti\u00f0 \u00ed spj\u00f3tkasti. Vi\u00f0 59,00 metrum vann hann eitt bronsu. Okkara einasta hei\u00f0ursmerki. Hanus betra\u00f0i annars meti\u00f0 aftur til DM-Ung til 59,19 og vann silvur, eftir leingi at hava veri\u00f0 nummar eitt.<\/em><\/p>\n<p><em>Hini b\u00e6\u00f0i f\u00f8roysku metini setti Rebekka Fugl\u00f8. \u00c1 1.500 bleiv ta\u00f0 4.35,92 min og \u00e1 800 metrum 2.14,6 min. Hetta meti\u00f0 betra\u00f0i hon til 2.13,62 t\u00e1 hon seinasta dagin \u00ed august vann DM heiti\u00f0 fyri G22.<\/em><\/p>\n<p><em>\u00darslitini \u00ed G\u00f8tuborg v\u00f3ru sum sagt avbera g\u00f3\u00f0. N\u00f3gvar topp 10 plaseringar, pers\u00f3nlig met \u00ed so gott sum hv\u00f8rjari kapping og heili 27 b\u00f3lkamet settu f\u00f8roysku luttararnir hesar tr\u00edggjar dagarnar!<\/em><\/p>\n<p><em>\u00cd \u00e1r fer ikki at bera til hj\u00e1 oyggjaleikaluttakarum at kappast til VU-Spelen. Kortini er \u00e6tlanin, at fara vi\u00f0 teimum yngru. Landsli\u00f0i\u00f0 skal eisini helst hava meira enn eina uppg\u00e1vu um \u00e1ri\u00f0, og \u00e6tlanin er at fara til \u00cdslands vi\u00f0 landsli\u00f0num vikuskifti\u00f0 undan \u00f3lavs\u00f8ku, har vit kunnu ver\u00f0a vi\u00f0 sum gestaluttakarar til kappingarnar um \u00cdslandsmeistaraheitini.<\/em><\/p>\n<p><em><strong>Sterk \u00farslit<br \/>\n<\/strong>Uttandura eru ta\u00f0 framvegis kvinnurnar, sum standa fyri teimum f\u00f8roysku metunum. Unga <strong>Margit W. Fr\u00ed\u00f0mundsd\u00f3ttir<\/strong> hevur tiki\u00f0 metini \u00e1 b\u00e6\u00f0i 200 og 300 metrum. Sum nevnt t\u00f3k Rebekka Fugl\u00f8 metini \u00e1 800 og 1.500 metrum. <strong>Valborg Heinesen <\/strong>hevur havt eitt fram \u00far gott \u00e1r. F\u00f8royskt met og DM silvur \u00e1 5.000 metrum (17.30,22) og n\u00fdtt f\u00f8royskt met og bronsu til DM \u00ed maraton (2.49.37) Hinvegin, so misti Valborg eisini n\u00f8kur met. 2014 gav okkum enn ein kvinnuligan f\u00f8royskan topprennara. <strong>Marna Egholm <\/strong>hevur \u00ed tveimum umf\u00f8rum betra\u00f0 f\u00f8royska meti\u00f0 \u00ed h\u00e1lvum maraton, umframt at hon hevur tiki\u00f0 metini \u00e1 15 og 20 km. Hon var fyrst f\u00f8royska kvinnan undir 1.20.<\/em><\/p>\n<p><em>T\u00e6r b\u00e1\u00f0ar ungu Hvirlugenturnar, <strong>Edna Maria Debes<\/strong> og <strong>Marita K. Petersen<\/strong> settu eisini n\u00fdggj lopmet. Edna Maria \u00ed tr\u00edst\u00f8kki og Marita \u00ed longdarlopi.<\/em><\/p>\n<p><em>Innanduramet eru seinastu tvey \u00e1rini komin \u00ed h\u00f3patali. Hendan veturin kom t\u00f3 ein l\u00edtil st\u00edgur \u00ed. Gle\u00f0iligt er, at ein av st\u00f3ru gimsteinunum hj\u00e1 F\u00cdF aftur glitrar. \u00cd St\u00f3rm\u00f3t-kappingini fekk <strong>R\u00fani Seloy<\/strong> ums\u00ed\u00f0ur betra\u00f0 s\u00edna 800 m t\u00ed\u00f0, sum hann rann \u00ed 2009. T\u00ed\u00f0in hj\u00e1 honum og n\u00fdggja f\u00f8royska innandurameti\u00f0 er n\u00fa 1.56,51. Hini innandurametini settu Edna Maria Debes, 60 rim og tr\u00edst\u00f8kk (fyrsta f\u00f8royska kvinna yvir 10 metrar!) og Hildur Poulsen 60 m.