{"id":7594,"date":"2015-07-27T02:42:39","date_gmt":"2015-07-27T01:42:39","guid":{"rendered":"https:\/\/www.athletics.fo\/?p=7594"},"modified":"2026-10-29T10:57:42","modified_gmt":"2026-10-29T10:57:42","slug":"marna-eisini-islandsmeistari-2-dagur-i-kopavogi","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/www.athletics.fo\/?p=7594","title":{"rendered":"Marna eisini &#8220;\u00edslandsmeistari&#8221; &#8211; 2. dagur \u00ed  K\u00f3pavogi"},"content":{"rendered":"<p>Aftur \u00ed dag fingu vit ein f\u00f8royskan &#8220;\u00edslandsmeistara&#8221;, og aftur \u00ed dag var ta\u00f0 ein av okkara stinnu kvinnum, sum st\u00f3\u00f0 fyri bragdinum. Marna Egholm, sum um seinasta m\u00e1na\u00f0arskifti\u00f0 vann tr\u00fd hei\u00f0ursmerki \u00e1 oyggjaleikunum pr\u00f3gva\u00f0i \u00ed dag, at hetta so avgj\u00f8rt ikki var av tilvild. Marna, sum annars mest rennur heilt longu teinarnar royndi seg \u00ed dag fyri fyrstu fer\u00f0 \u00e1 3.000 metrum, sum samstundis var hennara stytsti teinur higartil \u00ed rennikapping.<\/p>\n<p>G\u00e1vur\u00edka Andrea Kolbeinsd\u00f3ttir var favorittur at vinna. Hon t\u00f3k skj\u00f3tt lei\u00f0sluna, men ta\u00f0 var t\u00f3 t\u00fd\u00f0uligt, at hon megna\u00f0i ikki at seta Marnu undir veruligt tr\u00fdst. Okkara Bj\u00f8rk Herup Olsen rann eisini vi\u00f0 her, og fylgdi vi\u00f0 fyrstu 1.000 metrarnar, t\u00e1 hon so sm\u00e1tt um sm\u00e1tt m\u00e1tti s\u00edggja hinar fara spakuliga undan. Umfarst\u00ed\u00f0irnar hj\u00e1 Andreu blivu eitt l\u00edti\u00f0 vet skj\u00f3tari fyri hv\u00f8rt umfar, men kortini s\u00e1st at Marna \u00e1tti n\u00f3gv at standa \u00edm\u00f3ti vi\u00f0. Seinastu tvey umf\u00f8rini var ta\u00f0 Marna, sum setti fer\u00f0 \u00e1, og \u00edslendska kvinnan str\u00edddist fyri at fylgja vi\u00f0. 200 metrar \u00e1\u00f0renn m\u00e1li\u00f0 royndi Andrea seg vi\u00f0 einum rykki, og \u00e6tla\u00f0i s\u00e6r fram um og inn til sargina. Men Marna svara\u00f0i aftur og stongdi Andreu \u00fati \u00ed a\u00f0ru geil. Ha\u00f0ani og \u00e1 m\u00e1li\u00f0 gj\u00f8rdist alt ein langur, javnur spurtur, har hv\u00f8rgin vildi geva seg. Marna megna\u00f0i at halda munin allan vegin, og var eitt h\u00e1lvt sekund undan ungu \u00edslendsku gentuni. T\u00ed\u00f0in hj\u00e1 Marnu gj\u00f8rdist 10.09,38 min.<\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"\" src=\"https:\/\/scontent-cdg2-1.xx.fbcdn.net\/hphotos-xft1\/v\/t1.0-9\/11750693_10153491774514106_4157566831513720720_n.jpg?oh=153d1f67b461d2a0a51d3626e25c27b5&amp;oe=5641BBD6\" alt=\"\" width=\"725\" height=\"483\" \/><br \/>\n<em>Ta\u00f0 n\u00e6rkast endanum og \u00edslendska kvinnan roynir at troka seg fram um. Marna gav kr\u00fat og vildi ikki v\u00edkja.<\/em><\/p>\n<p>Bert 16 sekund aftari kom Bj\u00f8rk Herup Olsen \u00e1 m\u00e1li\u00f0 vi\u00f0 t\u00ed\u00f0ini 9.25,33 min. Hetta eru bert 20 sekund fr\u00e1 hennara f\u00f8royska meti, og ein g\u00f3\u00f0 \u00e1bending um, at hon skj\u00f3tt kann venda aftur til gamla styrki.