{"id":7646,"date":"2015-10-16T23:17:57","date_gmt":"2015-10-16T22:17:57","guid":{"rendered":"https:\/\/www.athletics.fo\/?p=7646"},"modified":"2026-10-29T17:34:53","modified_gmt":"2026-10-29T17:34:53","slug":"marna-besti-foroyingur-nakrantid-i-fraelsum-itrotti","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/www.athletics.fo\/?p=7646","title":{"rendered":"Marna &#8211; besti f\u00f8royingur nakrant\u00ed\u00f0 \u00ed fr\u00e6lsum \u00edtr\u00f3tti"},"content":{"rendered":"<p>Sunnudagin 27. september 2015 var\u00f0 Berlin Marathon runni\u00f0 fyri 42. fer\u00f0. Sum vanligt v\u00f3ru n\u00f3gvir f\u00f8royingar vi\u00f0, men sum naka\u00f0 heilt n\u00fdtt, var ein av elitu-rennarunum eisini f\u00f8royskur. Men ta\u00f0 visti eingin fyrr enn aftan\u00e1. T\u00ed sj\u00e1lvt um ta\u00f0 var v\u00e6ntandi at Marna f\u00f3r at taka f\u00f8royska meti\u00f0 fr\u00e1 Valborg Heinesen &#8211; eitt met, sum var n\u00f3g miki\u00f0 til DM-bronsu \u00ed fj\u00f8r &#8211; so mundu tey f\u00e6gstu t\u00f3 v\u00e6nta, at hon f\u00f3r at renna g\u00f3\u00f0ar seks minuttir skj\u00f3tari enn meti\u00f0.<\/p>\n<p>Men ta\u00f0 gj\u00f8rdi Marna! T\u00ed\u00f0in hj\u00e1 henni gj\u00f8rdist 2.43.15 t\u00edmar og rakk til 36. pl\u00e1ssi\u00f0 av teimum yvir 10.000 kvinnunum. Og ta\u00f0 eru ikki bara tilvildarligar kvinnur, sum renna \u00ed Berlin. Eliturennarar \u00far \u00f8llum heiminum stevna saman \u00ed Berlin, t\u00ed her eru \u00fatlit fyri sterkari kapping \u00e1 skj\u00f3tari rutu. Eitt gott h\u00f8vi hj\u00e1 fleiri topp-rennarum at kl\u00e1ra kravt\u00ed\u00f0ina til OL \u00ed 2016. Sum vanligt v\u00f3ru ta\u00f0 t\u00e6r kenjansku og etiopisku kvinnurnar, sum t\u00f3ku fremstu pl\u00e1ssini, men fyri at undirstrika styrkina og bragdi\u00f0 hj\u00e1 Marnu, vil eg v\u00edsa \u00e1, at bert ein &#8211; BARA EIN &#8211; t\u00fdsk kvinna enda\u00f0i framman fyri Marnu!!<\/p>\n<p>Ein onnur undirstriking av hesum bragdinum er, at hetta \u00farsliti\u00f0 gevur yvir 1000 IAAF-stig, og er n\u00f3gv ta\u00f0 h\u00e6gsta nakar f\u00f8royingur nakrant\u00ed\u00f0 hevur fingi\u00f0 \u00ed nakrari kappingargrein \u00ed fr\u00e6lsum \u00edtr\u00f3tti yvirh\u00f8vur. Skal \u00farsliti\u00f0 hj\u00e1 Marnu berast saman vi\u00f0 \u00farslit hj\u00e1 monnum, svarar ta\u00f0 til 2 t\u00edmar og 19 minuttir, og er sostatt n\u00edggju minuttir skj\u00f3tari enn 28 \u00e1ra gamla meti\u00f0 hj\u00e1 Absalon Hansen!!<\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2015\/10\/marnaberlin.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"alignnone size-full wp-image-11791\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2015\/10\/marnaberlin.jpg\" alt=\"marnaberlin\" width=\"347\" height=\"522\" \/><\/a><br \/>\n<em>Hesir og 27.500 a\u00f0rir menn s\u00f3u baki\u00f0 \u00e1 Marnu \u00ed Berlin<\/em><\/p>\n<p>At vit her \u00e1 s\u00ed\u00f0uni ikki hava hei\u00f0ra\u00f0 Marnu fyri avriki\u00f0 fyrrr enn n\u00fa, kemst av at hon hev\u00f0i gloymt at festa chippi\u00f0 \u00ed sk\u00f3gvin, og t\u00edskil ikki bleiv skr\u00e1sett \u00e1 m\u00e1linum og t\u00ed ikki kom \u00e1 \u00farslitalistan. Marna setti seg aftan\u00e1 \u00ed samband vi\u00f0 fyriskipararnar, sum hava kanna\u00f0 renningina hj\u00e1 Marnu. Teir hava t\u00edbetur fingi\u00f0 myndir av henni \u00e1 \u00f8llum teimum st\u00f8\u00f0um, har millumt\u00ed\u00f0ir ver\u00f0a tiknar &#8211; fyri hv\u00f8nn fimta kilometur.