{"id":7592,"date":"2015-07-26T00:41:20","date_gmt":"2015-07-25T23:41:20","guid":{"rendered":"https:\/\/www.athletics.fo\/?p=7592"},"modified":"2026-10-29T10:57:42","modified_gmt":"2026-10-29T10:57:42","slug":"eitt-foroyskt-met-og-ein-islandsmeistari","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/www.athletics.fo\/?p=7592","title":{"rendered":"Eitt f\u00f8royskt met og ein &#8220;\u00edslandsmeistari&#8221;"},"content":{"rendered":"<p>So er fyrri kappingardagur \u00ed K\u00f3pavogi farin aftur um, og vit kunnu l\u00edta aftur \u00e1 ein dag vi\u00f0 g\u00f3\u00f0um f\u00f8royskum avrikum, har vit b\u00e6\u00f0i fingu eitt f\u00f8royskt met og ein f\u00f8royskan &#8220;\u00edslandsmeistara&#8221;.<\/p>\n<p>Ta\u00f0 var Margit Weihe Fr\u00ed\u00f0mundsd\u00f3ttir, sum st\u00f3\u00f0 fyri f\u00f8royska metinum. Hon hev\u00f0i ein str\u00e6vnan dag, sum byrja\u00f0i vi\u00f0 innlei\u00f0andi kapping \u00ed longdarlopi. Her eydna\u00f0ist ta\u00f0 henni vi\u00f0 4.77 m at leypa seg \u00ed finaluna sum nummar n\u00edggju av teimum tilsamans 24 leyparunum. Edna Maria Debes leyp eisini longdarlop, men hennara 4,44 metrar rukku ikki til finaluna.<\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"\" src=\"https:\/\/scontent-ams2-1.xx.fbcdn.net\/hphotos-xaf1\/v\/t1.0-9\/11781714_10153489413764106_6713481079217063697_n.jpg?oh=f89480bbcd1aa3531b143335e2737e1e&amp;oe=56560A4F\" alt=\"\" width=\"680\" height=\"453\" \/><br \/>\n<em>Margit rakti b\u00e6\u00f0i dagin og plankan v\u00e6l, og betra\u00f0i s\u00edtt f\u00f8royska met \u00ed longdarlopi vi\u00f0 einum sentimetri (mynd: Heri Ziska)<\/em><\/p>\n<p>\u00c1\u00f0renn finaluna, var eisini 100 m kappingin \u00e1 skr\u00e1nni. Margit rann \u00ed fyrsta ri\u00f0ili undir li\u00f0ini \u00e1 kr\u00fatsterku \u00edslendsku spurt- og longdarlopsstj\u00f8rnuni Hafd\u00eds Sigur\u00f0ard\u00f3ttir. H\u00f3ast Hafd\u00eds vi\u00f0 spentar \u00e1l rann undan, nerva\u00f0i hetta ikki Margit, sum h\u00f3ast ein trilvandi start rann seg til s\u00edna bestu t\u00ed\u00f0 nakrant\u00ed\u00f0 &#8211; 13,65 sekund ennt\u00e1 vi\u00f0 1,5 m\/s \u00edm\u00f3ti. Samanlagt gj\u00f8rdist Margit nummar 10.<\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"\" src=\"https:\/\/scontent-ams2-1.xx.fbcdn.net\/hphotos-xfp1\/v\/t1.0-9\/11745705_10153489414794106_3758656500785204492_n.jpg?oh=10e1eb316f32562cc9282991e68715da&amp;oe=5614C9DC\" alt=\"\" width=\"692\" height=\"461\" \/><br \/>\n<em>Margit fekk ikki besta startin \u00e1 100 metrum, men rann seg v\u00e6l fram, og enda\u00f0i vi\u00f0 at renna s\u00edna bestu t\u00ed\u00f0 (mynd: Heri Ziska)<\/em><\/p>\n<p>Ta\u00f0 gj\u00f8rdist eitt sindur rokaligt t\u00e1 finalan \u00ed longdarlopi skuldi byrja. Fyriskipararnir hildu ikki, at f\u00f8royingarnir sum gestaluttakarar kundu taka pl\u00e1ss \u00ed finaluni, og Margit st\u00f3\u00f0 t\u00ed ikki \u00e1 listanum. Hetta fingu vit t\u00edbetur \u00ed r\u00e6ttlag, men hetta \u00f3r\u00f3gva\u00f0i Margit naka\u00f0. Fyrstu tvey lopini v\u00f3ru ikki eins g\u00f3\u00f0 sum tey fyrr \u00e1 degnum v\u00f3ru \u00ed innlei\u00f0andi umfarinum, men ein broyting vi\u00f0 atrenningini gav strax \u00farslit. 