{"id":7917,"date":"2017-02-12T10:25:16","date_gmt":"2017-02-12T10:25:16","guid":{"rendered":"https:\/\/www.athletics.fo\/?p=7917"},"modified":"2026-10-29T17:35:18","modified_gmt":"2026-10-29T17:35:18","slug":"stormot-annar-dagur","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/www.athletics.fo\/?p=7917","title":{"rendered":"St\u00f3rm\u00f3t annar dagur &#8211;"},"content":{"rendered":"<p>Eftir ein langan, g\u00f3\u00f0an og spennandi dag \u00ed gj\u00e1r halda vit fram longu fr\u00e1 morgunstundini. Onkur av sm\u00e1b\u00f8rnunum, sum eru vi\u00f0 \u00ed fer\u00f0alagnum, hava roynt eina sonevnda Trautabreyt, har tey sleppa at royna ymisk sp\u00f8l og annars fr\u00e6lsan \u00edtr\u00f3tt, sum tey allarminstu kunnu fremja.<\/p>\n<p><b>B\u00f8rka vann okku fyrsta hei\u00f0ursmerki \u00ed morgun<br \/>\n<\/b>Fyrstu kappingarnar hava longu veri\u00f0. \u00cd 60 metra rimarenning hj\u00e1 gentum 13 \u00e1r vann B\u00f8rka Berg J\u00f8rgensen fyrra ri\u00f0ilin \u00ed st\u00f3rum st\u00edli. \u00cd seinna ri\u00f0linum v\u00f3ru tv\u00e6r, sum fingu betri t\u00ed\u00f0. Sostatt vann B\u00f8rka s\u00edtt n\u00e6sta bronsumerki \u00e1 hesi fer\u00f0ini. T\u00ed\u00f0in hj\u00e1 B\u00f8rku var 11,32 sekund.<\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2017\/02\/IMG_3444.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"alignnone wp-image-13585\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2017\/02\/IMG_3444-300x200.jpg\" alt=\"IMG_3444\" width=\"500\" height=\"333\" \/><br \/>\n<\/a><em>B\u00f8rka Berg J\u00f8rgensen, fremst \u00ed rey\u00f0um, vann s\u00edtt n\u00e6sta bronsumerki<\/em><\/p>\n<p><strong>Eiri nummar 5<br \/>\n<\/strong>Eir J. Glerfoss hevur eisini runni\u00f0 60 m rimarenning \u00ed morgun. Her var hann noyddur at luttaka \u00ed einum \u00e1rgangi eldri &#8211; dreingjum 13 \u00e1r. Kortini st\u00f3\u00f0 hann seg sera v\u00e6l, og enda\u00f0i \u00e1 fimta pl\u00e1ssi\u00f0 vi\u00f0 t\u00ed\u00f0ini 10,84 sekund.<\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2017\/02\/IMG_3378.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"alignnone wp-image-13587\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2017\/02\/IMG_3378-300x200.jpg\" alt=\"IMG_3378\" width=\"500\" height=\"333\" \/><br \/>\n<\/a><em>Eiri \u00ed bl\u00e1um, s\u00fdnir fr\u00e1gera g\u00f3\u00f0an teknikk, og setir eitt st\u00f3rt pers\u00f3nligt met.<\/em><\/p>\n<p><strong>Erna nummar 14 \u00ed h\u00e6ddarlopi<br \/>\n<\/strong>\u00cd h\u00e6ddarlopskappingini hj\u00e1 gentum 14 \u00e1r, eydna\u00f0ist Ernu Krett Hansen at koma upp um 1,15 m og 1,22 m. Men t\u00e1 yvirleggjarin kom upp\u00e1 1,29 m, var li\u00f0ugt hj\u00e1 Ernu, sum sostatt enda\u00f0i \u00e1 1,22 m og \u00e1 14. pl\u00e1ssi.<\/p>\n<p><strong>J\u00f3gvan Gullfoss kolld\u00f8mdur \u00e1 200 m &#8211; og feild\u00f8mdur \u00ed longdarlopi<br \/>\n<\/strong>Av eini ella a\u00f0rari ors\u00f8k, er J\u00f3gvan Gullfoss blivin kolld\u00f8mdur \u00ed kappingini \u00e1 200 m hj\u00e1 dreingjum 13 \u00e1r. Helst hevur hann stigi\u00f0 \u00ed skeiva geil, men vit fara kanna hetta n\u00e6rri.