{"id":8000,"date":"2017-07-08T17:31:56","date_gmt":"2017-07-08T16:31:56","guid":{"rendered":"https:\/\/www.athletics.fo\/?p=8000"},"modified":"2026-10-29T17:35:29","modified_gmt":"2026-10-29T17:35:29","slug":"gull-og-tvaer-silvur-seinasta-dagin-i-visby","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/www.athletics.fo\/?p=8000","title":{"rendered":"Gull og tv\u00e6r silvur seinasta dagin \u00ed Visby"},"content":{"rendered":"<p>Undan oyggjaleikunum var\u00f0 mett, at vit h\u00f8vdu m\u00f8guleika at vinna fimm hei\u00f0ursmerki. \u00d8ll tey fimm kundu hugsast at ver\u00f0a \u00far gulli.<\/p>\n<p>Fyrstu dagarnar fingu vit tvey av teimum hei\u00f0ursmerkjunum. Bronsu til Rebekku \u00e1 1.500 m og eitt av teimum s\u00faru silvurmerkjunum, sum var sera n\u00e6r vi\u00f0 at vera gull, t\u00e1 Marna var\u00f0 tikin beint \u00e1\u00f0renn m\u00e1lstrikuna \u00e1 10.000 m.<\/p>\n<p>Vit m\u00e1ttu s\u00ed\u00f0an b\u00ed\u00f0a til seinasta dagin vi\u00f0 hinum trimum sterku greinunum hj\u00e1 okkum. Men me\u00f0an vit b\u00ed\u00f0a\u00f0u, fingu vit eitt \u00f3v\u00e6nta\u00f0 bronsumerki, t\u00e1 sera formsterka Margit setti f\u00f8royskt met \u00ed tr\u00edst\u00f8kki.<\/p>\n<p>Og so kom seinasti dagurin. Tr\u00edggir gull-aspirantar st\u00f3\u00f0u at byrja samstundis kl. 15.30. Marna \u00ed h\u00e1lvum maraton, har starturin var uttanfyri rennibreytina, Rebekka \u00e1 s\u00ednum yndisteini (800 m) og T\u00f3rur Mortensen \u00ed tr\u00edst\u00f8kki. \u00c1 800 metrum var ta\u00f0 so flott, at vit eisini h\u00f8vdu Oddv\u00f8r \u00ed finaluni!<\/p>\n<p>Rebekka var fyrst skotin avsta\u00f0. Hetta var tri\u00f0ja fer\u00f0in, at hon var ein hei\u00f0ursmerkjav\u00f3n \u00e1 800 m, og ongant\u00ed\u00f0 so n\u00f3gv sum hesufer\u00f0. Ta\u00f0 regna\u00f0i og ta\u00f0 var vindur, so ikki var r\u00e1\u00f0iligt at renna fr\u00e1 oddinum, sum eg annars hev\u00f0i varhugan av at hon \u00e6tla\u00f0i. Fer\u00f0in var r\u00edmilig fyrstu 200 metrarnar, men f\u00f3r so langt ni\u00f0ur. Fram vi\u00f0 400 var bert ein, sum hev\u00f0i mist eitt sindur.<\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2017\/07\/800m-finala-1.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"alignnone wp-image-14329\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2017\/07\/800m-finala-1.jpg\" alt=\"800m finala-1\" width=\"551\" height=\"284\" \/><br \/>\n<\/a><em>T\u00e6r fara framvi\u00f0 400 m. Rebekka v\u00e6l fyri beint aftanfyri hinar favorittarnar<\/em><\/p>\n<p>Rebekka gav tol til minni enn 200 metrar v\u00f3ru eftir. So eksplodera\u00f0i hon. Slapp undan hinum, og rann \u00ed st\u00f3rum st\u00edli einsam\u00f8ll allan vegin \u00e1 m\u00e1li\u00f0. Emma Leask og Gemma Dawkins, sum eisini v\u00f3ru favorittar hendan dagin, gj\u00f8rdu alt t\u00e6r kundu fyri at f\u00e1a fatur \u00ed Rebekku. Men hon v\u00edsti ongan veikleika og als onga n\u00e1\u00f0i. Gull til F\u00f8royar!<\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2017\/07\/800m-finala-2.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"alignnone wp-image-14330\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2017\/07\/800m-finala-2.jpg\" alt=\"800m finala-2\" width=\"501\" height=\"278\" \/><br \/>\n<\/a><em>Rebekka fer um m\u00e1lstrikuna og vinnur gull fyri F\u00f8royar! Hon er bara onnur f\u00f8royska kvinnan at vinna oyggjaleikagull yvirh\u00f8vur. Hin er sj\u00e1lvandi Valborg Heinesen.