<\/em><\/p>\n<p><em><strong>DMU<br \/>\n<\/strong>DM fyri ung hevur fingi\u00f0 s\u00edna egnu yvirskrift \u00ed \u00e1rsins formansfr\u00e1grei\u00f0ing. Hvirlan, Bragdi\u00f0 og Treysti eru sera tr\u00fagv at senda s\u00ednar bestu \u00ed\u00f0karar til b\u00e6\u00f0i innan- og uttandura DM. Og h\u00f3ast tey umbo\u00f0a donsk fel\u00f8g, ver\u00f0ur lagt merki til f\u00f8royingarnar. Hetta merktiskt t\u00fd\u00f0iliga \u00e1 \u00e1rsfundinum hj\u00e1 DAF. Heili 14 DM hei\u00f0ursmerki hava okkara ungu vunni\u00f0 \u00ed \u00e1rsins kappingum. Tvey v\u00f3ru \u00far gulli. Ta\u00f0 var Rebekka, sum vann DM \u00fati \u00e1 800 og 1.500 m. Innandura vann hon silvur og bronsu \u00e1 hesum teinum. Fleiri spj\u00f3tkastarar v\u00f3ru millum hei\u00f0ursmerkjavinnararnar eisini. Hanus Bergsson, Marita K. Petersen og Tr\u00f3ndur Arge vunnu silvur og Helgi Geyti vann bronsu. Hallur Simonsen vann silvur vi\u00f0 klingruni, Edna Maria Debes silvur \u00ed tr\u00edst\u00f8kk og Katarina H\u00f8j bronsu \u00e1 b\u00e6\u00f0i 800 og 1.500 m. Innandura vunnu T\u00f3rur Mortensen og Steingr\u00edmur Hallsson silvur \u00ed \u00e1vikav\u00edst tr\u00edst\u00f8kki og 800 m.<\/em><\/p>\n<p><em><strong>\u00darval<br \/>\n<\/strong>\u00c1 seinasta a\u00f0alfundi var\u00f0 kunna\u00f0 um n\u00fdggju stu\u00f0ulsskipanina undir \u00cdSF \u2013 \u00darval. Skipanin er n\u00fa sett \u00ed verk, og F\u00cdF sendi inn tr\u00edggjar ums\u00f3knir, sum allar v\u00f3r\u00f0u g\u00f3\u00f0tiknar. \u00dar \u00darval f\u00e1a vit 20.000 kr. fyri spj\u00f3tkastaran Hanus Bergsson, 20.000 kr. fyri loyparan T\u00f3r Mortensen og 91.000 kr. fyri langteinarennaran Valborg Heinesen.<\/em><\/p>\n<p><em>Hetta fegnast vit n\u00f3gv um. Ums\u00f3knirnar eru bygdar \u00e1 \u00e6tlanir, sum byggja \u00e1 f\u00fdra \u00e1r. Ta\u00f0 skuldi so merkt, at er stu\u00f0ul latin, ver\u00f0ur hann sannl\u00edkt latin aftur n\u00e6sta \u00e1r, um alt gongur eftir \u00e6tlanunum, sum ums\u00f3nirnar bygdu \u00e1. Eitt sindur av arbei\u00f0i fylgir vi\u00f0 hesum pengum. Kvartalsfr\u00e1grei\u00f0ingar og kvartalsroknskapur skal gerast fyri hv\u00f8nn \u00ed\u00f0kara. Men ta\u00f0 taka vit gle\u00f0iliga vi\u00f0.<\/em><\/p>\n<p><em>Pengarnir \u00far \u00darval ver\u00f0a ikki sm\u00e1b\u00fdttir! Vit hava \u00ed dag tr\u00edggjar \u00ed\u00f0karar \u00ed skipanini, og ta\u00f0 er meira enn naka\u00f0 anna\u00f0 sersamband. Svimjisambandi\u00f0 hevur eisini tr\u00fd. Men vit skulu ikki rokna vi\u00f0, at vit kunnu f\u00e1a fleiri inn \u00ed skipanina. Eru onnur sum v\u00edsa so g\u00f3\u00f0 \u00farslit, at tey eiga at koma vi\u00f0 \u00ed metingarnar, so ver\u00f0a vit \u00ed F\u00cdF noydd at prioritera okkara f\u00f3lk. Hetta kann bl\u00edva b\u00e6\u00f0i trupult og ke\u00f0iligt, men solei\u00f0is er so mangan, t\u00e1 onkur skal veljast og annar skal vrakast.