<\/p>\n<p>So er ta\u00f0 sta\u00f0fest. J\u00f3gvan hevur stigi\u00f0 \u00far geilini hj\u00e1 s\u00e6r og er t\u00ed kolld\u00f8mdur. Harmiligt, t\u00ed hann rann sera v\u00e6l, og var vi\u00f0 at seta eitt st\u00f3rt pers\u00f3nligt met.<\/p>\n<p>\u00cd longdarlopi gekk n\u00f3gv betur hj\u00e1 J\u00f3gvani. Men ein d\u00f3marafeilur oy\u00f0ileg\u00f0i ta\u00f0 eitt sindur. Dreingir 13 \u00e1r skulu m\u00e1tast ha\u00f0ani teir seta av, men t\u00e1 J\u00f3gvan leyp s\u00edtt besta lop, var\u00f0 hann m\u00e1ta\u00f0ur fr\u00e1 plankanum, og ein f\u00f3tur tikin av longdini. Besta lopi\u00f0 hj\u00e1 J\u00f3gvni var 4.41 metrar og rakk ta\u00f0 til fimtapl\u00e1ss. Men men&#8230;.. bronsan var bert 17 sentimetrar burturi.<\/p>\n<p><b>\u00d3luva dagsins fyrsta gullmerki<br \/>\n<\/b>K\u00faluvarpskappingin hj\u00e1 gentum 15 \u00e1r er n\u00fa lokin. Longsta kasti\u00f0 \u00e1tti \u00d3luva Allansd\u00f3ttir Joensen \u00far Treysti vi\u00f0 11,45 metrum. Hon hevur alla vikuna vant saman vi\u00f0 \u00edslendskum k\u00faluvarpsvenjara. \u00cd kappingini leg\u00f0i hon seg \u00e1 odda \u00ed fyrsta kastinum, men misti f\u00f8ringina \u00ed tri\u00f0ja umfari. \u00cd fj\u00f3r\u00f0a kastinum fekk hon so vinnarakasti\u00f0.<\/p>\n<p><strong>Annika Isaksen<\/strong> og\u00a0<strong>L\u00fd H\u00f8gnad\u00f3ttir<\/strong> v\u00f3ru eisini vi\u00f0 \u00ed hesi kappingini. Annika gj\u00f8rdist nummar 13 vi\u00f0 7,20 metrum og L\u00fd nummar 15 vi\u00f0 6,65 metrum.<\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"alignnone wp-image-13603\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2017\/02\/St%C3%B3rm%C3%B3t-2017-%C3%93luva-300x251.jpg\" alt=\"St\u00f3rm\u00f3t 2017 \u00d3luva\" width=\"500\" height=\"419\" \/><br \/>\n<em>\u00d3luva er ikki bara ein fr\u00e1l\u00edkur k\u00faluvarpari, hon er eisini danmarkarmeistari \u00ed spj\u00f3tkasti<\/em><\/p>\n<p><strong>Forma\u00f0urin \u00e1 halanum<br \/>\n<\/strong>N\u00fa bleiv so fri\u00f0arligt vi\u00f0 dagf\u00f8ringum eina l\u00f8tu. Ors\u00f8kin er at forma\u00f0urin enda\u00f0i \u00ed 3.000 m kappingini hj\u00e1 monnum. Solei\u00f0is kann ganga, t\u00e1 peningar\u00f8kilin gongur bananas vi\u00f0 tilmeldingum. \u00darsliti\u00f0 var einki at reypa av. Forma\u00f0urin enda\u00f0i aftast av \u00f8llum. Fr\u00e6gari gekst hj\u00e1 <strong>Heina Gregersen<\/strong>, sum enda\u00f0i eitt pl\u00e1ss longur frammi.<\/p>\n<p><strong>Enn eitt gull til Treysti &#8211; ta\u00f0 s\u00e6tta<br \/>\nMaria Biskopst\u00f8<\/strong> hevur vunni\u00f0 gull \u00e1 3.000 metrum fyri gentur. Hon leg\u00f0i har\u00f0liga \u00fat, men m\u00e1tti slaka seinni. T\u00ed\u00f0in gj\u00f8rdist 11.11,89 og er n\u00fdtt kappingarmet fyri gentur. Maria hev\u00f0i annars \u00e6tla\u00f0 s\u00e6r at runni\u00f0 naka\u00f0 undir 11 minuttir, men str\u00ed\u00f0i\u00f0 \u00e1 800 metrum \u00ed gj\u00e1r hevur sett s\u00edni spor.<\/p>\n<p><strong>6 f\u00f8royskar \u00e1 200 m hj\u00e1 gentum 14<br \/>\n<\/strong>Ta\u00f0 bleiv til enn eitt fj\u00f3r\u00f0apl\u00e1ss hj\u00e1 <strong>B\u00e1ru J. Glerfoss<\/strong>, t\u00e1 gentur 14 \u00e1r runnu 200 metrar. T\u00ed\u00f0in hj\u00e1 henni var 28,53 sekund.