\u00a0<\/em><\/p>\n<p>Kappingin \u00ed tr\u00edst\u00f8kk gekk vi\u00f0 sniglafer\u00f0. H\u00e1lvan t\u00edma eftir l\u00fdsta startin kl. 15.30, leyp T\u00f3rur fyrstu fer\u00f0, og klokkan 16.30 leyp hann a\u00f0ru fer\u00f0. Eftir hesi b\u00e6\u00f0i fyrstu lopini var st\u00f8\u00f0an ikki g\u00f3\u00f0. B\u00e6\u00f0i lopini v\u00f3ru miseydna\u00f0. T\u00f3rur s\u00e1 \u00fat til at hava n\u00f3gva fer\u00f0 \u00ed atrenningini og mikla megi \u00ed lopunum. Men \u00ed b\u00e1\u00f0um f\u00f8rum missir hann st\u00fdringina, og m\u00e1 avbr\u00f3ta beint \u00e1\u00f0renn s\u00ed\u00f0sta lopi\u00f0.<\/p>\n<p>N\u00fa st\u00f3\u00f0 \u00e1. N\u00e6sta lopi\u00f0 m\u00e1tti ikki miseydnast, men ta\u00f0 m\u00e1tti ver\u00f0a n\u00f3g langt til at koma millum \u00e1tta teir bestu, sum fingu tr\u00fd lop afturat. Og tri\u00f0ja lopi\u00f0 bleiv betur. Vi\u00f0 14,49 metrum leg\u00f0i hann seg trygt \u00e1 silvurvinnarak\u00f3s bert 3o cm fr\u00e1 f\u00f8randi Carl Morgan.<\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2017\/07\/t%C3%B3rur-tr%C3%ADst%C3%B8kk.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"alignnone wp-image-14340\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2017\/07\/t%C3%B3rur-tr%C3%ADst%C3%B8kk.jpg\" alt=\"t\u00f3rur tr\u00edst\u00f8kk\" width=\"550\" height=\"292\" \/><br \/>\n<\/a><em>Eitt lop var n\u00f3g miki\u00f0 til silvur, men gulli\u00f0 glapp<\/em><\/p>\n<p>Fj\u00f3r\u00f0a lopi\u00f0 miseydna\u00f0ist vegna p\u00ednu av tri\u00f0ja lopinum. So T\u00f3rur valdi at leypa 5. umfar um og satsa alt upp\u00e1 s\u00e6tta og seinasta lopi\u00f0. Men s\u00e6tta lopi\u00f0 miseydna\u00f0ist eisini, so T\u00f3rur var standandi \u00e1 14,49 metrum, sum var meira enn r\u00edkiligt til silvur, og framvegis bert 20 sentimetrar fr\u00e1 gullinum. Ta\u00f0 skal ikki n\u00f3gv hugflog til at \u00edmynda s\u00e6r, at ein spillfr\u00edskur T\u00f3rur l\u00e6ttliga hev\u00f0i fari\u00f0 avsta\u00f0 vi\u00f0 gullinum.<\/p>\n<p>Marna kom aftur \u00e1 breytina og rann \u00e1 m\u00e1l \u00e1\u00f0renn kappingin \u00ed tr\u00edst\u00f8kki var li\u00f0ug! Rapporteringar fr\u00e1 kappingini \u00ed h\u00e1lvum maraton fingu vit \u00ed h\u00e1talararnar og fr\u00e1 Rigmor, sum s\u00fakkla\u00f0i \u00fati \u00e1 rutuni. T\u00e6r v\u00f3ru fyrst f\u00fdra kvinnur, sum l\u00f3gu saman. Ta\u00f0 v\u00f3ru t\u00edggjar t\u00e6r fremstu fr\u00e1 10.000 m kappingini og so ein afturat. So fr\u00e6ttist, at bert tv\u00e6r v\u00f3ru einsamallar fremstar. Og ta\u00f0 v\u00f3ru t\u00e6r somu, sum v\u00f3ru n\u00f3gv sterkast \u00e1 10.000 metrum, og h\u00f8vdu ein har\u00f0an dyst til ta\u00f0 allar seinasta.<\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2017\/07\/marna-h%C3%A1lv-1.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"alignnone wp-image-14339\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2017\/07\/marna-h%C3%A1lv-1.jpg\" alt=\"marna h\u00e1lv-1\" width=\"550\" height=\"362\" \/><br \/>\n<\/a><em>Fj\u00f3r\u00f0sterkasta t\u00ed\u00f0in \u00ed oyggjaleikas\u00f8guni var ikki n\u00f3g miki\u00f0 hj\u00e1 Marnu Egholm at vinna gull. Hon m\u00e1tti taka til takkar vi\u00f0 silvuri\u00f0, 12 sekund aftanfyri st\u00f3rrennaran av Guernsey, Louise Perrio<\/em><\/p>\n<p>Hesufer\u00f0 skuldu vit ikki b\u00ed\u00f0a fult so leingi til avger\u00f0in fall. Ein l\u00edtlan kilometur \u00e1\u00f0renn m\u00e1li\u00f0 slapp Louise Perrio av Guernsey spakuliga undan Marnu, sum alla t\u00ed\u00f0ina helt \u00e1 at str\u00ed\u00f0ast. Men spakuliga ota\u00f0i Perrio seg undan, og t\u00e1 t\u00e6r komu inn \u00e1 breytina og h\u00f8vdu 300 metrar eftir, var kappingin avgj\u00f8rd.