<\/p>\n<p>F\u00cdF hevur sent fyrispurning til DAF og t\u00fdsku fyriskipararnar, fyri at vita, um hetta bragdi\u00f0 kann g\u00f3\u00f0kennast sum tj\u00f3\u00f0armet, n\u00fa eingin chip-t\u00ed\u00f0 bleiv skr\u00e1sett.<\/p>\n<p>Me\u00f0an vit b\u00ed\u00f0a eftir \u00farskur\u00f0inum geva vit Marnu sj\u00e1lvari or\u00f0i\u00f0, og lata hana seta or\u00f0 \u00e1 dagin og hesa fram\u00far g\u00f3\u00f0u kapping:<\/p>\n<p>&#8212;&#8212;&#8212;&#8212;&#8212;&#8212;&#8212;&#8212;&#8212;&#8212;&#8212;&#8212;&#8212;&#8212;&#8212;&#8212;&#8212;&#8212;&#8212;&#8212;&#8212;&#8212;&#8212;&#8212;&#8212;&#8212;-<\/p>\n<p><strong>Afturlit Berlin 27\/9-2015<br \/>\n<\/strong>Eg fleyg ongant\u00ed\u00f0 himmalh\u00f8gt av upplivingini \u00ed Berlin Marathon \u00ed \u00e1r, sj\u00e1lvt um ta\u00f0 til t\u00ed\u00f0ir kundi s\u00e6\u00f0 solei\u00f0is \u00fat.Tad var h\u00f3ast alt besta rennibragdi\u00f0 hj\u00e1 m\u00e6r nakrant\u00ed\u00f0 \u00ed m\u00edni lutfalsliga stuttu t\u00ed\u00f0 sum \u00farvals\u00ed\u00f0kari.T\u00e1 renningin er av, plagi eg at arbeida meg \u00edgj\u00f8gnum teinin \u00ed h\u00f8vdinum fet fyri fet, og hava eina v\u00e6lverukenslu ,i\u00f0 ikki er l\u00edk n\u00f8krum \u00f8\u00f0rum, t\u00e1 eg ums\u00ed\u00f0ir komi \u00e1 m\u00e1l (\u00ed tonkunum). At eg ongant\u00ed\u00f0 fleyg h\u00f8gt, hev\u00f0i s\u00edna serst\u00f8ku ors\u00f8k, men til alla lukku sp\u00e6ldi alt v\u00e6l av \u00edm\u00f3ti endanum.<\/p>\n<p>Berlin-Marathon er fari\u00f0 av bakkastokki fyri g\u00f3\u00f0um tveimum vikum s\u00ed\u00f0ani. Hetta var \u00e1 42. sinni, at hesin teinur var\u00f0 lagdur afturum vi\u00f0 umlei\u00f0 40.000 rennarum, i\u00f0 hava runni\u00f0 teinin \u00e1 hv\u00f8rjum \u00e1ri, seinastu \u00e1rini. Ta\u00f0 var eisini her, at Dennis Kimetto setti heimsmet \u00ed fj\u00f8r vi\u00f0 t\u00ed\u00f0ini 2.02.57, og har eg enn einafer\u00f0 setti punktum vi\u00f0 summarh\u00e1lv\u00e1ri\u00f0 og rann 6.22 min skj\u00f3tari enn f\u00f8royska meti\u00f0 hj\u00e1 Valborg Heinesen, 02:49:37, og endaligu t\u00ed\u00f0ini 02:43:15.<\/p>\n<p>At renna s\u00edtt besta marathon tekur t\u00ed\u00f0 og tol. Tvey fyribrigdi, sum ikki h\u00f3va m\u00e6r serstakliga v\u00e6l. V\u00e6lvitandi um, at hesi fyribrigdi ikki eru m\u00edn st\u00f8rsta styrki \u2013 havi eg arbeitt mi\u00f0v\u00edst og \u00e1 fj\u00f8lbroyttan h\u00e1tt, at venda hesum veikleikum til styrki. Eisini vid renning. Ta\u00f0 tekur s\u00edna t\u00ed\u00f0 at nema s\u00e6r royndir, at taka t\u00e6r bestu avger\u00f0irnar \u00e1vegis, at l\u00e6ra at spja\u00f0a orkuna \u00e1 einum so longum teini best gj\u00f8rligt, og ikki minst at byggja ta\u00f0 treiskni og \u00e1haldni, s\u00e1larliga sum kropsliga, sum ger meg f\u00f8ra fyri at gj\u00f8gnumf\u00f8ra skj\u00f3tari, betri og sterkari &#8211; h\u00f3ast for\u00f0ingar \u00e1 vegnum. B\u00f3ltarnir eru n\u00f3gvir \u00ed luftini. Henda dagin lofta\u00f0i eg teimum \u00f8llum, og eydna\u00f0ist ta\u00f0 sostatt enn einafer\u00f0 at f\u00e1a alt til at ganga upp \u00ed eina h\u00e6gri eind.