<strong> S\u00e1ra Iversen<\/strong>, Bragdi\u00f0, var nummar \u00e1tta vi\u00f0 29,33, <strong>Herv\u00f8r Niclasen,<\/strong> Bragdi\u00f0, nummar n\u00edggju vi\u00f0 29,35, <strong>Bj\u00f8rg Jensen<\/strong>, Bragdi\u00f0 nummar 11 vi\u00f0 29,83 og <strong>Elin Niclasen<\/strong>, Hvirlan nummar 15 vi\u00f0 30,78 sek.<strong> Birita Ryan<\/strong>, Treysti, sum eigur at renna vi\u00f0 gentum 15 \u00e1r, slapp at renna vi\u00f0 hesum b\u00f3lkinum. Hennara t\u00ed\u00f0 var 29,04 sekund.<\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2017\/02\/St%C3%B3rm%C3%B3t-2017-B%C3%A1ra.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"alignnone wp-image-13601\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2017\/02\/St%C3%B3rm%C3%B3t-2017-B%C3%A1ra-300x174.jpg\" alt=\"St\u00f3rm\u00f3t 2017 B\u00e1ra\" width=\"500\" height=\"291\" \/><br \/>\n<\/a><em>Ri\u00f0il 8 &#8211; B\u00e1ra \u00e1 geil 1 og S\u00e1ra \u00e1 geil 2<\/em><\/p>\n<p><b>Tri\u00f0ja f\u00f8royska meti\u00f0 t\u00f3k Margit<br \/>\n<\/b>\u00cd innlei\u00f0andi kappingini \u00e1 200 metrum hj\u00e1 kvinnum fall enn eitt f\u00f8royskt met. Ta\u00f0 tri\u00f0ja hetta vikuskifti\u00f0. Ta\u00f0 var Margit Weihe Fr\u00ed\u00f0mundsd\u00f3ttir, sum st\u00f3\u00f0 fyri t\u00ed. \u00cd fj\u00f3r\u00f0a ri\u00f0linum gj\u00f8rdist hon nummar tvey, men t\u00ed\u00f0in var 3\/10 sekund betri enn galdandi met. 27,25 er n\u00fdggja meti\u00f0, og var ta\u00f0 fj\u00f3r\u00f0abesta t\u00ed\u00f0, \u00e1\u00f0renn finalurnar klokkan 15.00.<\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2017\/02\/Margit.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"alignnone wp-image-13598\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2017\/02\/Margit-300x200.jpg\" alt=\"Margit\" width=\"500\" height=\"333\" \/><\/a><br \/>\n<em>Margit 50 metrar eftir \u00ed innlei\u00f0andi ri\u00f0linum<\/em><\/p>\n<p>\u00cd finaluni ver\u00f0ur eisini <strong>Alda S. Lamhauge<\/strong>, sum var sera n\u00e6r vi\u00f0 gamla meti\u00f0. Alda fekk t\u00ed\u00f0ina 27,68, t\u00e1 hon gj\u00f8rdist nummar tvey \u00ed tri\u00f0ja \u00a0ri\u00f0linum. Karin Holm Simonsen rann 29,79 sekund, og gj\u00f8rdist nummar 15. Bert n\u00edggju t\u00e6r fremstu renna finaluna<\/p>\n<p><strong>Finalan<br \/>\n<\/strong>T\u00e1 n\u00edggju t\u00e6r bestu skuldu veljast \u00fat til finaluna, skuldu eisini allar t\u00e6r yngru genturnar teljast vi\u00f0. Sostatt kom Margit \u00ed finaluna sum tann seinasta vi\u00f0 n\u00edggjundu bestu t\u00ed\u00f0, og Alda kom t\u00ed ikki \u00ed finaluna. Finalan skuldi rennast \u00ed trimum ri\u00f0lum &#8211; tr\u00edggjar og tr\u00edggjar. Margit rann fyrst. Eitt avbo\u00f0 var, so t\u00e6r runnu tv\u00e6r. Ta\u00f0 s\u00e1 sera gott \u00fat hj\u00e1 Margit, sum nokk var 5 sentimetrar frammanfyri \u00e1 m\u00e1linum. \u00d3lukkut\u00ed\u00f0 var tekniskur feilur \u00e1 t\u00ed\u00f0t\u00f8kuni, og Margit f\u00e6r t\u00ed onga t\u00ed\u00f0. Sera sera harmiligt, t\u00ed l\u00e6tt er at halda, at enn ein betring av f\u00f8royska metinum l\u00e1 \u00ed luftini. Margit skal t\u00f3 vera v\u00e6l n\u00f8gd vi\u00f0 s\u00edtt f\u00f8royska met.