<\/p>\n<p>Ta\u00f0 var sanniliga kvalitetur \u00ed kappingini \u00e1 h\u00e1lvum maraton. Allar t\u00e6r tr\u00edggjar fremstu kvinnurnar komu undir 1.20 t\u00edmar. Bert tv\u00e6r kvinnur eru \u00e1\u00f0ur komnar undir 1.20. Vinnarin \u00ed 1987 og vinnarin \u00ed 1991! Teinurin \u00ed Visby er ikki nakar serliga skj\u00f3tur teinur, so ta\u00f0 ber v\u00e6l til at siga, at \u00e1 \u00f8llum hinum trettan oyggjaleikunum, hev\u00f0i avriki\u00f0 hj\u00e1 Marnu givi\u00f0 gull.<\/p>\n<p>Eisini Julian Gregersen hev\u00f0i runni\u00f0 seg til eitt finalupl\u00e1ss seinasta dagin. Ta\u00f0 var t\u00f3 ikki mett, at hann hev\u00f0i st\u00f3rvegis m\u00f8guleikar at vinna hei\u00f0ursmerki \u00e1 1.500 metrum. Ta\u00f0 bleiv lagt sera hart \u00fat, og skj\u00f3tt var Julian aftastur \u00ed sterka feltinum. Men fer\u00f0in mundi vera so r\u00edkilig fyri fleiri av rennarunum, og Julian dugdi at halda h\u00f8vdi\u00f0 kalt og renna s\u00edna egnu fer\u00f0.<\/p>\n<p>Av 11. pl\u00e1ssi rann hann seg fram \u00e1 8. pl\u00e1ss beint \u00e1\u00f0renn seinasta umfar. \u00c1 seinasta umfarinum t\u00f3k hann aftur fleiri rennarar, og leg\u00f0i seg \u00fat \u00ed str\u00ed\u00f0i\u00f0 um fimtapl\u00e1ssi\u00f0. Men m\u00f3ti endanum megna\u00f0i hann ikki at halda, og misti naka\u00f0 aftur. \u00darlsiti\u00f0 gj\u00f8rdist t\u00f3 eitt gott pers\u00f3nligt met, 4.04,57 min, sum av sonnum er ein kvalitetst\u00ed\u00f0. Hon rakk til \u00e1ttandapl\u00e1ssi\u00f0.<\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2017\/07\/julian-1500m-finala.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"alignnone wp-image-14337\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2017\/07\/julian-1500m-finala.jpg\" alt=\"julian 1500m finala\" width=\"550\" height=\"281\" \/><br \/>\n<\/a><em>Julian Gregersen hevur yvirtiki\u00f0 hei\u00f0urin sum F\u00f8roya besti mi\u00f0teinarennari, eftir R\u00fana Seloy.<\/em><\/p>\n<p>Ta\u00f0 hevur veri\u00f0 sera stuttligt at s\u00e6\u00f0 okkara ungu kvinnur royna seg \u00e1 styttru teinunum. Serliga stuttligt hevur veri\u00f0 at s\u00e6\u00f0 t\u00e6r royna seg \u00ed bo\u00f0renningunum, har t\u00e6r hava liva\u00f0 upp til v\u00f3nirnar og sett f\u00f8royskt met \u00e1 b\u00e1\u00f0um teinunum. Sum prikkurin yvir i&#8217;i\u00f0 runnu t\u00e6r seg eisini \u00ed b\u00e1\u00f0ar finalurnar.<\/p>\n<p>H\u00f3ast t\u00e6r enda\u00f0u aftastar \u00ed b\u00e1\u00f0um finalunum, hava t\u00e6r n\u00fa pr\u00f3gva\u00f0, at vit kunnu vera vi\u00f0, og longu um tvey \u00e1r eiga vit at hava tiki\u00f0 okkum enn longur fram, og t\u00e1 fara vit heilt v\u00edst at lukta meira eftir hei\u00f0ursmerkjunum.<\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2017\/07\/4x400m-finala-2.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"alignnone wp-image-14327\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2017\/07\/4x400m-finala-2.jpg\" alt=\"4x400m finala-2\" width=\"550\" height=\"367\" \/><br \/>\n<\/a><em>4&#215;400 m li\u00f0i\u00f0, sum t\u00f3k 6 sekund av gamla metinum. \u00cd finaluni v\u00f3ru kreftirnar uppi, og t\u00e6r gj\u00f8rdust nummar fimm\u00a0. V\u00f3nandi s\u00edggja vit Elisabet, Rebekku, Margit og Oddv\u00f8r aftur um tvey \u00e1r. \u00c1 4&#215;100 m rann Alda \u00edsta\u00f0in fyri Rebekku. Vit v\u00f3na sj\u00e1lvandi eisini at s\u00edggja hana aftur um tvey \u00e1r!\u00a0<\/em><\/p>\n<p><!