<\/p>\n<p><strong>Keypmannahavn 26. september 2015<br \/>\n<\/strong>Taskan ver\u00f0ur pakka\u00f0. Ta\u00f0 er leygarmorgun kl.08:55. Vit fara fr\u00e1 h\u00fasum kl. 09:00 og sonurin er ikki komin undan fja\u00f0runum enn. Vit hava flex-ferdase\u00f0il vi\u00f0 fer\u00f0amannaskipinum \u00far Gedser kl. 11:15. Men um dagurin skal ganga sum f\u00f3tur \u00ed hosu, skulu vit n\u00e1a skipi\u00f0. Hettaver\u00f0ur um reppi\u00f0. Gott, at ma\u00f0urin skilir \u00e1lvaran og veit n\u00e6r tann tungi f\u00f3turin skal \u00e1 skyndilin. Fer\u00f0slan var t\u00edbetur l\u00edtil og ongin.<\/p>\n<p>Ta\u00f0 er ikki s\u00f8rt, at eg kann siga meg vera \u00e1 veg til Berlin at renna gamlar g\u00f8tur. Og l\u00edka so trygt og fj\u00e1lgt sum tad lj\u00f3\u00f0ar, taki eg m\u00e6r eisini av l\u00f8ttum. Ongin ors\u00f8k til at streingjast \u00f3ney\u00f0ugt. Ta\u00f0 er st\u00f8rsti parturin av m\u00edni fyrireiking til eitt marathon, at kunna slappa av. Eta ein g\u00f3\u00f0an morgunmat \u00ed fri\u00f0i og n\u00e1\u00f0um, leypa \u00edgj\u00f8gnum Berlingske og B\u00f8rsen Weekend \u2013 og ja, lata sum um at dagurin stendur p\u00fara stillur og eg onki skal.<\/p>\n<p><strong>Komin til Berlin<br \/>\n<\/strong>Ta\u00f0 er ongin loyna, at eg havi glett meg til henda dag. Tad var j\u00fast \u00e1 hesum sta\u00f0, at alt byrjadi fyri trimum \u00e1rum s\u00ed\u00f0ani, t\u00e1 eg rann m\u00edtt \u201dfyrsta\u201d marathon vi\u00f0 t\u00ed\u00f0ini 3:10:38. Altso fyrstu fer\u00f0 eg leg\u00f0i orku \u00ed venjing, sum t\u00e1 var stundum reglulig tv\u00e6r fer\u00f0ir um vikuna. Vit fingu okkum innivist \u00e1 Grand Hyatt Hotel \u00ed mi\u00f0b\u00fdnum; eitt hanagleiv fr\u00e1 Potsdamer Platz og Sony Place. Ha\u00f0ani er gongut\u00farurin 10 minuttir til start\u00f8ki\u00f0, sum er t\u00fddningarmiki\u00f0 um ein skuldi veri\u00f0 fyrilagstur t\u00e1 komi\u00f0 er \u00e1 m\u00e1l.<\/p>\n<p><strong>Ein himmalskur dagur \u2013 f\u00fas, s\u00f3lskin og fr\u00edsk bein!<br \/>\n<\/strong>Morgunin byrjar kl. 05:45. Eg fari til morgunmatarbor\u00f0i\u00f0, har eg f\u00e1i eitt pr\u00e1t vid eitt amerikanskt par, sum eru \u00e1 fyrsta sinni \u00ed Berlin. Tey \u00e6tla b\u00e6\u00f0i at renna teinin undir 5 t\u00edmar, og eg havi st\u00f3ra vir\u00f0ing fyri, at tey orka at vera \u00ed gongd allar hesar t\u00edmarnar. M\u00edtt allar fyrsta marathon nakrant\u00ed\u00f0 t\u00f3k 04.00.00, men eg v\u00e6nti ikki, at eg hev\u00f0i gj\u00f8rt tad aftur, um eg ikki visti, at eg nokk skuldi kvetta n\u00f3gv av hesi t\u00ed\u00f0. Komin upp \u00e1 kamari\u00f0, lati eg meg \u00ed Spartab\u00fanan. Avgerdin er tikin at renna \u00ed honum, fyri at tryggja m\u00e6r stu\u00f0ul allan vegin. Og stu\u00f0ul skuldi eg ikki mangla \u00e1 rutuni, fr\u00e1 teimum mongu danskarunum, sum v\u00f3ru komnir at stimbra og eggja luttakarunum \u00e1 m\u00e1l og at gera s\u00edtt besta.