<\/p>\n<p><strong>Andreas \u00ed spennandi h\u00e6ddarlopskapping<br \/>\n<\/strong>Kappingin \u00ed h\u00e6ddarlopi hj\u00e1 dreingjum 16-17 \u00a0\u00e1r gj\u00f8rdist sera spennandi. Andreas B. Antoft \u00a0og <strong>Silas Wang<\/strong> \u00far Bragdinum lutt\u00f3ku. Silas megna\u00f0i at koma upp um 1,50 m og gj\u00f8rdist harvi\u00f0 nummar n\u00edggju. Andreas byrja\u00f0i \u00e1 1,50 m, sum hann kl\u00e1ra\u00f0i \u00ed fyrstu royndini. Ta\u00f0 gj\u00f8rdi hann eisini \u00e1 1,57 m og 1,62 m. 1,67 m kl\u00e1ra\u00f0i hann \u00ed a\u00f0ru royndini og so v\u00f3ru tr\u00edggir eftir. 1,72 m kl\u00e1ra\u00f0i Andreas \u00ed tri\u00f0ju royndini vi\u00f0 einum sera g\u00f3\u00f0um lopi, og so v\u00f3ru tveir eftir. Hv\u00f8rgin teirra kl\u00e1ra\u00f0i 1,75 m men av t\u00ed at Andreas hev\u00f0i fleiri miseydna\u00f0 lop \u00e1 n\u00e6sts\u00ed\u00f0stu h\u00e6ddini, var ta\u00f0 \u00edslendingurin sum vann gull og Andreas sum vann silvur.<\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2017\/02\/Andreas.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"alignnone wp-image-13596\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2017\/02\/Andreas-300x200.jpg\" alt=\"Andreas\" width=\"500\" height=\"333\" \/><\/a><\/p>\n<p><strong>200 m dreingir 14<\/strong><br \/>\nSera javnt var millum pl\u00e1ssini 3 og 8, t\u00e1 dreingir 14 \u00e1r runnu 200 metrar. <strong>Miso Buha<\/strong> \u00far Bragdinum gj\u00f8rdist nummar seks vi\u00f0 26,63 og <strong>Hans Erland<\/strong> nummar sjey vi\u00f0 26,82 sekundum.<\/p>\n<p><strong>200 m menn<br \/>\n<\/strong>Ta\u00f0 skuldu vera tr\u00edggir f\u00f8royingar vi\u00f0 hj\u00e1 monnunum, men T\u00f3rur Mortensen og Magnus Dal-Christiansen h\u00f8vdu b\u00e1\u00f0ir sm\u00e1ska\u00f0ar at dragast vi\u00f0, so teir mettu ta\u00f0 ikki r\u00e1\u00f0iligt at luttaka. Einasta f\u00f8royska umbo\u00f0i\u00f0 var t\u00ed okkara portugisiski vinur\u00a0<strong>Xavier Magalhaes<\/strong>. Hann rann 24,77 sekund og enda\u00f0i \u00e1 sjeynda pl\u00e1ssi.<\/p>\n<p><strong>Marita yvir 9 metrar<br \/>\n<\/strong>Marita K. Petersen \u00far Hvirluni setti eitt dygt pers\u00f3nligt met \u00ed k\u00faluvarpskappingini hj\u00e1 kvinnum. Besta kasti\u00f0 hj\u00e1 henni kom \u00ed tri\u00f0ju royndini og var 9,44 metrar. Hetta er besta \u00farslit hj\u00e1 Maritu nakrant\u00ed\u00f0, og rakk til 5. pl\u00e1ss.<\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2017\/02\/St%C3%B3rm%C3%B3t-2017-Marita.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"alignnone wp-image-13602\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2017\/02\/St%C3%B3rm%C3%B3t-2017-Marita-300x225.jpg\" alt=\"St\u00f3rm\u00f3t 2017 Marita\" width=\"500\" height=\"375\" \/><br \/>\n<\/a><em>Sera gott at s\u00edggja hesi b\u00e6\u00f0i samstarva aftur. \u00cd \u00cdslandi var ta\u00f0 k\u00faluvarp, men ta\u00f0 er \u00ed spj\u00f3tkasti, at Marita hevur s\u00ednar st\u00f8rstu dygdir.