4,85 metrar og n\u00fdtt f\u00f8royskt met vi\u00f0 einum sentimetri! Harafturat var hon ein av teimum \u00e1tta, sum n\u00fa fingu tr\u00fd lop afturat. H\u00f3ast langan kappingardag m\u00e1ldu seinastu tr\u00fd lopini \u00f8ll yvir 4,70 metrar. Alt \u00ed alt ein stak g\u00f3\u00f0ur dagur hj\u00e1 Margit, sum \u00ed morgin skal renna 200 metrar. Edna Maria Debes kappast \u00ed morgin \u00ed tr\u00edst\u00f8kki, sum m\u00e1 metast at vera hennara sterkasta grein.<\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"\" src=\"https:\/\/scontent-ams2-1.xx.fbcdn.net\/hphotos-xpt1\/v\/t1.0-9\/11750618_10153489414009106_1809218451524771183_n.jpg?oh=2ac15985d1801096535efbfe3366a2ed&amp;oe=565206CE\" alt=\"\" width=\"617\" height=\"411\" \/><br \/>\n<em>Edna Maria Debes str\u00edddist manniliga, men rakti ikki s\u00edn besta dag og t\u00ed heldur ikki finaluna (mynd: Heri Ziska)<\/em><\/p>\n<p>&#8220;\u00cdslandsmeistarin&#8221; hj\u00e1 okkum \u00ed dag var Rebekka Fugl\u00f8, sum gj\u00f8rdi bart \u00e1 1.500 metrum. Tv\u00e6r \u00edslendskar l\u00f8gdu \u00fat, sum v\u00f3ru t\u00e6r skotnar \u00far einari kan\u00f3n. Rebekka vildi ikki lata t\u00e6r sleppa ov langt og helt teimum \u00ed stuttum tj\u00f3\u00f0ri. Eftir 500 metrum f\u00f3r gassi\u00f0 \u00far ball\u00f3nini hj\u00e1 teimum, og Rebekka v\u00edsti n\u00fa, hv\u00f8r var tann stinnasta. M\u00e1lr\u00e6tta\u00f0, og vi\u00f0 ey\u00f0kenda vnnaraviljanum, leg\u00f0i hon fyrst a\u00f0ra og s\u00ed\u00f0an hina aftur um seg. Og so var eingin ivi um, hv\u00f8r f\u00f3r at vinna hesa kappingina. Endaliga t\u00ed\u00f0in hj\u00e1 Rebekku gj\u00f8rdist 4.39,62 &#8211; 4 sekund fr\u00e1 hennara f\u00f8royska meti \u00e1 teininum. Eisini Bj\u00f8rk Herup Olsen var vi\u00f0 \u00ed hesi 1.500 m finaluni. Hon gj\u00f8rdist nummar f\u00fdra vi\u00f0 4.59,52 min. \u00cd morgin rennur Rebekka 800 metrar, me\u00f0an Bj\u00f8rk saman vi\u00f0 Marnu Egholm skal renna 3.000 m.<\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"\" src=\"https:\/\/scontent-ams2-1.xx.fbcdn.net\/hphotos-xtf1\/v\/t1.0-9\/11745812_10153489415734106_1814937675469632782_n.jpg?oh=efa126b1b4be9047b7888506b73fc641&amp;oe=5657C7DB\" alt=\"\" width=\"680\" height=\"453\" \/><br \/>\n<em>\u00cd st\u00f3rum st\u00edli fekk Rebekka v\u00edst \u00edslendingum, hv\u00f8r er best \u00ed nor\u00f0urh\u00f8vum at renna 1.500 metrar (mynd: Heri Ziska)<\/em><\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2015\/07\/bjork_run.