<\/p>\n<p><strong>Starturin<br \/>\n<\/strong>Eg var hesafer\u00f0 \u00ed b\u00f3lki B. Til vinstru s\u00e1 eg hestahalan \u00e1 vinkonuni, Rikke Due Andersen, sum seinasta \u00e1r gj\u00f8rdist DM-vinnari \u00e1 marathonteininum. Hon var partur av \u00farvalsrennarunum, i\u00f0 h\u00f8vdu h\u00f8vi til at hita upp \u00e1 einum strekki, i\u00f0 var avbyrgt, me\u00f0an vit onnur, i\u00f0 h\u00f8vdu vunni\u00f0 okkum til at standa naka\u00f0 frammaliga st\u00f3\u00f0u sum sild \u00ed tunnu og b\u00ed\u00f0a\u00f0u til renningin var\u00f0 skotin \u00ed gongd.<\/p>\n<p>Tad er eyds\u00e6\u00f0, at t\u00e1 eg standi har, sum einasta kvinna so frammaliga \u00ed feltinum, at eg merki h\u00fdrin av at umbo\u00f0a nakrar av bestu langteinarennarum \u00ed heiminum. Lagi\u00f0 var gott og vit \u00f8ll v\u00f3ru spent \u2013 tad kendist t\u00fd\u00f0iliga.<\/p>\n<p>Me\u00f0an eg royndi at f\u00e1a hitan vi\u00f0 n\u00f8krum pippi-lopum, heilsa\u00f0i eg upp\u00e1 vinir og kenningar. Ta\u00f0 er ikki sm\u00e1vegis av danskarum, i\u00f0 leita s\u00e6r til Berlin at renna hendan dagin. Og s\u00ed\u00f0ani at hugsa s\u00e6r, at eftir tveimum \u00e1rum sum rennari, longu at vera so innarliga \u00ed hesi grein, at ein kennir tey flestu, og um ikki anna\u00f0, so hevur man s\u00e6st \u00e1\u00f0ur; um ikki \u00ed Berlin so \u00ed Tokyo ella Keypmannahavn, \u00e1 eini brakmark \u00ed Strib ella bara \u00e1 myndum.<\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2015\/10\/marnavi%C3%B0fer%C3%B0berlin.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"alignnone size-full wp-image-11795\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2015\/10\/marnavi%C3%B0fer%C3%B0berlin.jpg\" alt=\"marnavi\u00f0fer\u00f0berlin\" width=\"348\" height=\"522\" \/><\/a><br \/>\n<em>H\u00f3ast manglandi chip, megnar Marna at hugsavna seg 100 %<\/em><\/p>\n<p>Eftir at hava gj\u00f8rt meg kl\u00e1ra, rann eg fram til sl\u00fasu B, i\u00f0 longu var full av luttakarum. Ta\u00f0 var ein torf\u00f8r uppg\u00e1va at koma s\u00e6r innum. Men t\u00e1 er gott at vera konuf\u00f3lk, l\u00edtil og l\u00e6ttur. Komin so frammaliga sum eg metti gj\u00f8rligt \u00ed sl\u00fasu B, var bert at bi\u00f0a, til at t\u00ed\u00f0in ikki st\u00f3\u00f0 still. Eg blunda\u00f0i og ba\u00f0 Jesusp\u00e1pa vera vi\u00f0 m\u00e6r og m\u00ednum n\u00e6rmastu og f\u00f8ra meg trygt \u00e1 m\u00e1l, t\u00e1 eg br\u00e1dliga varnist, at talgilda chippi\u00f0 vantar \u00ed sk\u00f3num.<\/p>\n<p>Bang! Og uttan at minnast hvat f\u00f3r \u00edgj\u00f8gnum h\u00f8vdi\u00f0 \u00e1 m\u00e6r hesar minst 10 minuttirnar \u00e1\u00f0renn skoti\u00f0 var\u00f0 til start, var\u00f0 eg drigin vi\u00f0 mannam\u00fagvuni fram \u00edm\u00f3ti portrinum vi\u00f0 eini klokku, i\u00f0 v\u00edsti 00.00.22 t\u00e1 eg f\u00f3r um fyrstu g\u00e1ttina.<\/p>\n<p>Eg leg\u00f0i meg eftir at fylgjast vi\u00f0 vinkonuni, sum eg visti var fleiri sekund frammanfyri meg fr\u00e1 byrjan. Eg avgj\u00f8rdi at eyglei\u00f0a fj\u00f8ldina, finna m\u00edtt stev og sum fr\u00e1 lei\u00f0, at n\u00e6rkast henni. Eg visti at hon skuldi renna umlei\u00f0 02.40.00, sum eg undir ongum umst\u00f8\u00f0um v\u00e6nta\u00f0i at kunna henda dagin, ella yvirh\u00f8vur. Men eftir 2 km vi\u00f0 eini splitt\u00ed\u00f0 upp\u00e1 03:42 valdi eg, at seta fer\u00f0ina ni\u00f0ur. Eg hev\u00f0i allat\u00ed\u00f0ina \u00ed tonkunum, at megin skuldu r\u00f8kka til seinastu kilometrarnar \u00e1 m\u00e1l.