<\/em><\/p>\n<p><strong>Business as usual hj\u00e1 Rebekku<br \/>\n<\/strong>\u00c1 800 metrum hava \u00edslendingar bara heimsstj\u00f8rnuna Anitu Hindriksd\u00f3ttir, sum kann taka dystin upp vi\u00f0 Rebekku Fugl\u00f8 \u00far Treysti. Hon er n\u00fa flutt til Hollands, so Rebekka var favorittur at vinna 800 m kappingina. Ta\u00f0 gj\u00f8rdi hon eisini \u00ed st\u00f3rum st\u00edli. Rebekka var t\u00f3 ikki heilt n\u00f8gd vi\u00f0 t\u00ed\u00f0ina, 2.15,47, sum er tr\u00fd sekund fr\u00e1 hennara f\u00f8royska meti.<\/p>\n<p><strong>Julian gull \u00ed \u00f8giligum endaspurti<br \/>\n<\/strong>Julian Gregersen br\u00fakti n\u00f3gvar kreftir leygardagin, t\u00e1 hann vann 1.500 meturin og setti f\u00f8royskt met. Sunnudagin enda\u00f0i hann aftur \u00ed knallhar\u00f0ari kapping \u00e1 800 metrum. St\u00f3rtalenti\u00f0 Da\u00f0i Arnarson f\u00f8rdi st\u00f3rt s\u00e6\u00f0 allan vegin vi\u00f0 Julian dygst \u00ed rygginum. T\u00e1 150 m v\u00f3ru \u00e1 m\u00e1l f\u00f3r Julian framvi\u00f0. Men so l\u00e6tt skuldi ikki ganga. Teir str\u00edddust li\u00f0 um li\u00f0 allan vegin \u00e1 m\u00e1li\u00f0, og enda\u00f0u b\u00e1\u00f0ir vi\u00f0 nett somu t\u00ed\u00f0 1.59,11! Men \u00e1 m\u00e1lmyndini s\u00e1st onnur \u00f8kslin hj\u00e1 Julian stinga seg fram um.<\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2017\/02\/St%C3%B3rm%C3%B3t-2017-Julian-800-m.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"alignnone wp-image-13605\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2017\/02\/St%C3%B3rm%C3%B3t-2017-Julian-800-m-300x169.jpg\" alt=\"St\u00f3rm\u00f3t 2017 Julian 800 m\" width=\"500\" height=\"283\" \/><br \/>\n<\/a><em>\u00cdslendska st\u00f3rtalenti\u00f0 Da\u00f0i Arnarson var bert eina klaksv\u00edks\u00f8ksl fr\u00e1 sigrinum, men m\u00e1tti at enda l\u00fata m\u00f3ti Julian Gregesen. (Julian er \u00ed gulum og sv\u00f8rtum)<\/em><\/p>\n<p><strong>Einastandandi g\u00f3\u00f0 avrik \u00e1 400 m<br \/>\n<\/strong>T\u00e6r allar seinastu kappingarnar sunnudagin seinnapartin v\u00f3ru \u00e1 400 metrum. Man kundi kanska hildi\u00f0, at n\u00fa var gassi\u00f0 fari\u00f0 av f\u00f8roysku ball\u00f3nunum. Men so var ikki. Als ikki! T\u00ed ein \u00ed\u00f0kari fyri og annar eftir v\u00edstu st\u00e1lsettan vilja at geva alt tey \u00e1ttu. Hetta gav sanniliga eisini \u00farslit b\u00e6\u00f0i so og so. Pers\u00f3nlig met allan vegin umframt fleiri hei\u00f0ursmerki og f\u00f8royskt met.<\/p>\n<p>Hj\u00e1 dreingjum 15 \u00e1r bleiv ta\u00f0 b\u00e6\u00f0i til gull og bronsu til Bragdi\u00f0.<strong> Andreas B. Antoft<\/strong> vann enn eitt hei\u00f0ursmerki &#8211; hesafer\u00f0 gull, t\u00e1 hann vann 400 m kappingina vi\u00f0 57,84 sekundum. Bronsan f\u00f3r til <strong>Silas Wang<\/strong>, sum hev\u00f0i 63,06 sek.<\/p>\n<p>Hj\u00e1 dreingjum 16-17 \u00e1r gj\u00f8rdist ri\u00f0il tvey sera spennandi. Ein \u00edslendingur f\u00f8rdi ta\u00f0 mesta, men so f\u00f3r <strong>D\u00e1njal Dahl Lj\u00f3sheim<\/strong> \u00far Hvirluni avsta\u00f0 og vann ri\u00f0ilin. Men eisini <strong>Hans Sivertsen<\/strong> kempa\u00f0i alt hann kundi, og f\u00f3r eisini akkur\u00e1t framvi\u00f0 \u00edslendinginum. Vi\u00f0 hesi g\u00f3\u00f0u renning vann D\u00e1njal bronsuna vi\u00f0 56,51 me\u00f0an Hans enda\u00f0i \u00e1 fj\u00f3r\u00f0a pl\u00e1ssi vi\u00f0 57,61 sekundum. \u00cd b\u00e1\u00f0um f\u00f8rum st\u00f3r pers\u00f3nlig met.