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"alignnone  wp-image-11561\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2015\/07\/bjork_run.jpg\" alt=\"bjork_run\" width=\"682\" height=\"454\" \/><\/a><em>Deja vu? Nei. Eins og \u00ed 2010 vinnur Bj\u00f8rk Herup Olsen ein langan spurt m\u00f3ti Fr\u00ed\u00f0u R\u00fan Tordard\u00f3ttir (mynd: Heri Ziska)<\/em><\/p>\n<p>Eisini R\u00fani Seloy rann 1.500 metrar \u00ed dag. Kappingin hj\u00e1 honum gj\u00f8rdist j\u00f8vn og spennandi heilt \u00e1 m\u00e1li\u00f0. F\u00fdra rennarar v\u00f3ru mest sum javnir teir fyrstu 1.200 metrarnar. T\u00e1 royndi R\u00fani seg vi\u00f0 einum &#8220;langskoti&#8221; og helt undan hinum. Men t\u00e1 100 metrar v\u00f3ru eftir var\u00f0 hann fanga\u00f0ur, og seinastu 100 metrararnir blivu b\u00e6\u00f0i ein dystur um sigurin og um at var\u00f0veita anna\u00f0pl\u00e1ssi\u00f0. Endin var\u00f0, at R\u00fani gj\u00f8rdist nummar tvey vi\u00f0 s\u00edni higartil bestu t\u00ed\u00f0 \u00e1 teininum. Uri\u00f0 v\u00edsti 4.11, \u00a0 \u00cd morgin rennur r\u00fani 800 metrar.<\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"\" src=\"https:\/\/scontent-ams2-1.xx.fbcdn.net\/hphotos-xtf1\/v\/t1.0-9\/11742768_10153489415494106_1298920070655623913_n.jpg?oh=b69a3d25ecceddfa2ba16490b2b71a30&amp;oe=56530907\" alt=\"\" width=\"770\" height=\"513\" \/><br \/>\n<em>R\u00fani hev\u00f0i leis\u00f0sluna \u00ed l\u00f8tum, og var n\u00e6r vi\u00f0 at vinna \u00e1 \u00f8llum \u00edslendingunum. At enda gj\u00f8rdist hann nummar tvey (mynd: Heri Ziska)<\/em><\/p>\n<p>\u00cd longdarlopi hj\u00e1 monnunum var eisini f\u00f8roysk lutt\u00f8ka. Kravi\u00f0 um ein finalusess var eitt 12. pl\u00e1ss, men lop yvir 6,20 metrar gav beinlei\u00f0is atgongd \u00ed finaluna. T\u00f3rur Mortensen gj\u00f8rdi skj\u00f3tt av. Leyp fyrst eitt trygt lop \u00fat \u00e1 6,10 metrar og setti so meira \u00e1 \u00ed \u00f8\u00f0rum umfari, har hann vi\u00f0 6,26 metrum leyp seg beint \u00ed finaluna, sum var tr\u00edggjar t\u00edmar seinni. Her leg\u00f0i T\u00f3rur \u00fat vi\u00f0 einum rimmar lopi upp\u00e1 6,40 metrar, sum eisini gj\u00f8rdist hansara longsta lop. Hetta rakk til fj\u00f3r\u00f0apl\u00e1ssi\u00f0, sum m\u00e1 sigast at vera eitt stak gott \u00farslit hj\u00e1 hesum 17-\u00e1ra gamla. \u00cd morgin skal T\u00f3rur kappast \u00ed tr\u00edst\u00f8kki.<\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"\" src=\"https:\/\/scontent-ams2-1.xx.fbcdn.net\/hphotos-xpf1\/v\/t1.0-9\/11178193_10153489414474106_934300837278296260_n.jpg?oh=3f4310218fe26c6c3161e2d694813a03&amp;oe=56141207\" alt=\"\" width=\"560\" height=\"373\" \/><br \/>\n<em>T\u00f3rur Mortensen fleyg \u00fat \u00e1 6,40 metrar \u00ed dag &#8211; \u00a0bert 9 sentimetar fr\u00e1 s\u00ednum besta lopi. (mynd: Heri Ziska)\u00a0<\/em><\/p>\n<p>Okkara sterki spj\u00f3tkastari