<\/p>\n<p>Eftir 2 km m\u00e1tti eg \u00e1sanna, at tankarnir leita\u00f0u aftur til tankan um chippi\u00f0, i\u00f0 l\u00e1 heima vi\u00f0 h\u00fas. Er tad n\u00fa gagnleyst at renna, t\u00e1 eg ikki kann hava trygd fyri, at ti\u00f0in ver\u00f0ur skr\u00e1sett?<\/p>\n<p>Eg kendi hvussu tankarnir allat\u00ed\u00f0ina royndu at st\u00fdra m\u00e6r. Hetta til eg \u00e1 umlei\u00f0 22 km s\u00edggi beint \u00ed ryggin \u00e1 vinkonuni. Ja, n\u00fa v\u00f3ru tankarnir um at gevast br\u00e1dliga skumpa\u00f0ir til viks. Eg s\u00e1 \u00e1 henni, at hon kropsliga als ikki var v\u00e6l fyri. Stundum er ta\u00f0, at t\u00fa skal s\u00edggja t\u00edna st\u00f8\u00f0u \u00ed perspektiv. Og her s\u00e1 eg ta\u00f0. Eg gekk vid uppgevandi tonkum um at gevast, me\u00f0an eg kropsliga ongant\u00ed\u00f0 havi veri\u00f0 betur fyri \u2013 me\u00f0an felagin hj\u00e1 m\u00e6r er vi\u00f0 at hokna undan kropsliga. Eg taki hetta sum eitt tekin og veit, at treiskari menniskja m\u00f8ti eg sj\u00e1ldan. At enda dagin vid einum DNF skuldi eg bert, um eg var\u00f0 bor\u00f0in \u00e1 eini b\u00f8r\u00f0u.<\/p>\n<p>Ta\u00f0 kann vera, at eg hev\u00f0i kunna\u00f0 arbeitt betur vid fer\u00f0ini og skj\u00f3tleikanum umframt r\u00f8rslunum um tankarnir ikki v\u00f3ru til ampa. Men samanumtiki\u00f0 l\u00e6rdi hendan renningin meg r\u00e6ttiliga n\u00f3gv um meg sj\u00e1lva og stendur hendan enn sera sterk sum ein var\u00f0i \u00e1 m\u00ednari l\u00edvslei\u00f0 sum rennari higartil.<\/p>\n<p>Eg komi til 35 km fr\u00e1merki\u00f0 og hyggi eftir t\u00ed\u00f0ini. J\u00fa m\u00edn sann, eg renni akkur\u00e1t vi\u00f0 sama lag enn. Men n\u00fa sn\u00fdr ta\u00f0 seg um at halda tunguna mitt \u00ed munninum og dampin uppi &#8211; merkja v\u00e6l eftir. Uttan at kenna minsta tekin upp \u00e1 at m\u00e1tturin er vi\u00f0 at ganga undan. Eg fylgist n\u00fa vi\u00f0 einum svenskara og einum italienara, sum b\u00e1\u00f0ir eru vi\u00f0 at takka fyri seg. Eg havi ligi\u00f0 aftan fyri teir seinastu 3-4 km, so n\u00fa m\u00e1 ta\u00f0 ver\u00f0a m\u00edn t\u00farur til at leika. Eg leggi meg framum teir umlei\u00f0 37 km, men teir megna ikki at fylgja vi\u00f0. Eg slapp undan t\u00ed har\u00f0a m\u00f3tvindinum, sum var \u00e1 teininum, og leg\u00f0i meg fyrst frammum t\u00e1 vindurin kom beint \u00ed nakkan.<\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2015\/10\/marna%C3%A1m%C3%A1lberlin.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" data-attachment-id=\"11790\" data-permalink=\"https:\/\/www.athletics.fo\/?attachment_id=11790\" data-orig-file=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/gallery\/2016\/05\/Marna-NM.jpg\" data-orig-size=\"351,512\" data-comments-opened=\"0\" data-image-meta=\"{&quot;aperture&quot;:&quot;0&quot;,&quot;credit&quot;:&quot;&quot;,&quot;camera&quot;:&quot;&quot;,&quot;caption&quot;:&quot;&quot;,&quot;created_timestamp&quot;:&quot;0&quot;,&quot;copyright&quot;:&quot;&quot;,&quot;focal_length&quot;:&quot;0&quot;,&quot;iso&quot;:&quot;0&quot;,&quot;shutter_speed&quot;:&quot;0&quot;,&quot;title&quot;:&quot;&quot;,&quot;orientation&quot;:&quot;0&quot;,&quot;alt&quot;:&quot;&quot;}\" data-image-title=\"Marna-NM\" data-image-description=\"\" data-image-caption=\"\" data-large-file=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/gallery\/2016\/05\/Marna-NM.jpg\" class=\"alignnone  