<\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"\" src=\"https:\/\/scontent-cdg2-1.xx.fbcdn.net\/hphotos-xpf1\/v\/t1.0-9\/11695829_10153491774704106_8945342953809359588_n.jpg?oh=a82a65d509e6a111a8a85afd3d8d0481&amp;oe=5652717D\" alt=\"\" width=\"715\" height=\"476\" \/><br \/>\n<em>Bj\u00f8rk og Marna v\u00e6l n\u00f8gdar eftir 3.000 m renning<\/em><\/p>\n<p>T\u00f3rur Mortensen setti eitt gott pers\u00f3nligt met \u00ed tr\u00edst\u00f8kki \u00ed dag. Hetta gj\u00f8rdi hann longu \u00ed fyrsta umfari, t\u00e1 hann leyp 13,57 metrar, sum er 25 sentimetrar longur enn gamla pers\u00f3nliga meti\u00f0. Ta\u00f0 er sera spennandi at fylgja menningini hj\u00e1 T\u00f3ri, sum gongur vi\u00f0 r\u00fakandi fer\u00f0 &#8211; b\u00e6\u00f0i \u00ed longdarlopi og tr\u00edst\u00f8kki. Aftur \u00ed tri\u00f0ja lopi pr\u00f3gva\u00f0i T\u00f3rur s\u00edtt vir\u00f0i, t\u00e1 hann aftur leyp yvir gamla meti\u00f0, hesufer\u00f0 13,43 metrar. T\u00f3rur megna\u00f0i vi\u00f0 s\u00ednum 13,57 metrum at gerast nummar tvey \u00ed kappingini. Saman vi\u00f0 fj\u00f3r\u00f0a pl\u00e1ssinum \u00ed longdarlopi hevur T\u00f3rur havt tveir sera g\u00f3\u00f0ar kappingardagar \u00ed Reykjav\u00edk.<\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"\" src=\"https:\/\/scontent-cdg2-1.xx.fbcdn.net\/hphotos-xpt1\/v\/t1.0-9\/11707697_10153491773684106_6868099788431423105_n.jpg?oh=1ab53341dde811db2396aee3530f3a2d&amp;oe=565C98E0\" alt=\"\" width=\"724\" height=\"482\" \/><br \/>\n<em>T\u00f3rur Mortensen \u00e6tlar at loypa enn longri seinni \u00ed \u00e1r<\/em><\/p>\n<p>Annars byrja\u00f0i hesin dagurin vi\u00f0, at Margit Weihe rann innlei\u00f0andi \u00e1 200 metrum. Ta\u00f0 eydna\u00f0ist henni at vinna s\u00edn ri\u00f0il vi\u00f0 t\u00ed\u00f0ini 27,62, sum er eitt sindur fr\u00e1 hennara besta. Samanlagt gj\u00f8rdist Margit nummar f\u00fdra innlei\u00f0andi, og \u00e1tti pl\u00e1ss \u00ed finaluni. Um hon altso var \u00edslendingur. F\u00f8royingar fingu ikki loyvi at taka eina av teimum seks geilunum \u00ed finaluni. T\u00e1 so finalan var\u00f0 runnin seinni \u00e1 degnum, var ta\u00f0 sera harmiligt hj\u00e1 okkum at s\u00edggja, at bert f\u00fdra v\u00f3ru m\u00f8ttar &#8211; og eftir \u00farslitunum \u00ed finaluni at d\u00f8ma, er v\u00e6l hugsnadi, at Margit hev\u00f0i blivi\u00f0 nummar tr\u00fd.<\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2015\/07\/DSC03743b.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"alignnone  wp-image-11565\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2015\/07\/DSC03743b.jpg\" alt=\"DSC03743b\" width=\"726\" height=\"485\" \/><br \/>\n<\/a><em>Margit hev\u00f0i heilt g\u00f3\u00f0a fer\u00f0 og vann ri\u00f0ilin. Hon metti sj\u00e1lv, at hon mundi vera heilt n\u00e6r vi\u00f0 s\u00edtt f\u00f8royska met (27,21) og hyggur t\u00ed illtr\u00fagvin at \u00farslitatalvuni.<\/em><\/p>\n<p>Rebekka Fugl\u00f8, sum vann 1.500 metra kappingina \u00ed gj\u00e1r, rann \u00ed dag 800 metrar, har hon skuldi renna m\u00f3ti heimsstj\u00f8rnuni Anitu Hinriksd\u00f3ttir. \u00cdslendska stj\u00f8rnan s\u00e1 \u00fat til at hava ein heilt g\u00f3\u00f0an dag og rann alt hon var ment fr\u00e1 fyrsta feti. Eftir var bara hj\u00e1 Rebekku at kempa um anna\u00f0pl\u00e1ssi\u00f0, og at royna at renna bestu t\u00ed\u00f0. Fyrsta umfar gekk sum ta\u00f0 skulid. Millumt\u00ed\u00f0in passa\u00f0i r\u00e6ttiliga v\u00e6l, og Birkisd\u00f3ttir \u00e1 tri\u00f0ja pl\u00e1ssi\u00f0 s\u00e1 \u00fat til at byrja at dragna. \u00c1 \u00f8\u00f0rum umfari bleiv anna\u00f0pl\u00e1ssi\u00f0 v\u00e6l og vir\u00f0iliga sta\u00f0fest, men fer\u00f0in helt ikki, og Rebekka fekk at enda t\u00ed\u00f0ina 2.15,47 min, sum er \u00fati vi\u00f0 tr\u00fd sekund fr\u00e1 hennara f\u00f8royska meti.