<\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2017\/02\/St%C3%B3rm%C3%B3t-2017-D%C3%A1njal-og-Hans.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"alignnone wp-image-13607\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2017\/02\/St%C3%B3rm%C3%B3t-2017-D%C3%A1njal-og-Hans-300x200.jpg\" alt=\"St\u00f3rm\u00f3t 2017 D\u00e1njal og Hans\" width=\"500\" height=\"333\" \/><br \/>\n<\/a><em>Hans \u00ed gulum og D\u00e1njal \u00ed rey\u00f0um str\u00edddust b\u00e1\u00f0ir manniliga. D\u00e1njali eydna\u00f0ist at vinna bronsu (mynd: Hvirlan)<\/em><\/p>\n<p>Eisini hj\u00e1 gentum 15 \u00e1r var talan um megnaravrik. <strong>Unna R\u00f3 Jacobsen<\/strong> setti eitt rimmar pers\u00f3nligt met, og fekk l\u00f8n fyri str\u00ed\u00f0i\u00f0. Hon vann nevnliga bronsuhei\u00f0ursmerki fyri fr\u00e1l\u00edku t\u00ed\u00f0ina 64,33 sek.<\/p>\n<p>Gentur 16-17 \u00e1r gj\u00f8rdist eisini sera spennandi. <strong>Oddv\u00f8r Josephsen<\/strong> \u00far Treysti, sum hevur f\u00f8royska meti\u00f0, \u00e6tla\u00f0i sum tann fyrsti f\u00f8royingurin at koma undir 60 sekund. Hon herja\u00f0i \u00e1 og str\u00edddist ein beinhar\u00f0an dyst vi\u00f0 eina \u00edslendska gentu. T\u00e6r f\u00f3ru pressandi p\u00fara javnar m\u00f3ti m\u00e1linum, men Oddv\u00f8r m\u00e1tti taka til takkar vi\u00f0 silvuri\u00f0, bert 3\/10 sekund fr\u00e1 gullinum. Hon kom ikki undir minuttin, men hon megna\u00f0i at seta n\u00fdtt f\u00f8roysk met vi\u00f0 60,50 sekundum.<strong> Elisabet Holm Simonsen<\/strong> og<strong> Urd R. \u00e1 Lofti<\/strong> kempa\u00f0u eisini v\u00e6l, og fingu eisini g\u00f3\u00f0 pers\u00f3nlig met. Elisabet vann ennt\u00e1 bronsuna vi\u00f0 64,06 sekundum og Urd bleiv nr. fimm vi\u00f0 67,56 sekundum.<\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2017\/02\/St%C3%B3rm%C3%B3t-2017-Oddv%C3%B8r-400-m.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"alignnone wp-image-13615\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2017\/02\/St%C3%B3rm%C3%B3t-2017-Oddv%C3%B8r-400-m-300x219.jpg\" alt=\"St\u00f3rm\u00f3t 2017 Oddv\u00f8r 400 m\" width=\"501\" height=\"366\" \/><br \/>\n<\/a><em>Ta\u00f0 eydna\u00f0ist Oddv\u00f8r Josephsen at seta n\u00fdtt f\u00f8royskt met \u00e1 400 m (mynd: Andreas Josephsen)<\/em><\/p>\n<p><strong>Teresa \u00ed l\u00f8gnari kapping<br \/>\n<\/strong>\u00cd kappingini \u00ed h\u00e6ddarlopi hj\u00e1 gentum 16-17 \u00e1r, hendi naka\u00f0 heldur sj\u00e1ldsamt. T\u00e6r byrja\u00f0u \u00e1 1,35 m, og allar komu t\u00e6r upp um \u00ed fyrstu atl\u00f8gu. So bleiv stongin koyrd sjey sentimetrar upp. Og allar kl\u00e1ra\u00f0u t\u00e6r eisini hesa h\u00e6ddina. Men bert fimm teirra \u00ed fyrstu royndini &#8211; <strong>Teresa F. Bl\u00e1hamar<\/strong> \u00far Bragdinum var ein teirra. Og so f\u00f3r stongin enn einafer\u00f0 sjey sentimetrar upp. Heilt upp\u00e1 1,49 metrar. Og n\u00fa var bert ein \u00ed kl\u00e1ra\u00f0i hesa h\u00e6ddina, og gj\u00f8rdist sostatt vinnari. Men allar hinar sjey enda\u00f0u vi\u00f0 1,42 m. T\u00e6r fimm sum kl\u00e1ra\u00f0u upp um \u00ed fyrstu royndini gj\u00f8rdust t\u00ed allar nummar tvey og fingu silvur.