wp-image-11790\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2015\/10\/marna%C3%A1m%C3%A1lberlin.jpg\" alt=\"marna\u00e1m\u00e1lberlin\" width=\"318\" height=\"478\" \/><br \/>\n<em>T<\/em><\/a><em>a\u00f0 gekk vi\u00f0 r\u00fakandi fer\u00f0 seinasta strekki\u00f0 \u00e1 m\u00e1l<\/em><\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2015\/10\/marna%C3%A1m%C3%A1lberlin.jpg\"><br \/>\n<\/a>Eg m\u00e1 vi\u00f0ganga, at eg ongant\u00ed\u00f0 havi haft eina so g\u00f3\u00f0a kenslu t\u00e1 so langt er fr\u00e1ligi\u00f0; hv\u00f8rki \u00e1 einum marathon ella n\u00f8krum styttri teini &#8211; ein endaspurtur av a\u00f0rari ver\u00f0. Eg yvirh\u00e1ladi alt, sum l\u00e1 frammanfyri m\u00e6r, og t\u00f3k meg frammum minst 3-4 kvinnur \u00e1 hesum strekkinum. Eg \u00f8kti og \u00f8kti og l\u00e1 seinasta kilometurin \u00e1\u00f0renn m\u00e1l vid eini mi\u00f0alfer\u00f0 \u00e1 16,3 km\/t.<a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2015\/10\/marna%C3%A1m%C3%A1lberlin.jpg\"><br \/>\n<\/a><\/p>\n<p>Eg s\u00e1 Brandenburger Tur. Soylurnar, sum stungu seg upp \u00far betong undirlagnum, og visti at n\u00fa v\u00f3ru 200 metrar \u00e1 m\u00e1l. Eg lat eyguni aftur og bardist vid at seta fer\u00f0ina enn meiri upp teir seinastu metrarnar. Komin um m\u00e1lstrikuna, var \u00e1haldni als ikki uppi. Eitt l\u00f3gvatak til m\u00edn sj\u00e1lvs, eitt takk fyri vernd til V\u00e1rharra og eitt n\u00fdtt pers\u00f3nligt met er \u00ed h\u00fas. M\u00edn besta t\u00ed\u00f0 \u00e1 hesi rutu og \u00e1 marathon rutu sum heild. Besta t\u00ed\u00f0in \u00e1 hesi rutu \u00e1\u00f0renn hendan dagin var 02:52:00 (2014). Eg kvetti sostatt 8 minuttir og 45 sekund av m\u00edni bestu t\u00ed\u00f0.<\/p>\n<p>T\u00ed\u00f0in gav eitt samla\u00f0 36. pl\u00e1ss, nr. 23 europeari \u2013 felti\u00f0 var sterkt \u00ed \u00e1r.<\/p>\n<p>Og loksins 2. oktober 2015 er t\u00ed\u00f0in skr\u00e1sett.<\/p>\n<p>Eg havi ta\u00f0 t\u00f3 ikki sum fyrstu fer\u00f0, eg rann Berlin. Eg siti ikki kl\u00e1r at melda meg til aftur n\u00e6sta \u00e1r, har eg komandi \u00e1r hev\u00f0i m\u00f8guleika at vera vid \u00ed \u00farvalsb\u00f3lkinum \u2013 vid l\u00e1gum nummarspjaldri og \u201delite\u201d \u00e1 bringuni.<\/p>\n<p>Men hv\u00f8r veit, kanska eg aftur standi vid Brandenburger Tur um eitt \u00e1r. N\u00e6stu fer\u00f0 vid chippinum \u00ed sk\u00f3num.<\/p>\n<p>Ein st\u00f3r t\u00f8kk til Mikatiming.<\/p>\n<p>Her er resultatlistin: http:\/\/results.scc-events.com\/2015\/?pid=list<\/p>\n<p>\/Marna<\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2015\/10\/marna%C3%B8lberlin.