<\/em><\/p>\n<p><em><strong>Oyggjaleikir<br \/>\n<\/strong>Oyggjaleikir stunda til. Bruttolandsli\u00f0 er sett \u00e1 papp\u00edri\u00f0, hagani endaligi h\u00f3purin ver\u00f0ur \u00fattikin. \u00c1tta hava kl\u00e1ra\u00f0 \u00farslitaliga kravi\u00f0 fyri \u00fatt\u00f8ku. T\u00e1 vit siga \u00farslitaliga kravi\u00f0, ver\u00f0ur sipa\u00f0 til, at ta\u00f0 eisini eru onnur kr\u00f8v galdandi, skalt t\u00fa umbo\u00f0a F\u00f8royar \u00ed fr\u00e6lsum \u00edtr\u00f3tti \u00e1 oyggjaleikunum. Her er nevndin r\u00e6ttiliga samd um, at landsli\u00f0s\u00ed\u00f0karar veruliga taka s\u00edn \u00edtr\u00f3tt frammalaga, og eru ey\u00f0s\u00fdnd \u00ed landslagnum \u00ed fr\u00e6lsum \u00edtr\u00f3tti, ta\u00f0 veri seg b\u00e6\u00f0i til kappingar og venjingar.<\/em><\/p>\n<p><em><strong>Venjaraskei\u00f0<br \/>\n<\/strong>F\u00cdF hevur \u00ed fleiri \u00e1r roynt at f\u00e1a danska toppvenjaran, Thomas Nolan Hansen til F\u00f8roya at hava venjaraskei\u00f0. Hetta er n\u00fa komi\u00f0 \u00ed lag, og um m\u00e1na\u00f0arskifti\u00f0 apr\u00edl\/mai ver\u00f0a tvey skei\u00f0 hildin. Fr\u00edggjadagin 1. Mai ver\u00f0ur moti\u00f3nsvenjaraskei\u00f0, og dagin eftir ver\u00f0ur venjaraskei\u00f0 fyri mi\u00f0- og langteinarennarar vi\u00f0 serligum atliti til mi\u00f0teinar.<\/em><\/p>\n<p><em>Nevndin samd um at halda fram vi\u00f0 svensku venjara\u00fatb\u00fagvingini vi\u00f0 Randi og Hera, har vit n\u00fa eru komin til venjing hj\u00e1 teimum 14 \u00e1ra gomlu. Ringt at f\u00e1a pl\u00e1ss \u00ed kalendaranum. Serliga um v\u00e1ri\u00f0 er trongt. Um heysti\u00f0 er l\u00e6ttari at finna leysar dagar, men t\u00e1 er kappingar\u00e1ri\u00f0 li\u00f0ugt, og \u00e1hugin knapt so st\u00f3rur. Men vit mugu fara at finna ein dag saman vi\u00f0 Randi K\u00farberg og Hera Ziska. Enn er eingin \u00edt\u00f8kilig roynd gj\u00f8rd at finna pl\u00e1ss.<\/em><\/p>\n<p><em><strong>Veteranb\u00f3lkur<br \/>\n<\/strong>N\u00f3gvir veteranar eru \u00ed okkara felagsskapi, og nevdin hevur \u00ed umb\u00fana at stovnseta ein veteranb\u00f3lk sum eina undirnevnd hj\u00e1 F\u00cdF. Ein sl\u00edkur Veteranb\u00f3lkur kann hava egna j\u00e1ttan og sj\u00e1lvur or\u00f0a ein veteranpolitikk. Hv\u00f8rt felag f\u00e6r \u00ed bo\u00f0i\u00f0 at hava ein nevndarlim. Nevndarforma\u00f0urin er \u00far starvsnenvdini hj\u00e1 F\u00cdF. Veterankalendara. Or\u00f0a egnan politikk \u2013 elita\/breidd\/moti\u00f3n. FM fyri veteranar. NM b\u00e6\u00f0i inni og \u00fati \u2013 kappast sum f\u00f8royingar. Maratont\u00farar? EM\/HM \u00e1 breyt. DM. N\u00f3gvar relevantar kappingar.<\/em><\/p>\n<p><em><strong>At enda&#8230;.