<\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"\" src=\"https:\/\/scontent-cdg2-1.xx.fbcdn.net\/hphotos-xtf1\/v\/t1.0-9\/11742872_10153491773104106_1203448399224604583_n.jpg?oh=1843643c446de425757a6affe3c44873&amp;oe=5645C16F\" alt=\"\" width=\"728\" height=\"485\" \/><br \/>\n<em>Rebekka roynir at sleppa undan Mariu Birkisd\u00f3ttir, me\u00f0an Regin Thomsen r\u00f3par 200 m-millumt\u00ed\u00f0ina.<\/em><\/p>\n<p>R\u00fani Seloy var \u00ed somu st\u00f8\u00f0u sum Rebekka. 1.500 m \u00ed gj\u00e1r og 800 m \u00ed dag. Ta\u00f0 skuldi rennast \u00ed tveimum ri\u00f0lum, har R\u00fani var \u00ed seinna. Men uttan at hava fingi\u00f0 naka\u00f0 at vita\u00f0, v\u00f3ru ri\u00f0larnir b\u00e1\u00f0ir slignir saman, og R\u00fani fekk t\u00ed ikki seinasta partin av upphitingini vi\u00f0. Eitt sindur \u00f3r\u00f3gvandi, men ta\u00f0 var bara at renna. Ta\u00f0 v\u00f3ru n\u00f3gvir sterkir rennarar vi\u00f0, og R\u00fani leg\u00f0i seg \u00e1 halan at l\u00fara. Hetta gj\u00f8rdist h\u00f8r\u00f0 renning, har R\u00fani str\u00edddist vi\u00f0 at vinna seg n\u00f8kur pl\u00e1ss fram. Ofta hava vit s\u00e6\u00f0 R\u00fana ste\u00f0ga\u00f0 upp seinastu 100 metrarnar, men gott var at s\u00edggja hann verja s\u00edna st\u00f8\u00f0u \u00ed dag \u00ed har\u00f0ari kapping. R\u00fani gj\u00f8rdist nummar seks av teimum n\u00edggju rennarunum vi\u00f0 t\u00ed\u00f0ini 1.58,86 min.<\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"\" src=\"https:\/\/scontent-cdg2-1.xx.fbcdn.net\/hphotos-xpt1\/v\/t1.0-9\/11755892_10153491773374106_77106526037430902_n.jpg?oh=ba8a41a7c4345e2dcbbea70bd076f140&amp;oe=5649A273\" alt=\"\" width=\"728\" height=\"485\" \/><br \/>\n<em>R\u00fani \u00ed har\u00f0ari kapping allar 800 metrarnar &#8211; gott at s\u00edggja hann sterkan \u00e1 seinastu 100 metrunum.<\/em><\/p>\n<p>Eisini Edna Maria Debes fekk eina topp-plasering \u00ed dag. \u00cd kappingini \u00ed tr\u00edst\u00f8kki eydna\u00f0ist henni at vinna seg heilt fram \u00e1 tri\u00f0japl\u00e1ssi\u00f0. Hetta gj\u00f8rdi hon vi\u00f0 at leypa 9,76 og harvi\u00f0 sn\u00edkja seg tveir senitmetrar longur enn nummar f\u00fdra. Edna Maria leyp javnt gott \u00ed dag, og hev\u00f0i fimm g\u00f3\u00f0 lop.<\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"\" src=\"https:\/\/scontent-cdg2-1.xx.fbcdn.net\/hphotos-xft1\/v\/t1.0-9\/11742685_10153491772019106_3681993429227490009_n.jpg?oh=9baa9146908a0eeee685ce74aa4e778d&amp;oe=560E01AD\" alt=\"\" width=\"728\" height=\"485\" \/><br \/>\n<em>Edna Maria Debes kempa\u00f0i hart og bleiv nummar tr\u00fd \u00ed tr\u00edst\u00f8kki.<\/em><\/p>\n<p>Seinasti ma\u00f0ur \u00ed kapping \u00ed dag var klingrukastarin Hallur Simonsen. Hallur vann heldur \u00f3v\u00e6nta\u00f0 silvurhei\u00f0ursmerki \u00e1 oyggjaleikunum, og hev\u00f0i t\u00ed okkurt at liva upp til millum allar teir mongu sterku \u00edslendsku klingrukastararnar. Fyrsta kasti\u00f0 gj\u00f8rdist ta\u00f0 besta, og var samstundis tri\u00f0besta kast hj\u00e1 Halli \u00ed kapping. 43.00 seg\u00f0i m\u00e1tibandi\u00f0 og hetta rakk til fimtapl\u00e1ss \u00ed einari javnari kapping.<\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"\" src=\"https:\/\/scontent-cdg2-1.xx.fbcdn.net\/hphotos-xtp1\/v\/t1.0-9\/11796260_10153491775044106_5234480106657934893_n.jpg?oh=c21ad4e674310e9214787d6cc8a720c1&amp;oe=560E412B\" alt=\"\" width=\"728\" height=\"485\" \/><br \/>\n<em>Hallur Simonsen fekk enn eitt gott \u00farslit \u00ed klingrukasti<\/em><\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"\" src=\"https:\/\/scontent-cdg2-1.xx.fbcdn.net\/hphotos-xfa1\/v\/t1.0-9\/11796336_10153491776294106_494231581999629195_n.jpg?oh=3e80dabe3b8d4afa61676a41f3d8b657&amp;oe=564E1630\" alt=\"\" width=\"713\" height=\"475\" \/><br \/>\n<em>Og so var ta\u00f0 bo\u00f0renning &#8211; 4 x 400 metrar. Her er ta\u00f0 Rebekka vi\u00f0 tingakrossinum \u00ed hendi<\/em><\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2015\/07\/DSC03757.