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" data-attachment-id=\"11794\" data-permalink=\"https:\/\/www.athletics.fo\/?attachment_id=11794\" data-orig-file=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/gallery\/2016\/06\/IMG_0758.jpg\" data-orig-size=\"2048,1357\" data-comments-opened=\"0\" data-image-meta=\"{&quot;aperture&quot;:&quot;0&quot;,&quot;credit&quot;:&quot;&quot;,&quot;camera&quot;:&quot;&quot;,&quot;caption&quot;:&quot;&quot;,&quot;created_timestamp&quot;:&quot;0&quot;,&quot;copyright&quot;:&quot;&quot;,&quot;focal_length&quot;:&quot;0&quot;,&quot;iso&quot;:&quot;0&quot;,&quot;shutter_speed&quot;:&quot;0&quot;,&quot;title&quot;:&quot;&quot;,&quot;orientation&quot;:&quot;0&quot;,&quot;alt&quot;:&quot;&quot;}\" data-image-title=\"IMG_0758\" data-image-description=\"\" data-image-caption=\"\" data-large-file=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/gallery\/2016\/06\/IMG_0758-1024x679.jpg\" class=\"alignnone size-full wp-image-11794\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2015\/10\/marna%C3%B8lberlin.jpg\" alt=\"marna\u00f8lberlin\" width=\"347\" height=\"522\" \/><\/a><br \/>\n<em>Hei\u00f0ursmerki og ein v\u00e6lfortjent bj\u00f3r eftir \u00f3dnartaki\u00f0<\/em><\/p>\n<p>&nbsp;<\/p>\n<p>&nbsp;<\/p>\n<p><!-- fifarkiv-gallery --><\/p>\n<h3>Myndir<\/h3>\n<div data-carousel-extra='{&quot;blog_id&quot;:1,&quot;permalink&quot;:&quot;https:\/\/www.athletics.fo\/?p=7646&quot;}' id='gallery-1' class='gallery galleryid-7646 gallery-columns-4 gallery-size-thumbnail'><figure class='gallery-item'>\n\t\t\t<div class='gallery-icon portrait'>\n\t\t\t\t<a href='https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/gallery\/2015\/10\/Marnam\u00e1lberlin.jpg'><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" width=\"150\" height=\"150\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/gallery\/2015\/10\/Marnam\u00e1lberlin-150x150.jpg\" class=\"attachment-thumbnail size-thumbnail\" alt=\"\" data-attachment-id=\"11666\" data-permalink=\"https:\/\/www.athletics.fo\/?attachment_id=11666\" data-orig-file=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/gallery\/2015\/10\/Marnam\u00e1lberlin.jpg\" data-orig-size=\"332,522\" data-comments-opened=\"0\" data-image-meta=\"{&quot;aperture&quot;:&quot;0&quot;,&quot;credit&quot;:&quot;&quot;,&quot;camera&quot;:&quot;&quot;,&quot;caption&quot;:&quot;&quot;,&quot;created_timestamp&quot;:&quot;0&quot;,&quot;copyright&quot;:&quot;&quot;,&quot;focal_length&quot;:&quot;0&quot;,&quot;iso&quot;:&quot;0&quot;,&quot;shutter_speed&quot;:&quot;0&quot;,&quot;title&quot;:&quot;&quot;,&quot;orientation&quot;:&quot;0&quot;,&quot;alt&quot;:&quot;&quot;}\" data-image-title=\"Marnam\u00e1lberlin\" data-image-description=\"\" data-image-caption=\"\" data-large-file=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/gallery\/2015\/10\/Marnam\u00e1lberlin.jpg\" \/><\/a>\n\t\t\t<\/div><\/figure><figure class='gallery-item'>\n\t\t\t<div class='gallery-icon portrait'>\n\t\t\t\t<a href='https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/gallery\/2015\/10\/marnamillummennberlin.jpg'><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" width=\"150\" height=\"150\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/gallery\/2015\/10\/marnamillummennberlin-150x150.jpg\" class=\"attachment-thumbnail