-- fifarkiv-gallery --><\/p>\n<h3>Myndir<\/h3>\n<div data-carousel-extra='{&quot;blog_id&quot;:1,&quot;permalink&quot;:&quot;https:\/\/www.athletics.fo\/?p=8000&quot;}' id='gallery-1' class='gallery galleryid-8000 gallery-columns-4 gallery-size-thumbnail'><figure class='gallery-item'>\n\t\t\t<div class='gallery-icon landscape'>\n\t\t\t\t<a href='https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/gallery\/2017\/07\/800m-handan-3.jpg'><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" width=\"150\" height=\"150\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/gallery\/2017\/07\/800m-handan-3-150x150.jpg\" class=\"attachment-thumbnail size-thumbnail\" alt=\"\" data-attachment-id=\"11891\" data-permalink=\"https:\/\/www.athletics.fo\/?attachment_id=11891\" data-orig-file=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/gallery\/2017\/07\/800m-handan-3.jpg\" data-orig-size=\"2048,1367\" data-comments-opened=\"0\" data-image-meta=\"{&quot;aperture&quot;:&quot;0&quot;,&quot;credit&quot;:&quot;&quot;,&quot;camera&quot;:&quot;&quot;,&quot;caption&quot;:&quot;&quot;,&quot;created_timestamp&quot;:&quot;0&quot;,&quot;copyright&quot;:&quot;&quot;,&quot;focal_length&quot;:&quot;0&quot;,&quot;iso&quot;:&quot;0&quot;,&quot;shutter_speed&quot;:&quot;0&quot;,&quot;title&quot;:&quot;&quot;,&quot;orientation&quot;:&quot;0&quot;,&quot;alt&quot;:&quot;&quot;}\" data-image-title=\"800m-handan-3\" data-image-description=\"\" data-image-caption=\"\" data-large-file=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/gallery\/2017\/07\/800m-handan-3-1024x684.jpg\" \/><\/a>\n\t\t\t<\/div><\/figure>\n\t\t<\/div>\n\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Undan oyggjaleikunum var\u00f0 mett, at vit h\u00f8vdu m\u00f8guleika at vinna fimm hei\u00f0ursmerki. \u00d8ll tey fimm kundu hugsast at ver\u00f0a \u00far gulli. Fyrstu dagarnar fingu vit tvey av teimum hei\u00f0ursmerkjunum. Bronsu til Rebekku \u00e1 1.500 m og eitt av teimum s\u00faru silvurmerkjunum, sum var sera n\u00e6r vi\u00f0 at vera gull, t\u00e1 Marna var\u00f0 tikin beint \u00e1\u00f0renn [&hellip;]<\/p>\n","protected":false},"author":4,"featured_media":8001,"comment_status":"closed","ping_status":"","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"ngg_post_thumbnail":0,"_jetpack_newsletter_access":"","_jetpack_dont_email_post_to_subs":false,"_jetpack_newsletter_tier_id":0,"_jetpack_memberships_contains_paywalled_content":false,"_jetpack_feature_clip_id":0,"_jetpack_memberships_contains_paid_content":false,"footnotes":"","jetpack_publicize_message":"","jetpack_publicize_feature_enabled":true,"jetpack_social_post_already_shared":true,"jetpack_social_options":{"image_generator_settings":{"template":"highway","default_image_id":0,"font":"","enabled":false},"version":2},"jetpack_post_was_ever_published":false},"categories":[50],"tags":[],"class_list":["post-8000","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-fif-arkiv"],"jetpack_publicize_connections":[],"jetpack_sharing_enabled":true,"jetpack_featured_media_url":"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2017\/07\/800m-finala-1.jpg","_links":{"self":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/8000","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/users\/4"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcomments&post=8000"}],"version-history":[{"count":2,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/8000\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":11892,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/8000\/revisions\/11892"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/media\/8001"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fmedia&parent=8000"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcategories&post=8000"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Ftags&post=8000"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}