<\/p>\n<p>Hetta er t\u00edverri ta\u00f0 sum hendir, t\u00e1 so n\u00f3gvir sentimetrar ver\u00f0a lagdir afturat hv\u00f8rjafer\u00f0.<\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2017\/02\/St%C3%B3rm%C3%B3t-2017-Teresa-h%C3%A6ddarlop.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"alignnone wp-image-13612\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2017\/02\/St%C3%B3rm%C3%B3t-2017-Teresa-h%C3%A6ddarlop-300x225.jpg\" alt=\"St\u00f3rm\u00f3t 2017 Teresa h\u00e6ddarlop\" width=\"500\" height=\"375\" \/><br \/>\n<\/a><em>Ta\u00f0 gj\u00f8rdist trongligt \u00e1 palli 2, t\u00ed heilar fimm gentur vunnu silvur (mynd: Fr\u00ed\u00f0rikur Bl\u00e1hamar)<\/em><\/p>\n<p><strong>Hans Erland silvur \u00e1 800 m<br \/>\n<\/strong>\u00cd fj\u00f3r\u00f0u og seinastu kappingini hj\u00e1 Hans Erlandi Thomsen, fekk hann s\u00edtt besta \u00farslit. \u00cd \u00f8llum f\u00f8rum um vit tosa um hei\u00f0ursmerki. Hann enda\u00f0i sunnudagin vi\u00f0 at vinna silvur \u00e1 800 metrum. Fr\u00e1 tri\u00f0ja pl\u00e1ssi t\u00f3k hann ein langan og g\u00f3\u00f0an endaspurt, og var trygt framman fyri bronsuvinnaran. T\u00ed\u00f0in hj\u00e1 Hans Erlandi var 2.20,19 min.<\/p>\n<p>\u00cd kappingini \u00ed tr\u00edst\u00f8kki hj\u00e1 dreingjum 15 \u00e1r, bleiv\u00a0<strong>Miso Buha\u00a0<\/strong>nummar 4 vi\u00f0 11,22 metrum<\/p>\n<p>Eins og onkur kapping fr\u00e1 leygardegnum helst er gloymd, so mangla ivaleyst eisini onkrar kappingar fr\u00e1 sunnudegnum. Men tit eru v\u00e6lkomin at bo\u00f0a m\u00e6r fr\u00e1 &#8211; antin \u00ed vi\u00f0merking til greinina ella bara sum facebook-bo\u00f0.<\/p>\n<p>Og eru onkrar g\u00f3\u00f0ar og h\u00f3skandi myndir, kann vil eg eisini leggja t\u00e6r afturat greinini.<\/p>\n<p>T\u00fasund takk fyri eitt fantastiskt vikuskifti. Tit hava \u00f8ll n\u00f3gv at vera stolt av.<\/p>\n<p>Hallur<\/p>\n<p>&nbsp;<\/p>\n<p>&nbsp;<\/p>\n<p>&nbsp;<\/p>\n<p>&nbsp;<\/p>\n<p>&nbsp;<\/p>\n<p>&nbsp;<\/p>\n<p>&nbsp;<\/p>\n<p>&nbsp;<\/p>\n<p>&nbsp;<\/p>\n<p>&nbsp;<\/p>\n<p>&nbsp;<\/p>\n<p>&nbsp;<\/p>\n<p>&nbsp;<\/p>\n<p><!-- fifarkiv-gallery --><\/p>\n<h3>Myndir<\/h3>\n<div data-carousel-extra='{&quot;blog_id&quot;:1,&quot;permalink&quot;:&quot;https:\/\/www.athletics.fo\/?p=7917&quot;}' id='gallery-1' class='gallery galleryid-7917 gallery-columns-4 gallery-size-thumbnail'><figure class='gallery-item'>\n\t\t\t<div class='gallery-icon landscape'>\n\t\t\t\t<a href='https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/gallery\/2017\/02\/IMG_3439.jpg'><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" width=\"150\" height=\"150\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/gallery\/2017\/02\/IMG_3439-150x150.jpg\" class=\"attachment-thumbnail