size-thumbnail\" alt=\"\" data-attachment-id=\"11667\" data-permalink=\"https:\/\/www.athletics.fo\/?attachment_id=11667\" data-orig-file=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/gallery\/2015\/10\/marnamillummennberlin.jpg\" data-orig-size=\"347,522\" data-comments-opened=\"0\" data-image-meta=\"{&quot;aperture&quot;:&quot;0&quot;,&quot;credit&quot;:&quot;&quot;,&quot;camera&quot;:&quot;&quot;,&quot;caption&quot;:&quot;&quot;,&quot;created_timestamp&quot;:&quot;0&quot;,&quot;copyright&quot;:&quot;&quot;,&quot;focal_length&quot;:&quot;0&quot;,&quot;iso&quot;:&quot;0&quot;,&quot;shutter_speed&quot;:&quot;0&quot;,&quot;title&quot;:&quot;&quot;,&quot;orientation&quot;:&quot;0&quot;,&quot;alt&quot;:&quot;&quot;}\" data-image-title=\"marnamillummennberlin\" data-image-description=\"\" data-image-caption=\"\" data-large-file=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/gallery\/2015\/10\/marnamillummennberlin.jpg\" \/><\/a>\n\t\t\t<\/div><\/figure>\n\t\t<\/div>\n\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Sunnudagin 27. september 2015 var\u00f0 Berlin Marathon runni\u00f0 fyri 42. fer\u00f0. Sum vanligt v\u00f3ru n\u00f3gvir f\u00f8royingar vi\u00f0, men sum naka\u00f0 heilt n\u00fdtt, var ein av elitu-rennarunum eisini f\u00f8royskur. Men ta\u00f0 visti eingin fyrr enn aftan\u00e1. T\u00ed sj\u00e1lvt um ta\u00f0 var v\u00e6ntandi at Marna f\u00f3r at taka f\u00f8royska meti\u00f0 fr\u00e1 Valborg Heinesen &#8211; eitt met, sum [&hellip;]<\/p>\n","protected":false},"author":4,"featured_media":7647,"comment_status":"closed","ping_status":"","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"ngg_post_thumbnail":0,"_jetpack_newsletter_access":"","_jetpack_dont_email_post_to_subs":false,"_jetpack_newsletter_tier_id":0,"_jetpack_memberships_contains_paywalled_content":false,"_jetpack_feature_clip_id":0,"_jetpack_memberships_contains_paid_content":false,"footnotes":"","jetpack_publicize_message":"","jetpack_publicize_feature_enabled":true,"jetpack_social_post_already_shared":true,"jetpack_social_options":{"image_generator_settings":{"template":"highway","default_image_id":0,"font":"","enabled":false},"version":2},"jetpack_post_was_ever_published":false},"categories":[50],"tags":[],"class_list":["post-7646","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-fif-arkiv"],"jetpack_publicize_connections":[],"jetpack_sharing_enabled":true,"jetpack_featured_media_url":"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2015\/10\/marnaberlin.jpg","_links":{"self":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/7646","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/users\/4"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcomments&post=7646"}],"version-history":[{"count":2,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/7646\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":11668,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/7646\/revisions\/11668"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/media\/7647"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fmedia&parent=7646"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcategories&post=7646"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Ftags&post=7646"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}