<br \/>\n<\/strong>&#8230;..fari eg at ynskja \u00f8llum eitt gott kappingar\u00e1r. N\u00f3gvar spennandi kappingar eru komandi t\u00ed\u00f0ina, so ta\u00f0 r\u00e6\u00f0ur um at vera kl\u00e1r. Fari eisini at senda eina hjartans t\u00f8kk til tykkum, sum taka tey st\u00f3ru t\u00f8kini \u00fati \u00ed fel\u00f8gunum. B\u00e6\u00f0i til venjing, til fyriskipan av kappingum og til at lei\u00f0a fel\u00f8gini. Tit gera eitt megnararbei\u00f0i, sum \u00e1haldandi mennir fr\u00e6lsan \u00edtr\u00f3tt \u00ed F\u00f8royum.<\/em><\/p>\n<p>&nbsp;<\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>H\u00f3skv\u00f8ldi\u00f0 var \u00e1rsa\u00f0alfundurin hj\u00e1 F\u00cdF hildin \u00ed \u00cdSF-h\u00fasunum \u00ed Gundadali. Aftur \u00ed \u00e1r var uppm\u00f8tingin g\u00f3\u00f0. Ta\u00f0 kunnu samb\u00e6rt l\u00f3gunum \u00ed mesta lagi m\u00f8ta 23 f\u00f3lk \u00e1 fundi. H\u00f3skv\u00f8ldi\u00f0 v\u00f3ru vit 16 og umbo\u00f0a\u00f0u hesi fimm av okkara seks fel\u00f8gum. Niels J\u00e1kup Jakobsen var sum so ofta fyrr valdur til or\u00f0st\u00fdrara. S\u00ed\u00f0an var formansfr\u00e1grei\u00f0ing, sum [&hellip;]<\/p>\n","protected":false},"author":4,"featured_media":7519,"comment_status":"closed","ping_status":"","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"ngg_post_thumbnail":0,"_jetpack_newsletter_access":"","_jetpack_dont_email_post_to_subs":false,"_jetpack_newsletter_tier_id":0,"_jetpack_memberships_contains_paywalled_content":false,"_jetpack_feature_clip_id":0,"_jetpack_memberships_contains_paid_content":false,"footnotes":"","jetpack_publicize_message":"","jetpack_publicize_feature_enabled":true,"jetpack_social_post_already_shared":true,"jetpack_social_options":{"image_generator_settings":{"template":"highway","default_image_id":0,"font":"","enabled":false},"version":2},"jetpack_post_was_ever_published":false},"categories":[50],"tags":[],"class_list":["post-7518","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-fif-arkiv"],"jetpack_publicize_connections":[],"jetpack_sharing_enabled":true,"jetpack_featured_media_url":"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2015\/04\/F\u00cdF-a\u00f0alfundur-2015.jpg","_links":{"self":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/7518","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/users\/4"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcomments&post=7518"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/7518\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":11088,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/7518\/revisions\/11088"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/media\/7519"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fmedia&parent=7518"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcategories&post=7518"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Ftags&post=7518"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}