Hanus Bergsson skuldi \u00a0eisini dystast \u00ed dag, men \u00ed kapping \u00e1 T\u00f3rsv\u00f8lli mikukv\u00f8ldi\u00f0 fekk hann ein ska\u00f0a \u00ed kastiarmin, og hildi\u00f0 var t\u00ed ikki, at r\u00e1\u00f0iligt var at kappast. Sera harmiligt hj\u00e1 Hanusi, sum \u00f3gvuliga sannl\u00edkt hev\u00f0i bivi\u00f0 nummar tvey \u00ed kappingini. Hin kastarin hj\u00e1 okkum er Hallur Simonsen, og hann er til dystin f\u00fasur \u00ed morgin, t\u00e1 kappast ver\u00f0ur \u00ed klingrukasti.<\/p>\n<p>&nbsp;<\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>So er fyrri kappingardagur \u00ed K\u00f3pavogi farin aftur um, og vit kunnu l\u00edta aftur \u00e1 ein dag vi\u00f0 g\u00f3\u00f0um f\u00f8royskum avrikum, har vit b\u00e6\u00f0i fingu eitt f\u00f8royskt met og ein f\u00f8royskan &#8220;\u00edslandsmeistara&#8221;. Ta\u00f0 var Margit Weihe Fr\u00ed\u00f0mundsd\u00f3ttir, sum st\u00f3\u00f0 fyri f\u00f8royska metinum. Hon hev\u00f0i ein str\u00e6vnan dag, sum byrja\u00f0i vi\u00f0 innlei\u00f0andi kapping \u00ed longdarlopi. Her [&hellip;]<\/p>\n","protected":false},"author":4,"featured_media":7593,"comment_status":"closed","ping_status":"","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"ngg_post_thumbnail":0,"_jetpack_newsletter_access":"","_jetpack_dont_email_post_to_subs":false,"_jetpack_newsletter_tier_id":0,"_jetpack_memberships_contains_paywalled_content":false,"_jetpack_feature_clip_id":0,"_jetpack_memberships_contains_paid_content":false,"footnotes":"","jetpack_publicize_message":"","jetpack_publicize_feature_enabled":true,"jetpack_social_post_already_shared":true,"jetpack_social_options":{"image_generator_settings":{"template":"highway","default_image_id":0,"font":"","enabled":false},"version":2},"jetpack_post_was_ever_published":false},"categories":[50],"tags":[],"class_list":["post-7592","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-fif-arkiv"],"jetpack_publicize_connections":[],"jetpack_sharing_enabled":true,"jetpack_featured_media_url":"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2015\/07\/bjork_run.jpg","_links":{"self":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/7592","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/users\/4"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcomments&post=7592"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/7592\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":11129,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/7592\/revisions\/11129"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/media\/7593"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fmedia&parent=7592"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcategories&post=7592"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Ftags&post=7592"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}