size-thumbnail\" alt=\"\" data-attachment-id=\"11849\" data-permalink=\"https:\/\/www.athletics.fo\/?attachment_id=11849\" data-orig-file=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/gallery\/2017\/02\/IMG_3439.jpg\" data-orig-size=\"2048,1365\" data-comments-opened=\"0\" data-image-meta=\"{&quot;aperture&quot;:&quot;0&quot;,&quot;credit&quot;:&quot;&quot;,&quot;camera&quot;:&quot;&quot;,&quot;caption&quot;:&quot;&quot;,&quot;created_timestamp&quot;:&quot;0&quot;,&quot;copyright&quot;:&quot;&quot;,&quot;focal_length&quot;:&quot;0&quot;,&quot;iso&quot;:&quot;0&quot;,&quot;shutter_speed&quot;:&quot;0&quot;,&quot;title&quot;:&quot;&quot;,&quot;orientation&quot;:&quot;0&quot;,&quot;alt&quot;:&quot;&quot;}\" data-image-title=\"IMG_3439\" data-image-description=\"\" data-image-caption=\"\" data-large-file=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/gallery\/2017\/02\/IMG_3439-1024x683.jpg\" \/><\/a>\n\t\t\t<\/div><\/figure>\n\t\t<\/div>\n\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Eftir ein langan, g\u00f3\u00f0an og spennandi dag \u00ed gj\u00e1r halda vit fram longu fr\u00e1 morgunstundini. Onkur av sm\u00e1b\u00f8rnunum, sum eru vi\u00f0 \u00ed fer\u00f0alagnum, hava roynt eina sonevnda Trautabreyt, har tey sleppa at royna ymisk sp\u00f8l og annars fr\u00e6lsan \u00edtr\u00f3tt, sum tey allarminstu kunnu fremja. B\u00f8rka vann okku fyrsta hei\u00f0ursmerki \u00ed morgun Fyrstu kappingarnar hava longu [&hellip;]<\/p>\n","protected":false},"author":4,"featured_media":7918,"comment_status":"closed","ping_status":"","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"ngg_post_thumbnail":0,"_jetpack_newsletter_access":"","_jetpack_dont_email_post_to_subs":false,"_jetpack_newsletter_tier_id":0,"_jetpack_memberships_contains_paywalled_content":false,"_jetpack_feature_clip_id":0,"_jetpack_memberships_contains_paid_content":false,"footnotes":"","jetpack_publicize_message":"","jetpack_publicize_feature_enabled":true,"jetpack_social_post_already_shared":true,"jetpack_social_options":{"image_generator_settings":{"template":"highway","default_image_id":0,"font":"","enabled":false},"version":2},"jetpack_post_was_ever_published":false},"categories":[50],"tags":[],"class_list":["post-7917","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-fif-arkiv"],"jetpack_publicize_connections":[],"jetpack_sharing_enabled":true,"jetpack_featured_media_url":"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2017\/02\/IMG_3444-scaled.jpg","_links":{"self":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/7917","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/users\/4"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcomments&post=7917"}],"version-history":[{"count":2,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/7917\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":11850,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/7917\/revisions\/11850"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/media\/7918"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fmedia&parent=7917"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcategories&post=7917"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Ftags&post=7917"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}