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"alignnone  wp-image-11566\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2015\/07\/DSC03757.jpg\" alt=\"DSC03757\" width=\"638\" height=\"478\" \/><br \/>\n<\/a><em>Li\u00f0i\u00f0 \u00ed 4 x 400 m. Bj\u00f8rk, Rebekka, Marna og Margit. Bert tvey li\u00f0 lutt\u00f3ku, og vit blivu nummar tvey vi\u00f0 t\u00ed\u00f0ini 4.24,17 min.\u00a0<\/em><\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"\" src=\"https:\/\/scontent-cdg2-1.xx.fbcdn.net\/hphotos-xaf1\/v\/t1.0-9\/11219418_10153491777314106_887746017112531933_n.jpg?oh=8fc8d04fe6cc8d42e2e374491c1f6df7&amp;oe=5642A3B1\" alt=\"\" width=\"635\" height=\"423\" \/><br \/>\nEftir lokna kapping var\u00f0 f\u00f8royska li\u00f0i\u00f0 fagna\u00f0<\/p>\n<p>&nbsp;<\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Aftur \u00ed dag fingu vit ein f\u00f8royskan &#8220;\u00edslandsmeistara&#8221;, og aftur \u00ed dag var ta\u00f0 ein av okkara stinnu kvinnum, sum st\u00f3\u00f0 fyri bragdinum. Marna Egholm, sum um seinasta m\u00e1na\u00f0arskifti\u00f0 vann tr\u00fd hei\u00f0ursmerki \u00e1 oyggjaleikunum pr\u00f3gva\u00f0i \u00ed dag, at hetta so avgj\u00f8rt ikki var av tilvild. Marna, sum annars mest rennur heilt longu teinarnar royndi seg [&hellip;]<\/p>\n","protected":false},"author":4,"featured_media":7595,"comment_status":"closed","ping_status":"","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"ngg_post_thumbnail":0,"_jetpack_newsletter_access":"","_jetpack_dont_email_post_to_subs":false,"_jetpack_newsletter_tier_id":0,"_jetpack_memberships_contains_paywalled_content":false,"_jetpack_feature_clip_id":0,"_jetpack_memberships_contains_paid_content":false,"footnotes":"","jetpack_publicize_message":"","jetpack_publicize_feature_enabled":true,"jetpack_social_post_already_shared":true,"jetpack_social_options":{"image_generator_settings":{"template":"highway","default_image_id":0,"font":"","enabled":false},"version":2},"jetpack_post_was_ever_published":false},"categories":[50],"tags":[],"class_list":["post-7594","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-fif-arkiv"],"jetpack_publicize_connections":[],"jetpack_sharing_enabled":true,"jetpack_featured_media_url":"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2015\/07\/DSC03743b.jpg","_links":{"self":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/7594","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/users\/4"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcomments&post=7594"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/7594\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":11130,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/7594\/revisions\/11130"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/media\/7595"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fmedia&parent=7594"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcategories&post=7594"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Ftags&post=7594"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}